mikudagur 21. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2007
Ein 52 ára gamal
klaksvíkingur varð í
Føroya Rætti í gjár
dømdur eitt árs
fongsulsrevsing fyri
at hava keypt 130
gramm av amfetamin
DÓMUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Málið var fyri Føroya Rætti
fyri viku síðani, har maður
in varð skuldsettur fyri at
hava keypt amfetamin bæði
í Havn og Keypmanna
havn.
Ákærin helt upp á, at
maðurin hevði keypt 130
gramm av amfetamin í
Havn, og at tað var við víð
ari sølu fyri eyga. Amfeta
minið hevði hann keypt fyri
tilsamans 14.000 krónur.
Sosialurin var í rættinum
í farnu viku, tá málið var
fyri og maðurin játtaði seg
sekan. Tá legði hann tó dent
á, at amfetaminið var bara
til egna nýtslu, og at hann
ikki hevði ætlanir um at sel
ja rúsevnini víðari. Somu
leiðis segði hann, at talan
ikki var um 130 gramm,
sum hann hevði keypt, men
115 gramm.
Dimmalætting skrivaði í
gjár, at dómarin ikki trúði
manninum, sum nú er døm
dur fyri at hava keypt 130
gramm av amfetamin. Dim
ma skrivaði somuleiðis, at
dómurin eisini segði, at
hald skuldi leggjast á pen
ing,
amfetamin,
hassj,
amfetaminleivdir,
útgerð
og annað, sum funnið varð
undir húsarannsóknini, ið
varð gjørd seinasta ár heima
hjá manninum og umborð á
skipinum, hann sigldi við.
Dómurin eitt fordømi
Enn er ikki greitt um maður
in tekur við dóminum ella
ikki, tí hvørki hann ella sak
førari hansara møttu í rætt
inum í gjár.
Sambært
Útvarpinum
kundi maðurin havt vunnið
sær omanfyri 80.000 krón
ur, um hann seldi amfetami
nið víðari. Hetta tí at sølu
prísurin á gøtuni er 700
krónur fyri grammið.
Somuleiðis segði Útvarp
ið, at ákæruvaldið hevði
bíðað við spenningi eftir
dóminum, tí hann kann
gerast eitt fordømi. Higartil
hava teir flestu dómarnir í
slíkum málum verið um
ólógligan innflutning, men
hesin dómurin kann gerast
eitt fordømi við, at hann
kann leggja støði fyri øðr
um dómum, har amfetamin
er keypt á gøtunii Føroy
um.
- Í fyrstu atløgu eri eg
nøgd við dómin, tí hann
liggur innan fyri tann karm,
sum vit vónaðu, segði Lin
da Hesselberg, ákæri, við
Útvarpið í gjár.
Illveðrið í gjár gjørdi
skaðar á bæði bilar og
hús. Millum annað
endaðu bæði ein last
bilur og ein bussur
við síðuna av vegnum,
og í Klaksvík fingu
fleiri hús smáskaðar
av nógva vindinum
LØGREGLUTÍÐINDI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Í gjáramorgunin var vindur
in nógvur í Klaksvík. So
mikið nógvur, at hann gjør
di skaða á fleiri hús. Av løg
reglustøðini
har
verður
sagt, at tey fingu fimm frá
boðanir um skaðar orsaka
av vindinum.
Beint fyri hálvgum níggju
komu fyrstu fráboðanirnar,
og eftir tað hevði sløkkiliðið
nokk at tríva í. Fyrsta frá
boðanin var, at ein takpláta
loysnaði kring skorsteinin á
læknahúsunum á Brekku.
Trý korter til níggju bognaði
ein stálskorsteinur á einum
sethúsum á Heykavegi.
Klokkan hálvgum ellivu
loysnaði takskeggið á ein
um sethúsum í Mylnutúni,
og um døgurðatíð loysnaðu
nakrar tekjur á Klaksvíksve
gi. Síðani hasaði keðiliga
veðrið av so nøkulunda,
men
klokkan
hálvgum
fimm kom seinasta fráboð
anin til løgregluna í Klaks
vík, tá ein veggpláta reiv
seg leysa á einum sethúsum
á Nýggjavegi.
