Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart 12 Nr. 33 - 16. februar 2001 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Frá fríggjadegi 16. februar til hósdagin 22. februar Mánadagur undir Krákugjógv Bigfoot og Henderson familjan Bestubitar: Søga og spír 5:6 Klaksvíkin er nú knappliga komin í brennidepilin, tí flestu fjølmiðlarnir hava víst økinum stóran áhuga við at lata lokalredatiónir upp á staðnum. Nú eru Norðlýsið og Rás 2 farin at samstarva um at senda tíðindir úr Norðoyggjum. Útvarpsstova er fingin til vega til hetta endamálið, og fyrsta royndarsendingin hevur longu verið at hoyrt. Hósdagin verður so farið undir regluligar sendingar úr útvarpsstovuni í hølunum hjá Norðlýsinum. Tað eru John William og Olivur Joensen, sum fara at taka sær av sendingunum fyri Rás 2 úr Klaksvík, og tann fyrsta verður á skránni hósdagin klokkan 17. Tilfarið verður aktuelt úr Norðoyggjum um vinnulív og politikk við áhugaverdum gestum í útvarpsstovuni. Seinni verður farið undir at senda onnur sløg av sendingum úr Klaksvík. Framhaldssøgurnar í tíðindunum farnu vikuna hava eftir mínum tykki verið mest at kalla tragi- komiskar. Málið um Brimil hevur verið frammi aðru hvørja løtu, og fyri hvørja ferð gerst søgan meira grotesk. Eitt vaktarskip fyri tíggj- utals milliónir liggur svínabundið í Noregi, meðan partarnir í Før- oyum klandrast um sáttmála. Hitt vaktarskipið liggur bundið í Før- oyum sum avleiðing av hinum klandrinum. Samstundis frættist, at veiðuskipini gera sær dælt av manglandi eftirlitinum. Allir partar geva hinum skyldini, minna mest um smábørn, sum smetta. Tað er givið, at ongin kann verða vinnari í einum tílíkum máli. Er hendan kreppan tónagevandi fyri sáttmálasamráð- ingarnar í vár, so er ikki gott í væntu. Nú eru fólk so smátt farin at gita, um tað verður verkfall í vár. Tað positiva kundi verið, at tað so bar til at útseta fólkaatkvøðuna, so flokkarnir kunnu koma til eina semju av onkrum slag. Tað er ófatuligt, at vit føroyingar ikki bara skulu verða bytt í tveir líka stórar partar, men eisini hava hug at gera vart við hetta í hvørjari tíðindasending. Er tað ongin, sum roynir at finna semjur? Politisku leiðararnir skiftast at niðurgera sjónarmiðini hjá hinum. Danir undrast nokk meira, enn teir flenna, tá teir fáa samandrátt av tíðindum úr Føroyum. Síðsta dømið var, tá Ekstra Bladet gjørdi ein vørr í Danmark um yvirtøkuna av undirgrundini. So var vargur í aftur í Føroyum. Ein samfelagsfrøðingur, sum í hesum førinum minti dekan ov nógv um sín egna karrikatur, fekk fjølmiðlarnar heilt upp at flaksa. Hann varð endurgivin bæði tíðliga og seint, og øll bíðaðu eftir rokinum. Kjaktorgið í ÚF mikudagin vísti tíbetur, at nógv í Føroyum ikki longur lata seg øsa av slíkum upplopum. Tað er í lagi at verða ósamdur, men ikki bara fyri ósemjuna skyld. Samleiki er ikki litað hár Bjørt Samuelsen hevði eina áhugaverda sending um samleika tyskvøldið. Saman við Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi, viðgjørdi hon, hvat tað er at verða føroyingur. Ein av spurningunum var, um tað var nakað at verða stolt av. Tað er kanska ein av teimum mest áhugaverdu spruningunum í øllum full- veldisprátinum. Er tað nokk at siga, at vit eru føroyingar, ella noyðast vit at skipa okkum sum sjálvstøðugt ríki fyri at kunna prógva, at vit eru føroyingar, at vit ikki eru sum hini. Er tað yvirhøvur neyðugt ikki at vera sum hini? Markið millum tjóð- skaparkenslu og rasismu kann verða ringt at finna. Sendingin gav nógv boð uppá, hvat eyðkennir ein føroying, summi stuttligari enn onnur. Eg eri í øllum førum sannførd um, at litað hár ella penar tenn ikki hava størsta tydningin, tá vit tosa um samleikan hjá føroyingum. Hvat er eitt land Nú hugsi eg ikki um fullveldis- kjakið og meiningarnar um sam- leika, tjóðir og lond. Nei, eg hugsi um ítrottartíðindini sunnu- kvøldið. Útvarpsmaðurin las yvirskriftirnar: "Lokaluppgerð millum Fram og Mjølnir, Roma er á veg í móti meistaraheitinum, Man.United ákært fyri avtalað spæl. Umframt hetta hava vit eisini útlendsk tíðindi."