Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 37 - 21. februar 2007 Landsstýrið sigur, at tað hevur bíðað eftir kom­mu­ nu­n­um í Suð­ ur­oy. Komm unurnar í Suð­ur­oy siga, at tær ha­va bíðað eftir lands­ stýr­inum. Ùrslitið er, at onki er hent Vakstraravtala Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrið sigur, at tað hevur bíðað eftir kom­mu­ nu­ num í Suðuroy. Komm unur í Suðuroy si­ga, at tær hava bíðað eftir lands­stý­r­i­num. Tað er orsøkin til, at tað higar­til onki er komið burt­ ur ætlanini at gera eina vin­ nu­­li­ga vakstraravtalu fyri Suð­ur­oy. Sostatt sær út til, at tað eru misskiljingar ella í øll­ um førum vánaligt sam­skif­ ti, sum eru orsøkin til, at alt ar­beið­ið viðvíkjandi eini vin­nu­lig­ari vakstraravtalu fyri Suðuroy, hevur ligið í dva­la. Skulu binda seg Í oktober í fjør var ein fund­ ur ímillum komm unurnar í Suð­ur­oy og lands­stýr­is­ mann­in í innlendismálum um ætlanina. Har varð niðurstøðan, at land­ið skuldi játta 40 mill­ió­ n­ir tey næstu fimm árini og kom­mun­urnar í Suðuroy 10 millió­nir fyri at tryggja, at æt­lan­in ikki fánar burtur, men veruliga verður sett í verk. Á sama fundi skrivaðu all­ir borgarstjórarnir í Suð­ ur­oy undir eitt viljunarskriv, har teir bundu seg til at játta upp­hædd­ina upp á 10 mill­ ió­nir tey næstu 10 árini, trey­­tað av, at landsstýrið ei­si­ni letur sín part. Annars eru 500.000 krón­ ur játtaðar til at gera tað fyri­reik­andi arbeiðið fyri at vita, hvørji vinnulig øki tað kun­di verið hóskandi hjá suð­ur­oy­ing­um at lagt dent á. Men niðurstøðan hevur ver­ið, at tað er ongin orsøk at fara undir hesar kann­ing­ ar, fæst ikki vissa fyri, at fígg­ing fæst til at seta tær í verk og tí var neyðugt at fáa bind­an­di tilsøgn um 50 mill­ ión­ir. Fleiri misklijingar Eftir fundin umborð á Smyr­ li, segði Jacob Vestergaard, lands­stýris­mað­ur í vinnu­ mál­um, fyri Sosialinum, at hann skuldi leggja eitt upp­ rit um málið fyri lands­stýr­ ið. Men tað er ikki hent enn. Vit hava tí spurt lands­stýris­ mann­in, hvussu tað ber til. Jacob Vestergaard á­sann­ ar, at samskiftið ímillum part­ar­n­ir hevur ikki verið nóg gott, tí hann hevur bíð­ að eftir suðuroyingum, sam­ stund­is sum suðuroyingar ha­va bíðað eftir honum. Hann sigur, at upprunaliga hev­ði hann fingið tað fatan, at tað fyrireikandi arbeiðið skul­di gerast fyrst fyri at vita, hvørji vinnulig øki tað var hóskandi hjá suð­ur­oy­ ing­um at leggja dent á. Hann heldur, at hevði hann fingið nakað heilt í­tøk­ i­ligt at hildið fast um, hevði tað verið lættari at fingið und­ir­tø­ku fyri tí í sam­gong­ uni. Men á fundinum umborð á Smyrli í oktober í fjør skil­ ti hann, at komm unurnar vil­du hava trygd fyri, at játt­ an fekst til at seta ætlanina í verk. Men aftur her er miss­ kiljing komin í. - Eg havi bíðað eftir eini form­lig­ari fráboðan frá kom­mu­ nu­num í Suðuroy um, at tær hava samtykt at ját­ta sín part av fíggingini. Hann sigur, at hann vildi ha­va váttan frá kom­mu­ nu­ num, áðrenn hann legði mál­ið fyri landsstýrið at vi­ta um undirtøka er fyri tí. - Tað helt eg vera neyðugt fyri at fáa vissu fyri, at hald er ætlanini at fara undir he­sa vakstrarætlanina og kom­mu­ nur­nar veruliga stan­da aftanfyri ætlanina. Var tað ikki nóg góð trygd, at allir borgarstjórarnir í oynni skrivaðu undir eitt vil­ju­nar­skriv, har teir vátt­ aðu at játta pengarnar? - Jú, tað kunnu vit vænta og tí skuldi tað ikki verið ann­að enn eitt avgreiðslumál at fingið eina formliga frá­ boð­an um, at bý- og bygd­a­ ráð­ini hava samtykt tað. Tað heldur hann er tann ræt­ta mannagongdin. Men ei­na slíka fráboðan hevur hann ikki fingið frá kom­mu­ nu­num enn. - Tá ið hendan fráboðanin er komin, fer hann at leggja mál­ið fyri landsstýrið. Hinvegin halda kom­mu­ nur­nar í Suðuroy, at tá ið all­ir borgarstjórarnir hava und­ir­skriv­að eitt vil­ju­nar­ skriv um at játta 10 mill­ió­n­ ir, varð hildið, at tað var nóg góð trygd hjá lands­ stýri­num. Jacob Vestergaard vísir á, at útgangsstøðið er, at kom­ mu­ nur­nar skuldu betala 10 mill­ión­ir og landsstýrið skul­du betala 40 milliónir. Men tað kann eisini koma upp á tal, at samráðast við kom­mu­ nur­nar um eitt øðr­ ví­si býtið, sigur lands­stýris­ mað­ur­in. Arbeiða víðari Eli Frederiksen, sum um­boð­ar komm unurnar í Suð­ur­oy í hesum máli, harm­ast um, at málið er kom­ið í drag. Men hann sigur, at æt­lan­ in er ikki at sleppa ætlanini og at hann tískil nú hevur bið­ið allar komm unurnar form­li­ga at samtykkja, at tær eru sinnaðar at játta sín part. Tá ið tað er avgreitt fær lands­stýr­ið eina formliga frá­boð­an frá komm ununum. Og hann væntar, at tað verð­ ur skjótt avgreitt. Tað eru nú tvey ár síðani, at semja var um at fara undir eina stórfingna menningarætlan fyri Suðuroy. Men enn er ætlanin ongan veg komin og nú eru útlit fyri, at hon verður seinkað enn meir Vakstraravtala Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var ein fagnaðardagur í Suðuroy í mars mánaði fyri tveimum árum síðani. Tá varð semja gjørd ímill­ um komm unurnar í Suðuroy og landsstýrið um at fara und­ir eina miðvísa men­n­ ing­ar­æt­lan fyri at fáa menna vin­nu­lív­ið í Suðuroy. Men síðani er at kalla onki hent aftur. Ætlanin er seink­að ferð eftir ferð. Og nú bendir nógv á, at hon verð­ur seinkað enn meiri, kans­ka eitt heilt ár afturat. Fyri at tryggjað, at ikki alt fánaði burtur aftur, var æt­lan­in at gera eina vak­str­ ar­av­talu fyri Suðuroy, har bæ­ði komm unurnar og lands­stýr­ið framm anundan bun­du seg til at seta avtaluna í verk. Ætlanin var í fyrstu atløgu at seta 500.000 krónur av til at kanna eftir, hvørji vin­nu­ lig øki tað var best hóskandi hjá suðuroyingum at leggja seg eftir. Av hesari upphæddini skul­di komm unurnar í Suður­oy og landsstýrið be­ta­ la hvør sína helvt. Samstundis vóru Jógvan Mør­k­øre, sam­fel­ags­frøð­ ingur og Magni Laksafoss, bú­skap­ar­frøðingur, bidnir um at gera hesar kann­ing­ar­ nar og at útgreina, hvørji vinn­u­lig øki, tað