mikudagur 21. februar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 37 - 21. februar 2007
Ísfiskatrolarin
Fjalshamar landar í
Klaksvík í morgun, og
skipð hevur fulla last,
160 kør av upsa
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag landar ísfiskatrolarin
Fjalshamar í Klaksvík,
meðan “makkarin” hjá hon
um, Nónhamar, landar í
Sørvági.
Skipini eru fyrrverandi
Akranes og Dragasund, sum
P/F Vesturvón átti, men sum
áður vóru heimahoyrandi í
Saltangará.
Nú eru tey heimahoyrandi
í Klaksvík og eru ein partur
av skipaflotanum hjá Kósini,
Jóhan Páll Joensen og
øðrum.
Tað er Landingarmiðstøðin
í Klaksvík, sum landar Fjals
hamar, ið hendan túrin selir
veiðina um uppboðssøluna
hjá Fiskamarknaði Føroya.
Fult skip
Landingarformaðurin, Pól
Fuglø, sigur, at Fjalshamar
hevur full kør. Skipið hevur
160 kør, sum taka 280-300
kilo hvørt. Tað gevur eina
veiðu, sum liggur millum
90.000 og 100.000 pund.
Eins og hjá ísfiskatrolarun
um sum heild, er nógv tann
støsti parturin av veiðni hjá
Fjalshamri og Nónhamri
upsi.
Sum skilst, selir Nónhamar
ikki um uppboðssøluna hend
an túrin, men beinleiðis til
virkið í Sørvági.
Fjalshamar landar í Klaksvík
Ert tú landari í Klaks
vík, kanst tú vænta, at
rættiliga nógv er at
gera, tá ið skipini
koma inn at landa.
Landingin er í tørn
um, og tá kunnu
dagarnir bæði vera
langir og strævnir
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin landaði Landing
armiðstøð Føroya í Klaksvík
sjey skip.
Ísfiskatrolarin Borgarin,
sum partrolar saman við
Navaranum, hevði 270 kør
– ella eini 160.000 pund.
Navarin landaði hendan
túrin í Suðuroy. Skipini
eru fyrrverandi Polarhav
og Stjørnan, sum vórðu
seld úr Leirvík í Vágar,
haðani tey eru seld aftur til
Klaksvíkar.
Ísfiskatrolararnir, Safir
og Smaragd, landaðu eisini
í Klaksvík mánadagin. Teir
høvdu ávikavist 190 og 245
kør, sum eru eini 250.000
pund tilsamans.
Aftrat trolarunum, land
aðu eisini fýra línuskip í
Klaksvík mánadagin.
Jákup B hevði millum
75.000 og 80.000 pund,
Klakkur 50.000, Ågot
70.000 og Fiskimúli, sum
er ein minni línubátur, hevði
26.000 pund.
Langt tørn
Taka vit seinasta fríggja
dag við, landaði Landingar
miðstøð Føroya í Klaksvík
eisini línubátarnar, Fugltúgv
una og Grana, sum høvdu
ávikavist 90.000 og 80.000
pund í hvør.
Tað er tungt arbeiði at
landa skip, og tørnini kunnu
vera long. Aðrar dagar er
eingin bátur, og tá hevur tú
frí. Landingin er í tørnum.
Í Klaksvík eru nógvir línu
bátar og nógvur útróður, tá
ið viðrar. Ein stórur partur
av flotanum er soleiðis
neyvt knýttur at streymi og
veðri og harvið kemur eisini
landingin í tørnum.
Støðugir prísir
Pól Fuglø, landingarformað
ur, sigur, at fiskaprísirnir
hava verið rættiliga støðugir
í langa tíð, tó at teir kanska
eru heldur lakari, enn tá ið
teir vóru bestir.
– Toskaprísurin er støð
ugur og góður og liggur
væl omanfyri 20 krónur
fyri kilo. Sama kann sigast
um miðalprísin á hýsu,
sum liggur um einar 12-
13 krónur fyri kilo, sigur
landingarformaðurin.
Eitt rættiligt
landingartørn
á Kósabrúnni
Nógv virksemi var undir skipssíðuni og umborð á Fjalshamri í morgun, tá ið Landingarmiðstøð
Føroya landaði skipið, sum hevði fulla last
Mynd: Vilmund Jacobsen
At landa skip man vera eitt tað strævnasta arbeiði, sum er. Landingin kemur í tørnum við
longum og stævnum døgum. Men tá ið so eingin landing er, hevur tú frí
Mynd: Vilmund Jacobsen
Mykines fær gøtunøvn
Navnanevndin í Mykinesi hevur nú latið myndugleikunum eitt
álit um, hvussu gørurnar í Mykinesi skulu eita, nú allar bygdir
kring landið skulu hava gøtunøvn. Uppskotið hevur verið
til hoyringar hjá mykinesfólki og hjá Fróðskaparsetrinum,
sum skal tryggja, at nøvnini eru málsliga røtt. Nú skal
uppskotið leggjast fyri bygdaráðið í Sørvágs kommunu. Í
navnanevndini í Mykinesi eru Steingrím Abrahamsen, Jákup
í Liða og Oskar Joensen.
Etið meiri fisk!
Ein kanning av brúkaravanunum í Noregi vísir, at fólk brúka
altsamt meiri pengar til søtar vørur og leskidrykkir, og at
í fjør brúkti eitt vanligst húsarhald meiri pengar til hesar
vørurnar enn til grønmeti, egg og mjólkarvørur. Heilsustýrið,
sum hevur gjørt kanningina, mælir fólki til at eta meiri fisk,
tí fiskur er heilsugóður matur. Kanningin hjá stýrinum vísir,
at tað er serliga torført at fáa tað yngra ættarliðið at eta fisk.
Tey vilja heldur hava kjøt.
Skipini
fara nú
útaftur
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Línuskipini í Klaksvík,
sum hava ligið fyri streym
og vánalig veðurlíkindi,
loysa nú aftur í dag.
Manningin á Klakki
skuldi vera hjá skipinum
klokkan 10 í morgun, og
vit hava skilt, at flestu
línuskipini loysa antin í
morgun ella tíðliga seinna
partin.
Streymurin hevur verið
harður, og veðurlíkindini
hava seinastu dagarnar
eisini verið vánalig.
Mánadagin og týsdagin
var rættiligt illveður.
Í morgun er hann heldur
blíðari aftur í veðrinum, og
streymurin er avtakandi,
sum teir plaga at siga.
Væntandi er tí, at so
at siga allur línuflotin
í Klaksvík hevur loyst,
áðrenn kvøldið kemur.
Nú streymurin tekur
av, og veðurlíkindini eru
frægari, man lív eisini fara
at koma í aftur á Stong
unum, har línan hjá flestu
útróðrarbátum í Klaksvík
verður egnd ella rikin
um.
Fugltúgvan, sum vit
síggja á myndini, loysir
eisini ætlandi nú eftir
døgurða, og væntandi ger
Grani tað sama.
Jákup B og Ågot gera
eisini klárt at loysa.
Á Landingarmiðstøð
Føroya í Klaksvík vænta
tey, at nakrir dagar ganga,
áðrenn nøkur serlig land
ing verður aftur.