fríggjadagur 16. februar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Føstulávintsmánadag
verður seinasti
dansur í dansi-
staðnum Lognbrá í
Klaksvík. Taparnir
verða tey ungu undir
18 ár
DISKOTEK
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nú er avgerðin
tikin um, at dansistaðið
Lognbrá verður stongt.
Seinasti dansur verður
føstulávintsmánadag,
og
eftir hendan dansin verður
lykilin snaraður um fyri
seinastu ferð.
– Vit hava roynt at funnið
nýggj høli til dansin, men
tað hevur ikki eydnast,
sigur Jan Gardar, sum rekur
Lognbrá.
– Vit hava havt samband
við Klaksvíkar kommunu
seinastu átta mánaðirnar,
og vit hava hildið, at tað
hevur gingið fram á. Men
tað vísir seg nú, at har er
einki ítøkiligt komið burt-
urúr. Talan hevur verið um
tóm orð.
Nú er nóg mikið
Lognbrá hevur síðani mið-
skeiðis í áttatiárunum hild-
ið til í KÍ-høllini í Klaks-
vík, men leigumál varð
uppsagt í fjør. Klaksvíkar
Ítróttarfelag, sum eigur KÍ-
høllina, hevur aðrar ætlanir
við hølunum, har Lognbrá
hevur hildið til í, og tí er
dansistaðið sett á gøtuna.
Ætlanin var, at Lognbrá
skuldi lata aftur um árs-
skiftið, men leigumálið
varð longt í tveir mánaðir,
meðan Lognbrá royndi at
finna loysn á hølistrupul-
leikunum.
– Kanska kundu vit hild-
ið fram í KÍ-høllini eina
stutta tíð afturat, men tað
hava vit ikki hug til, sum
støðan er blivin. Tí lata vit
aftur nú, sigur Jan Gardar.
Ófriður
Tapararnir verða tey ungu
undir 18 ár, sum ikki sleppa
inn á hinum dansistøðunum
í býnum. Tey hava havt
Lognbrá
sum
einasta
møguleika, um tey skuldu í
dans um vikuskiftið.
– Hetta er ein keðilig
støða hjá Lognbrá at koma
í, men tað verður ungdóm-
urin, sum verður harðast
raktur av hesum. Tey missa
nú einasta dansistaðið, sum
tey hava havt møguleika at
brúka, sigur Jan Gardar.
Eini 800 fólk hava verið í
dans í Lognbrá hvønn mán-
að, og tað eru fyrst og
fremst tey undir 18 ár, sum
hava brúkt dansistaðið.
– Fólk kunnu av røttum
stúra fyri, at tað verður
ófriðaligari í býnum fram-
yvir, tí øll hesi fólkini, sum
plaga at verða dans, mugu
nú finna sær annað undir-
hald um vikuskiftið, heldur
Jan Gardar.
Virksemið hjá Lognbrá
fer ikki at liggja stilt, tí
Lognbrá hevur eisini ljóð-
annlegg og aðra úgerð, sum
verður leigað út til ymisk
tiltøk kring landið.
Jan Gardar ætlar sær at
leggja størri dent á hetta
virksemið, eftir at diskotek-
ið verður stongt.
Lognbrá steingir um 10 dagar
Danistaðið Lognbrá, sum
hevur hildið til í KÍ-høllini
síðani miðskeiðis í
áttatiárunum, verður stongt
um 10 dagar.
Mynd: TJ
Norðoya Frítíðar- og
Ítróttarráð hevði
góðan 80.000 krónur
í avlopi farna ár
FRÍTÍÐ
Eyðun Klakstein
Í kvøld hevur Norðoya
Frítíðar- og Ítróttarráð
(NFÍ) aðalfund á Sjó-
mansheiminum, og tað
verður ein væl nøgdur
formaður, sum fer at lata
formansfrágreiðing.
NFÍ hevði avlop upp á
góðar 80.000 krónur, og
tað er munandi meiri enn
árið fyri.
Norðoyastevnan í fjør
eydnaðist væl, og hon
hevði við sær inntøkur til
bæði feløgini og NFÍ.
Kommunan er við
Í formansfrágreiðingini,
sum Jan Gardar fer at
geva á fundinum í kvøld,
fegnast hann um, at
Klaksvíkar kommuna í
fjør læt NFÍ stuðul í
sambandi
við
Norð-
oyastevnuna.