var hós­kan­ di at leggja dent á at menna í Suðuroy. Ongan veg komin Men hóast hetta nú eru tvey ár síðani, má ásannast, at enn er hendan ætlanin at kal­la ongan veg komin. Fyrst gekk ógvuliga strilti at fáa Landsstýrið at játta sí­na helvt av teimum 250.000 krónunum og tað var ikki fyrrenn málið kom í Løgtingið í fjør, at tað varð samtykt. Síðani var ein fundur um­borð á Smyrli í oktober í fjør ímillum landsstýrið og kom­mu­ nur­nar í Suðuroy um ætlanina. Har var niðurstøðan, at kom­mu­ nur­nar í Suðuroy skul­du játta 10 milliónir tey næstu fimm árini til at seta eina slíka vinnuliga vaks­ trar­­a­vtalu fyri Suðuroy í verk treytað av at Løgtingið ei­si­ni játtaði 40 milliónir tey næstu fimm árini. Niðurstøðan var, at tað var ongin nytta at gera alt tað fyrireikandi arbeiði, fekst ikki samstundis fígging til at seta ætlaninar í verk. Sostatt vildu teir báð­ ir serfrøðingarnir ikki fara und­ir kanningararbeiði, fyrr­ enn vissa fekst fyri at landið og komm unurnar eisini vóru sinnað at fíggja tað, sum ein slík vakstraravtala kost­aði at seta í verk. Men síðani kom aftur stíg­ ur í málið og nú er vandi fyri, at ætlanin verður útsett eitt heilt ár afturat. Mugu fáa boð nú Teir báðir serfrøðingarnir, sum skulu standa fyri ar­beið­ num, hava gjørt greitt fyri bæði landsstýrinum og kom­ mu­ num, at skulu teir fara und­ir arbeiðið í ár, er tað neyð­ugt at fáa boð um tað í sein­as­ta lagi nú. Teir vísa á, at eftir sein­as­ tu tíðarætlanini,var ætlanini at fara til verka í vár. Teir gera eisini greitt, at fyri at legg­ja virksemið hjá teim­ um tað næsta árið til rættis, mugu teir fáa at vita longu nú í februar um ætlanin skal setast í verk, ella ikki. Teir vísa á, at fyri at gera hesa ætlanina, mugu teir gera seg leysar av øðrum upp­gáv­um. Tað sama ger seg galdandi fyri Gran­sking­ ar­dep­il­in Fyri Økismenning, sum fær ein týðandi leiklut í arbeiðnum. Samstundis skulu teir ge­ra avtalur við teir út­lend­ sku partar, sum samstarvast skal við og tað er eisini neyð­ugt at gera nú. Sostatt liggur bólturin hjá lands­stýr­in­um og kom­mu­ nu­num. Men nær bólturin verð­ur spældur er ikkig greitt enn. Tì sum tað sæst á að­r­ari grein, sita báðir part­ ar og bíða eftir, at hin part­ur­ in skal geva bóltin upp. Og úr­slitið er, at alt hevur ligið stilt. Men sum støðan er nú, ben­d­ir nógv á, at eisini hend­an tíðarætlanin fær eitt álvarsligt skot fyri bógvin. Suðuroyingar bíðað í tvey ár eftir svari úr landsstýrinum Fyri tveimum árum síðani samdust landsstýrið og kommunurnar í Suðuroy um at gera eina vakstraravtalu fyri at menna vinnulívið í Suðuroy. Men síðani hevur drál, miskiljingar og vánaligt samskifti ført til, at næstan onki er hent Hava bíðað eftir hvørjum øðrum í eitt heilt ár Jacob Vestergaard sigur at hann bíðar eftir suðuroyingum og suðuroyingar siga, at teir bíða eftir Jacob Vestergaard. Nú verður enn ein roynd gjørd at fáa gongd á vakstraravtaluna fyri Suðuroy, sum bíðað hevur verið eftir í tvey ár