mikudagur 21. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 37 - 21. februar 2007
tíðindi
Orðini hava tagnar
skyldu er heitið á
fyrsta yrkingar
savninum hjá 18 ára
gomlu Siggu-Mariu
Hjalmarsdóttir Høj
gaard úr Hoyvík. Í
savninum eru 19 yrk
ingar á føroyskum og
enskum, og Mentanar
grunnur Landsins
hevur stuðlað
útgávuni
Bókmentir
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hon er fødd og uppvaksin
á Landavegnum í Havn, eitt
skifti búði hon í Nyborg og
tannárini búði hon í Suðri
og í Hoyvík. Nú gevur hon
sítt fyrsta yrkingarsavn út,
“Orðini hava tagnarskyldu”.
Yrkingar um kenslur, hugsan
ir og lívið hjá einum ungum
føroyskum tannáringi á ferð
- í tíð og stað.
– Tað kennist sum ein lætti
at sleppa at skriva. Mest fái
eg burturúr, tá ið høvdið
stendur at bresta.
Sigga-Maria
Hjalm
arsdóttir Højgaard byrjaði at
yrkja longu tá hon var 10-11
ára gomul. Tær 19 yrkingar
nar í hesum fyrsta yrking
arsavninum eru eitt úrval
úr umleið 70 yrkingum,
sum hon hevur skrivað hesi
árini. Yrkingarnar eru á før
oyskum og enskum máli.
Ein spegling av málsliga
gerandisdegnum hjá dagsins
ungdómi og hennara egnu
lívsferð.
– Tað byrjar sum oftast
við, at ein setningur kemur
til mín, okkurt sum hevur
ávirkað meg, og tað byggi eg
so á. Fyrst má tangin fyllast
við hugskotum. So kann eg
fara at tappa. Tí skrivi eg
í tíðarskeiðum, tá okkurt
avgerandi er hent. Okkurt,
sum ávirkar meg. Síðani
festi eg kenslurnar á blað.
Yrkingarsavnið “Orðini
hava tagnarskyldu” er
givið út við fíggjarligum
stuðli úr Mentanargrunni
Landsins í sambandi við,
at grunnurin letur stuðul til
ungar føroyskar útgevarar.
Savnið er sett upp og prent
að á Føroya Prenti. Permu
myndina hevur høvundurin
málað. Savnið fæst til keyps í
bókabúðum í Havn í næstum
og kostar 60 krónur.
– Ein góð yrking er ein,
sum tú fært í høvdið og
ikki kanst sleppa fyrr enn
hon er skrivað niður. Hesar
yrkingarnar eru ikki bara
um meg sjálva. Eg fái eisini
íblástur av umstøðunum og
viðurskiftunum hjá øðrum.
Sum ungur stendur tú ofta í
nýggjum og ókendum støð
um. Yrkingarnar í hesum
savni eru um nakað av tí,
sum hendur í huganum hjá
einum ungum menniskja í
dag; kenslur, hugsanir og
lívsins stóru spurningar.
Starvið
Vit sóknast eftir einum samstarvssterkum
fulltrúa til menningardeildina í Vinnumála-
ráðnum. Tú kemur at taka tær av at menna
vinnulívið og lóggávuna á hesum øki.
Arbeiðið krevur gott yvirlit og evni til at halda
fleiri bóltar í luftini í senn. Ítøkiligar uppgávur
eru í løtuni m.a. einskiljing av Føroya Tele,
Atlantic Airways og Føroya Lívstrygging.
Yvirtøka og útbygging av flogvøllinum, dag-
føring av vinnulóggávum og at smíða nýggj-
ar kappingar- og marknaðarføringarlógir.
Vit ynskja:
At tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni,
t.d. í stjórnmálafrøði, búskaparfrøði ella løg-
frøði. Onnur útbúgving kann eisini lúka
krøvini. Persónar við viðkomandi royndum
frá almennari ella privatari fyrisiting hava
fyrimun.
Vit bjóða:
Eitt opið, ágrýtið og fjølbroytt starv í einum
góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er
við til at skapa, fjølbroyttar uppgávur í tøttum
sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss,
sum setur høg krøv um at røkka sett mál.
Setanartreytirnar eru eftir sáttmála millum
lønardeildina og viðkomandi fakfelag.
Sendið umsóknina innan 26.2 til vmr@vmr.fo
ella Postboks 377, 110 Tórshavn.
Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til Vinnumálaráðið.
Deildin fyrisitur almenna vinnumenning, lóggávu
og vinnuligt undirstøðukervi. Herímillum vinnu-
framamál, ársroknskaparmál, partafelagsmál, gran-
nskoðanarmál, fjarskiftismál, KT-vinnu, postmál,
kappingarmál, marknaðarføringsmál, vega- og
havnamál, ferðslu og flogferðslumálkappingar-,
ferðavinnu- og menningarmál.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Hevur tú áhuga
fyri føroyska vinnulívinum?
Vil tú vera við til at menna vinnulívið, so tað verður
sterkari her heima og á altjóða pallinum?
Tinganes, postsmoga 377, 110 Tórshavn, tel. 356060 vmr@vmr.fo
STEPHANSSONS HÚS 314291
Debutantur gevur út yrkingarsavn