Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 36 - 20. februar 2007 ] Fleiri stórdystir eru í væntu, tá sterkastu feløgini í Evropa fara í gongd við áttan­deils­ finalurnar í kapp­ing­ ini fyri meistaralið, Champions League, sum verður skotin í gongd aftur í kvøld, týskvøld FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nú hava tey flestu bíða leingi eftir at síggja sterk­ astu feløgini í Evropa í dysti aftur í sterkastu kapp­ ingini. Champions League kappingin hevur nevniliga verið í vetrarfrí síðani fyrst í desember mánaði, tá liðini spældu seinasta innleiðandi dystin í bólkaspælinum, og síðani tá hava nógvir fót­ bóltsfjepparar bíða eftir áttandeilsfinalunum. Her eru nógvir spennandi dystir í væntu, og nú skulu áhug­ að ikki bíða leingi afturat. Í kvøld, týskvøld, fara fyrstu áttandeilsfinalurnar nevni­ liga av bakkastokki. Stórfeløg í kreppu møtast Í kvøld, týskvøldið, vera fýra dystir á skránni í Cham­ p­ions League kapp­ing­ini, og serliga tann eini dysturin kann metast at vera ein sannur stórdystur. Hetta er dysturin ímillum tvey av mest vinnandi liðunum í Evropa, Real Madrid og Bayern München. Gongdin hjá hesum báðum liðum hev­ur als ikki verið eftir vild í heimligu kappingu­ num, so tí er umráðandi hjá stórfeløgunum at sleppa úr kreppuni, tey eru í júst nú. Enska stórfelagið, Man­ chester United skal eisini í dyst týsdagin, tá teir vitja í Fraklandi hjá Lille. Lille hevur eitt gott lið, men Manchester United má átaka sær rolluna sum stór­ favorittur undan hesum dysti­num. Í seinastu dystunum møt­ ast Celtic og AC Milan í Skott­landi og PSV Eind­ hoven tekur ímóti einum øðr­um enskum stórfelag, Arsenal. Liverpool á Camp Nou Mikudagin verður ein sera spennandi dystur á skránni, tá síðstu tveir vinnararnir bresta saman. Í fyrra dysti­ num tekur sitandi meistara­ liðið, Barcelona, ímóti enska Liverpool, og hetta er helst dysturin, sum flestu fótbóltsfjepparar bíða spent­ ir eftir. Barcelona vann Champions League í fjør, men úrslitini í sterku kapp­ ingini hava ikki verið eins góð í hesum kappingar­ári­ num, so nú er spurningurin, um Liverpool megnar at gera sær dælt av hesum. Ein annar spennandi dyst­ ur verður ímillum Porto og Chelsea. Her skal kontro­ versielli Chelsea-venjarin, José Mourinho, aftur á gaml­ar gøtur, tá hann vitjar fyrrverandi felag sítt FC Porto, sum hann førdi til sig­urs í júst Champions League kappingini í 2004. Í seinastu tveimum dystu­ num mikudagin tekur suve­ rena oddaliðið í italskum fótbólti, Inter, ímóti spanska stórfelagnum, Valencia, með­an oddaliðið í fronskum fótbólti, Lyon, skal ein túr til Rom at møta, AS Roma. Champions League Týsdag: Real Madrid – Bayern München Celtic – AC Milan Lille – Manchester United PSV Eindhoven – Arsenal Mikudag: Inter – Valencia Barcelona – Liverpool Porto – Chelsea Roma – Lyon Kyndil og StÍF liggja og kappast um seinasta hálv­finalu­ plássið í Sunset kapp­ ingini, og miku­kvøld­ ið møtast júst hesi bæði liðini í høllini á Hálsi UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tvey lið hava ligið og kapp­ ast um týdningarmikla fjórða plássið í Sunset kapp­ ingini í alt