mikudagur 21. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2007
- Tað er eitt paradox,
at Tórshavnar Býráð
nú skal taka parker
ingspláss frá teimum
handlandi í miðbý
num, fyri at borgar
stjórin skal sleppa frá
at ganga í 45 sekund
niðan úr garasjuni í
Tórsgøtu
PARKERING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Hatta má vera skemt, hatta
ber ikki til. Álvaratos, eg
haldi ikki, at borgastjórin
tekur borgararnar í álvara.
Tað heldur Tummas Han
us Dam, handilsmaður í
miðbýnum í Havn, tá vit
spyrja hann, hvat hann held
ur um uppkostið hjá Heðini
Mortensen, borgarstjóra, um
at sleppa undan tíðaravmark
á parkeringsplássinum á Vagl
inum.
Tummas Hanus Dam held
ur ikki, at miðbýurin og hand
ilslívið í miðbýnum hevur
nakran góðan í Tórshavnar
Býráð.
- Tað er gott, at vit fingu
nýggja parkeringsplássið í Jó
annesar Patursonargøtu. Tað
var tiltrongt, men tað hjálpir
kortini ikki upp á støðuna hjá
teimum, sum skulu handla í
miðbýnum, heldur hjá teim
um, sum arbeiða í miðbýnum,
heldur hann.
- Tað, sum vit hava brúl fyri
er skjótt umsetilig parkerings
pláss, har tú kanst standa í 15
minuttir. Eg haldi ikki, at eg
fari skeivur um eg sigi, at
seinastu 10-15 árini eru ikki
skapt fleiri enn eini 10 - 15
slík parkeringspláss í miðbý
num, so tá man nú skal fara at
taka burtur av hesum til borg
arstjóran, fyri at hann skal
sleppa undan at ganga í 45
sekund úr Tórsgøtu niðan á
Vaglið, tá haldi eg ikki, at
man tekur borgaran í álvara,
sigur hann.
Tummas Hanus Dam vísir
á, at tey, sum keypa, ofta
handla skjótt. Tey vilja park
era beint uttanfyri fyri síðani
at loypa inn og keypa tað,
sum keypast skal.
- Skalt tú hava eitt smáting
í einum handli í miðbýnum,
so parkerar tú ikki á Skála
trøð og gongur aftur og fram,
tað er bara so, sigur hann.
Á býráðsfundinum í
annaðkvøld skal Tórs
havnar Býráð taka
støðu til, um Heðin
Mortensen, borgar
stjóri, skal fáa serrætt
indi at parkera á Vagli
num. Hann ynskir at
sleppa undan tíðarav
markingini, so hann
sleppur frá at seta bil
in í garasjuna niðri
Tórsgøtu
PARKERING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sum grundgeving fyri ynsk
inum um serloyvi at parkera
sigur Heðin Mortensen, at
hann má sleppa at seta bil
in á parkeringsplássið á
Vaglinum, tá bráðneyðugir
fundir o. a. stinga seg upp,
har tíð ikki er at seta bilin
í garasjuna. Garasjan, sum
hýs ir borgarstjórabilinum,
er í Tórsgøtu millum Reins
aríið og Miðlahúsið. Borg
arstjórin vísir til avtaluna,
sum býráðið hevur við
landsstýrið um parkering hjá
landsstýrismonnum og løg
manni í Tinganesi. Teir hava
fingið eitt frámerki frá fúta
num at leggja í bilin, soleiðis
at hesir kunnu standa í nærri
ávísum básum í óavmarkaða
tíð.
Íbúgvar í gomlu Havnini
søktu fyri nøkrum árum síð
ani um at fáa eina serskipan
viðvíkjandi parkering, har
eisini varð víst til avtaluna
við landsstýrið – sum gevur
landsstýrismonnum og løg
manni loyvi at parkera í
teirra grannalag.
Men tá var svarið frá
býráðnum, at eingin skal
hava serrættindi at parkera í
Havnini.
Umsøkjararnir fingu eis
ini skrivligt svar frá Tórs
havnar Kommunu um, at
avtalan við landsstýrið varð
uppsøgd.
