mikudagur 21. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2007
7
tíðindi
Heimasíðan hjá Bill
Justinussen hevur
seinasta árið virkað,
sum inngongd til
pornografiskar síðir.
Bill visti av ongum,
men hevur nú tikið
stig til, at strika
síðuna.
Alnet
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Síðan juli mánað í fjør
hevur heimasíðan hjá Bill
Justinussen, løgtingsmanni
Miðfloksins verið inngongd
til útlendskar heimasíður,
ið liggja sera fjart frá tí
politisku linju, ið hesin
flokkur leggur seg eftir.
Bróðurparturin er heima
síður av pornografiskum
slag, við heitum sum Old
Grannys Pissing Movies,
Dad and little boy sex,
Lesbian Porn, Male genital
spanking og annað tílíkt,
umframt link til Viagra
sølu og gambling. Talan er
um útvið 14.000 leinkir, av
ivasomum uppruna.
Bill Justinussen sjálvur
sigur við Sosialin, at hann
einki visti um skilið fyrr
enn í gjár, og at hann
beinanvegin setti seg í
samband við veitaran av
heimasíðuni Teletech, og
bað um at síðan varð latin
aftur. Beint áðrenn evsta
mark okkara varð heima
síðan strikað av netbú
staðnum bill.teletech.fo
– Teletech sigur, at virkið
einans leggur servara pláss
til síðuna, men annars onga
avtalu hevur við Bill, um at
reka síðuna, tí hava tey
heldur ikki hildið eyga við,
hvat hendur á síðuni.
– Eg fekk hasa heima
síðuna í sambandi við
seinasta val, og hon hevur
ikki verið virkin síðan tá.
Eg havi ikki verið inni á
heimasíðuni síðan tá, greið
ur Miðflokka tingmaðurin
frá.
Bill sjálvur dugur als
ikki at umsita heimasíðir,
og hevði tí ein vevstjóra í
sambandi við síðsta val,
sum tók sær av síðuni. Bill
sjálvur lat bert tilfarið til
síðuna, so legði vevstjórin
tað út fyri hann.
– Eg dugi ikki at gera
heimasíðir, og havi ikki
orku at seta meg inn í tað,
eg veit enntá ikki sjálvur
hvussu man tekur heima
síðuna burtur, sigur Bill.
Men er tað ikki óheppi,
hjá einum tingmanni hjá
Miðflokkinum,
at
hava
pornografiskt
tilfar
á
heimasíðu síni í eitt hálvt
ár?
– Jú, tað er ómetaliga
keðiligt, men heimasíðan
er sum sagt ikki aktvi, so
eg rokni ikki við, at nakar
vitjar hana. Men tað er
greitt, at man følir seg ikki
væl, tá tílíkt hendur. Eg
veit ikki hvør stendur aftan
fyri tí, men tað er keðiligt,
at fólk misbrúka heima
síðuna hjá einum, sum
tekur frástøðu frá tílíkum,
sigur
Bill
Justinussen.
Hann heldur fram:
– Tað er bara forsømilsi,
at eg ikki havi biðið Tele
tech um, at tikið síðuna
burtur, men nú havi eg
lært, at tað ikki er gott,
bara at leggja heimasíðu
sína deyða millum tvey val,
tí onkur kann misbrúka
hetta.
Bill Justinussen sigur seg
ivast í, at hann fer at hava
heimasíðu til komandi løg
tingsval.
Ein av teimum fúlu leinkjunum á heimasíðuni bill.teletech.fo
Bill Justinussen brúktur
til útbreiðslu av porno
Bill Justinussen
kann ikki lastast
Hóast tað kann
tykjast merkisvert, at
Bill Justinussen ikki
vitjar heimasíðu sína
í nógvar mánaðir, so
kann Bill ikki lastast
fyri innihaldið á
síðuni, sigur løgreglu
maður, ið dagliga fæst
við KT-kriminalitet.
Alnet
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hans Henrik Jensen, vara
politikommiserur á donsku
KT-kriminalløgregluni
starvast til dagligt við KT-
Kriminaliteti. Hann sigur
við Sosialin, at hann sjálv
andi ikki kann úttala seg í
konkreta málinum, men at
tann, ið eigur eina heima
síðu vanliga hevur ábyrgd
ina av heimasíðuni. Tað er
sostatt Bill Justinussen, ið
hevur ábyrgd av heima
síðuni bill.teletech.fo. Men
tá tað snýr seg um tilfar, ið
onnur hava lagt út, uttan at
eigarin veit av tí, so kann
eigarin ikki lastast fyri
hetta.
– Hetta kann samanber
ast við, at onkur blakar
okkurt inn gjøgnum bræv
sprekkuna hjá tær, og tú
ber hetta inn saman við
tilboðsbløðunum, um tú
ikki veitst av tí, so kanst tú
heldur ikki lastast fyri tað.
Men í tí løtu, tú gerst varur
við málið, er støðan ein
onnur, og tú eigur, at taka
stig til at fáa tað strikað,
sigur Hans Henrik Jensen.
Hann viðgongur, at tað
er heldur sjáldsamt, at fólk
ikki vitja sína heimasíðu í
tíðarskeið, ið eru yvir eitt
hálvt ár, men heldur ikki,
at hetta er nakað, ið nøkur
søk kundi komið burtur úr.
Bill Justinussen gjørdist
ikki varur við, at heimasíða
hansara var inngongd til út
við 14.000 heimasíður við
pornografiskum tilfari fyrr
enn í gjár. Hann tók bein
anvegin stig til at fáa síðuna
strikaða, sostatt kann Bill
ikki lastast í hesum óhepna
máli, um tað skuldi víst
seg, at onkur av heima
síðunum hevur tilfar, ið er
av ólógligum karakteri.
Aftur í morgun vóru
fleiri pornografiskar
heimasíðuleinkir lagdar
inn á politiska kjakið
á heimasíðuni hjá Bill
Justinussen.