mikudagur 21. februar 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 21. februar 2007
11
tíðindi
Eg eri ein av teimum, sum
havi lurtað eftir útvarpinum
frá fyrsta degi, og sum saktans
kann ynskja tillukku við 50
ára degnum. Eg luttók enntá
í eini barnasending longu í
1957, tá Aksel Tórgarð kom
á vitjan í skúlanum í Gøtu.
Eg havi eisini fylgt við
gongdini í útvarpinum og
lurti eftir stórt sæð hvørji
einastu tíðindasending. Sam
stundis fylgi eg væl við í
fjølmiðlaviðurskiftum uttan
lands og kann tí sammeta.
Bílagdur tíð
indaflutningur
Eingin hevur í samband við
hátíðarhaldið viðgjørt støðið
á tíðindunum, sum er út av
lagi vánaligt. Hetta er ser
liga galdandi fyri politiska
tíðindaflutninginum, sum
er merktur av einsrætting
og dugnaloysi.
Stórt sæð kann sigast, at
útvarpið virkar sum ein tíð
indastova hjá politisku skip
anini. Tað er henda skipan
og ikki útvarpið sjálvt, sum
stýrir tíðindunum.
Politisk tíðindi eru í
høvuðsheitum bert endur
geving og ikki viðgerð av
nøkrum slag. Hetta merkir,
at politisk tíðindini stórt sæð
bert eru grundað á innsend
tíðindaskriv ella annað ”grýt
uklárt” innsent tilfar, sum
ókritiskt verður lisið upp,
sum tað er skrivað.
Ein løgtingsmaður ella
flokkur, sum vil sleppa í
útvarpið, skal bert orða
sær ein fyrispurning ella
uppskot til tingið og faxa
tað til útvarpið. So verður
hetta lisið upp, sum um tað
var journaslistisk arbeidd
tíðindi.
Ein nýggjur ”fidusur” er
at senda síni lesarabrøv til
útvarpið. So kann útvarp
ið presentera hetta sum
sjálvframleidd tíðindi, áðr
enn tey náa at koma í bløðini
seinni um dagin.
Manglandi almenn
vitan og einki
tankavirksemi
Afturat hesum kemur, at tað
er hópur av dømum um, at í
útvarpinum er stórur tørvur
á almenna vitan. Hetta er
nóg galið og er kanska úrs
litið av, at føroyingar hava
fingið ov nógv undantøk
í upptøkuroyndunum til
danska journalistháskúlan.
Eitt annað úrslit er, at í
útvarpinum finnast heldur
eingi evni at meta um, hvørt
tíðindi eri sannlík ella ikki,
og hetta hevur sum úrslit púra
skilaleysan tíðindaflutning.
Her skulu bert verða nevnd
nøkur dømi sum beint eru í
huganum.
Ein morgun greiddi útvarp
ið frá, at oljuprísurin var
hækkaður við 15%, sum
vildi verið ein risahækking,
sum sjáldan ella ongantíð
hendir eftir einum degi.
Hesi tíðindi verða endurtikin
í øllum tíðindasendingunum
tann fyrrapartin. Men tann,
sum hevði sæð hesi tíðindi í
donskum fjølmiðlum sama
morgun, visti, at oljuprísurin
var hækkaður við 15 centum,
og hetta er nakað heilt annað,
nevniliga minni enn 0,3%.
Hetta er ikki annað enn tað,
sum javnan hendir frá einum
degi til annan.
Ein skuldi trúð, at við
teimum 100 fólkunum, sum
arbeiða í kringvarpinum,
skuldi í minsta lagi verið eitt
teirra, sum varnaðist, at her
var okkurt, sum ikki ruggaði
rætt og fekk tíðindini rættað,
men tað var so eiðasørt í
hesum sum í fylgjandi døm
um.
Eitt annað dømi er tíðindini
seinasta heyst um metingina
hjá danska Tjóðbankanum
av føroyska búskapinum.
