Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 37 - 21. februar 2007 Fíggjarliga grundar­ lagið undir stóra kvinnudagstiltakinum hjá blaðnum Kvinnu hevur enn einaferð fingið eyka bein at standa á. Allar tær almennu 45.000 krónurnar, ið Demo­ kratia fekk aftur frá Kvinnu, hevur ein privat fyritøka nú sett aftur í stóra tiltakið Kvinnudagur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Alt loysir seg nokk til end­ ans. Soleiðis verður mangan tikið til. Og soleiðis kundi ein eisini sagt um stóra rok­ ið, ið hevur verið rundan um almenna peningin, sum Demo­kratia valdi at geva stóra kvinnudagstiltakinum hjá blaðnum Kvinna. Tí í dag váttar Lena Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, at ein privat fyritøka hevur latið allar tær 45.000 krónurnar, ið Kvinna valdi at geva Demokratia aftur, til stóra kvinnudagshaldið hjá blaðnum. Lena vil ikki út við, hvør tann privata fyritøkan er, men sigur, at fyritøkan av sínum eintingum helt nevndarfund um evnið, og hevur sjálv valt at koma við pengunum. Atgongumerkjasøla gongur væl Hóast rok eisini hevur verið um, at prísurin á at­gongu­ merkjum er alt ov høgur, so hevur atgongumerkjasølan til tiltakið bara gingið heilt væl. Umframt ymsar kvinn­ ur, so verða eisini nakrir menn og fyritøkur at síggja á tiltakinum. – Hetta er jú ein kvinnu­ dagur, so vit væntaðu fyrst og fremst, at tað fóru at verða kvinnur, ið keyptu at­gongumerkini. Og so­leiðis hevur tað eisini ver­ið. Harumframt eru vit glað fyri, at eisini nakrir menn hava keypt sær eitt atgongu­ merki. Eisini finnast tað fyri­ tøkur, ið hava bjóða teirra starvsfólkið við á tiltakið, sigur Lena Mohr. Tey, ið enn ikki hava ognað sær atgongumerki, kunnu keypa tey á www.kvinna. fo ella í Telebúðunum kring landið. Privat fyritøka sett pening í Kvinnudagin Forkvinnan í Kvinnu­ felags­samskipan Føroya, Birta Biskopstø, metir ikki, at kvinnudagstiltakið hjá Kvinnu er alt ov dýrt. Harafturímóti frøðist hon um, at tað gerast alt fleiri tiltøk til føroyskar kvinnur kvinnudagin, og fílist á, at so fáar kvinnur eru í føroyskum landspolitikki Kvinnudagur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Nógv rok hevur verið í sein­astuni um, at nógvar før­oyskar kvinnur ikki hava ráð til kvinnudagshaldið hjá Kvinnu, tí at tað kost­ ar túsund krónur fyri at­gongumerkið. Forkvinnan í Kvinnufelagssamskipan Føroya (KFS), Birta Biskopstø, er tó ein av teim­ um, ið metur, at hetta er ein heilt rímiligur prísur fyri eitt so stórt og gott tiltak sum hetta. – Hetta er nakað heilt ann­ að enn ein vanligt kvinnu­ dagshald. Hetta er ein ráð­ stevna. Og nú havi eg sjálv verið á ymsum ráðstevnum, og tá hevur prísurin ofta ligið hægri enn hetta. Ein skal jú tonkja uppá, at hetta er eitt heildagshald har matur, drykki­vørur, fyrilestrar og undirhald er íroknað, sigur Birta Biskopstø, ið sjálv ætlar sær til kvinnudagshaldið hjá Kvinnu. Pláss fyri ymsum tiltøkum Eins og undanfarin ár, fer KFS eisini at halda sítt egna kvinnudagshald. Til­takið verður væntandi eitt kjakkvøld í Norður­ landa­húsinum. Hóast hetta verður sama dag sum stóra kvinnudagstiltakið hjá Kvinnu, so metir Birta ikki, at kapping verður um luttakararnar. – Her er avgjørt ikki talan um kapping um kvinnurnar. Tí tiltøkini bæði eru so ymisk. Kvinna bjóðar til eina stóra ráðstevnu, sum varir ein heilan dag. Og vit at bjóða til eitt kjakkvøld. So um kvinnur vilja, so kunnu tey náa bæði tiltøkini. So tað er bara at gleðast um, at tað gerast fleiri tiltøk til kvinnur kvinnudagin, sigur Birta Biskopstø. Ov fáar kvinnur í landspolitikki Av uppruna hevur kvinnu­dag­ urin altíð heiðrað kvinnuna, men kanska enn og meir verið til, fyri at víst á ymsar trupulleikar, ið kvinnur hava stríðst við gjøgnum ár og dag. Birta metir, at ein stórur samfelagstrupulleiki í Føroyum í dag, er, at tað finnast so fáar kvinnur í landspolitikki. – Kvinnudagur verður jú hildin allastaðni kring heim. Trupulleikarnir kunnu jú verða heilt ymiskar í einum enda av heiminum til annan, og so frá tíð til aðra. Ì dag havi eg serliga biti merki í, at ein av størstu trupulleikum í Føroyum í dag er tann, at vit mangla kvinnur í lands­politikki. Hetta er av­gjørt nakað, ið vit eiga at kjakast um ein dag sum kvinnudagin, sigur Birta Biskopstø at enda. – Rímiligur prísur fyri gott tiltak Formaðurin í Kvinnusamfelagskipan Føroya, Birta Biskopstø Mynd: Jens Kr. Vang Lodna til matna Nótaskipið Saksaberg úr Gøtu hevur verið inni á Akranesi í Íslandi og landað góð 550 tons av lodnu til felagið HB Grandi, og Finnur Fríði landaði í gjár umleið 2.500 tons av lodnu til Loðnuvinnsluna á Fáskrúðsfirði. Reiðaríið í Gøtu sigur, at íslendsku virkini lata millum 1,20 og 1,80 krónur fyri lodnu alt eftir, hvussu stórur partur av lastini fer til matna. Rognini eru avgerandi fyri prísin, og um hesa tíðina eru tey umleið 20 prosent av kvennlodnuni. Danmark sigur nei Í gjár mælti ES-kommiserurin í umhvørvismálum til, at ES skal umboða Danmark og harvið Føroyar og Grønland, tá altjóða hvalaveiðinevndin IWC fer at halda fund í Alaska í mai mánað. Men danska stjórnin sigur nei. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, segði á regluliga tíðindafundinum fyrradagin, at Danmark fer ikki at lata ES umboða seg í IWC. Tað ber heilt einfalt ikki til, segði hann, og tað hevur ES fingið at vita.