Men nú er í øllum førum
vent í holuni. Landsstýr is
menn og løgmaður hava
framvegis serrættindi fram
um íbúgvarnar at parkera á
ávísum básum í Tinganesi
– og júst hesa grundgeving
hava tekniski stjórin hjá
Tórshavnar Kommunu, Ják
up Egholm Hansen, og býar
verkfrøðingurin, Boði Har
aldsson, fyri at ganga ynski
borgarstjórans á møti.
Heðin Mortensen vil parkera sum løgmaður
Løgið at summi
fáa serrættindi
PARKERING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Tað er rættiliga
undarligt, at summi
fólk skulu hava ser
rættindi at parkera í
miðbýnum, tá vit onn
ur, sum liva av at reka
forrætning her, hava
so stórar trupulleikar
av vantandi parkerings
plássum.
Tað sigur Hans
Waag, stjóri í Hand
ilskjallanum í gongu
gøtuni í Havn.
Hans Waag sigur,
at handlarnir í miðbý
num í hesum døgum
eru í sambandi við
býráðið um parkerings
viðurskiftini. Teir hava
fingið lovað, at teir
fimm, seks básarnir,
sum eru uttan fyri
Handilskjallan ikki
skulu takast burtur,
men nú gøtan verður
umvæld, sær tað kort
ini soleiðis út.
- Vit ynskja einki
stríð við býráðið um
hetta, men tað tykist
løgið, at summi skulu
hava serrættindi, tá par
keringsplássini eru so
fá, sigur Hans Waag.
Hann sigur, at teir
seks básarnir uttan fyri
Handilskjallan hava
sera stóran týdning fyri
teir fýra handlarnar
í Handilskjallanum.
Har er loyvt at parkera
í hálvan tíma, og tað
er sera hóskandi, sigur
Hans Waag.
Býráðið tekur ikki borgaran í álvara
Tummas Hanus Dam skilir ikki, at borgarstjórin hevur trupulleikar
av parkeringini, tá hann einans hevur 45 sekund úr bilinum niðan á
skrivstovuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Garasjan her í garðinum á gamla reinsaríðnum hýsir borgarstjórabilinum, sum nú eftir ætlan skal hava loyvi at parkera í gamla
Kommunuskúlagarðinum uttan um vanligu tíðaravmarkingina
Á býráðsfundinum í annaðkvøld skal Tórshavnar Býráð taka støðu til, um Kollafjarða skúli
skal fáa eina millión krónur í eykajáttan.
Biðið verður um pengarnar til raksturin av skúlanum í 2006 og til fullfíggjan av alis- og
evnafrøðisstovuni.
Trivnaðarstjórin og mentamáladeildarleiðarin mæla til at veita eykajáttan uppá kr.
600.000,00.
Kollafjarðar skúli er út- og umbygdur m.a. fyri at kunna hava framhaldsdeild. Í sambandi
við hetta varð hædd ikki tikin fyri ymiskum eykaútreiðslum í rakstrinum, sum m. a. stóðust
av, at skúlin nú hevur fingið 8. og 9. flokk, og at størri øki er at vaska. Hædd varð heldur
ikki tikin fyri løn til vakt í svimjihylinum í sambandi við almenna svimjing. Tilsaman
480.000 kr.
Harumframt hevur skúlin skula etablera eina alis- og evnafrøðistovu. Alis- og
evnafrøðistovan er ikki fullfíggjað tá snýr seg um tól og grundtilfar. Fyri at fáa hetta á eitt
nøktandi støði tørvar skúlanum 400.000 kr.
Trivnaðarstjórin og mentamáladeildarleiðarin mæla til at veita skúlanum eykajáttan
uppá kr. 480.000.
Harafturat verður mælt til at játta skúlanum 400.000 kr. av konto 90 til at fullfíggja
alis- og evnafrøðistovuna.
Fíggjarnevndin samtykti fríggjadagin at játta kr. 480.000,00 av reguleringskontoini og
at mæla býráðnum til at játta kr. 400.000,00 av íløgum.
Ein millión í eykajáttan til Kollafjarðar skúla