Samb. heimasíðuni hjá út-
varpinum segði tjóðbankin,
at ”høga veiðutrýstið eftir
toski kann fáa ta avleiðing,
at fiskiskapurin minkar og
at prísirnir falla”.
Fyri fólki við minsta skili
skuldi hetta sagt, at her
var okkurt sum ikki rugg
aði rætt. Spurningurin var
bert, um teir á sjálvt tjóð
bankanum kundu vera so
skítbýttir, at teir halda, at
minkandi fiskiskapur og
harvið minkandi útboð eis
ini merkir lægri prísir, hóast
tað er almenn vitan, at tað
er mótsatt, ella um tað var
útvarpið, sum er so eiðasørt
í donskum, at tað ikki dugdi
at lesa og týða vanligan dans
kan tekst.
Hetta varð skjótt staðfest
við at hyggja at, hvat tjóð
bankin veruliga hevði
sagt. Her varð ikki sagt, at
prísirnir fóru at falla við
minni fiskiskapi, men at
”avkastið”, t.v.s samlaða
úrtøkan fór at minka. Tað
var nakað heilt annað. So
frægt av tankavirksemi var
ikki í okkara fremstu tíðinda
tænastu, at teir fangaðu hetta,
og hesi vitleysu tíðindi standa
framvegis á heimasíðuni hjá
útvarpinum.
Triðja dømið er meira
skemtiligt. Ein dagin kundi
útvarpið boða frá, at danski
flutningsmálaráðharrin
Flemming Mikkelsen hevði
svarað Høgna Hoydal
einum spurningi í Fólka
tinginum. Sakin er, at tað
er grundleggjandi almenn
vitan, at danski ráðharrin
á økinum eitur Flemming
Hansen. Men hinvegin er ein
annar danskur ráðharrri sum
eitur (Brian) Mikkelsen. Sam
stundis er ein fyrrverandi
løgtingsmaður í Vági, sum
eitur Flemming Mikkelsen,
og við ”logikkinum” hjá
útvarpinum gjørdist danski
ráðharrin ein navnabróður
hjá Flemming Mikkelsen
í Vági. Hetta stendur
framvegis á heimasíðini hjá
útvarpinum.
Hetta vísir bert, hvussu
útvarpið er vant av við at
hugsa sjálvstøðugt, og at tað
finst einki tankavirksemi,
sum loftar slíkum innlýsandi
mistøkum.
Útvarpið sum
fjórða statsmakt
Sosialurin hevði seinasta
vikuskifti eina samrøðu við
Høgna Hoydal um fjølmiðlar
og politikk. Her sigur HH
m. a.: Føroyskir journalistar
eru alt ov autoritetstrúgvir.
Tess hægri persónurin er í
politiska hiarkinum, tess
minni kritisk viðgerð. Ein
løgtingsmaður og ein lands
stýrismaður kunnu siga
nærum hvat sum helst uttan
mótspæl og uttan at verða
avdúkaðir.
Hetta er so rætt sum tað er
sagt. Men tað skal skoytast
uppí, at er tað ringt, tá tað snýr
seg um sitandi samgongu, so
er tað minst líka ringt tá tað
snýr seg um Høgna sjálvan
og ikki minst, tá hann sat í
landsstýrinum.
Fekk brot við í sendingini
”62 norður” týsdagin, har
Jógvan Jespersen var gest
ur. Her vórðu lisin upp
sjónarmið hjá Høgna Djur
huus, útvarpsmanni, sum
bóru á sama borð sum hjá
Høgna Hoydal og mær sjálv
um.
Spurdur um útvarpið
sum ”fjórðu statsmakt”,
ella sum varðhundur móti
politisku skipanini, slerdi
JJ nærum knút á seg sjálvan
fyri at sleppa undan at svara.
Tað kom tó greitt fram, at
her skuldi eingin vænta sær
nakað frá hansara síðu.
Tað er heldur eingin, sum
hevði væntað sær nakað ann
að svar. Tað hevur leingi
verið greitt, at fremsta upp
gávan hjá útvarpinum er at
tekkjast politisku skipanini.
