Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 16. februar 2001 9 gult cyan magenta svart 8 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Lønjavningarstovan hevur í ár avgreitt kr. 2.5 mió. kr í flutn- ingstuðli. Málið er, at útgjaldingarnar av flutningstuðli í 2001 verða innan fyri tær 3 mill. kr., sum játtanin væntandi verður, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri FLUTNINGSSTUÐUL Ólavur í Beiti Jørgen Niclasen fer nú at skjóta upp, at flutnings- studningarnir verða settir í gildi óbroyttir fyri 2001 soleiðis, at heimild verður fyri at rinda stuðul til flutn- ing av feskum virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja og til flutn- ing av frystum fiski og skeljadjórum frá frysti- goymslum til framleiðslu- virki, har firðir ella sund skilja. Í viðmerkingunum til uppskotið, verður upplýst, at Lønjavningarstovan hev- ur í ár avgreitt uml. 2.5 mió. kr. í flutningstuðli. Gjaldstovan hevur bókað 2.6 miió. kr. á fíggjarárið 2000. Hesi tøl benda á, metir Jørgen Niclasen, at samlaði kostnaðurin av flutningstuðli fyri 2000 verður oman fyri 3 mill. kr. og í ringasta fall kanska rundar 3,5 mill. kr. 10 oyru Fram til 29. mai 2000 vórðu latin upp til 10 oyru/kilo til flutning fiski frá útróðrarbátum frá økj- um, har eingin uppboðssøla er, til nærmastu uppboðs- sølu, meðan stuðulin til flutning av fiski frá upp- boðssølu ella landingar- miðstøð til virkingar í økj- um, har firðir ella sund skilja, var upp til 31 oyru/ kilo. Men við kunngerð sum fekk gildi 30. mai 2000, vórðu stuðulsupphæddirnar broyttar soleiðis, at stuðulin til flutning av útróðrarfiski er 10 oyru/kilo, meðan hinir studningarnir eru minkaðir til ávikavist 25 oyru/kilo og 15 oyru/kilo ásett eftir flutningsleið. Jørgen Niclasen sigur í viðmerkingunum, at stuð- ulin, sum varð minkaður seinast í mai mánaða, hevur minkað um útgjaldingarnar av stuðli og kanska eisini nøgdirnar av fiski, sum verða fluttar. Málið er, at útgjaldingarnar av flutn- ingstuðli í 2001 verða inn- an fyri tær 3 mill. kr., sum játtanin væntandi verður. Nú hevur Menta- málastýrið gjørt uppskot til lóg um Granskingargrunn Føroya, sum skal koma í staðin fyri Granskingarráðið Granskingarráð Føroya hevur virkað sum eitt sjálv- støðugt ráð undir Menta- málastýrinum, sum m.a. hevur havt til uppgávur at ráðgeva landsstýrið og løgtingið í granskingar- politiskum spurningum. Somuleiðis at fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking, ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri sam- felagið bæði á almenna og privata økinum - viðgera umsóknir um granskingar- stuðul og geva landsstýrin- um tilmæli um, hvørjum granskingarstuðul eigur at verða latin, av tí peningi, ið settur er av til endamálið á fíggjarlógini, skrivar Vinnuhúsið. Mennandi umhvørvi Higartil hevur ikki eydnast at fingið gongd á gransk- ing, har vinnan hevur ein virknan lut í granskingini. Hetta er m. a. orsakað av, at neyðugir karmar ikki hava verið til staðar. Samanum- tikið kann sigast, at Granskingarráð Føroya ikki hevur fingið ta undir- tøku, sum annars var ætlað. Á hoyringsfundi í Menta- málastýrinum fyri tveimum vikum síðani var lógarupp- skotið um stovnsetan av einum granskingargrunni til