Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 37 - 21. februar 2007 Ikki vardi tað okkum, at oddagrein okkara 7. februar skuldi elva til so ógvusligar reaktiónir. Aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum (FMR) skrivar í viðmerking til oddagrein okkara 7. februar, at Sosialurin niðurger Búskaparskipan Landsins. Tað er ikki ætlanin at niðurgera nakra skipan ella nakran einstakling, og harmar tað okkum, um nakar kennir tað so. Vit seta spurnartekin við ting og royna at birta uppundir kjak. Alt, sum gjørt verður fyri skattgjaldarans pening, má tola spurningar. Hergeir Nielsen setur í dag fram fyrispurning um skipanina, og endurtekur nøkur av punktunum hjá Aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum. At spurningar frá okkum verða tiknar sum staðfestingar í FMR og av Hergeiri Nielsen, er sjálvsagt harmiligt, men vit meta framvegis, at Búskaparskipan Landsins reisur fleiri spurningar, sum enn ikki eru svaraðir. Tað, sum vit kundu hugsað okkum at vitað, er, hvussu nógv Búskaparskipan Landsins hevur kostað samanlagt, og hvussu nógv man metti av fyrstan tíð, hon kom at kosta. Hetta er ein spurningur, sum framvegis stendur ósvaraður, og sum burdi havt stóran almennan áhuga. Menningarkostnaðurin er eisini relevantur, um man t.d. ætlar at selja øðrum hesa skipanina, tá nú áhugin sambært FMR er stórur uttanlands fyri hesi skipan. Aðalstjórin í FMR sigur, at tað verður arbeitt hart fyri at sleppa uttanum hesa skipan, og at hetta kemur at ganga útyvir gjøgnumskygni í samfelagnum. Hetta kundi sæð út sum ein ákæra móti almennum stovnsleiðarum. Vil man so frá FMR siga, at hesir ikki hava grein í sínum máli? Suboptimera hesir? Hesir pástandir fáa illa staðið einsamallir. Hvørjir upplýsingar eru tað, at FMR skal hava, fyri at hava nóg góða vitan, um tað sum fyriferst í tí almenna? Kunnu aðrar skipanir ikki geva hesar upplýsingar? Vit hava ikki róð uppundir, at stovnar skulu dylja nakað. Tað burdi eftir okkara tykki snúð seg um einfalda útdelegering og eggjan til nýhugsan. So vítt vit duga at síggja, so er hetta ikki eitt kjak um upplýsingar ella at dylja nakað. Hetta tykist vera eitt kjak um skipanir, har landið hevur ment eina, sum allir stovnar ikki halda vera besta amboðið til alt. Tað týdningarmesta nú er at hoyra allar partar, so øll fáa argumenterað fyri sínum, og at øll relevant tøl koma á borðið. Kanska fara komandi dagarnir at vísa, at vit fara skeivir, men vit vildu hildið, at ein pennur kann vera líka góður sum ein annar, bara teir skriva tað, sum kravt verður, at teir skulu skriva á tí máli og til ta tíð, sum kravt verður. Sosialurin Búskaparskipan Landsins – eitt eymt mál SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nicolina er úr góðum bergi sprot­in. Eisini veit hon so væl úr teimum Heilagu skrift­ um. Eingin skal verða í iva um, at eg persónliga haldi, at Nicolina hevur ótrúligar holdningar til Guds orð, men Gud havi lov, at vit hava rætt at siga tað vit vilja í okkara landi. Einaferð í einum skrivi hevði tú at fólki, sum buk­ aðu onnur í høvdið við skrift­støð­um úr Bíbliuni. Nú haldi eg, at flest fólk sum tú ikki er samd við, ganga við nógvum pentum í høvdinum, sum tú bukar onn­ur við skriftstøðum. Skriftstøðini úr bíbliuni og artiklarnir eru so langir, at man næstan noyðist út í tún at lesa teir. Men eg rokni bara við, at tú meinar tað tú sigur, og tað ger meg enn meira ør­kyml­aðan. Men tá tú fer at gremja teg um, at løgtingmenn eru til bønarmøti, so standi eg púr­asta á berum - og eri mál­leys­ur! Er tú so uppgirað, av tí at grein 266b varð samtykt, og sær bara fyri tær, at best var at øll vóru kyns­vill­ing­ ar! Aftur til bønarmøtini, sum tú so staðiliga frá­ræð­ ur. Tú sigur, at tú hevur hoyrt, at tingmenn hava bøn­ ar­møti áðrenn tingfundin, og tað fráræður tú stað­i­ liga. Nicolina, og hvat so? Gævi at so var. Eg veit einki um hesi bønarmøti. Neyvan eru tey, tí slíkt verður væl­ sak­t­ans ikki hildið loyn­i­ ligt. Men Nicolina, tað eru and­aktir umleið einaferð um mánaðin niðri á Gamla Ap­oteki, hevði tað kanska ver­ið betur at slíkt ikki var loyvt, eg spyrji bara. Um onkur hevur bøn­ar­ møti í løgtinginum, so vildi eg gjarna verið við, tí eg havi brúk fyri bøn og for­ bøn. Men Nicolina, umskylda at eg sigi tað. Er tú ikki á mark­i­num, at fara ov langt, hvat øðrum sum tú metir ikki eru líka trúgvandi sum tú? Til seinast, er tað nakað vit í okkara landi hava brúk fyri, so er tað fólk, sum folda hendur og rópa til hin liv­andi Gud, bæði á bøn­ar­ møti og í loynikamarinum. Eg føli meg noyddan at svara tær aftur, tí tann, ið teg­ur, hann samtykkir verð­ ur sagt. Viðmerking til Nicolinu Jensen Beder og tær foldaðu hendurnar Løgtingsmaður Gerhard Lognberg Í degi og viku tann 15. febr­ u­ar hoyrdu og sóu vit, at nú skal búnaðarútbúgving set­ ast á stovn á Fisk­i­vinn­u­skúl­ a­­num í Vestmanna. Ein 3 ára útbúgving fyri at lúka treyt­ir­nar at kunna festa ein garð og gerast bóndi. Alt gott um útbúgving. Og lærdómur er lætt ur at bera, men og aftur men; fyri skjótt mongum árum síðan var alt samfelagið á gosi av Fólkaflokkinum, ið nýtt i allar hugsandi snildir at fáa sett á stovn eina roynd­ ar­støð, ið skuldi verða tað ein­asta frelsandi fyri før­ oyska landbúnaðin. Á hesi royndarstøð skuldu teir ungdómar, ið høvdu áhuga fyri jarð­ar­yrk­i­ num fáa bæði teoretiska og prakt­iska útbúgving innan jarð­ar­brúk. Fólkaflokkinum so líkt trýsti hann bæði flokkar og ein­staklingar so hart, at teir at enda hoknaðu og tóku und­ir. Fólkafokkurin hevði lagt ætl­ anina. Tað ráddi um at taka tann væl rikna garðin frá húsinum á Heyggi í Koll­ a­firði, tí tey vóru ikki fólk­a­ floks­fólk. Stórt varð ætlað, og tá støð­in stóð liðug, sigst hon at hava kostað eitt stað mill­ um 65-70 mill. kr. So nú skuldu allar fyritreytir fyri mun­a­góðum úrslitum verið til staðar, at skúla landsins ung­dóm innan jarðaryrkið, men hvar er úrslitið? Ein tóm royndarstøð við at kalla ongum virksemi, utt­an 3. hvørt ár, tá Sund­a­ lagsstevnan er í Kollafirði. Tá og bert tá er nakað av virk­semi á hesi góðu og dýru royndarstøð. Til hett a høv­ið koma foreldur úr høv­ uðs­staðnum við børnum sín­ um á vitjan at síggja alskins djór, ið eru flutt frá privatum á royndarstøðina hesar dag­ ar­nar. Royndarstøðin sjálv hev­ur at kalla eingi djór. So­l­eiðis er skilið. Hvat teir ungdómar, ið hava verið á hesi roynd­ar­ støð, hava fingið burtur úr av teori og praksis, man vera so sum so. Men eitt vita vit, og tað er, at støðin kost­ar landskassanum nógv­ an pening á hvørjum ári. Nú sær út sum hett a sirk­us­ sið er við at verða ful­lk­om­ ið. Búnaðarútbúgving skal nú setast á stovn sum partur av Fiskivinnuskúlanum í Vest­manna. Tað hevur ann­ ars ljóðað, at ovlítið pláss og ov lítil játt an hevur verið hø­v­uðs­eyðkennið fyri nevnda skúla. Tí tykist tað sera løgið, at tað nú brádliga eru bæði hølir og peningur til eitt víðkað virksemi har, ið einki beinleiðis hevur við fiskivinnuna sum so at gera. Tí hevur tað almennan á­huga at fáa at vita, hvør skal hava frálæruna um hendi av hesum næmingum? Og hvussu nógv hett a er mett at kosta hvørt skúla­ ár? Tað liggur nær at hugsa sær, at í framtíðini kemur eing­in næmingur at vera á Roynd­ar­støðini, tá virksemi í Vestmanna kemur í gongd. Ein kann so spyrja lands­ stýr­­i­s­man­nin í búnaðar­mál­ um Bjarna Djurholm, um ætl­ an­in eru at leggja Roynd­ ar­støðina heilt niður? Hvar endar føroyski land­ bún­að­urin? Tað er so eygsýnt, at tað bara hevur gingið niður á bakka innan hesa vinnu, síð­ an Fólkaflokkurin fekk makt sum akt. Búnaðarútbúgvingin Funningur 16. februar 2007 Petur Skeel Skarðsá