JJ veit, at flokkar og løg
tingsmenn ongan áhuga
hava fyri innihaldið í tíð
indunum. Tað, teir meta
útvarpið eftir, er, at teir sjálv
ir ikki verða fyri vanbýti
í mun til aðrar flokkar
í
tíðindaflutninginum.
Samstundis skal ongum
í toppinum av hiarkinum
gangast ov nær. Eitt úrslit av
hesum hugburði er, at teir í
útvarpinum kunnu saktans
t.d. hava klandur í tjóðveldis
flokkinum sum tíðindi. Men
embætisførslan hjá Høgna
var og er friðað!
Grundleggjandi prinsippið
er, at sigur løgtingmaður
A at B lýgur, verður tað
endurgivið sum tað er bílagt.
Sigur B hinvegin, at tað er A,
sum lýgur, verður tað somu
leiðis endurgivið og báðir er
tilfriðs. Men tað er einki sum
eitur at fara at kanna hvør
tað er sum lýgir, tí so verður
annar firtin, og tað má ikki
henda.
JJ hevur sjálvur lýst
hetta prinsipp í brævi til
umboðsmannin í 2002, har
hann m.a. segði:
”Vanligt er ikki at eft
irkanna sannleikavirði í
tíðindaskrivum” hjá polit
ikkarum. Eitt er, at hetta
gongur sjón fyri søgn. Eitt
annað er, at vit hava ein
almennan kringsvarpsstjóra
sum hevur eina ullintan hug
burð til sannleikan og enntá
boðar frá tí sjálvur.
Jógvan Jespersen hevði
neyvan sitið dagin á tamb í
einum skipaðum samfelag,
sum t.d. Danmark ella Bre
tland.
Men her í Føroyum situr
hann tryggur. Fyrst hevur
undanfarni umboðsmaður
blástemplað hendan hug-
burðin til sannleikan, og
hetta er júst ein hugburður,
sum politiska skipanin hevur
brúk fyri, so hon kann fáa
frið fyri ”síni” pressu.
Tíðindini eru eisini har eft
ir. Tað nærmasta, sum nakað
blað hevur verið eini fjórðu
statsmakt seinastu árini, er
FF-blaðið, sum í hvussu er
ikki hevur spart teir ovast
í politiska hiarkinum hjá
Høgna.
Tann, ið fylgir við, veit,
at útvarpið stórt sæð eingi
politisk tíðindi framleiðir
sjálvt. Talan er bert um
endurtøkur frá øðrum eins
einsrættaðum fjølmiðlum.
Men takkað verið boðum frá
Jógvan Jespersen sjálvum,
og eftir, at eg hevði funnist
at útvarpinum, varð FF-
blaðið stórt sæð ikki tikið
uppá tungu í útvarpinum
sum tíðindakelda. Ikki eitt
tað einasta av okkara ”fjórð
ustatsmakt” sjónarmiðum
varð yvirhøvur nevnt. Blaðið
varð stórt sæð ikki umrøtt,
fyrr enn tað helt uppat.
Spurningurin um fjórða
statsmakt hjá útvarpinum er
slett ikki ein spurningur um
játtan, útbúgving ella fleiri
fólk til arbeiðis.
Hetta er fyrst og fremst ein
spurningur um hugburð.
Hjá útvarpinum er hug
burðurin fullkomiliga greið
ur. Hann er at tekkjast teim
um ráðandi! ”Tað er so nogv
lettari”, sum tað plagar at
verða lýst fyri V4.
Tað sum ikki varð sagt á hátíðarhaldinum hjá útvarpinum:
Einsrætting sum í Russlandi – fyrr
Óli Jacobsen
Undir orðaskiftinum um
Landsroknskapin fyri 2005
varð nógv gjørt burturúr
Búskaparskipan landsins
(BL).
BL, er ein føroysk skipan,
sum er ment seinastu tíggju
árini í so góðari dygd, at hon
er kend uttanfyri landoddar
nar.
