Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 37 - 21. februar 2007 ] United og PSV vunnu Bert tvey mál komu í hinum trimum Champ­ ions League dyst­ un­um týskvøldið Fótbóltur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Tríggir aðrir dystir vóru ei­si­ni á skránni henda dag­in, og í einum teirra var oddaliðið í ensku Prem­ier League, Man­ chest­er United, á vitjan hjá franska Lille. Uni­t­ ed fekk eina góða byr­ jan uppá dystin, men so við og við kom Lille bet­ri við. Um miðjan sein­na hálvleik fekk heima­lið­ið bóltin í mál­ ið, men málið bleiv koll­­dømt, og so kundi Man­chest­er United fáa ein­as­ta málið í dyst­in­ um løtu seinni. Teir fin­ gu fríspark uttanfyri brots­teig­in, og meðan mál­ver­jin hjá Lille still­ aði múrin, sendi Ryan Giggs bóltin yvir í long­ ra málhorn, og so var 1-0, sum eisini gjørdist enda­liga úrslitið. Í Hollandi tók PSV Eindhoven ímóti enska fel­ag­num, Arsenal, og ei­si­n­i í hesum dystinum kom bert eittans mál. Tað var heimaliðið, sum fekk einasta málið eft­ir ein góðan tíma, tá ið landsliðsleikarin frá Ek­va­dor, Edison Men­ dez, sendi eitt langskot nið­ur í longra málhorn. Í seinasta dystinum tók Celtic ímóti AC Mil­ an, og hesi bæði liðini sam­dust um javnleikin í einum dysti, sum end­ aði 0-0. Nýggjur venjari til Heina Team Elite 3000 í Helsingør, har Heini Hanusarson hevur spælt hondbólt hetta kappingarárið, skal nú hava nýggjan venjara. Úrtøkan hjá liðnum hevur verið sera soltin, og sum støðan er, noyðist liðið niður í aðru deild komandi kappingarár. Í eini roynd at venda gongdini hevur felagið nú sagt venjaranum, Niels Møller, úr starvinum. Enn er ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari. Rok í Lille Tað spældi ikki friðarliga av, tá Ryan Giggs skoraði einasta málið á Stade Felix-Bollaert í Lille, har føroyska landsliðið eisini hevur roynt seg. Málið var eitt skjótt tikið fríspark, har hvørki málverji ella múrur hjá Lille vóru til reiðar, og tað fekk øði í spælararnar. Teir hóttu dómaran við at rýma av vøllinum, um málið ikki varð kolldømt. Samstundis noyddist løgreglan at nýta táragass móti ensku fjepparunum, sum veruliga gjørdu um seg, og til samans hevur hetta havt við sær, at UEFA nú ætlar at kanna málið nærri. Spanski landsliðsleikarin, Raul, var dagsins maður, tá Real Madrid vann fyrra dystin í 1/8-finaluni í Champions League ímóti Bayern München. Hann skoraði tvey mál, og serliga í fyrra hálvleiki var hann ein støðug hóttan FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Raul Gonzalez Blanco hevur verið ein av fremstu sponsku fótbóltsleikarum sein­as­tu mongu árini, og hó­ast hann bert er 29 ára gam­al, so hevur hann skotið flest mál á spanska lands­lið­ num. Hann hevur spælt flest­ar dystir í Champions Leag­ue, og so er hann eisini mest skorandi spælari í søg­ uni í heimsins sterkastu fót­ bólts­kapp­ing, Champions League. Síðstu árini hava tó ikki ver­ið nakar dansur á rósum hjá Raul. Hann hevur havt trupul­leik­ar við at finna veg­in til málið í Real Madr­ id, og hetta hevur ført við sær, at spaniólin ikki altíð hev­ur verið fastur maður á lið­num, hóast hann mest sum hevur gudastatus mill­ um áskoðararnar hjá stór­fel­ ag­num. Raul