Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 16. februar 2001 5 gult cyan magenta svart 4 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Í Runavík taka gera tey ikki tað stóra hóvastákið burturúr, at oljuútgerðarhavnin verður løgd í kommununi ÚTGERÐARHAVN Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Runavík: Tað flaggar á Skipafelagnum og havnar- skrivstovuni í Runavík. Veðrið er vánaligt. Tað regnar illa, og vindurin liggur tráur fram við land- inum, so fløggini standa væl frá. Eitt skip liggur og lossar framman fyri pakkhúsinum hjá Skipafelagnum, og teir stóru kranarnir geva eina lítla ímynd av, hvussu tað kanska fer at síggja út, tá oljuútgerðarskipini fara at liggja við bryggjuna í Run- avík. Tað koyrir ein truckur aftur og fram eftir brygjuni. Onkur lossingarmaður stendur inni í pakkhúsinum og kannar eitthvørt konnos- sement, men annars er lítið fólk at síggja. Innari við bryggjuna liggja onkrir trolarar og landa. Eisini har eru kranar at síggja, og onkur bingju- bilur stendur á bryggjuni. Men mestsum er manntómt kortini. Vit fara inn í pakkhúsið hjá Skipafelagnum at frætta, hvussu tey fara at gera seg út til eina komandi oljuvinnu. – Tað fer helst ikki at verða tann stóra broytingin, sigur Frederik Hansen, sum er deildarleiðari hjá Skipa- felagnum Føroyum í Runa- vík. Hann sigur, at Skipafel- agið fer at gera tað, sum vanligt hevur verið framm- anundan, og sum tey duga at gera. At lossa og lasta skip. Tað verður sjálvandi eitt sindur øðrvísi vøra, enn vit dagliga avgreiða, sigur hann. Og ein broyting verð- ur, at tað kemur ein stóru krani at standa á bryggjuni. Annars verður tað ikki tann stóra broytingin. Helst verður neyðugt við eitt sindur av fólki aftrat, men tað verður ikki tað nógva, væntar Frederik Hansen. Hølini, sum fara at verða brúkt í sambandi við oljuút- gerðarhavnina, hevur Skipafelagið Føroyar longu í Runavík. Tað ytra pakk- húsið hjá felagnum verður tókt, eins og skrivstovuhøli eru til taks. Okkurt verður, sum ikki verður lagt inn í pakkhúsið, og sum skilst fer kommun- an at leggja eitt øki av til tað. Hetta økið verður gyrt inni, soleiðis at lætt verður at hava eftirlit við tí. Runavík verður miðdepulin – Rúnavík fer at verða mið- depulin í Føroyum, nú olju- útgerðahavnin er løgd her inni, metir virkandi havnar- meistarin í Runavíkar Havn, Petur á Roykheyggi. Hann fegnast um, at Runavík varð tikin fram um Tórshavn, tá oljufeløgini valdu sær havn. Men hann heldur ikki, at tað er nakað løgið í tí. Tí fjørðurin hevur argument- erað fyri sær sjálvum, sum Taka tað róligt Frederik Hansen, deildarleiðari hjá Skipafelagnum Føroyar í Runavík, væntar ikki tær stóru broytingarnar í gerandisdegnum, hóast Runavík nú er oljuútgerðarhavn Tað flaggaði á pakkhúsinum hjá Skipafelagnum í Runavík, tá greitt var mikudagin, at oljuútgerðarhavnin verður løgd í Runavík Sosialurin -311820 Køksentrið Køkssentrið á torginum í SMS Nógv góð TILBOÐ m.a. Borð, vask og skáp til baðirúmið. Breidd: 120 cm kr. 5.495,- Smærugøta 6 • Postboks 3182 • 110 Tórshavn Tel. 212490 og 312480 • Fax 319718 fram til leygardagin 17. februar Leygardagin kl. 12. fáa børnini ballónir á torginum í SMS sp/f hann tekur til. Petur á Roykheyggi greiðir frá, at onkur