Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 33 - 16. februar 2001 11 gult cyan magenta svart 10 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart Anfinn Kallsberg, løgmaður heldur ikki, at tað eru tvær mein- ingar um undir- grundaravtaluna í tí politisku skipanini í Føroyum, og er hann fullvísur í, at hann kann tala vegna alla ta politisku skipan- ina, bæði samgongu og andstøðu. UNDIRGRUNDIN Jan Müller – Fyri mær er eingin ivi um hesi viðurskiftini. Tað er púra klokkuklárt. Vit hava gjørt eina avtalu við donsku stjórnina í 1992, sum er galdandi fult út. Tað er tí als eingin ivi um, at tað eru føroyskir myndugleikar, sum hava bæði lóggávu- og ábyrgdarøkið og alt sum hartil hoyrir sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður í við- merking til mongu søgurn- ar, sum hava gingið í sein- astuni í fjølmiðlunum um avtaluna, sum varð gjørd millum Føroyar og Dan- mark í 1992 um ráevni í undirgrundini. – Alt heldur uppat, um farið verður at sáa iva um hesar spurningar, nú vit før- oyingar hava gjørt bæði skatta- og loyvislógir mót- vegis oljufeløgunum. – Vit hava gjøgnumført eina lóg- gávu, og tað skal als ikki vera nakar ivi um, at vit hava kompetansan á økin- um. Men hvat sigur løgmaður til úttalilsi frá føroyskum politikarum um, at avtalan við danir er bara galdandi soleingi danir vilja tað, og at hon byggir uppá, at undirgrundin bara er til láns? – Nú skal man ansa eftir ikki at fara inn í politiskar snildir í slíkum máli sum hesum. Tað er alt ov týdn- ingarmikið til tess. Vit hava brúk fyri stabiliteti og tryggleika. Tí skulu teir vit hava latið loyvi til at gera kanningar og nú eisini bor- ing her hjá okkum ikki á nakran hátt fara at ivast í, at føroyskir myndugleikar ikki hava fulla kompetansu á økinum. Anfinn Kallsberg heldur ikki, at tað eru tvær mein- ingar um hetta mál í tí pol- itisku skipanini, og er hann fullvísur í, at hann kann tala vegna alla ta politisku skipanina, bæði samgongu og andstøðu. Men hvat sigur løgmaður so til, at eitt nú hansara egnu samgongufelagar gjøgnum árini hava sáað ivað um virðið av avtaluni og víst á, at hon er ikki bindandi nokk fyri danir! – Sjálvandi er tað soleið- is, at tað í politisku telving- ini hava verið mong argum- ent frammi. Nógvar ósemj- ur hava verið um, hvat okk- ara skipan byggir á. Men vit mugu staðfesta, at vit hava havt eina lóg, sum vit hava bygt bæði okkara løg- ting og okkara landsstýri á síðani 1948. So kann ein tjakast um, antin ein er fyri henni ella ímóti. Men hon er so galdandi til nakað annað er avtalað ella av- gjørt. – Tað er ótrúliga óheppið fyri trúvirðið hjá tí nýggju føroysku oljuvinnuni, at ivi nú verður sáddur um undirgrundaravtalun a frá 1992 sigur løgmaður UNDIRGRUNDAR- AVTALA Jan Müller Nú tað er sáddur ivi um undirgrundaravtaluna mill- um Føroyar og Danmark vil Anfinn Kallsberg, løgmað- ur fegin sissa øll tey olju- feløgini, sum hava gjørt stórar íløgur í Føroyum og sum nú skulu til at fara undir leiting fyri milliardir av krónum. – Eg vil fegin geva tann boðskapin frá eini samlað- ari politiskari skipan, at tað finnast ikki tvær meiningar um hesar spurningarnar. – Men hvørja viðmerking hevur løgmaður til, at ein fyrrverandi embætismaður í Tinganesi, sum hevur ver- ið við til at ráðgeva í týð- andi málum í Tinganesi, nú alment sáar iva um júst ognarrættin til nettupp tær oljuinntøkur, sum her verð- ur tosað um? -– Umrøddi persónur er