dagsins maður Í gjárkvøldið skuldu Raul og hansara liðfelgar í Real Mad­rid so aftur í dyst, tá fyr­ra 1/8-finalan í Champ­ ions League var á skránni. Her møtti Real Madrid týs­ ka stórfelagnum, Bayern Münch­en, og hetta bleiv ein dyst­­ur ímillum tvey stór­fe­ løg í kreppu. Bæði Real Mad­­rid og Bayern München ligg­ja nummar fýra í heim­li­ gu kappingunum, og tí legg­ ja tey nógv fyri í teirra roynd­um at fáa eitt gott úr­slit í Champions League kapp­ing­ini. Dysturin í gjárkvøldið byr­jaði sera væl fyri Real Mad­rid og Raul. Eftir bert 10 minuttum megnaði Raul at økja um sítt málmet í Champ­ions League, tá hann legði Real Madrid á odda. Hol­lend­ing­ur­in, Ruud van Nistel­rooy, spældi hann pú­ra leysan við eini neyvari send­ing, og einsamallur við Oli­ver Kahn sveik Raul iki á­lit­ið. Gleðin í Madrid var tó stokk­ut. 13 minuttir gingu, so var galið í verjuni. Eitt frí­spark bleiv sent inn fyri mál­ið, og har var bra­si­li­u­ mað­ur­in, Lucio, hægstur. Hann skallaði bóltin yvir í long­ra síðunet, og so stóð brád­l­i­ga 1-1 á Santiago Berna­beu. Tann so nógv elskaði Raul var tó ikki liðugur at skjó­ta mál enn, og ikki gekk long tíð, fyrrenn hann aftur var uppá spæl. Fimm min­ utt­ir eftir útjavnandi málið fekk Real Madrid horna­ spark. Tað bleiv sent høgt og væl inn fyri málið, og við handaru stong skallaði Ivan Helguera bóltin inn aftur í brotsteigin, og so var Raul á rætta staðnum og bein­di bóltin í málið við høvd­in­um. Spanska stórfelagið var tó ikki liðugt at skjóta mál enn. Tíggju minuttir undan steð­gi­num var aftur galið í verj­uni hjá Bayern Münch­ en. David Beckham sendi eitt fríspark knallhart inn fy­ri málið, og har var Ruud van Nistelrooy fyrstur á bólt­in­um, og so stóð 3-1, sum eisini var hálv­leiks­støð­ an. Gott útgangsstøði hjá Bayern Hevði fyrri hálvleikur verið góð­ur, so bleiv seinni hálv­ leik­ur meir taktiskur. Real Mad­rid legði seg aftur at ver­ja í stórum pørtum av hálv­leik­in­um, og hetta gav flei­ri møguleikar til Bayern Münch­en. Seint í dystinum slapp innskifti, Claudio Pizz­aro fram til ein opnan møgu­leika inni í brots­teig­in­ um, og tað mátti ein brand­ bjarg­ing frá Iker Casillas til, fyri at halda Pizzaro vekk frá málinum. Bayern München bleiv tó við at trýsta Real Madrid, og knappar tríggjar minuttir fyri leiklok gav trýstið úr­slit. Eitt innleg bleiv sent inn fyri málið úr høgru síðu, og her bleiv bólturin skall­að­ur út frá aftur av ein­ um Real Madrid-ver­ju­leik­ ari. Uttan fyri brotsteigin fekk Mark van Bommel fat­ ur á bóltinum. Hann tók eitt trekk og smekkaði til, og bólt­ur­in fleyg niður í longra mál­horn. Raul, sum ikki hevur havt nakað fantastiskt kapp­ing­a­r­ ár, var tann leikarin, sum helst mundi gleðast mest eft­ir sigurin. Hann var uttan iva dagsins maður hjá Real Mad­rid henda dagin. Raul í hopla Raul gjørdist dagsins maður í Madrid, tá hann fekk tvey av málunum í 3-2 sigrinum ímóti Bayern München. Við hesum hevur hann økt um sítt málmet í Champions League Mynd: Scanpix Celtic–Milan 0–0 PSV–Arsenal 1–0 Lille–Manchester United 0–1 Real Madrid–Bayern München 3–2 Úrslitini týskvøldið Barcelona-Liverpool Inter–Valencia Porto–Chelsea Roma–Lyon Dystir mikukvøldið