av »oljumonnunum«, sum hevði verið inni á gólvin- um, hevði hálovað hesum vælsignaða staði. Her er bæði veðurgott og gott pláss, letur havnarmeistarin at. Vit sita á kommando- brúnni í Runavík. Havin er full av skipum. Nógvir smáir trolarar, sum komnir eru inn fyri veður. Okkurt farmaskip og so okkurt annað far. Eitt kort hongur á vegginum, sum vísir, hvussu havnin skal byggj- ast út í framtíðini. Og tað er pláss fyri eini útgerðarhavn í Runavík. Kilometur eftir kilometur liggur bara og bíðar eftir bryggjukanti, og dýpið er heldur eingin trup- ulleiki, greiðir havnar- meistarin frá. So alt í alt heldur hann, at tað var ikki annað enn væntandi, at Runavík fór við sigrinum, tá útgerðar- havnin skuldi finnast. Petur á Roykheyggi, virkandi havnarmeistari í Runavík, væntar kortini ikki, at nøgdirnar, sum fara at koma um bryggjukantin verða so øgiliga nógv størri, enn tær longu eru, hóast útgerðarskipini fara at koma hendanveg. Men vøran, sum verður løgd upp, verður av øðrum slag enn nú, væntar hann. Hann roknar við, at havnin fer at vinna nakað av pengini burtur úr vørugjaldi, tí tað verður tungur farmur, sum fer at verða lossaður úr út- gerðaskipunum. Handilsmenninir róligir Eysturoyar Heilsøla er við í samtakinum Atlantic Supplay Base, sum saman við Skipafelagnum Føroyar hevur fingið útgerðarhavn- ina til Runavíkar. Áki í Skemmuni, stjóri á Eysturoyar Heilsølu, fegn- ast um úrslitið. Men hann væntar ikki millióna inn- tøkur soleiðis beinanveg. – Tað er sjálvandi við væntaðum inntøkum fyri eyga, at heilsølan er farin upp í hetta, sigur hann. Og eingin ivi er um, at vit fara at royna at vinna ett sindur burtur úr hesum møguleik- anum. Men tað er kortini eingin sjálvfylgja, at skip- ini, sum koma hendanveg, fara at proviantera frá okk- um, sigur hann. Hann vísir á, at tað er líka neyðugt enn sum fyrr at vera úti um seg og kappast við aðrar fyri at sleppa at selja til oljuvinnuna. Og Eyðun í Radiobúðini er púra kaldur. Hann sigur stutt og greitt, at Radiobúð- in er til fyri fólkið, sum býr á staðnum, og tað fer hon eisini at verða, hóast oljuút- gerðarhavn er komin til Runavíkar. Sjálvandi fer Radiobúðin at gera tað arbeiðið, sum biðið verður um frá útgerð- arskipunum, sigur hann. Men hann leggur dent á, at tað fara framvegis at vera føroysku fiskiskipini, sum fara verða teir stóru kund- arnir. Sum hann tekur til: »Vanligu fiskiskipini her hjá okkum eru nógv betri útgjørd við tí, vit duga at gera aftur, enn seismikskip- ini. Tað, sum tey hava um- borð er so specielt, at tað hava teir egið fólk at gera aftur kortini.« So Eyðun Joensen, sum hevur havt Radiobúðina í Runavík í eitt mannaminni, er sannførdur um, at tað verður ikki tann stóra broytingin hjá teimum, hóast oljuskipini fara at liggja undir vindeyganum. Eyðun Joensen sigur, at Radiobúðin enn sum fyrr fer at vera til fyri kundarnar, hon altíð hevur havt, men fer sjálvandi at gera tað arbeiði, oljuvinnan fer at biðja um Petur á Roykheyggi, virkandi havnarmeistari í Runavíkar Havn sigur, at tað verður ongin trupulleiki at fáa pláss fyri oljuvinnuni við Skálafjørðin Oljuvinnan fer ikki bara av sær sjálvum at leggja pengar eftir seg til handlarnar í Runavík sigur Áki í Skemmuni, stjóri í Eysturoyar Heilsølu