ikki longur í starvi hjá landsstýrinum og hann hev- ur heldur ikki úttalað seg sum politiskur talsmaður fyri nakra skipan so vítt eg havi fingið upplýst, tá eg havi spurt um tað. Úttalilsi hansara byggja haraftur- ímóti á eina uppgávu hann hevur gjørt undir útbúgv- ing. Nú Ekstrabladet hevur gjørt so nógv burtur úr und- irgrundaravtaluni heldur løgmaður fyri, at fjølmiðlar fara helst eftir eini góðari søgu og helst eisini eftir konfrontatiónum. – Vit síggja jú bæði føroyskar og danskar politikarar vísa á, at teir eru skeivt endurgivn- ir í pressuni og føla seg at verða misbrúktar o.a. Tað er væl ikki annað enn tað, sum oftani hendir, men tað er ótrúliga óheppið fyri trú- virðið hjá tí nýggju før- oysku oljuvinnuni, at slík signal verða send út um all- an heim. Og tí kann eg ikki nóg sterkt undirstrika, at út frá tí núgaldandi politisku skipanini í Føroyum er eingin ivi um, at avtalan, sum er gjørd við donsku stjórnina og sum eisini Halgir W. Poulsen, advok- atur hevur víst á, heldur. Og tað er hana vit taka sum grundarlag fyri tí kompet- ansu, sum vit hava. Lat okkum tí taka hetta sum ein storm í einum vatnglasi og sum einki hevur við veru- leikan at gera. Anfinn Kallsberg vísir annars á, at avtalan, sum vit hava gjørt við danir, snýr seg ikki um at eiga undir- grundina, men at hava ræð- isrætt ella ognarrætt til ráevni í undirgrundini. Tað er ein stórur munur á hes- um. Kemur tú so inn á suv- erenitetin tvs. »højhedsret- ten«, tá er tað ein heilt ann- ar spurningur. Løgmaður sigur víðari, at er tað hetta, sum fyrrverandi embætis- maðurin í Tinganesi sipar til, tá hann úttalar seg til út- varpið, so hevur hann eis- ini rætt í tí, nevniliga at vit hava ikki »overhøjhedsret- ten« á føroyskum landa- ella sjóøki. Løgmaður heldur tað tó ikki kann koma uppá tal, at danir kunnu krevja rættin til møguligar inntøkur frá eini møguligari oljuvinnu. –Tá fari eg at siga sum Halgir W. Poulsen, at tá skjýtur man allar galdandi skipanir til botns. Anfinn Kallsberg, løg- maður sigur annars, at kemur tað hartil, tað gleð- iliga, at tað verður funnin olja í føroysku undirgrund- ini, so er tann avtalan eisini greið, at tað hevur við sær samráðingar um blokkin. – Vit hava so haraftrat eina avtalu við donsku stjórnina um afturgjalding av skuld, har 500 mill. kr. eru niður- frystar fram til ár 2018, og skal einans gjaldast, um tað koma inntøkur frá oljuvinn- uni. Koma ongar, so verða tær strikaðar. Vit hava tí heilt klokkuklárar avtalur við donsku stjórnina, hvat hendir, um so er, at vit fáa inntøkur frá oljuvinnuni. Anfinn Kallsberg sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at bæði tann undanfarna stjórnin hjá Schluter og tann núverandi hjá Nyrup hava váttað, at tað eru før- oyingar, sum hava ognar- rættin til eitt møguligt ríki- dømi í undirgrundini. Hetta hava teir í og við at teir hava verið við til at gera umrøddu avtalur. Nyrup váttar Í samrøðu við Útvarpið mikudagin ger danski for- sætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen enn einaferð greitt, at føroyingar eiga rættin til rávevni í undir- grundini, og at tann avtal- an, sum føroyingar gjørdu við danir í 1992 stendur við og hevur danska stjórnin onga ætlan um at taka hana aftur. –Vit hava eina klokkuklára avtalu við danir Sissar oljufeløg Anfinn Kallsberg, løgmaður ivast onga løtu í, at allir politiskir flokkar eru samdur um, at ráevnini í undirgrundini eru føroysk