Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2007 13 Sólvá Jacobsen, Toftir, dóttir Súnfríð og Rógva Jacobsen, andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnu­ dagin 18 februar, 1 ára gomul. Kistan fer úr Lands­ sjúkra­­húskapellinum í kvøld kl. 18. Jarðarferðin verð­ ur úr Fríðrikskirkjuni hósdagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Sólvu kunnu lata eina peningagávu til Barna­ deildina á Landssjúkrahúsinum konta í Eik Banka. Johannes Jacobsen, skómakari í Fuglafirði, fer til gravar úr Fuglafjarðar kirkju hósdagin 22. februar kl. 13. Tey, ið vilja minnast skómakaran, kunnu lata Vesturstovu eina peningagávu. Kjartan Magnussen fer til gravar úr Húsavíkar kirkju hósdagin 22. februar klokkan 13. Sungið verð­ ur úr Sálmabókini. Í samband við túrin hjá Teist­anum av Gomlurætt kl. 11.15, koyrur bussur úr Skop­un til Húsavíkar klokkan 11.45. Tey ið vilja minnast Kjartan kunnu lata eina peningagávu til Føroya Felag móti Krabbameini eina gávu, konta í peningastovnunum. Alma Fredriksen, fødd Heinesen, ættað úr Sanda­ vági búsitandi í Miðvági, andaðist á Ellisheiminum í Vágum týsdagin 20. februar 100 ára gomul. Kist­ an fer av Ellisheiminum fríggjadagin 23. februar kl. 17 í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirkju leygardagin 24. februar kl. 14. Sungið verð­ ur úr Sálmabókini. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Rætting Petra fylti 95 Í míni heilsan í Sosialinum mánadagin 19. februar til Petru Samuelsen, sum fylti 95 ár hendan dagin, kom eg av misgáum at skriva, at hon fylti 90 ár. Orsaka mistakið. Óli Jacobsen Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, vermamma, omma, langomma og olduromma okkara Alma Frederiksen Fødd Heinesen, búsitandi í Miðvági, ættað úr Sandavági andaðist á Ellisheiminum í Vágum týsdagin 20. februar, 100 ára gomul. Kistan fer úr Ellisheiminum fríggjadagin 23. februar kl. 17.00 í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr Miðvágs kirku leygardagin 24. februar kl. 14.00. Sálmabókin verður nýtt. Familjunnar vegna Børnini Tey, ið vilja minnast Almu, kunnu lata eina gávu til felagið Javna konto í peningastovnunum Mikudagin 21. februar fyllir Óli Hans Hammer Ol­sen, deildarstjóri á Skipaeftirlitinum, 50 ár. Óli Hans er sonur Goje Hammer úr Hovi og Andras Olsen úr Syðrugøtu. Hann er uppvaksin í Syðugøtu, burtursæð frá fýra árum har tey búðu í Hovi. Í 1986 giftist hann við Katrin Nielsen og flutti til Streymnesar. Tey eiga tvey børn, Elin Mariu 16 ár og Andras 11 ár. Í 1983 bleiv hann útbúgvin skipsførari, og í 2003 tók hann prógv sum EMBA í shipping og logistikki á Handilsháskúlanum í Keyp­ mannahavn. Hann sigldi í nógv ár m.a. hjá Mærsk, inntil hann í 1998 fekk sær arbeiði á landi. Í 2001 varð hann settur sum deildarstjóri á Skipa­eftirlitinum. (red.) Óli Hans Hammer Olsen 50 ár Pápi mín, Árni Joensen, fyll­ ir tann 24. februar 70 ár. Foreldrini hjá honum vóru Enok og Jenny Joensen. Fað­ irin úr Sørvági og móðirin úr Miðvági. Móðirin doyði á ungum árum av havhestasjúku, bert 28 ára gomul. Pápi varð so tikin til fosturs hjá Jóannesi og fastrini Juliu. 14 ára gamal fór hann í smiðjulæru í Sørvági og fór síðani blaðungur, bert 16 ára gamal, niður til Danmarkar í 1953 at læra til maskinsmið á verksmiðjuni Vølund, sum var sera stórt arbeiðspláss eftir tátíðar mátistokki - eini 1000 arbeiðsfólk. Seinni fór hann á maskin­ meistaraskúla í Keyp­manna­ havn har hann tók víðkað maskinmeistaraprógv við bert 7 ára barnaskúla. Pápi var framsøkin - hevði áræði og dirvi. Tað var ikki hvør maður, sum fór niður til Danmarkar at læra tá í tíðini. Hann kom heim aftur í 1959 og giftist Kristinu Jó­hannesen úr Miðvági í 1961, og fingu tey fýra børn: Jónvá, Paula, Hallu og Anniku. Hann sigldi fyrstu árini við Jóannes Fonsdal, síðani við Brandur Sigmundarson, men varð so í 1968 biðin til maskinstjóra við flaka­ trolaranum Vesturvón, sum stóð í gerð í Noregi. Hann hevur verið við at bygt bæði gamla Vesturvón, sum bleiv bygdur á skipasmiðjuni í Ulsteinsvig í 68-69 og nýggja Vesturvón, sum kom í 1987. Í útvið 43 ár hevur hann siglt sum maskinmeistari harav 38 ár sum maskinstjóri á Vesturvón. Ofta hevur verið sagt um pápa, at hann hevur ver­ið framúr góður og dugna­ ligur maskinstjóri, og væl dámdur hevur hann verið av bæði ungum og til­komnum starvsfeløgum. Mask­in­ rúmið var tiltikið nossligt og sera væl hildið, og ikki kann fingur setast á nakað, sum hann hevur latið úr hondum. Somuleiðis var hann heiðr­ aður fyri dugnaskap á sjónum av Tryggingar­sambandi Før­oya, einaferð Vesturvón í ódn­arveðri og kolandi stormi varð sleipaður við motor­skaða úr Grønlandi á skipasmiðju í Danmark. Altíð hevur honum dámt sera væl at ganga úti í bø og haga, og fáur man vera so væl kunnugur við staðanøvn í Sørvági sum hann. Nógvar góðar túrar á Fjallavatni hava mamma og hann verið um sumrarnar, og mangan túrin hevur hann verið við okkum systkjum. Víst okk­ um heiðafuglarnar, sum høvdu reiður, torvhagar hjá forfedrunum og varðarnar, sum altíð hava hugtikið hann sera nógv. Altíð veit hann okkurt áhugavert at fortelja og dugir væl at greiða frá. Sera góður maður og stuðul hevur hann verið mammu, sum ikki altíð hevur havt tað so lætt vegna sjúku. Pápi var nógv burtur­ staddur í mínum barnaárum, men somikið stór var gleð­ in, tá ið hann kom heim av langum túri, og góð og rík eru barnaminnini frá tíðini, pápi var heima hjá okkum. Hjartaliga tillukku á 70 ára degnum góði pápi. Takk fyri alt tú hevur verið fyri okkum, og vónandi fáa tú og mamma nógv góð ár afturat. Kærar heilsur Jónvá Árni Joensen í Sørvági 70 ár Dagurin 22. februar. Pætursmessa. So mætur maður sum Pætur hevur tveir minningardagar í álmanakkanum, annar er pæt­urs­ messa 22. februar og hin er pætursøka tann 29. juni.