Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. februar 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 21. februar 2007 19 tíðindi Stutt sagt Klæðini kostaðu lívið Ein kvinna, sum var ráð­harri í einum landsparti í Pakistan, varð skotin í gjár, tí hon sýtti fyri at ganga í klæðum, sum is­­lamskur siður krevur. Kvinnan doyði av skot­unum. Løgreglan sigur, at Zill-e Huma, sum var almannamálaráðharri í landspartinum Punjab, varð skotin, tá hon kom til býin Gujramwala at hitta ein av sínum starvs­brøðrum. Maðurin, sum skjeyt, varð tikin. Løg­reglan sigur, at hann hevur fyrr gjørt seg inn á kvinnur, sum sýta fyri at halda islamskar klædna­siðir. Umframt at vera ráðharri í almannamálum var Zill-e Huma kend fyri sítt stríð fyri rætt­ind­unum hjá kvinnum í Pakistan. Loyvir barnaporno Í Ungarn er tann kynsligi lógaraldurin 14 ár, og landsins løgmálaráðharri heldur, at eru tey 14 ára gomlu nóg gomul til kyn­sligt samlív, er tað eisini í lagi við porno­grafiskum tilfari við børn­um, sum eru eldri enn 14 ár. Eftir galdandi lóg er tað ikki loyvt at gera ella av hava pornografiskt tilfari við fólki, sum eru yngri enn 18, men tað heldur løg­málaráðharrin ikki vera sambæriligt við kynsliga lógaraldurin. Men and­støð­an er ikki samd við ráðharranum. Hon heldur tvørturímóti ta ætlaðu broytingina vera púra burt­­ urvið. Le Pen í kreppu Tann víðgongdi franski høgrapolitikarin Jean-Marie Le Pen kann fáa ilt við at stilla upp til forsetavalið, sum verður í mai. Lógin krevur, at 500 fólkavald umboð skulu stilla hann upp, men enn hevur hann ikki fingið so nógvar undirskriftir. Freistin fyri at stilla upp er úti í morgin, so Le Pen hevur skund. Í einari røðu í gjár segði hann, at fleiri milliónir franskir veljarar vilja hava hann at stilla upp, og tí eiga tey fólkavaldu at skriva undir uppstillingina. Le Pen fekk 17 prosent av atkvøðunum á forsetavalinum í 2002. Dráp skakar Rio Biltjóvurin koyrdi avstað við einum seks ára gomlum drongi hangandi uttan á bilinum. Í seinastuni er harðskapurin vaksin nógv í brasilska býnum Rio de Janeiro. Nógv fólk hava latið lív, men tað er serliga ein tilburður, sum hevur fingið øði í nógvar Rio-búgvar. Tann tilburðurin var tann 7. februar. Tann seks ára gamli Joao Fernandes Vietes og mamma hansara vóru á veg ígjøgnum býin. Tá tey máttu steðga fyri einum ferðsluljósi, leyp ein maður fram og kravdi at fáa bilin. Mamman játtaði, fór úr bilinum og royndi at loysa tann lítla Joao úr trygdarseðlunum. Men biltjóvurin hevði ikki stundir at bíða, men koyrdi avstað við Joao hangandi í trygdarseðlunum uttan á bilinum. Ikki fyrr enn hann hevði koyrt sjey kilo­ metrar, steðgaði tjóvurin bilinum, men tá var Joao deyður. Tilburðurin hevur fingið øði í fólk í Rio de Janeiro, og fleiri túsund fólk hava verið í gøtunum og mótmælt harðskapinum. Mikudagin í síðstu viku fór Joao til gravar. Løg­ reglan hevur tikið fimm ungar menn í sambandi við tilburðin, sum kostaði honum lívið. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond – At bretar taka hermenn úr Irak er tekin um, at samstarvið við irakar gevur úrslit amerikanskur talsmaður Hon var lítið størri enn ein pennur Amerikonsku lækn­ arnir halda, at tann lítla Amillia er fyrsta barn, sum sleppur við lívinum eftir bara 22 vikur í móðurlívi. Amillia Taylor er einki minni enn eitt undur. Tann lítla gentan kom í heimin eftir at hava verið 21 vikur og seks dagar í móðurlívi. Vanliga gongur ein kvinna millum 38 og 42 vikur við barni. Útgangsstøðið hjá lækna­ vísindini er, at eitt barn, sum verður føtt so tíðliga, hevur ongan lívsmøguleika, og hóast læknavísindin hevur gjørt stór framstig á hesum sum á so mongum øðrum økjum, verður tað framvegis hildið ósannlíkt, at eitt barn, sum er yngri enn 24 vikur, sleppur við lívinum. 280 gram Amillia varð borin í heim tann 24. oktober í fjør, men var alt, sum tað skuldi, hevði hon ikki komið í heimin fyrr enn nú. Teir seinastu fýra mánaðarnar hevur hon verið á Baptist Childrens Hospital í Miami. Tá hon kom í heimin, vig­ aði hon 280 gram og var 24 sentimetrar long. Í lækna­ vísindini verður 400 gram mett sum minsta likams­ vekt, fyri at eitt barn skal koma undan á lívi, og læknarnir væntaðu heldur ikki, at Amillia fór at liva leingi. Men fyrradagin fingu foreldrini at vita, um nú er Amillia komin so mikið fyri seg, at tey kunnu fáa hana við sær til hús takkað verði hennara egna lívsvilja og læknum, sum ikki vildu gevast, skrivar AP. Tað er heldur ikki av tilvild, at hon hevur fingið navnið Amillia. Tað er úr latíni og merkir áhaldni ella stríðs­ vilji. Mamman sigur við tíð­ indastovuna, at teir seinastu mánaðirnir hava verið strævn­ir at koma ígjøgnum, og sum mamma hevur hon sum vera man havt ilt við at bíða eftir at sleppa at halda tí lítla fyri fyrstu ferð. Amillia vigar ikk tvey pund enn, og læknarnir tora ikki at siga við vissu, um hon kann fáa nakað mein av, at hon varð fødd so tíðliga. Fyribils fær hon heilivág ímóti astma og hjálp til at draga andan, og læknarnir ætla at halda eitt vakið eyga við henni. Myndirnar av lítlu Amil­ liu tala fyri seg.