Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2007 15 tíðindi Starvið Høvuðsuppgávan hjá góðskuleiðaranum er at skipa og standa fyri innaeftirlitinum eftir teimum góðkenningum fyritøkan hev ur. Góðskuleiðarin skal menna og viðlíkahalda okkara góðskuskipan, har aðalmálið er at tryggja eina høga og støðuga vørugóðsku av okkara vørum í tráð við okkara góðskupolitikk og við nationalar og internationalar lógir og krøv. Góðskudeildin kannar og skrásetir áhaldandi allar rávørur, vørur í gerð og liðugtvørur. Tú kemur at hava ábyrgdina av innanhýsis mannagongdum, vørugóðsku, umhvørvi og djóravælferð. Starvið er fyriskipað sum ein stápsfunk- tión við beinleiðis tilvísing til stjóran. Útbúgving og royndir Tann, ið settur verður, skal hava eina hægri útbúgving sum til dømis matvøru- verkfrøðingur, lívfrøðingur, djóralækni e.l. Royndir frá privatu og/ella almennu vinnuni eru ein fyrimunur, men ikki nøkur treyt. Setanarviðurskifti Til rætta viðkomandi verður latin kap p- ingarfør løn í samsvari við útbúgving og royndir. Talan er um fulltíðarstarv, har roknast má við skeivum arbeiðstíðum í ávísan mun. Arbeiðsstaðurin er fyrst og fremst á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum, men eisini á framsleiðslustøðunum í Norðoyggjum og Suðureysturoy. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi og møgu- li gum viðmælum skal vera okkum í hendi innan 23. februar 2007 og skal sendast til: P/F Bakkafrost Bakkavegur 8 625 Glyvrar Bakkafrost@bakkafrost.com Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Regin Jacobsen, stjóra, á tel. 40 50 00. Góðskuleiðari til Bakkafrost P/F Bakkafrost · FO-625 Glyvrar · Faroe Islands · Tel: +298 40 50 00 · Fax: +298 40 50 09 · bakkafrost@bakkafrost.com Sansir.fo Bakkafrost samtakið rekur alivirksemi í Norðoyggjum og Suðureysturoy í felagnum Faroe Salmon. Framleiðslu- eindirnar eru á 3 smoltstøðum og 7 sjógvalistøðum umframt á kryvjivirkinum í Klaksvík og portiónsvirkinum á Glyvrum. Okkara vøruúrval er breitt innan fyri laksavørur; men høvuðsfokusumráðið er innan vørur til retailmarknaðin serliga í ES. Talið á starvsfólkum er 160. Vit sóknast eftir einum góðskuleiðara til laksaframleiðslu okkara í Bakkafrost samtakinum. Talan er um nýtt starv. ® P/f Skálafjarðartunnilin hand­­aði 17. januar 2007 um­sókn til Føroya Lands­ stýri um at sleppa at skapa eitt fast beinleiðis samband millum armarnar á Skála­ fjørðinum og Suður­ streymoy. Í umsóknini er dent­ur lagdur á, at endaliga loysnin skal veljast í sam­ starvi við myndugleikarnar, og at Løgtingið hevur enda­ ligu avgerðina. Somu­ leiðis, at tað skal vera javnvág mill­um samfelagsins áhuga­ mál og handilsligu áhuga­ málini hjá felagnum. Síðani hevur orðaskiftið um Skála­ fjarðartunnilin ment seg, og viðkomandi evni eru við­ gjørd. Alment ella privat? Eitt evni hevur verið, um verk­ætlanin eigur at vera almenn heldur enn privat. Grundgevingin hevur verið, at hetta kundi tryggja, at verkætlanin verður so bílig sum gjørligt, og at privatir íleggjarar ikki fáa órímiliga stóran vinning burturúr. Tá ein arbeiðsbólkur á sinni setti sær fyri at kanna, um verkætlanin kundi gerast á einum handilsligum grund­ ar­lagi, var hetta gjørt, tí mett varð, at tað var lítið sann­líkt, at tað almenna vildi átaka sær uppgávuna. Í øllum førum fór verk­ætlan­ in at verða raðfest lágt, tí so nógvar aðrar verkætlanir eru á samferðsluøkinum, og hetta hevði helst ført við sær, at tað fór at taka langa tíð at fremja ætlanina. Tað hevur eisini verið ført fram, at vandi er fyri at kostnaðurin kann gerast størri, tá eitt privat heldur enn eitt alment partafelag stendur fyri ætlanini; men tá hugsað verður um, at tað almenna ongan fíggjarváða hevur í sambandi við eina privata fígging, er hesin lítli vandin skjótt uppvigaður. Almennir pengar verða ikki bundnir í hesi verkætlanini og kunnu í staðin brúkast til aðrar íløgur. Í tráð við hetta er ásett at felagið endur­ rindar komm ununum við Skálafjørðin allar útreiðslur, tær hava havt í fyri­reik­ing­ ararbeiðinum. Privat fyri­ taks­semi er ein týdningar­ mik­il partur av samfelagn­ um og kann føra til, at ætl­ anir, sum annars møguliga ikki høvdu blivið til, kunnu skapast og fremjast til gagns fyri alt samfelagið. Bara