Spurdur undir viðgerð
ini á tingi, visti landsstýris
maðurin í fíggjarmálum at
siga, at hann ikki hevði givið
nøkrum stovni loyvi til at
brúka aðra skipan enn BL.
Sambært lóg er tað lands
stýrið, ið ásetur reglur um
roknskaparhald landsins,
og í kunngerð er harafturat
ásett, at allir stovnar hava
skyldu til at nýta BL.
Kortini kann fíggjar-
og búskapardeildin eftir
umsókn loyva stovnum við
serligum tørvi at nýta aðrar
búskaparskipanir.
Soleiðis sum lóg og kunn
gerð eru orðaðar, kann eing
in stovnur uttan loyvi framm
anundan loyva sær ein túr
inn í nethandlarnar at keypa
sær sínar egnu skipanir.
Vit, sum eygleiða støð
una, ansa eftir, at ein
almennur stovnur heldur
seg hava serligan tørv á ser
ligari skipan, og vit vita,
at um so skal vera, so skal
hann hava serligt loyvi frá
landsstýrismanninum í fíggj
armálum til endaálið.
Hesin landsstýrismaður
segði seg undir orðaskiftinum
ikki at hava givið hetta loyv
ið.
Rætta viðkomandi í
Tinganesi fingu vit ikki
orðið á undir vigerðini
av
landsroknskapinum,
men kanska tað eyðnast í
øðrum umfari, nú tað brim
ar upp í klettin undir lands
stýrismanninum í Vinnumál
um.
Onsdagin 7. februar kálvar
Sosialurin í oddagrein eina
niðurstøðu um, at BL er ótíð
arhóskandi og óbrúkilig, og
ikki sæst blaðið hava tosað,
hvørki við Fíggjarmálaráðið
ella Gjaldstovuna, sum bera
ábyrgdina av skipanini.
Hvørji samfeld áhuga
mál Sosialurin og Vinn
umálaráðið hava í at
dylja
týdningarmiklar
upplýsingar í dagførdum
roknskapum, felags kont
oskipanum, játtanar- og
roknskaparreglum, KT-
trygd, gjaldføri og gjøgnum
skygni, ja, tað vita vit ikki.
Talan er um at skulka sær
undan sjálvari stýringini av
fíggjarkervinum, sum tey
kønu halda vera eitt av allar
størstu frambrotunum hjá
føroyskari fyrisiting hesi
seinastu 10 árini, ið skipanin
er ment til almikið gang fyri
landbúskapin.
Her eru vit so inni við
kjarnuna í málinum, tí
eingin almennur stovnur
hevur loyvið til at fáa sær
aðra skipan, fyrrenn loyvið
til tess er givið av fíggjar
málaráðnum.
Landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum, Bárður Niel
sen, fær tí henda munnliga
fyrispurning í tinginum, ons
dagin 21. februar 2007.
“Heldur landsstýrismað
urin, at keypið av Navision
skipanini er fevnt av § 4,
stk.5 í kunngerð nr. 114
frá 22. august 1996,um
roknskaparverk landsins,
og er skipanin eitt neyðugt
forskoyti til Búskaparskipan
Landsins?”
Roknað verður við, at lands
stýrismaðurin kunnar løg
tingið neyvari um ta støðu,
sum er íkomin, síðan ein ella
fleiri almennir stovnar eru
farnir at brúka aðrar skipanir
enn Búskaparskipan Lands-
ins.
Nær er umsókn um
Navision skipanina komin
fíggjarmálaráðnum í hendi,
er hon játta av Ráðnum, og
nær er hon sett í verk?
Hvussu
stórur
er
keypskostnaðurin
fyri
hesa skipan, hvussu stór
er nýtslan higartil, og hvat
kostar skipanin restina av
fíggjarárinum?
Er Navision skipanin keypt í heimildarloysi?
Løgtingsmaður
Hergeir
Nielsen
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.