sambært avtaluna við danir Tá Atli Dam, fyrrv. Løgmaður og táverandi danski forsætisráðharrin Poul Schluter undirskrivaðu undirgrundaravtaluna Alnót tímir ikki at eita Alnót Longu áðrenn fjar- skiftisfyritøkan Alnót er komin á markn- aðin við tænastum sínum, broytir fyri- tøkan nú navn fyri aðru ferð. Navnið Alnót egnar seg ikki til fyritøkuna, heldur stjórin, Bjarni A. Bjarnason. NAVNABROYTING Rúnar Reistrup Fyrst at hon VITA Net, men mátti broyta navn, tá tað gjørdist greitt, at VITA margarin var eitt skrásett vørumerki, og at navnið tí- skil ikki kundi nýtast av øðrum. Nýggja navnið gjørdist Alnót íblást av nýggja føroyska heitinum fyri internet. Men hetta navnið hóvar ikki longur fyritøkuni, og í dag fær hon sítt triðja navn. Navnið verður avdúkað, tá Alnót fyrrapartin í dag hev- ur móttøku í hølum sínum á Óðinshædd. Tá fer fyritøk- an eisini at kunngera eitt høvuðssponsorat og sýna fram tann litin, sum føroysk fjarskiftisviðskiftafólk skulu kenna fyritøkuna aftur á í framtíðini. Navnið dekkar ikki At skifta navn er ikki ókent í fjarskiftisheiminum. Tele- fonverk Føroya Løgtings skifti navn til Føroya Tele, og fyrrverandi statsátta danska telefonverkið, ið fyri ikki so langari tíð síðan broytti navn til Tele Dan- mark, broytti í farna mánað aftur navn, hesuferð til TDC. Men tað er ikki fyri at líkjast hesum fyritøkum, at Alnót nú ikki longur tímir at eita Alnót. Orsøkin er, at Alnót er vaksin burtur úr heitinum. – Alnót er ikki dekkandi fyri tað virksemi, sum vit fara í gongd við. Alnót er eitt orð fyri internet, men vit fevna um so nógv annað enn bara internet, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á fjarskiftisfyritøkuni. Navnið var sum so í lagi, tá tað var valt. Tá vóru ætlaninar við fyritøkuni fyrst og fremst at veita internetsamband. Men síð- an tá eru nýggir eigarar komnir til við væl størri kapitali og ambitiónirnar eru blivnar meira umfat- andi. – Harafturat er tað eitt sindur ivasamt, um orðið alnót er eitt hóskandi før- oyskt heiti at geva internet- inum, so vit valdu bara at sleppa okkum heilt av við tað, sigur Bjarni A. Bjarna- son, stjóri. Nýggja navnið er styttri, og sambært fyritøkuni meira fangandi, enn tað gamla. Vilja hava fimtingin Tá fyritøkan Alnót um ein ella hálvanannnan mánað fer á marknaðin við fast- nettelefon- og internettæn- astum, er tað við tí fyri eyga at fáa ein stóran part av marknaðinum upp á stutta tíð. – Okkara fyrsta mál er, at vit eftir einum ári skulu hava ein fimtapart av marknaðinum, sigur stjór- in. Í løtuni er talið á vanlig- um telefonfeløgum fimm- ogtjúgu túsund, og inter- netfelagarnir eru einir tólv túsund í tali. Talan er soleiðis um at í minsta lagi sjeytúsund viðskiftafólk skulu skifta fjarkiftisveitara, um Alnót skal røkka sínum máli. Harumframt ætlar fyritøkan sær eisini at bjóða út fartelefontænastur seinni í ár. Tekniska útgerðin hjá Alnót er komin til landið og verður í løtuni sett upp og roynd og verður tikin al- ment í nýtslu so skjótt sum allir byrjunartrupulleikar eru beindir burtur. OLJUVINNA Jan Müller Í samrøðu við Ekstrablað- ið fyrr í vikuni sigur fyrr- verandi løgmaður Atli Dam seg bera ótta fyri gongdini í eini føroyskari oljuvinnu. Hann sigur seg m.a.bera ótta fyri, at før- oyingar ikki fara at duga at handfara møguligar oljuinntøkur á rættan hátt. -Sum politikari kann tað vera torført at skula leggja rygg til at seta hes- ar mongu pengar á eitt trygt