?! Seinni í sendingini varð hetta sama tikið uppaftur. Hann er kanska troyttur av øllum fullveldistosinum, ella sær seg sum ES-borgara. Samanberingar Ein ítrottarstubba hefti eg meg serliga við. Sagt varð, at Lennox Louis og Mike Tyson skuldu boksa nakað skjótt. 800 mill. standa uppá spæl. Tað er nakað væl meira enn nyggja Norrøna og bara eitt sindur minni enn árligi blokkurin úr Danmark! Í eini aðrari sending var ein politikari endurgivin fyri at siga, at neyðugt var at seta pengar í Norrønu, tí: "annars var deyðin í durunum." Er tað ikki eitt skip og eitt partafelag vit tosa um? Hvør doyr og av hvørjum? Álvaratos. Myndamálið er ofta illa valt, og skemmir meira enn tað ger greiðari. At tosa um bar- daga og kríggj, at partarnir bresta saman o.s.f. í ítrottarhøpi, hoyrir ongastaðni heima. Vit frætta nóg nógv um fólkamorð og náttúru- vanlukkur í teimum vanligu tíð- indunum. Bungy jumping Nógv fólk hava til fragd at freista lagnuna. Eg taki mær til høvdið, tá fólk tosa um at leypa út í elastikki ella enn verri við fall- skyggja. Ferðafólk streyma til støð, har tey kunnu royna at standa á skíum, vatnskíum, vatn- skootara, sveima við drekaflúgv- ara ella klintra í fjøllum. Føroyingum nytist nú ikki at fara so langt. Eg rokni við, at flestu høvdu fingið mettað sín tørv á spenningi, høvdu tey verið við í Fugloy í summar, tá menn sigu veðrar niður í Skorarnar og rændu havhestaegg. At síggja hesar mennirnar, ungar sum gamlar, spela aftur og fram eftir smølum rókum, har einans hav og grót er undir, er bæði spennandi og ræðandi at síggja. Tað sortnar fyri eygunum, tá myndirnar spakuliga fara av rókini niður á sjógvin meira enn 100 favnar niðri. Kanska er hugurin at royna seg sjálvan tann sami, sum hjá teimum, sum fara upp í tey stóru fjøllini. Mær dámar væl ein túr í haganum, men ongin skal vænta at møta mær har, tað er beint niðurfyri. Sendingarnar hjá Zakariasi Hammer verða bara betri. Har er onki forhastað. Ikki ov nógv snakk. Myndirnar siga oftast tað, sum skal sigast. Eg kundi væl hugsað mær at fingið lyst aðrar partar av føroyska samfelagnum Tragikomediur Annika Sølvará ummælir: Samstarv millum Norðlýsið og Rás 2 Hósdagin kl. 17.00 Sunnukvøldið kl. 20.00 Hóskvøldið kl. 19.00 Leygarkvøldið kl. 20.00 Laksaprísurin sum var í botni seinast í januar, er nú á veg upp eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard Í viku fýra seinast í januar var laksaprísurin sera lágur, men hann er uppgangandi. Hetta er vanligt hesa tíðina, sigur Regin Jacobsen, Bakkafrost. – Tað er góð tíð nú, páskirnar nærkast og fólk eta nógvan laks til páskir og til jóla. Vit undrast ikki, at prísurin gongur upp nú. Tað ger hann vanliga hesa tíðina, sigur Regin Jacob- sen. Men prísurin á laksi er viðbrekin og tað skal ikki nógv til, so ávirkar tað keyparan psykologiskt. Tað velst um hvørji tekn verða send út. Í løtuni er tað móti at eta fisk og høsnarungar, tí illgrunin um neytaøði hevur fingi fólk at venda sær burtur frá neytakjøti. Hetta hevur góða ávirkan á laksaprísin. – Eg rokni tó ikki við, at prísurin fer heilt upp í loft. Skotar dumpaðu Herfyri sendu skotar stóran laks yvir sjey kilo á marknaðin fyri botnprís, men hetta hevur ikki ávirkað marknaðin so nógv, burtursæð frá at keyparar royna alt teir kunnu at trýsta niður við at nýta skotska prísin sum dømi. – Trupulleikin hjá skot- um er tann, at teir eiga ikki so stóra frystiorku og tí sendu teir stóran fisk á marknaðin, bara fyri at sleppa av við hann.. Vit frysta allan tann stóra fisk- in og selja hann frystan til Russlands og USA. Tí er ikki neyðugt hjá okkum at selja hann til ein hvønn prís, so at hann ikki