týsdagur 20. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 36 - 20. februar 2007 ]
Arbeið
ara felag í
Sundby
Fremad Amager er
av sonnum ein part
ur av donsku
fótbóltsmentanini
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Felagið, sum eftir øllum
at døma fær føroyskar
eigarar innan alt ov langa
tíð, hevur ikki sveimað
heilt so nær toppinum av
donskum fótbólti seinnu
árini. Fyrst og fremst, tí
felagið ikki var eitt av
teimum, sum av álvara
megnaði at fylgja við, tá
pengafótbólturin fór at
gera um seg í Danmark.
Við djúpum rótfesti í
arbeiðararørsluni var pen
gafótbóltur heldur ikki
tann vegurin, sum var
mest náttúrligur at fara,
og tí hevur felagið livað
eina rættiliga friðarliga
tilveru seinnu árini. Størs
ta fokusið hevur tí helst
verið frá »Smeden«, sum
er eitt av heldur skemtili
gu ískoytunum hjá dans
ka Tipsblaðnum. Vinurin
hjá Tavse Tipper Thomsen
fylgir væl við, og kenslur
hansara eftir tap ella sig
ur hjá felagnum á Amager
verða aloftast listarliga
lýstar í førstu klummuni.
Og hartil hevur felagið
eisini fingið nakað av
umrøðu í Føroyum. Trígg
ir føroyskir landsliðsspæl
arar hava seinnu árini
gjørt um seg í felagnum.
Andrew av Fløtum hevur
verið at kalla fastur fúsur
í álopinum hesa tíðina,
men hartil hava Jann Ingi
Petersen og Hjalgrím Elt
tør eisini roynt seg í Sund
by Idrætspark, har felagið
spælir sínar heimadystir.
Sylla verður ikki at
síggja í B36-búnanum
komandi kappingarár.
Tað váttar Kristjan á
Neystabø, sum
viðgongur, at tað
kemur dátt við hjá
teimum
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Kristjan á Neystabø, stjóri í
FC Tórshavn, segði við
Dimmalætting í gjár, at
Sylla kemur ikki aftur til
Føroya.
Tað
var
fríggjakvøldið fyri hálvari
aðru viku síðani, at hetta
bleiv staðfest. Orsøkirnar
aftanfyri hesa avgerð eru
persónligar. Unnustan hjá
Sylla var í fjør í Fraklandi,
og vildi helst sleppa undan
at koma til Føroya. Tí vistu
tey í B36 av, at vandin fyri
at missa spælaran var til
staðar. Og tí fekk hann
eisini lyfti um, at felagið
ikki vildi forða honum, um
hann fekk sáttmála við
útlendskt felag.
- Fyri okkara viðkomandi
er tað sjálvandi ein missur,
men vit havaframvegis ein
góðan hóp at arbeiða við,
sigur Kristjan á Neystabø
við Dimmalætting.
Eftir farna kappingarár
hevur B36 eisini sagt farvæl
við Óbi, sum er farin til
Skála at spæla. Hinvegin
hava teir fingið bæði Allan
Mørkøre, Ova Nysted og
Helga L. Petersen, sum allir
kunnu røkja álopsplássini.
Afturat
hesum
kemur
møguliga ein brasiliumaður
at kappast við teir. Hesin
vandi fyri fyrstu ferð saman
við hópinum í gjár, og í
miðvikuni
skal
hann
ætlandi
vera
við
í
venjingardysti móti HB.
Fremad Amager í
donsku 1. deild fær
eftir øllum at døma
føroyskan eigara. Tað
er sannlíkt, at Todi
Jónsson saman við
øðrum skal keypa
partabrøvini í felag
num, har hann møgu
liga eisini skal spæla.
Sjálvur vil Todi als
ikki gera viðmerk ing
ar til tosið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Danska Fremad Amager
hevur í morgun kallað inn
til eykaaðalfund. Tað hevur
í eina tíð ljóðað, at Todi
Jónsson saman við øðrum
íleggjarum hevur roynt at
keypt seg inn í felagið, og
dagsskráin til fundin váttar,
at nakað er um tosið. Tey
bæði málini, sum standa á
skránni, eru í fyrsta lagi ein
kapitallækkan og í øðrum
lagi kapitalhækkan.
Kapitalur og spælari
Tað í sjálvum sær ger nú
ikki Toda Jónsson til eigara
av felagnum, men aðrir lutir
undirbyggja eisini sannlík
indini fyri tíðindunum.
Føroyski áleyparin hevur
enn til góðar at finna sær
nýtt felag, og sjálvur hevur
hann alla tíðina sagt, at
hann avgjørt roknar við at
halda fram við fótbóltinum.
Og at hetta verður í einum
felag í donsku 1. deild í
høvuðsstaðarøkinum.
Útmeldingarnar frá Frem
ad Amager kring ársskiftið
vóru sum so eisini greiðar:
»Nevndin metir tað vera
neyðugt at styrkja um kapi
talgrundarlagið. Eisini so
spælarahópurin kann styrk
jast. Ein røð av positivum
forhandlingum hava verið
við møguligar íleggjarar,
og vit rokna við, at ein
hækkan av partapeninginum
verður framd, áðrenn febru
ar mánaður er runnin.
Samstundis ætla vit at
almannakunngera navnið á
einum topp-spælara, sum
fer at at styrkja spælarahóp
in, áðrenn seinna helvt av
kappingarárinum byrjar.«
Vindeygað er stongt
Tá tosað verður um, at fel
agið skal fáa tilgongd av
einum
toppspælara,
eru
møguleikarnir
ógvuliga
avmarkaðir. Danska transfer
vindeygað
er
nevnliga
stongt, og tí er neyðugt, at
talan er um spælara, sum
ikki er knýttur at nøkrum
felag. Tær treytirnar lýkur
Todi, sum altso ætlar at hal
da fram við fótbóltinum.
Sosialurin hevur tosað
við Toda Jónsson, men
hann vil als ikki gera við
merkingar til tíðindini.
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Amager á føroyskar hendur
Nógv bendir á, at Fremad
Amager fær føroyskar eigarar.
Todi Jónsson saman við
øðrum tykist vera ávegis at
keypa felagið
Sylla rýmir frá B36