– Býráðið hevur skift
ham
frá
at
vera
mótstøðulið til at stuðla
NFÍ fíggjarliga, og tað
fegnast vit um.
NFÍ fíggjar ein part av
nýggja skýlinum við fót-
bóltsvøllin í Klaksvík, og
felagið eigur rættin til at
brúka tvær sektiónir undir
skýlinum til virksemi hjá
limafeløgunum hjá sær.
Aðalfundurin hjá NFÍ
verður í kvøld klokkan
19.00.
Gott ár hjá NFÍ
Nr. 33 - 16. februar 2001
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 33 - 16. februar 2001
gult cyan magenta svart
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Mentan:
Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Ein rangsnúgving
Tað er einki annað enn rangsnúgving av ringasta
slag, tá formenninir í teimum trimum landsstýr-
isflokkunum siga eftir seinastu veljarakanning-
ina, at atkvøða føroyingar nei tann 26. mei, so
atkvøða føroyingar Føroyar inn í danska ríkið.
Hetta er fullkomiliga burturvið, og eitt dømi um,
at landstýrisflokkarnir royna at villleiða fólk.
Fólkaatkvøðan tann 26. mei um fullveldisgongd-
ina er bara ein vegleiðandi fólkaatkvøða. Okkara
lógargrundarlag heimilar bara vegleiðandi fólka-
atkvøðum. Líka mikið um føroyingar atkvøða ja
ella nei, so atkvøða vit okkum hvørki úr ella inn
í danska ríkið.
Føroyar vórðu ikki eftirspurdar, tá grundlógin
varð sett í gildi fyri Føroyar í 1849. Tá heima-
stýrislógin varð sett í gildi hundrað ár seinri, lim-
aðu vit okkum heldur ikki formliga inn í danska
ríkið, eins og Grønland gjørdi, tá tað fekk sína
heimastýrisskipan.
Vit kunnu øll tulka eitt úrslit ella eina veljara-
kanning ymiskt, og her skulu vit ikki tulka tulk-
ingina hjá floksformonnunum, men bara aftur-
vísa hasi demagogisku tulkingini. Hatta er ein
roynd at ræða, eins og orðini hjá forsætisráðharr-
anum um 4 ára skiftistíð, tilvitað ella ei, ræðir
nakrar føroyingar.
Veljarakanningin staðfestir, at væl minni enn
helvtin av føroyingunum tekur ikki undir við
ætlan landsstýrisins, og at samgonguflokkarnir
hava ikki meirilutan aftan fyri seg. Líka mikið
um hetta er ein veljarakanning ella ei, so er
landsstýrið í eini veikari samráðingarstøðu.
Enn er einki komið fram, um landsstýrisflokkar-
nir endurskoða ætlan sína, men orðini hjá for-
kvinnuni í Sjálvstýrisflokkinum søgdu nógv.
Sambært henni hevur Sjálvstýrisflokkurin fingið
sín vilja ígjøgnum, men veljarin tekur ikki undir
við flokkinum!
Tí kann hugsast, at Sjálvstýrisflokkurin vil end-
urskoða ætlanina. Hesum tekur Fólkaflokkurin
helst undir við, tí løgmaður hevur ferð eftir ferð
sagt, at einki uppskot skal út til fólkaatkvøðu,
sum ein meiriluti ikki tekur undir við. Tí má
hann annaðhvørt fáa eina breiðari semju um eina
skilabetri skipan ella leggja kongin.
Hann hevur einki annað val. At fara út at stríðast
um hvørja atkvøðu, og kanska fáa ein tepran
meiriluta skapar ikki politiskan tryggleika.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
NØVN Í VIKUNI
Hákun Jacobsen
f. 02.10.1926
d.
11.12.2000
Tann 11. desember doyði
abbi okkara eftir langa
sjúkralegu. Ein kann ikki
siga, at tað kom óvart á
okkum, men tað var ringt at
ganga niðri og ikki fáa høvi
at siga farvæl. Men tíbetur
hava vit nógv góð minnir
um abba okkara.
