Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 16. februar 2001 7 gult cyan magenta svart 6 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Tey, sum dáma væl føroyskt tilfar í sjón- varpinum, kunnu gleða seg. Um tvey ár skal helvtin av tilfarinum vera føroyskt, sæst í lógaruppskotinum, sum skal gera Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya til sjálv- støðugar almennar stovnar. LOFTMIÐLAR Magnus Dam Almennu loftmiðlarnir verða nú loystir frá po- litisku skipanini. Útvarp og Sjónvarp Føroya fara frá at vera sjálvstøðugir stovnar undir landinum til at vera sjálvstøðugir almennir stovnar. Munurin er millum annað, at ein nevnd verður sett inn ímillum landsstýr- ismannin og stjóran á stovnunum. Tær báðar nevndirnar fáa um hendi ovastu umsitingarligu leiðsluna fyri ávíkavist út- varpið og sjónvarpið. Somuleiðis fáa stovnarnir størri heimildir at skipa egin viðurskifti. Landsstýrismaðurin fær við nýggju lógini onga heimild at leggja seg útí viðurskifti á almennu loft- miðlunum, tí nevndin fyri stovnarnar hevur endaliga orðið at siga. Nevndin kann kortini ikki blanda seg uppí, hvussu sendingar skulu leggjast til rættis og annað, sum hevur við pro- grammvirksemi at gera. Nevndin setir stjóra, sum hevur endaliga orðið at siga í øllum viðurskiftum, sum hava við sjálvar sendingar- nar at gera. Endamálið við broyting- unum er millum annað at forða fyri, at søgan um fíggjarligu trupulleikarnar í sjónvarpinum endurtekur seg. Hóast stovnurin sam- bært lógini var sjálvsstøð- ugur, so kom landsstýris- maðurin til sjeynda og síðst at standa við allari ábyrgd- ini og mátti hjálpa stovnin- um úr fíggjarligu trupul- leikunum. Fíggjarliga óheftir Hóast stovnarnir í dag í meira og minni mun eru fíggjarliga óheftir, so eru kortini nakrar bindingar, sum nýggja lógin loysir. Ætlanin er, at stovnarnir skulu kunna flyta avlop og hall til frá einum ári til árið eftir, og harafturat fáa stovnarnir loyvi til at taka lán í peningastovnunum, um hetta er neyðugt. Hesir spurningar hava verið eitt sindur ógreiðir við verandi lóggávu, men við nýggju lógini verður ásett rættiliga greitt, hvat stovnarnir kunnu og ikki kunnu gera. Styrkja um tað føroyska Hóast endamálið í lógini um at loysa stovnarnar frá polititisku skipanini, so er ikki vist, at løgtingið slepp- ur undan at játta nakað av peningi. Lógin leggur mill- um annað upp til, at størri partur av tilfarinum í sjón- varpinum skal gerast í Før- oyum. Sum nú er, er málið, at ein triðingur av tilfarin- um skal vera føroysk fram- leiðsla, og hetta málið er um at verða rokkið. Nýggi málsetningurin verður tí, at helvtin av øllum tilfarinum eigur at vera føroysk fram- leiðsla, tá ið vit koma fram til 1. januar 2003. Eisini skal sjónvarpið leggja størri dent á at teksta sendingar til føroyskt, og málið er, at allar sendingar skulu hava føroyskan tekst í 2003. Tað fer helst at kosta fitt av peningi at røkka mál- setninginum, og líkt er til, at løgtingið noyðist at játta sjónvarpinum eitt sindur av peningi til hetta endamálið. Tilsamans verður talan um tríggjar til fimm milliónir, metir landsstýrismaðurin. Viðgera framtíðina Sjálvt um ÚF og SvF fáa nýggja lóg at virka undir, so er grundarlagið undir al- mennu loftmiðlunum ikki fullkomið við nýggju