spillist, sigur Regin Jacobsen á Bakkafrost. Útlitini fyri at góður prísur fæst fyri saltað rogn úr rognkelsi hjá íslendsku fiskivinnuni eru góð í ár og betri enn í fjør. Formaðurin fyri smábátaeigarunum í Íslandi, Orn Pálsson sigur, at lítð av rognum eru á goymslu, ein triðing minni enn í fjør. “So vítt vit vita um, so er nógv minni á heimsmarkn- aðinum av rognum nú. Leysliga mett, so eru einar 14.000 tunnur á markn- aðunum kring heimin móti 20.000 í fjør, sigur Orn Pálsson. Íslendingar salta rognini í tunnur og útflyta tey. Teir eru eisini farnir undir at virka rogn av rognkelsi til kaviar og hesin útflutningur er vaksandi. FISKIVINNUTÍÐINDI Tønsberg(NTB) Ein ukrainskur skipari, sum herfyri royndi at stýra skipi sínum frá Olso til Horten við eini promillu upp á 2,5 fekk 45 daga hefti í Horten Herredsrætti. Tað var losurin, sum legði merki til at skiparin hevði kenning. Skiparin var ikki alla tíðina á brúnni og hvørjaferð hann kom aftur var hann enn fyllri. Skiparin var 41 ára gamal og hann førdi eitt farmaskip upp á 1170 tons. Loðsurin visti at enda ikki onnur ráð enn at melda skiparan, stendur á inter- netsíðuni Interseafood.NO 45 daga varðhald fyri at sigla fullur Bjørt útlit fyri rognkelsarognum Útgerðarhavnin kemur ikki át ávirka alingina meira enn onnur vinna, eitt nú flakavirki, men sjálvandi kann nógv oljuvirksemi eisini taka arbeiðsfólk frá okkum, sigur Hans Jacobsen, frá Bakka- frost, sum er ein av okkara royndastu alarum. Jústinus Leivsson Eidesgaard Frá í gjar at rokna, so var ein nýggjum dámur yvir Runavíkini. Frá einum degi til annan varð avgjørt at fyrstu arbeiðsplássini til eina nýggja oljuvinnu fara at liggja í Runavík, tá verð- ur hugsað um beinleiðis vinnu og ikki starvsfólk hjá oljufeløgum í høvuðsstað- num. Alarar á Skálafjørðinum stúra ikki fyri eini komandi oljuhavn. Hon fer neyvan at ávirka umhvørvi meria enn onnur vinna við fjørðin, eitt nú flakavirkini. – Tað er ógvuliga lítil alivinna á Skálafjørðinum í løtuni. Fjørðurin varð lagdur brag fyri nøkrum árum síðan og vit hava bert nøkur síl gangandi, tað er alt, sigur Hans Jacobsen, frá Bakkafrost. – Okkara fiskur gongur á Lambavík og har verður ongin oljuvinna, sigur Hans Jacobsen. – Nakað annað er, at verður ein verulig olju- vinna í Føroyum, so krevur hendan nógv ungt útbúgvið fólk, og tað kann so aftur koma at ganga útyvir ali- vinnuna, sum eisini hevur tørv á ungum fólki, sigur Hans Jacobsen. – Vit rokna í hvussu er ikki við, at útgerðarhavnin fer at taka fólk frá okkum, so tað merkist, sigur hann. Hans Jacobsen greiðir frá, at í Noreg var eitt ávíst árin á vinnulívið framman- undan, tá oljuvinna kom til landið, men at alt allíkavæl lagaði seg eftir hvørjum øðrum Broytta alivinnan neyðug Hans Jacobsen, vanliga nevndur Hans á Bakka var við longu frá byrjan, tá føroyingar fóru at ala á sjónum. Hann sigur, at stóru broytingarnar í ali- vinnuni seinastu árini hava verið neyðugar. – Ongin klárar seg í dag bara við nøkrum ringum á sjónum. Tað er neyðugt at hava størri eindir við nógvum liðum, fyri at fáa raksturin at bera seg. Hevur tú ikki hesi lið, so eru so nógv sum skulu hava burtur av og onki verður eftir til alaran. Smábrúkarin hevur ongan møguleika longur, sigur Hans á Bakka. Hann roknar við, at gongdin í føroysku alivinn- uni í framtíðini verður, at vit fara at síggja nøkur góðskingarvirki afturat. Her er talan um stórar íløgur, so tað verður ikki hvør alari, sum hevur egið góðskingarvirki. Men meira fiskur verður góðsk- aður á landi og hetta skuldi givið meiri arbeiði og meira skuldi ligið eftir í landinum av peningi. Alarar stúra ikki fyri útgerðarhavnini Laksaprísurin hækkar Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost Leygardagin 17. februar kl. 14.3O ’ h¿llini ‡ H‡lsi Flogb—ltsamband F¿roya Kvinnur: Mj¿lnir-Dr‡ttur Menn: Mj¿lnir-êF STEYPAFINALUR ê FLOGBîLTI