hósdagur 22. februar 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2007
tíðindi
Av øllum heimsins
íbúgvum eru før
oyingar teir, sum
skikka sær best.
Onga aðrastaðni í
heiminum sita so
fá fongslað sum í
Føroyum. Fyri hvørji
100.000 fólk sita
15 føroyingar inni
dagliga, og hetta er
nógv minni enn nakra
aðrastaðni
FONGSUL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hesi tøl framganga í eini
kanning,
International
Centre for Prison Studies í
King’s College í London
hevur gjørt. Í kanningini
luttóku
214
sjálvstøðug
lond og ósjálvstøðug øki,
har í millum Føroyar.
Hetta er sjeynda ferðin
kanningin verður gjørd, og
eftir hvørja kanning verður
eitt yvirlit almannakunn
gjørt, ein listi, sum verður
róptur World Prison Popu
lation List.
Sjeynda
útgávan
av
World Prison Population
List, sum kom út fyri kort
um, fevnir um tíðarskeiðið
millum tíðliga í 2004 og til
oktober 2006. Í hesum
tíðarskeiði eru umsitingin
hjá teim ymsu fongslunum
spurd eftir, hvussu tað sær
út hjá teimum í mun til
talið av innsettum fangum.
Tað eru hesi tøl, sum nú
verða almannakunngjørd,
og tað er her tað verður
staðfest, at fyri hvønn
íbúgva er tað ongastaðni í
heiminum, at tað sita so fá
fólk fongslað sum í Før
oyum.
Bert sjey fólk
um dagin
Sambært
World
Prison
Population List sita dagliga
í miðal 15 føroyingar inni
fyri hvørji 100.000 fólk.
Hetta grunda teir á, at tá
teir í 4. oktober 2005
spurdu eftir í Føroyum,
hvussu nógv sóta inni dag
liga í miðal, var svarið 7
fólk.
Samstundis
varð
upplýst, at tað búðu 47.000
fólk í Føroyum tá.
Hetta tal er nógv minni
enn hjá nøkrum øðrum
landi á listanum. Føroyar
liggja langt aftast, men fyri
einaferð skyld er tað flott
at liggja aftast. Føroyar
liggja eisini langt aftri á
listanum, tá tað kemur til
PISA-úrslit og styrkilistan
hjá FIFA, men tað er
vanliga ikki nakað, vit eru
errin av.
Londini, ið liggja næst
okkum á listanum, eru
Nauru og Burkina Faso.
Har sita dagliga 23 fongsl
aði í miðal um árið. Onnur
lond, sum liggja aftarlaga
eru Liechthenstein, Sierra
Leone og Mali.
USA fremst
Ísland er næsta grannaland
okkara á listanum. Har sita
í miðal 40 fólk inni dagliga
fyri hvørji 100.00. Í Noreg
er talið 66, Danmark 77 og
Svøríki 82.
Ikki óvæntað liggur USA
fremst á listanum. Langt
fremst. Har sita dagliga
737 fangar fyri hvørji
100.000 fólk. Næst fremst
er Russland, har í miðal
615 fólk sita inni um dagin
fyri hvørji 100.000.
Føroyingar skikkiligast í heiminum
Her síggja vit støðurnar hjá nøkrum tilvildarligum londum.
Talið, sum stendur aftanfyri londini, er talið av fangum fyri
hvønn 100.000 íbúgva.
World Prison Population List
1.
USA,
737
2.
Russland, 615
8.
Palau,
478
25. Kasakstan, 340
56. Grønland, 199
85. Ongland, 134
128. Italia,
104
152. Svøríki,
82
157. Danmark, 77
159. Finnland, 75
169. Noreg,
66
197. Ísland,
40
214. Føroyar,
15
Arbeiðsmarknaðurin gjørt gott arbeiði
Í einum lítlum sam
felag hevur tú altíð
kjans at fóta tær aftur,
sigur Karin Kjølbro,
leiðari á Kriminalfor
sorgini. Hon metir at
føroyski arbeiðsmark
naðurin eigur stóra
æru av, at talið ikki er
hægri
FONGSUL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Leiðarin á Kriminalfor
sorgini,
Karin
Kjølbro,
heldur tað vera áhugavert,
at Føroyar eru tað landið í
heiminum, sum hevur fækst
fangar sitandi inni per
íbúgva.