stað, soleiðis at teir kunnu verða við til at loysa nakrar av framtíðar trupulleikunum sigur Atli Dam. Núverandi løgmaður Anfinn Kallsberg sigur seg vera fullkomiliga samdan við Atla Dam í hesum máli: – Eg havi eisini nevnt hetta bæði í míni løgmansrøðu og ikki minst í nýggjársrøðuni: at tað er ikki bara at gilt síða. Men at vit skulu verða fyrireikað uppá at syrgja fyri at fóta okkum mentanarliga og ikki minst fíggjarliga, um tað skuldi hent, at vit fingu eina virkna oljuvinnu. Anfinn Kallsberg held- ur sjálvur, at hetta lands- stýrið hevur ikki tikið til óráð í fyrireikingunum til eina komandi oljuvinnu: – Vit hava arbeitt soleiðis í landsstýrinum, sum um at tað kemur ein olju- vinna, men hinvegin hava vit lagt tingini til rættis reint búskaparliga, at fáa vit eina oljuvinnu, so eru vit fyrireikaðir uppá, at pengarnir skulu ikki oyði- leggja tað føroyska sam- felagið og búskapin her. Eg havi tí heldur ikki gjørt mær nakrar tankar um inntøkur frá oljuvinn- uni, nú vit als ikki vita, um olja er her og í nóg stórum mongum, at løn- andi framleiðsla kann fara í gongd. Men koma inn- tøkur frá eini slíkari vinnu, so er tað gott, og tá mugu vit verða fyri- reikað uppá, at tær koma føroyingum til góðar í all- ari framtíð. So her eri eg púra samdur við fyrrver- andi løgmann Atla Dam. Løgmaður samdur við Atla Dam Gulli Johansen fer at syngja um menniskj- aligt kaos, tá hann fer á pallin í næsta inn- leiðandi umfarinum í Prix Føroyum TÓNLEIKUR Svakur musikkur og brøl er tað fyrsta, ein hoyrir, tá ein støkkur inn á gólvið hjá Gulla »Human Kaos« fyri at gera eina samrøðu við hann. Gulli, sum kallaði seg Interneal Healing í seinasta Prix Føroyum, hevur nú valt at kallað seg Human Kaos. Og tað er heldur ikki utt- an orsøk, at hann hevur valt at gera tað, tí tað hann syngur um hesaferð er incest, foreldrakontrol og rotinskap. Techno-ørskapur Tónleikurin, sum Gulli spældi í Prix Føroyum sein- ast, kemur ikki í nánd av tí, sum hann hevur megnað at skapt í ár. Síðsta ár sang hann við grótharðari rock- rødd um Jesus, iva og trúgv. Í ár verður tað harður Techno & Trash tónleikur um onnur evni. Programmið hjá Gulla byrjar við kaos og flýtur síðani ávegis til techno- ørskap. Aldursbólkurin, sum Gulli fer at leggja seg eftir at spæla fyri, eru tey undir 20 ár – og helst teimum, sum dáma techno og gar- villan trash-tónleik. Og Gulli fortelur, at um fólkini í hansara málbólki dáma tað, ja, so kann hann ikki annað enn at vera vælnøgd- ur. Kaos Tá hann so verður spurdur um, hví hann skifti navnið Internal Healing til Human Kaos var svarið: – Tí teir tekstir, eg skriv- aði fyrr, snúðu seg allir um Gud, men nú snúgva teir seg um menniskjanligt kaos, tí havi eg sjálvtsagt broytt navnið til Human Kaos. Hvat við kærleikssang- um? – Havi gjørt onkrar, fakt- ist tveir. Men tað er ikki nakað, eg satsi uppá í fram- tíðini! Hevur tú nakra framtíð- arvón innan tónleik? – Geva okkurt út, sum tey dáma. Og ætlar tú tær víðari í Prix?!? – Eg ætli mær víðari, men tað avgera dómararnir. Onnur skrá Gulli hevði eitt sera gott og øðrvísi program á seinasta Prixnum, har hann eisini sang ein sang hjá Doctor Bombay. Í ár hevur Gulli so eitt annað program, har hann ikki fer at syngja nakran sang hjá nøkrum øðrum – bara sítt egna tilfar. So tað verður spennandi, um Gulli megnar at fáa áhoyrarnir at flippa totalt út, líkasum hann gjørdi fyri tveimun árum síðani. Gulli aftur á pallin