ár, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar í stríðnum um meistaraheitið. Her er talan sjálvandi um Kyndil og StÍF, og í løtuni eru tað kvinnurnar av Strond­um, sum liggja betur fyri. Tær hava fýra stig, og eru sostatt tvey stig framm­ an fyri Kyndil á aftasta plássi, sum hevur tvey stig. Gongdin hjá grøna havnar­ liðnum hevur heldur ikki verið serliga góð síðstu dyst­ ir­nar. Í endaspælinum hava tær enn sín fyrsta sigur til góða. Tær hava tapt fimm teir fyrstu dystirnar á rað, og tí sær ikki so gott út hjá teimum í løtuni. Hjá StÍF hevur gingið held­ur betri. Tær hava vunn­ ið ein dyst av fyrstu fimm dystunum í endaspælinum, og hesin var júst ímóti Kyndli, tá liðini møttust í fyrra dystinum inni á Skála. Í hesum dystinum førdi Kyndil annars í hálvleik­in­ um, men í seinna hálvleiki avgjørdi StÍF alt til egnan fyrimun. Strandakvinnur vunnu dystin við fýra mál­ um, og sostatt vóru tað brádliga tær, sum lógu á fjórða plássinum, sum gev­ ur atgongd til hálvfinal­ur­ nar. Nú møtast liðini so fyri seinastu ferð í ár, og vinnur StÍF dystin, so er eingin ivi um, at tær fara at røkka hálv­finalunum. Vinnur Kynd­il hinvegin, so stendir púrasta á jøvnum millum liðini, og tá kunnu seinastu dystirnar ímóti hinum lið­ unum gerast avgerandi. Tippingin byrjar aftur Sosialurin hevur skipað fyri eini tippikapping á heima­ síðu sínari, har til ber at gita seg fram til úrslitini av teimum ymsu Champions League dystunum. Henda kappingin hevur ligið still, síðani Champions League kappingin fór í vetrarfrí, men nú er klárt at tippa aftur. Tippingin byrjar sjálvandi aftur í kvøld, tá Champions League kappingin fer í gongd við áttandadeilsfinalurnar. Til ber at tippa á tipping.sosialurin.fo Kyndil-StÍF: Seinasti hálvfinalisturin kann finnast Champions League í gongd aftur Ronaldinho og hansara liðfelagar í Barcelona skulu í ein spennandi dyst mikudagin, tá teir møta enska stórfelagnum, Liverpool, í áttandeilsfinalunum í Champions League. Lutakast hjá kvinnu­- ung­dómslandsliðum Lutakast hevur júst verið í Nyon í Sveis, har finnast skuldi útav, hvørji lið skuldu møta hvørjum í EM-undankappingunum fyri U-19 og U-17 landsliðini hjá kvinnum. Í U-19 kappingini er Føroyar komið í undanbólk saman við Spania, Onglandi og Litava, og kappingin millum hesi londini verður í Litava í døgunum 27. september til 2. oktober. Okkara U-17 landslið hjá kvinnum er komið í bólk saman við Finlandi, Belgia og Estlandi, og henda kappingin verður avgreidd í Estlandi í døgunum 11. til 16. september, so bæði føroysku U-landsliðini skulu til baltisku londini í heyst. Maldini kann skriva italska fótbóltssøgu 38 ára gamli italski fótbóltsleikarin, Paolo Maldini, kann skriva italska fótbóltssøgu, tá felag hansara, AC Milan, skal í dyst ímóti Celtic í Champions League kappingini mikudagin. Mal­ dini hevur í løtuni spælt 99 dystir í Champions League kapp­ ingini, og kemur hann á vøllin mikudagin, so verður hann tann fyrsti italiumaðurin, sum røkkur 100 dystum í Champions League. Higartil eru bert fýra leikarar, sum hava leikt 100 dystir ella fleiri í hesi kapping. Teir eru Raul (106), Roberto Carlos (105), David Beckham (102) og Oliver Kahn (100).