Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 37 - 21. februar 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur FSF umhugsar í løtuni, um tað skal vera krav, at einstøku spælararnir í Formula-deildini skulu spæla við sama troyggjunummari alt árið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Nøkur av heimligu feløgunum hava seinnu árini tikið upp siðin, har spælararnir á besta liðnum hava fast ryggnummar alt kappingarárið. Síðani reglan varð sett í verk til EM-endaspælið í ’92, hava alt fleiri lond tikið regluna til sín, og eru Føroyar helst eitt undantak í so máta. Betri eyðmerking Ein einvís nummerering av spælarunum hevur fyrst og fremst tann fyrimun, at eyðmerkingin av hvørjum spælara verður munandi lættari. Hjá teimum, sum fáast við hagtøl, er tað munin lættari, um spælari hevur sama nummar til hvønn dyst, og fyri áskoðaran ger tað eisini uppgávuna at kenna spælararnar nakað væl lættari. Ikki minst, tí talan tá eisini gerst um leikskráir, sum eru álítandi, tá tað ræður um at hava rætta nummarið til einstøku spælararnar á liðunum báðum. Væl hgusandi Spurningurin hevur eisini verið reistur á formansfundi millum FSF og feløgini, og tað tykist í løtuni sera sannlíkt, at reglan verður sett í verk í ár. - Eingin formlig niðurstøða varð gjørd á fundinum, men tað er mín greiða fatan, at hetta er ein spurningur, sum Kappingarnevndin væl kann avgreiða, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari. Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, er kanska ikki ehilt so sannførdur um sínar heimildir í so máta, men hann metir tað eisini sanníkt, at ein slík regla verður sett í verk. - Tað hevur verið tosað um hetta áður, og ivaleyst er tað eisini ein spurningur, sum verður umrøddur á næsta fundinum hjá FSF. Sjálvur síggi eg fleiri avgjørdar fyrimunir í hesum, so tað er væl hugsandi, at reglan verður sett í verk í ár, sigur Høgni. Aðalfudnurin hjá FSF verður annan leygardag, og skal reglan setast í verk, verður hetta ivaleyst fráboðað á tí fundinum. Føst troyggju­numm­­ur til Formula-deildina HB er eitt av feløgunum, har spælararnir hava havt fast ryggnummar alt árið. Nakað, sum eisini ger tað gjørligt at prenta spælaranavnið á einstøku troyggjurnar Holst skorar hvørja ferð Týskvøldið spældi danska Lyngby enn ein av venjingardystum sín­ um, og aftur hesa ferð var tað við góðari hjálp frá Christian Lamhauge Holst. Dysturin varð mó­ti AB, sum varð sent heim við einnum dygg­ um 6-1 tapi. AB legði seg annars á odda tíðliga í dystinum, men føroyski landsliðsframherjin javnaði mest sum alt fyri eitt, áðrenn hann læt tað vera upp til liðfelagarnar at negla fimm seymir aftur­at í AB-kistuna. Lyngby spældi í heyst se­ra væl, og felagið er ein av favorittunum til at vin­na sær sæti í SAS-lig­ uni. Tó var tað ein smeit­ ur fyri felagið, at teir í gjár fingu staðfest,, at Kas­per Kristensen ikki verð­ur tøkur í vár. Evna­ rí­ki spælarin, sum 26 ferð­ir hevur umboðað Dan­mark á U-lands­lið­ um, hevur meitt sær kross­bandið, og tí verður talan ikki um fótbólt fyri hansara viðkomandi næstu fimm-seks mán­að­ ir­nar. -mørk Enn er ikki greitt, um 22 ára gamli áleyparin fær sáttmála í Gøtu Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er um reppið, at føroyska transfer-vindeygað steingir, men enn eru nøkur feløg, sum ikki hava gjørt endaliga av, hvussu hópurin skal síggja út komandi kappingarárið. GÍ hevur seinastu tíðina hava ein pólverskan áleypara til venjingar. Hesin eitur Tomasz Sajdak, og er 22 ára gamalur. Janus Rasmussen, formaður í GÍ, sigur, at tey enn ikki hava gjørt av, hvørt talan verður um sáttmála ella ikki. - Tað er ein spurningur, sum vit nú skulu taka støðu til, er einasta viðmerkingin, sum hann hevur til málið. Pólverji roynir seg í Gøtu