viðgerðar. Ætlanin hjá Mentamálastýrinum er, at Granskingargrunnurin skal koma í staðin fyri Gransk- ingarráð Føroya. Ætlanin er at skapa fyritreytirnar fyri einum mennandi gransk- ingarumhvørvi í Føroyum, har karmarnir eru soleiðis at trivnaður verður skaptur millum granskarar. Hetta skal gerast við at tryggja at: peningur verður játtaður játtanin er trygg fakligt umhvørvið er tilstaðar Ætlanin er at hækka játt- anina til granskingarætlanir soleiðis, at neyðugur pen- ingur verður tøkur at fremja tær ætlanir, sum kunnu verða við til, at gongd kem- ur á granskingina í Føroy- um, bæði tá talan er um grundgransking og enda- málsgransking. Við at seta á stovn ein granskingar- grunn er ætlanin, at pen- ingurin verður so mikið tryggur, at verkætlanir, sum fara í gongd, kunnu fremj- ast í verki, og at føroyskir granskarar, sum arbeiða uttanlands, kunnu koma heim til Føroya at granska og fáa neyðugar tryggar karmar at virka undir. Samstundis er endamálið hjá Granskingargrunninum so mikið breitt, at tað verð- ur møguligt at byggja upp karmarnar og fysisku um- støðurnar soleiðis, at gransking kann verða framd. Hesir faktorarnir skulu viðvirka til, at tað sum frálíður verður upp- bygt eitt fakligt umhvørvi, sum er neyðugt, skal granskingin mennast, og granskarar trívast her á landi. Granskingargrunnurin skal hava eitt stýrið manna við umboðum fyri Fiski- málastýrið, Almanna- og heilsustýrið, Vinnumála- stýrið og Mentamálastýrið, 2 vinnuumboðum og for- manni, sum skal útnevnast av Mentamálastýrinum. Alt ov lágt Ætlanin er eisini, at gransk- ingargrunnurin skal hava eina játtan, sum er umleið 1/3 av tí samlaðu upphædd- ini, sum verður nýtt til gransking í Føroyum. Hetta merkir, at játtanin frá Mentamálastýrinum í granskingargrunnin á hvørjum árið verður tengd at, hvat hini aðalstýrini seta av til gransking á sínum øki. Fíggjarliga játtanar- støðið til gransking í Føroyum er sum er alt ov lágt, og skal verulig gongd fáast á endamálsgransking, serliga vinnugransking, verður mett, at neyðugt er at útvega meira pening til endamálið. Samlaða játtanin til gransking í Føroyum er væl lægri enn í teimum londum vit vanliga samanbera okk- um við ella 0,6% av BTÚ í mun til grannalond okkara Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland og Danmark, sum ávikavist brúktu 1,54%, 1,72%, 3,59%, 2,37% og 1,92% av BTÚ til gransk- ing í 1995, skrivar Vinnu- húsið. Flutningstuðul útgoldin í 2000 býtt á mánaðir Mánaði Kilo Flutn. stuðul stuðul/kilo rest 99 857.909 141.126 0,16 januar 2000 1.218.157 295.468 0,24 februar 2000 1.659.747 458.644 0,28 mars 2000 1.499.245 404.778 0,27 apríl 2000 880.129 236.274 0,27 mai 2000 1.659.203 441.726 0,27 juni 2000 885.410 159.748 0,18 juli 2000 678.916 125.193 0,18 august 2000 796.013 144.851 0,18 september 2000 686.394 108.013 0,16 oktober 2000 26.723 4.468 0,17 10.847.846 2.520.287 0,23 Tað er tó greitt, at fleiri og fleiri før- oysk virkir seta verkætlanir í gongd sjálvi ella eru við í verkætlanum, har tey eisini taka fíggjarliga ábyrgd, skrivar Vinnuhúsið Parturin hjá vinnuni í samlaðu granskingar- upphæddini var í 1995 eitt nú í Íslandi 35%, 47% í Danmark og 66% í Svøríki. Somuleiðis varð mett at gransking/ menning, sum vinnan