lóg- ini. Nógvar broytingar henda á loftmiðlaøkinum, og nýggjar avbjóðingar standa fyri framman. Landsstýrismaðurin ætlar tí í næstum at seta eina fjøl- miðlanevnd at viðgera framtíðar lofmiðlapolitikk- in í Føroyum. Nevndin skal taka støðu til nógvar spurningar, sum sníkja seg inn á sjónvarps- hyggjaran og alt samfelagið annars. Í viðmerkingunum vísir Torbjørn Jacobsen millum annað á framtíðar leiklutin hjá public service miðlum eins og Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya. Hann vísir á interaktivt sjónvarp, breiðbandaspurn- ingin, digitaliseringina av sendinetinum, og harðskap- in, sum verður borin inn í hvørja stovu umvegis fylgisvein. Landsstýris- maðurin spyr millum ann- að, hvussu alt hetta ávirkar børn og ung, og hvussu vit kunnu nýta nýggju tøkni- ligu møguleikarar í upplýs- ingar- og undirvísingar- høpi. Hetta eru alt spurningar, sum fjølmiðlanevndin skal viðgera komandi mánaðir- nar. Sambært Torbirni Ja- cobsen skulu sakkøn fólk manna nevndina, sum skal leggja eina frágreiðing fram í seinasta lagi um eitt ár. SvF meira føroyskt Um tvey ár skal helvtin av øllum tilfarinum í Sjónvarpi Føroya vera føroysk framleiðsla. Hetta málið er ásett í einum uppskoti um broytingar í kringvarpslógini, sum Torbjørn Jacobsen legði fram týsdagin Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum tekur undir við at broyta heimastýrislógina, so føroyska málið fær eina aðra støðu enn í dag. Tvey uppskot eru komin frá nevndini um, hvussu hetta skal gerast. MÁLSTRÍÐIÐ Magnus Dam Stendur tað til uttanlands- nevndina hjá løgtinginum verður grein 11 í heima- stýrislógini annaðhvørt strikað ella orðað øðrvísi enn í dag. Grein 11 er nógv um- rødda greinin um støðuna hjá føroyska málinum. Har stendur, at føroyskt verður viðurkent sum høvuðs- málið í Føroyum, men danskt skal lærast væl og virðiliga. Tað er hendan orðingin, sum danska stjórnin nýtti, tá hon skuldi lýsa støðuna hjá føroyska málinum í samband við evropeiska sáttmálan um økismál og minnilutamál. Støðan hjá føroyskum varð ikki skrivað inn í sjálvan sáttmálan ella lýst á annan hátt í sáttmálanum. Í staðin gjørdi stjórnin eitt ískoyti til sáttmálan, har sipað verður til grein 11 í heimastýrislógini. Og júst hetta spann í fjør øði í føroyskar politikkarar, sum mótmæltu, at føroyska mál- ið fekk eina tílíka ivasama støðu í samband við ein altjóða sáttmála. Teir vildu ikki hava føroyska málið lýst sum eitt høvuðsmál, men sum tjóðarmálið í Føroyum. Hendan gongdin fekk í desember í fjør Jóannes Eidesgaard til at leggja fram uppskot um at broyta heimastýrislógina, so tað verður staðfest bæði í heimastýrislógini og síðani í evropiska sáttmálanum um minnilutamál, at før- oyskt er tjóðarmálið í Før- oyum. Í uppskotinum skjýt- ur Jóannes Eidesgaard upp, at løgtingið heitir á lands- stýrið um at fara til sam- ráðingar við stjórnina um at broyta heimastýrislógina. Eftir drúgva viðgerð í uttanlandsnevndini er nevndin umsíðir komin til eina niðurstøðu í málinum. Nevndin er samd um, at heimastýrislógin eigur at verða broytt, men broyting- in skal ikki gerast, so sum Jóannes Eidesgaard hevur skotið upp. Strika greinina Meirilutin í nevndini, umboðandi allar flokkar uttan Sambandsflokkin, mælir í staðin til, at grein 11 verður strikað úr