fyri egnan vinning? Skálafjarðartunnilin er eitt eindømi í Føroyum um eina samferðsluverkætlan, sum bæði samfelagið, brúkarar og íleggjarar fáa ágóða av. Verkætlanin er skapt av fólki á Skálafjørðinum. Hon hevur verið fyrireikað í fleiri ár, og fyri­reiking­ar­ arbeiðið hevur kostað fleiri milliónir. Arbeiðsbólkurin og P/F Skála­fjarðartunnilin hava alla tíðina vitað og havt virð­ing fyri, at myndug­leik­ arnir sjálvandi fóru at seta krøv til verkætlanina, sum skulu tryggja, at eigarar og íleggjarar ikki fáa órímiligar fyrimunir av ætlanini. Eisini varð væntað, at krøv fóru at koma, sum skulu tryggja, at verkætlanin er í tráð við ætlanirnar fyri sam­ ferðsluni í síni heild. Útrokningar vísa, at verk­ ætlanin kann hanga saman fíggjarliga. Men hon er ikki uttan váða. Gongur arbeiðið illa, kann felagið missa nógv­an pening. Gongur rakst­urin eftir ætlan, kann tunnilin verða goldin eftir 25-30 árum. Tá verður tunnilin latin landinum utt­ an kostnað. Væntandi verða eisini treyt­ir í loyvinum, sum skulu tryggja, at nýtslu­gjald­ ið ikki verður hægri, enn at inntøkurnar haðani kunnu fíggja rakstur, innkrevjing, lánsgjøld og harumframt geva eitt rímiligt avkast av parta­peninginum í mun til váðan, soleiðis at verkætl­ anin kann fíggjast av privat­ um íleggjarum, bæði stovn­ um og einstaklingum. Ætl­ an­in er, at allir føroyingar skulu hava møguleika at tekna partapening. Samanumtikið kann sig­ ast, at loyvistreytirnar javn­ seta skyldurnar hjá felagn­ um við møguleikanum at krevja inn nýstlugjald. Møgu­­ligur ágóði verður av­ markaður og tunnilin verð­ ur latin landinum fyri einki, tá ið loyvistíðin er úti. Samfelagsvinningur Skálafjarðartunnilin fer at stytta munandi um ein stóran part av farleiðunum millum landspartarnar í Føroyum. Á tann hátt bøtir verkætlanin um møgu­leik­ arnar fyri øktari samferðslu, samvinnu og dynamikki í samfelagnum, samstundis sum hon skapar grundarlag fyri nýggjar vinnu- og bú­skaparmøguleikar. Sam­ felagið fær stóran ágóða av Skálafjarðartunnilinum við at til dømis farleiðin millum Havnina og landnyrð­ings­ partin av Føroyum verður nógv styttri. Teinurin úr Havn inn á Skálafjørðin verð­ur styttur einar 40-50 km, og teinurin til Klaks­ víkar verður 30 km styttri. Hvør kilometur verð­ur mett­ ur at kosta brúkar­un­um og samfelagnum umleið 3 krónur (tíð, brennievni, slit á akfari og vegum osfr.). Á henda hátt ber til at siga, at tað kostar samfelagnum og brúkarunum umleið 2 mió. krónur fyri hvørja viku, bíðað verður við tunlinum. Tað liggur tí ein stórur sam­ felagsvinningur í, at felagið kann fremja ætlanina bein­ anvegin. Byggingin av Skála­fjarð­ artunlinum fer at minka munandi um trýstið á aðrar farleiðir, og sostatt verður raksturin og íløgurnar í hesar farleiðir bíligari. Aftur her sparir landið pen­ ing orsakað av tunlinum. Hendan sparing kann til dømis nýtast til at útbyggja vegirnar ið ávirkast av tunlinum. Umhvørvi Lendi og umhvørvi er ein sera umráðandi partur av arbeiðinum við Skálafjarðar­ tunlinum. Tað er umráðandi, at náttúran verður vard. Mið­linjan við 3 tunnils­ munn­um, ið felagið hevur víst á sum ein møguleika, er tann loysnin, ið nýtir minst lendi og hevur minst árin á umhvørvið. P/F Skálafjarðartunnilin fer tí í næstum at lata umsókn til Friðingarnevndina, eins og felagið fer at venda sær til teir lendiseigarar, sum verk­ ætlanin væntandi kemur at ávirka. Framtíðarætlan Umsókn varð herfyri hand­ að Bjarna Djurholm, lands­ stýrismanni í vinnumálum. Felagið skilti lands­ stýris­ mannin soleiðis, at hann vildi leggja uppskot um heim­ildarlóg fyri tingið, áðrenn framløgufreistin er úti 2. mars 2007, og at hann harefter fór at taka upp samráðingar við felagið fyri at vita, um semja kundi fáast um loyvistreytir. P/f Skálafjarðartunnilin vónar, at loyvislógin verður klár mánaðarskiftið august/ september 2007, og at enda­ liga loyvið verður givið í november í ár. Arbeiðið við tunlinum kann byrja í 2008, og tá verður tað koyrandi mill­um armarnar á Skála­ fjørð­inum og Suður­ streymoy miðskeiðis í 2012. Vinarliga P/f Skálafjarðartunnilin Ingi Høgjaard, nevndarformaður Kristian Peteresen, stjóri Dávid Reinert Hansen, tekn. stjóri Almenna orðaskiftið um Skálafjarðartunnilin viðmerking