tekur virknan lut í, í Før- oyum, er sera avmark- aður, skrivar Vinnu- húsið. Og víðari verður sagt, at hetta er partvíst rætt, men sera torført at stað- festa, tí tað eru eingi føroysk hagtøl, sum vísa hvat føroysk vinna nýtir av peningi til gransking og menning. Tað er tó greitt, at fleiri og fleiri føroysk virkir seta verk- ætlanir í gongd sjálvi ella eru við í verkætl- anum har tey eisini taka fíggjarliga ábyrgd. Tað skal tó ásannast, at før- oysk vinna og tey granskingarumhvørvir, sum eru í Føroyum, onkusvegna ikki finna hvønn annan, og brúka tí ikki teir førleikar, sum eru ávíkavist í vinnuni og í granskingarum- hvørvunum. Hvat viðvíkur teimum granskingarupphædd- um, sum vinnan í grannalondum okkara tekur lut í gransking við, so er tað soleiðis, at har eru fleiri stórar altjóða fyritøkur, sum hava granskingardeildir á egnum virkið, sum hava fíggjarætlanir líka stórar sum samlaða føroyska játtanin av granskingar- peningi. Tað hevði verið hóskandi at samanborið føroyska innsatsin á hes- um økinum við innsatsin hjá smáum og miðal- stórum virkjunum í hes- um londum. Samanumtikið Í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu verður týdningurin av gransking og menning innan KT og biotøkni undirstrikaður. Somu- leiðis hevur tað ferð aftaná ferð verið frammi, at tað hevur sera stóran týdning fyri ein sjálvberandi før- oyskan búskap, at gransking og menning verður raðfest frammar- laga, soleiðis at føroysk- ari vinnu verður tryggja eitt framhaldandi gott kappingarføri. Endurskoðan av lógini um Granskingarráð Før- oya er eitt stig á leiðini og tann komandi Granskingargrunnurin fer væntandi at verða við til at skapa fyritreyt- ir fyri, at føroykst granskingarumhvørvi verður stimbrað og ment, vinnuni og samfe- lagnum at gagni. Tað hevur tó týdning at undirstrika, at eitt ávíst arbeiði má gerast fyri at knýta vinnuna og granskingarumhvørvini saman, soleiðis at hesi fáa gagn hvør av øðrum. Hetta er ikki nakað, sum kemur í lag uttan víðari, men krevur at gransk- ingarumhvørvini vísa á, hvar tey hava tørv á vinnuni og øvugt, skriv- ar Vinnuhúsið. Flutningsstuðulin til fisk tann sami í ár Eingi føroysk hagtøl Lógin um Granskingarráð Føroya endurskoðast Savnsmynd Eftir at hava liva í óvissuni í meiri enn eina viku, kann Gudmund Mortensen á Tvøroyri nú róliga lata nýggja trolaran hjá sær fara til fiski- skap FISKISKAPUR Áki Bertholdsen Tað er onki er til hindurs fyri at nýggi tvøratrolarin, Rasmus Effersøe, fær fiski- loyvi undir Føroyum. Hetta er niðurstøðan hjá lógfrøðinginum hjá Fiski- málastýinum. Sostatt kann Gudmund Mortensen ekkaleysur senda nýggja Rasmus Eff- ersøe til fiskiskap. Tað var herfyri, at Gud- mund Mortensen á Tvør- oyri keypti trolaran “Hauk- ur” úr Íslandi. Ætlanin var, at hann skuldi koma í flotan ístaðin fyri gamla Rasmus Effer- søe, sum sostatt verður lagdur. Nýggi Rasmus skuldi samstundis ivirtaka fiskirættindini hjá gamla Rasmus og tað hevði reiðarin fingið tilsøgn um frá Fiskimálastýrinum. Men tá ið trolarin væl og virðiliga var komin til land- ið, varð ivi brádliga sáddur um fiskiloyvið hjá skipinm. Haukur er nevniliga gamli toftatrolarin Snoddið og hann fekk upphøgging- arstuðul, tá ið hann fyrst í nítiárunum varð seldur til Íslands. Og eftir lógini um upp- høggingarstuðul kann skip, sum hevur fingið stuðul, ongantíð fáa fiskiloyvi undir Føroyum aftur. Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, segði herfyri við Sosialin, at tað stóð onga- staðni viðmerkt í skjølun- um yvir skipið, at tað hevði fingið upphøggingarstuðul. Tað stóð heldur ikki í sjálvum skipsblaðnum, ið er sama skjalið fyri skip, sum tinglýsingarskjalið er fyri aðra ogn. Tað er annars vanligt, at slíkt stendur í skipsblaðnum. – Men tá ið vit so komu eftir, at trolarin hevði fing- ið upphøggingarstuðul, var tað neyðugt at steðga máls- viðgerðini, áðrenn hann fekk endaligt fiskiloyvi, og at kanna málið til botns fyri at beina allan iva av veg- num, segði Jørgen Nicla- sen. Hann bað tí um eina lógfrøðiliga meting av málinum. Ongin forðing Tann lógfrøðiliga metingin er nú liðug. Og niðurstøðan hjá lógfrøðinginum er, at tað er onki til hindurs fyri, at nýggi Rasmus Effersøe fær fiskiloyvi undir Føroy- um. Tá ið lógin um upphøgg- ing varð gjørd í 1990, vóru allar lógir skrivaðar bæði á føroyskum og á donskum. Jørgen Niclasen vísir á, at lógfrøðingurin sigur, at tað er misvísandi, tá ið lógin brúkar orðið “upp- høgging”, tí hon krevur nevniliga ikki, at skipið verður høgt upp, ella burturbeint. – Á donskum eitur tað “ophørsstøtte” og ikki “op- hugningsstøtte”. Lógin sigur, at endamálið við stuðlinum, var at minka um fiskiorkuna. Men tann, sum fekk stuðulin, kundi framvegis eiga skipið og brúka tað til annað enda- mál. – Tað merkir, at enda- málið við upphøggingar- stuðlinum var fyrst og fremst at fáa veiðiloyvi ni frá skipum og bátum. – Í føroyska tekstinum stendur, at skip, sum fær upphøggingarstuðul, miss- ur veiðiloyvi og kann ikki fáa tað aftur. Løgfrøðingurin sigur, at við eini beinleiðis tulking, er tað hetta ávísa loyvið hjá fiskifarinum, sum fær upphøggingarstuðul, ið ikki kann fáast aftur. – Men við hesum verður ikki sagt, at skipið, ikki kann fáa annað, ella nýtt veiðiloyvi. Sostatt er lógfrøðingurin hjá Fiskimálastýrinum komin til ta niðurstøðu at tað er onki til hindurs fyri, at eitt skip, sum hevur fingið upphøggingarstuðul, kemur aftur í flotan, um tað fær fiskiloyvi hjá einum øðrum skipi. – Tað er nevniliga ikki veiðiloyvi, sum skipið, ið fekk upphøggingarstupul, hevði. Í hesum føri er tað heldur ikki talan um eitt nýtt veiðiloyvi, men einans um at føra loyvið hjá einum báti, sum verður lagdur, yvir á eitt annað skip. Jørgen Niclasen sigur, at sostatt er onki til hindurs fyri, at Rasmus Effersøe fær fiskiloyvi undir Før- oyum, og tað verður nú avrgeitt. Gamli Rasmus Effersøe fór ein tú í farnu viku og ætlanin var, at hann skuldi leggjast, tá ið hann kemur inn aftur. Og tað fer nýggi Rasmus avstað. Annars vísir lógfrøðing- urin á, at í lógini um upp- høggingarstuðul, er í ávís- um føri ósamsvar ímillum føroyska og danska tekstin. – Í danska tekstinum stendur, at “fiskefartøjer, som har fået ophørsstøtte, mister fiskerilicensen og kan ikke opnå ny fiskeri- licens”. – Sostatt sigur danski teksturin, at skipið ikki kann fáa nýtt veiðiloyvi. Hinvegin nevnir føroyski teksturin bara tað ávísa loyvið, sum skipið hevði. – Men hetta ósamsvar ímillum føroyska og danska tekstin, hevur