lógini. Sostatt kemur ikki at standa í lógini, at føroyskt er høvuðsmál og at danskt skal lærast væl og virðiliga. Meirilutin heldur eisini, at áheitanin á landsstýrið um at taka upp samráðingar við stjórnina, skal broytast til eina áheitan um at arbeiða fyri, at heimastýrislógin verður broytt, so grein 11 verður strikað. Verður uppskotið sam- tykt, og landsstýrið og stjórnin koma ásamt um at broyta heimastýrislógina samsvarandi, so er sannlíkt, at ískoyti til málsáttmálan um føroyska málið annað- hvørt verður tikið aftur ella broytt, so tað samsvarar við broytingina í heimastýris- lógini. Og um einki stendur um føroyska málið í heima- stýrislógini, so er heldur einki at siga um føroyska málið í samband við evropeiska málsáttmálan. Verður grein 11 strikað, so fær hetta ikki stórvegis ávirkan á onnur viðurskifti – eitt nú í samband við rættarmál, vísir skrivarin hjá uttanlandsnevndini á í einum løgfrøðiligum notati. Sambandsflokkurin aðra støðu Hóast Sambandsflokkurin eisini tekur undir við, at grein 11 verður broytt, so hevur hann eina aðra støðu um, hvussu hetta skal gerast. Sambandsflokkurin mælir til, at varðveita orðið høvuðsmál í staðin fyri at brúka orðið tjóðarmál. Sambært minnilutanum skal standa í grein 11 stk. 1, at føroyskt er høvuðsmál í Føroyum. Sambandsflokk- urin vil varðveita orðingina í stk. 2, har tað stendur, at við framløgu av appelmál- um skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við. Sambandsflokkurin heldur, tað er tryggast og mest einfalt einans at stað- festa, at føroyskt er høvuðs- málið í Føroyum. – Harvið verður ikki nomið við aðrar umstríddar partar í lógini í hesum umfari, men broytingin loysir tann viðkomandi spurningin, sum uppskotið til samtyktar leggur upp til at greiða, siga Edmund Joensen og Heðin Morten- sen í sínum viðmerkingum. Sama hvør orðing verður samtykt í løgtinginum, so er greitt, at heimastýris- lógin verður ikki broytt í bræði. Hetta kann bert gerast eftir samráðingar millum stjórnina og lands- stýrið um spurningin, og eingin veit at siga, nær hesar samráðingarnar kunnu fara í gongd. Eingin tiðarfreist er nevnd í uppskotinum. Semja um at broyta heimastýrislógina Formaðurin í Javn- aðarflokkinum heldur tað ikki vera skilagott at gera eitt felags útspæl við Sambandsflokkinum á ríkisrættarliga øki- num. Jóannes Eides- gaard vil ikki útliloka samstarv við hinar flokkarnar kring Sjálvstýrislógina SJÁLVSTÝRI John Johannessen Javnaðarflokkurin ætlar ikki at fylgja tilmælinum frá Samfelagsfrøðinginum, Jógvan Mørkøre, um at gera eitt felags útspæl við Sambandsflokkinum um, hvat skal henda við ríkis- rættarligu støðu Føroya. Tá seinasta veljarakann- ingin varð almannakunn- gjørd segði Jógvan Mørk- øre, at úrslitið bant Javnað- arflokkin og Sambands- flokkin til at koma við ein- um felags útspæli ímóti tí hjá landsstýrinum. Úrslitið var nevniliga eitt greitt nei á fólkaatkvøðuni um full- veldisleistin hjá samgong- uni og stór framgongd hjá bæði Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Men kortini heldur Jó- annes Eidesgaard tað ikki vera rætt at binda seg til eitt uppskot saman við Sam- bandsflokkinum og útiloka alt annað. Kunnu semjast Javnaðarflokkurin hevur eitt uppskot til eina Sjálv- stýrislóg. Men Jóannes Eidesgaard