– Eingin skaði stóðst sum
so. Nakrar plátur høvdu
hug at ríva seg leysan, men
talan var bert um smáskaðar,
verður sagt av løgreglustøð
ini í Klaksvík, tá vit biðja
tey taka saman um skaðar
nar eftir illveðrið í gjár.
Tekja loynsaði
í Sandavági
Eisini aðrastaðni í landinum
merktu tey ógvusliga vind
in. Um middagsleitið í San
davági loysnaði ein tekja á
einum sethúsum. Hesum
slapp Vága bjargingarfelag
at taka sær av.
Í Kollfjarðardali fekk tek
jan á Statoilstøðini nakað
av skaða, so her fekk Kolla
fjarðar bjargingarfelag boð
um at koma.
Bussur og last
bilur útav
Ikki bara vindurin var nógv
ur og gjørdi fortreð. Koyri
líkindini vóru eisini vánalig
kring landið. Í ringu líkind
unum fór ein bilur hjá Far
maleiðum út av vegnum
oman fyri Norðskála. Hetta
var beint fyri klokkan fýra.
Trý fólk vóru í bilinum,
sum fór niðan av vegnum
nakað niðan fyri rundkoyr
ingina. Av teimum trimum
varð ein kvinna flutt á
Landssjúkrahúsið til nærri
kanningar.
Og seinasta fráboðanin
til løgregluna í gjár, var um
ein annan stóran bil, sum
var farin út av vegnum. Hen
da fráboðanin kom, tá klokk
an var farin beint av seks.
Hetta var um ein buss, sum
feyk av vegnum omanfyri
Kvívík. Hann stóð annars
parkeraður við eina rætt,
men vindurin tók stóra buss
in og blásti hann niðan av
vegnum.
Pedagogfelagið stuðlar Barnabata
Í sambandi við aðalfund Pedagogfelagsins leygardagin 24. februar kl. 10,
fer felagið undir eina heldur óvanliga innsavning við tí endamáli at stuðla
Barnabata.
Pedagogfelagið kann í ár halda sín 25-ára føðingardag, og vil felagið seta
dám merkisárið. Millum annað við at lata limum felagsins vakrar og
sermerktar troyggjur til keyps, har 30 krónur av hvørjari seldari troyggju
fer til Barnabata.
Pedagogfelagið hevur áður stuðlað Barnabata, og vil fegið gera tað
einaferð enn, ásannandi tað stóra arbeiðið, felagsskapurin ger.
Formaður Pedagogfelagsins, Jarvin F. Hansen, hevur kunnað nevndina hjá
Barnabata um hugskotið, sum fegnast um ein kærkomnan stuðul.
Frá halli til javnvág
Smyril Line, sum hevur havt stórt hall tey seinastu árini, fer í
næstum at kunngera ein roknskap, sum vísir, at nú er javnvág
ímillum inntøkur og útreiðslur. Tað má sigast at vera ein skjót
vend, tí so seint sum í fjør hevði felagið 50 mió. krónur í halli.
Thomas Magnussen, stjóri, sigur við Útvarpið, at tað er kortini
neyðugt at umfíggja lánini í Norrønu. Eftir núverandi treytum
verða tey útgoldin um ellivu ár, men tann tíðin skal leingjast.
Eitt árs fongsul fyri 130 gramm av amfetamin
Illveðrið gjørdi um seg
Um nátturðatíð í gjár feyk hesin bussurin av vegnum omanfyri Kvívík. Hann
stóð parkeraður við eina rætt, men varð blástur niðan av vegnum
Mynd: Birgir Waag Høgnensen
Klokkan knapt fýra fekk løgreglan fráboðanina um lastbilin, sum fór út av
vegnum omanfyri Norðskála í illveðrinum í gjár
Mynd: Rólant Waag Dam
Føroya Rættur dømdi ein
52 ára gamlan mann eitt
ára fongsul í gjár