Abbi var ein sera posi-
tivur persónur. Tað besta,
hann visti, var at fortelja
søgur, og nógvar dugdi
hann. Serliga um gamlar
dagar í Nólsoy. Abbi var
ikki sjómaður, men onkran
túrin hevur hann verið kort-
ini. Serliga hava vit hoyrt
nógv um ein túr við einum
týskum trolara, har teir
eisini løgdu leiðina fram
við Portugal. Hetta var eitt
stórt upplivilsi hjá abba, og
mangan hava vit bæði hoyrt
orðini: »Tá abbi var í
Portugal…« Hann hevði
ongantíð ferðast nógv, tí
stóð hetta minni sum nakað
serligt fyri hann.
Ein onnur søga, sum
eisini er frá hansara sjólívi,
var tá hann sum heilt ungur
maður hevði verið ein túr á
sjónum. Hann var komin
aftur til Nólsoyar og fer
sum vera man niðan í Krók.
Hann kemur inn í køkin og
sigur við mammu sína
Elsbu, at hann helt seg hava
fingið lús á túrinum. Gløgg
kvinna, sum hon var, sá
hon, at tað stóð ikki væl til
og bað hann sleppa sær
oman í kjallaran at lata seg
úr. Tá vísti tað seg, at hann
var so fullur í lús, at klæð-
ini livdu. Serstakliga skips-
troyggjan sá út, sum um
hon skuldi fara til gongu.
Og so flenti abbi í kíki.
Abbi visti sera nógv um
veður og vind. Hann visti
altíð, hvagar best var at
fara, um farast skuldi út at
reka. Somuleiðis visti hann
eisini, um tað nú fór at
rulla, um onkur skuldi inn
við Rituni. Hann kendi
sjóvarføll og ættir. Hetta
var nakað, hann hevði lært
seg av berum áhuga, tí onga
skúlagongd hevði hann.
Men sum búgvandi úti í
Nólsoy er tað jú sera gott at
kenna til veður og vind fyri
ikki at koma í óføri á
sjónum.
Sjúkan gjørdi, at lagið á
abba var skiftandi. Tað vísti
seg, at tá lagið var gott,
plagdi hann at práta um
kríggið. Hetta var óivað, tí
at kríggið brast á, meðan
abbi var hálvvaksin, og
hann var ungur maður, tá
tað endaði. Eingin ivi um,
at tað hevur verið ein
spennandi tíð fyri fólk á
hansara aldri. So sjálvt um
tað ljóðar løgið, vóru vit
altíð glað fyri at hoyra um
kríggj í Króki.
Tá vit vóru smá, var abbi
meira sum ein pápi fyri
okkum. Hann hevði okkum
við sær í mongum. Vit
hoyggjaðu, gingu á seiða-
berg og gingu í kirkju við
abba. So var eisini fjall-
gonga, heimaseyður, flett-
ing og nógv annað, vit
minnast um abba. Vit vilja
her senda eina heilsan til
ommu, sum nú má venja
seg við at vera einsamøll og
somuleiðis eina heilsan til
Hanna abbabeiggja.
Hvíl í friði, abbi.
Trygvi og Sylvia
Postbilur tikin av hvirlu
Ein hvirla tók post-
bilin, tá hann kom út
úr Eysturoyartunnli-
num mikumorgunin
Ferðsluóhapp
Eirikur Lindenskov
Førarin á postbilinum, sum
fór inn í Eysturoynna miku-
morgunin, fekk ein rættu-
ligan skelk.
Tá hann kom út úr tunnl-
inum
Skálafjarðamegin,
varð bilurin brádliga tikin
av eini hvirlu.
– Eg royndi at bremsa og
stýra, men einki bar til. Tað
var sum at koyra á ísi, sigur
bilførarin.
Bilurin, sum vigar eini 7-
8 tons var trýstur út móti
vegjaðaranum, men tíbetur
rakti hann autoverjuna, og
har stegðaði hann.
Bilurin fekk nakað av
skaða, men fólkaskaði var
eingin – men hetta var or-
søkin til, at posturin varð
seinkaður…
Tíbetur helt bilverjan, tá hvirlan tók bilin
Mynd: Jens Kristian Vang
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá sonur
og beiggi okkara
Óli Biskopstø
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum øll, sum hjálptu okkum so væl
í sambandi við jarðarferðina.
Heilsan
Randi, Jákup og Victoria