vísir á, at Sjálv- stýrislógin ikki er nakað endaligt uppskot frá Javn- aðarflokkinum um, hvat skal henda á ríkisrættarliga økinum. Kortini staðfestir hann, at hon greitt sýnir, hvar Javnaðarflokkurin stendur í málinum. – Vit í Javnaðarflokkin- um vita, at tað eru partar í samgonguni, sum kunnu taka undir við Sjálvstýris- lógini. Tí er tað ikki serliga skilagott av okkum at úti- loka møguleikanum fyri samstarvi við Sjálvstýris- flokkin og kanska eisini Fólkaflokkin, sigur Jóannes Eidesgaard. Hetta samstarv skuldi havt sítt grundstøði í Sjálv- stýrislógini hjá Javnaðar- flokkinum. Men Jóannes Eidesgaard er sinnaður at laga hana eitt sindur til, so til ber at samstarva. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum heldur, at tað hevði verið at frásagt sær nakrar møguleikar, um Javnaðarflokkurin fór í tætt samstarv við Sambands- flokkin beinan vegin. Kortini vil Jóannes Eidesgaard ikki heilt úti- loka eitt samstarv við Sam- bandsflokkin. Hann heldur, at tað hevði borið til at funnið eitt felags stev við Sambandsflokkin á sjálv- stýrisleið, hóast hann er sambandsflokkur. Tí tíðin í dag krevur sjálvstýrispoli- tikk, staðfestir hann. Sjálvstýri við Sam- bandsflokkinum Verða andstøðuflokkarnir størstir til eitt komandi løg- tingsval, heldur Jóannes Eidesgaard, at tað ber til at fara upp í samgongu saman við Sambandsflokkinum og fáa avrikað nógv á sjálv- stýrisleið. – Sambandsflokkurin hevur staðið fyri afturhaldi, men nú er neyðugt at førka seg longur á sjálvstýrisleið, og tað rokni eg við, at Sam- bandsflokkurin vil, sigur Jóannes Eidesgaard. Tá Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin seinast vóru í samgongu saman, hótti Edmund Joensen, sum tá var løgmaður, við at slíta samgonguna, tí Javnaðar- flokkurin vildi seta eina nevnd at kanna møguleik- arnir fyri yvirtøkum. Men hetta heldur Jóannes Eides- gaard vera eina farna tíð. Tá samgongan millum Sambandsflokkin og Javn- aðarflokkin slitnaði, segði Jóannes Eidesgaard, at hann fór ikki aftur í sam- gongu við Sambandsflokk- in, so leingi Edmund Joen- sen var formaður. Men Jóannes Eidesgaard stendur ikki longur við hesa útsøgn. – Tá kravdu umstøðurnar, at vit smekkaðu bremsur- nar í. Men nú er kemiin fín millum flokkarnar, hóast aktørarnir eru teir somu, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum trýr ikki uppá eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum, fyrr enn løgtingsval er útskrivað. Einki felags sjálvstýrisuppskot Lagnan hjá Smyril Line liggur nú í hondunum á løg- tinginum, sum skal taka støðu til upp- skotið hjá Javnað- arflokkinum um at seta 25 milliónir krónur í felagið. SMYRIL LINE Magnus Dam Tað er ein politiskt upp- gáva at tryggja, at sam- bandið við grannarnar er í lagi. Við hesari og øðr- um grundgevingum hev- ur Javnaðarflokkurin skotið upp, at landsstýr- ið fær heimild til at seta 25 milliónir krónur í Smyril Line. Eftir at Vinnumála- stýrið segði nei, roynir Javnaðarflokkurin nú at sannføra løgtingið um tað rætta í at styðja før- oyska felagnum, so fel- agið megnar at byggja nýggju Norrønu. Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at lands- stýrið teknar 25 millión- ir krónur í partapeningi, treytað av at onnur tekna 100 milliónir krónur í felagið. Javnaðarflokk- urin vísir á, at Smyril Line ikki megnar at lyfta uppgávuna at byggja nýggju Norrønu einsa- malt, og flokkurin held- ur tað vera rætt, at tað almenna er við í ætlan- ini, nú tørvur er á hægri partapeningi. – Vit halda, at tað er ein politiusk uppgáva at tryggja, at sambandið við grannarnar er í lagi, sigur Javnaðarflokkurin og vísir millum annað á, at tað almenna tók stig til at stovna Atlantsflog og legði lunnar undir Skipafelagið Føroyar á sinni. – Gera vit einki, mugu vit síggja í eyguni, at okkara flutningasskipan fellur burtur, ella í besta føri fer á útlendskar hendur. Flokkurin vísir á, at grannatjóðirnar hava sæð vandan, og hetlend- ingar og íslendingar eru sinnaðir at seta 60 milli- ónir krónur í felagið. Og harafturat gera teir íløg- ur á landi fyri umleið 100 milliónir. Landsstýrið eigur sum er 20 prosent av parta- peninginum uppá 14 milliónir krónur í Smyril Line, og hetta lutfallið verður varðveitt, um landsstýrið setur 25 milliónir í felagið og onnur tekna partapening fyri 100 milliónir. Fram- taksgrunnurin hevur sagt seg vera sinnaðan at seta 25 milliónir í fe- lagið, men hendan til- søgnin er treytað av, at tveir aðrir stórir íleggj- arar eru við. Javnaðarflokkurin stendur einsamallur sum uppskotsstillari av máli- num. Ætlanin var upp- runaliga, at Sambands- flokkurin skuldi vera við, men hetta gjørdist av ongum. Uppskotið kom til 1. viðgerð í løg- tinginum í gjár, men hetta var aftaná evsta- mark hjá Sosialinum, so enn ber ikki til at siga, hvørja móttøku tað fær. Tað er eisini ein almenn uppgáva at tryggja, at Smyril Line megnar at byggja nýggju Norrønu, heldur Javnaðarflokkur- in, sum vil hava lands- stýrið at seta 25 milliónir krónur í felagið. Smyril Line í løgtinginum Blaðmannafelagið mótmælir fyrispurningi Føroya Blaðmanna- felag heitir í skrivi á løgtingið um at sýta fyri, at landsstýris- maðurin í mentamál- um skal svara einum fyrispurningi um redaktionellu linjuna hjá Sjónvarpinum MÓTMÆLI John Johannessen Løgtingið skuldi í gjár gera av, um ein fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund til Tórbjørn Jacobsen, lands- stýrismann í mentamálum, skuldi svarast. Vanligt er, at løgtingið uttan atkvøðugreiðslu sam- tykkir, at fyrispurningar skulu svarast. Men í hesum føri hevur Føroya Blað- mannafelag mótmælt, at ein fyrispurningur skal svarast. Blaðmannafelagið metir nevniliga, at fyri- spurningurin leggur seg út í redaktionella frælsið hjá fjølmiðlum at nýta tær keldur, redaktiónsleiðslan sjálv metir eru neyðugar at lýsa eitt mál til fulnar. Í fyrispurninginum vil Sámal Petur í Grund úr Sjálvstýrisflokkinum í fyrsta lagi hava at vita frá landsstýrismanninum, um nakrar reglur eru fyri, nær ein politikari kann koma at skermi og mikrofon í SvF. Í øðrum lagi vil Sámal Petur í Grund hava at vita, um allir politikarar eru líka- stillaðir yvir fyri SvF. Orsøkin til fyrispurngin er, at Jóannes Eidesgaard hóskvøldið í farnu viku slapp framat skýggjan í Sjónvarpinum eftir Grannar Okkara at avsanna tíðindi, sum Hergeir Nielsen hevði borið fram í Degi og Viku fyrr á kvøldi. Justinus Eidesgaard, formaður í Blaðmannafelagnum, hevur heitt á løgtingið um ikki at samtykkja, at fyrispurningur frá Sámal Petur í Grund um redaktionelt val hjá Sjónvarpinum skal svarast