kortini ongan týdning í hesum føri, tí Rasmus Effersø fær hvørki nýtt loyvið, sum Snoddið hevði. Talan er heldur ikki um at geva honum eitt nýtt loyvi.Talan er einans um at føra loyvið hjá gamla Ras- mus yvir á tann nýggja, sigur Jørgen Niclasen. Starsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið fara nú undir samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála. ARBEIÐS- MARKNAÐUR Áki Bertholdsen Væntandi verður farið und- ir samráðingarnar ímillum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið um nýggjan sáttmála fyrsta dagin. Í gjáramorgunin hevði Starvsmannafelagið ikki fingið fundarboð, men Gunnleivur Dalsgarð, for- maður, væntaði fundarboð hvørja løtu. Í øllum førum væntaði hann, at tann fyrsti sam- ráðingarfundurin verður hesa vikuna. Sáttmálin gongur nnars út 1. mars Starvsmannafelagið hev- ur lagt síni krøv fyri Fíggj- armálastýrið, men formað- urin vil ikki almannakunn- gera tey, fyrrenn partarnir hava havt tann fyrsta fund- in, so at tey hava fingið greitt mótpartinum frá krøvunum. Sáttmálin gongur út 1. mars. Herfyri segði Gunnleivur Dalsgarð tó við Sosialin- um, at, at krøvini eru sett eitt sindur øðrvísi upp í ár, enn vanligt hevur verið. Sostatt hevur felagið ikki ásett nakað ávíst prosenttal fyri, hvussu stórt kravið um lønarhækking er. Harafturímóti hevur felagið kannað lønarlagið, bæði í Føroyum og í øðrum londum, í einum 10 ára skeiði. – Og tann samanberingin vísir púra greitt, at í øðrum londum eru lønirnar í hesum 10 ára skeiðnum hækkaðar nógv meiri enn hjá okkum, segði Gunn- leivur Dalsgarð. Hann segði, at sjálvandi hevur Starvsmannafelagið sína meting av, hvussu lønirnar skulu vera. Annars hevur Starvs- mannafelagið eisini tiki nógv onnur viðurskifti við í upplegginum til samráðing- arnar. Hann sigur eisini, at fleiri feløg á almenna arbeiðs- marknaðinum fara at samráðast í felag um ávís mál. Eitt av hesum málum er eru tey 0,8 prosentini, sum feløgini hava goldið í ein barnsburðargrunn. –Kemur landsstýrið nú við einum nýggjum barns- burðargrunni, soleiðis, sum tað er fráboðað, er kravið frá feløgunum, at tey 0,8 prosentini verða borðin aftur, áðrenn tosað verður um aðrar lønarhækkingar yvirhøvur. Somuleiðis vil Starvs- mannafelagið hava at vita frá Fíggjarmálastýrinum, á hvørjum støði tað metir, at lønarlagið í Føroyum skal verða í framtíðini. Annar er lítið at ivast í, at teir komandi mánaðirnir verða sera sera strævnir hjá Starvsmannafelagnum , tí allir sáttmálarnir hjá felag- num ganga út nú, og teir eru nógvir. Umframt at hava sáttmála við Fíggjar- málastýrið, hevur Starvs- mannafelagið eisini sátt- mála við SEV, Føroya Tele, umframt við fleiri komm- unur. Og samráðingarnar við aðrar stovnar, enn Fíggjarmálastýrið, eru so smátt byrjaðar. Nú sleppur nýggi trolarin til fiskiskap – Skip, sum hava fingið upphøggingarstuðul, kunnu saktans fáa annað veiðiloyvi undir Føroyum. Tey kunnu eisini fáa nýtt veiðiloyvi , sigur lógfrøðingurin hjá Fiskimálastýrinum. Sostatt kann nýggi Tvøratrolarin, Rasmus Effersøe, fara til fiskiskap, nær tað skal vera Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum, væntar at fáa fundarboð frá Karsten Hansen fyrsta dagin Fara nú til at togast um nýggjan sáttmála