mikudagur 21. februar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2007
5
. at tað er gott samband og tilknýti
ímillum tað einstaka barnið og
starvsfólkið
. at barnið kennir seg sum ein
týdningarmiklan lið í einum
sosialum felagsskapi
. at menna samskifti, sjálvhjálp
og sjálvsvirði
. tryggleika, umsorgan og nærveru
. virksemi, sum hóskar til aldurin
og menningina hjá tí einstaka
barninum.
Vit kunnu bjóða
Eitt áhugavert starv, har tú saman
við øðrum fakfólki og hjálpar-
fólkum fært møguleika fyri at seta
dám á stovnin.
Starvið verður sett við einum
vikuligum tímatali uppá 30 tímar
at byrja skjótast tilber.
Vit ynskja
Okkara ynski er, at tú ert virkin
og nýhugsandi, hevur góð sam-
starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt
við at loysa uppgávurnar í sam-
svari við endamálið hjá stovni-
num og teir málsetningar,
stovnurin hevur.
Í tí dagliga arbeiðinum leggur
Reiðrið dent á
. at hava fyrilit til menningina,
aldrinum og tørvinum hjá
tí einstaka barninum
Meir fæst at vita
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við venda sær
til Hannu Juul, leiðara, á
telefon 447003.
Umsókn
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi
í seinasta lagi 8. mars 2007
kl. 12.
Send umsóknina til:
Almannastovan
Smyrilsvegur 20
Postboks 3096
110 Tórshavn.
Dagstovnurin Reiðrið er ein dagstovnur
fyri fjølbrekað børn undir 18 ár, har
møguleiki eisini er fyri umlætting.
Endamálið hjá Reiðrinum er at skapa eitt
trygt grundarlag fyri børnini, at tey kenna
seg væl, verða vird, eru við í sosialari
samveru og fáa eitt mennandi tilboð
saman við neyðugu venjingunum.
Reiðrið er ein dagstovnur undir
Almannastovuni. Á stovninum eru 8 børn.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
www.almannastovan.fo
Dagstovnurin Reiðrið
søkir starvsfólk
Søkt verður eftir starvsfólki til Dagstovnin Reiðrið á Saltnesi. Vit vænta, at tú hevur
viðkomandi útbúgving so sum sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, fysioterapeutur,
ergoterapeutur ella aðrar drúgvar viðkomandi royndir á økinum.
Bókhalds- og roknskaparfólk
til P/F Statoil Føroyar
Søkt verður eftir fólki við bókhalds- og roknskaparførleika til støðroknskapardeildina
hjá P/F Statoil Føroyar í Tórshavn. Talan er um eitt avloysarastarv í fyribils 6 mánaðir.
Støðroknskapardeildin hevur sum endamál at veita roknskapartilfar til leiðslu og
støðleiðarar, umframt at gera umsitingarligar uppgávur fyri støðirnar.
Starvið
Arbeiðið fevnir um:
• Alt vanligt bókhaldsarbeiði
• Ymiskar uppgerðir
• At veita hjálp til gerð av roknskapum
Vit bjóða
Tann ið settur verður, kemur at vera ein partur av toyminum á støðroknskapardeildi-
ni. Vit kunnu bjóða eitt starv í einum dynamiskum og mennandi umhvørvi. Lønin
verður ásett sambært avtalu.
Førleiki
Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfelaga, sum dugir at arbeiða sjálvstøðugt, og
sum sær týdningin av at veita eina góða tænastu til teir áhugabólkar, ið eru knýttir
at støðroknskapardeildini.
Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving hava fyrimun.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Boga P. Nielsen roknskaparleiðara
fyri Statoil-støðirnar á tlf. 343500.
Umsóknarfreistin er 28. februar.
Umsóknin skal sendast til:
P/F Statoil Føroyar
Fíggjardeildin
Vestara Bryggja 2
Postboks 3098
FO 110 Tórshavn
Endamálið hjá Statoil Føroyum er at veita brúkarum í Føroyum
oljuúrdráttir og aðrar vørur. Hjá Statoil arbeiða um 150 fólk. Vit
stremba eftir at veita bestu góðsku og tænastu, eins og um-
hvørvisábyrgd á øllum økjum er eitt av fremstu málum okkara.
FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo
Í sambandið við at vit
hátíðarhalda 75 ára dagin
hjá Tangavirkinum, bjóða
vit øllum viðskiftafólkum,
veitarum og øðrum,
hjartaliga vælkomnum til
móttøku á Tangavirkinum,
fríggjadagin 23. februar
millum 14-17.
• smiðjuarbeiði
• hvs
• hydraulik
• sniðgóðkendir oljutangar
• stálkonstruktiónir
...tín veitari innan stálarbeiði
á Tangavirkinum
Móttøka
Alla komandi viku, lata vit
25% av baðirúmstilhoyr,
havaslangum og tilhoyr.
Tangavirkið
sum smiðjan
kallast ídag
Smiðjan hjá
Argja Palla,
umleið 1943