Hon staðfestir, at lítla
samfelagið vit liva í og
sosiala eftirlitið eru tvær
avgerandi orsøkir til hetta.
Karin Kjølbro hevur eis
ini hug at draga fram aðrar
orsøkir, til lága talið.
– Kriminologiskt sæð er
tað áhugavert hjá okkum,
at av teimum, sum fáa
treytaðan dóm ella eru
royndarleyslatin, møta vit
bara millum seks og átta
prosentum aftur. Tað merk
ir, at av teimum áður
revsaðu, eru tað ógvuliga
fá, sum fremja nýggjan
kriminalitet.
– Tað er ógvuliga lítið í
mun til aðrastaðni, stað
festir Karin Kjølbro.
Altíð kjans at fóta tær
Bæði Bent Jacob Hansen,
varðhaldsleiðari, og vara
fútin, Finn Ougaard, eru
samdir við Karini Kjølbro,
um týdningin av at vit liva
í einum so lítlum samfelag.
Karin Kjølbro sigur eisini,
at í einum lítlum samfelag
hevur tú altíð ein kjans at
fóta tær aftur. Og fremsta
orsøkin til, at so mong av
teimum, ið hava framt
kriminalitet, finna fóta
festið aftur, er, sambært
Karin Kjølbro, føroyski
arbeiðsmarknaðurin.
– Føroyski arbeiðsmark
naðurin hevur gjørt eitt
stórt arbeiði her. Fyrr vóru
tað serliga skipini, har hálv
kriminellir dreingir vórðu
sendir avstað við, og komu
aftur sum raskir menn.
– Her er tað eitt undantak,
at fólk undir Kriminal
forsorgini ikki hava eitt
arbeiði. Aðrastaðni er tað
regulin, sigur Karin Kjøl
bro, sum heldur at arbeiðs
marknaðurin hevur gjørt
eitt megnar arbeiði her.
Í mun til fólkatalið, er tað ongastaðni í heiminum so fá fólk handan rimar sum í Føroyum.
Eyðun og Terji á Skarv
Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara Eyðun og Terji á
pallin á Skarv í Keypmannahavn.
Á skránni vera kendu sangirnir, sum teir hava spælt í
bólkum sum Moirae, Føstufressum, Frændum, sum ein
staklingar og saman á fløguni Eyðun & Terji. Á Skarvi
siga tey, at tá Eyðun og Terji vitjaðu í fjør, var met sett við
áskoðaratali. Ofta er plásstrot leygarkvøld á Skarv. Skarv
fer framyvir at húsa livandi tónleik fríggjakvøldið. Fríggja
kvøldini koma fleiri pør og vaksin fólk, sum eisini fara
eitt sindur fyrr í býin. Tónleikurin á Skarv byrjar um
midnátt bæði kvøldini. Meira á www.skarv.info.
Høgni og Finnur í Århus
Leygardagin spæla Høgni Reistrup og Finnur Jensen fyri
útisetum í Århus. Leygarkvøldið verður árliga Grýlu
veitslan í Áarstovu í Århus. Tá verður livandi tónleikur á
skránni við Høgna Reistrup og Finni Jensen. Hýrurin
plagar at vera góðir, tá báðir havnarmenninir trubadurast
í húsinum hjá Føroyingafelagnum, sum liggur mitt í
Århus. Føroyafelagið hevur eisini aðalfund leygarkvøldið,
men tað er fyrr um dagin.
Meir um grýluveitsluna og aðalfundin stendur at lesa á
www.aarstova.dk.