hósdagur 22. februar 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2007
- vit vita
NOT TO LATE
NORAH JONES
169,-
SOME ENCHANTED EVENING
ART GARFUNKEL
169,-
GREATEST LOVE SONGS
ABSOLUT
169,-
TALLADEGA NIGHTS
19995
THE GUARDIAN
19995
WORLD TRADE CENTER
19995
35 35 35
Sosiala eftirlitið er avgerandi
Bent Jacob Hansen,
leiðari í varðhaldi
num, sigur, at í dag er
talið nakað hægri,
enn tá kanningin varð
gjørd. – Tá kreppan
kom fall kriminalitet
urin. Tað er eitt ser
føroyskt fyribrigdi,
men nú er talið
hækka nakað og
komið í eina javna
legu, heldur hann
FONGSUL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Bent Jacob Hansen, varð
haldsleiðari, minnist væl,
tá kanningin hjá King’s
College í London varð
gjørd herfyri.
– Tað komu nakrir fyri
spurningar frá einum uni
versiteti, sum gjørdi eina
kanning. Har varð spurt
um miðaltøl og hvørt av
sínum, svarar Bent Jacob
Hansen, tá vit spyrja hann,
um hann kennir nakað til
tølini og kanningina, vit
leggja fram fyri honum.
Bent Jacobsen Hansen
starvast dagliga sum leiðari
í varðhaldinum. Hann hev
ur tí sínar metingar um,
hvussu tað ber til, at talið
av innsettum er so lágt í
Føroyum.
– Tá tey seint í 2005 hava
spurt
um
miðaltal
av
innsettum her, hava tey
fingið miðaltalið fyri 2004,
tí vit hava einki annað
miðaltal havt tá.
– Tá var kreppan yvir
staðin og talið av innsettum
byrjaði spakuliga at vaksa
aftur.
Tað er ikki av tilvild, at
Bent Jacob Hansen nevnir
kreppuna.
– Vit upplivdu nakað
serliga
føroyskt
undir
kreppuni, sum ikki er sætt
aðrastaðni. Hjá øllum øðr
um londum økist krimi
naliteturin í krepputíð, men
her upplivdu tað beint
øvugta, har kriminalitet
urin minkaði sum kreppan
kom, fortelur Bent Jacob
Thomsen.
Hann leggur beinanvegin
dent á, at minkandi krimi
naliteturin ikki komst av,
at øll tey, sum annars stóðu
fyri hesum, fluttu av landi
num, tá ringu tíðirnar tóku
við.
– Tað er enn soleiðis, at
vit koma hvørjum øðrum
við her í Føroyum. Vit hava
nøkur serstøk virðir, sum
vit virðismeta høgt, fortelur
Bent Jacob Hansen, og
sipar til felagskensluna,
sum er millum føroyingar.
– Eg havi viðgjørt og
kjakast um hetta við mínar
donsku starvsfelagar, sum
halda, at hetta er heilt
serligt fyri Føroyar.
Nú 11,65
Bent Jacob Hansen greiðir
frá, at frá 2003 og frameftir
er
talið
vaksið
javnt,
soleiðis at dagliga miðal
talið fyri fólk, sum sótu í
inni í fjør var 11,65.
– Nú er talið komið upp
aftur á tað, sum var vanligt,
sigur Bent Jacob Thomsen,
sum heldur at miðaltalið er
komið í eina nøkulunda
fasta legu aftur, eftir fallið
í og eftir kreppuárini.
Sosialt eftirlit
Men um vit ganga út frá, at
tølini hjá hinum londunum
á listanum ikki er vaksin,
so høvdu Føroyar kortini
verið millum aftastu lond
ini á listanum, um miðal
talið 11,65 varð brúkt. Er
tað nøkur serlig orsøk til,
at talið er so lágt, ella
skikka vit okkum bara
betur í Føroyum?
– Tað er støddin á
samfelag okkara. Vit vita
øll hvør er hvør her. Tá
onkur kemur inn til okkum,
so sigur bara eftirnavnið
hvaðani tú ert og hvør
familjan er. Aðrastaðni eru
fólkini bert CPR-nummur
fyri hvørjum øðrum, heldur
Bent Jacob Thomsen, leið
ari í varðhaldinum.
Fútin ikki bilsin
– Tað er gleðiligt, at
tað ikki eru so nógv,
sigur varafúti Finn
Ougaard, sum ikki er
bilsin av, at Føroyar
hava so fá fólk sitandi
inni
FONGSUL
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Finn Ougaard, varafúti,
samanber støðuna hjá Før
oyum í altjóða samfelag
num, við munin á krimi
nalitetinum í eini lítlari
bygd í Vesturjyllandi og
Keypmannahavn.
– Vit hava eitt lítið og
tætt samfelag. Hetta merkir
at vit hava eitt stórt sjálv
kontrol, sigur Finn Ou
gaard.
Varafútin kendi ikki til
tølini, áðrenn vit kunn
gjørdu tey fyri honum.
Kortini er hann ikki bilsin.
– Nei, tað eri eg ikki.
Hatta hongur væl saman,
sigur Finn Ougaard.
Hann metir at virðingin
fyri hvørjum øðrum er
avgerandi
fyri,
hvussu
støðan viðvíkjandi krimi
nalitetinum sær út. Somu
leiðis hevur hann hug at
nevna stóra fyribyrgjandi
arbeiði, sum verður gjørt.
– Fyribyrgjandi arbeiði
er øgiliga týdningarmikið,
og har verður eisini gjørt
eitt stórt arbeiði at kunna
eitt nú skúlanæmingar um
kriminalitet
og
hvørjar
avleiðingar tað hevur, sigur
varafúti Finn Ougaard.
Alfred og Karsten kunnu vænta broytingar
Sambandsflokkurin vil nú hava at nevndirnar hjá Løgtingum verða valdar av nýggjum.
Kaj Leo Johannesen, formaður Sambandsfloksins hevur í dag skrivað Løgtinginum bræv, har hann heitir á Løgtingið
um at samtykkja at velja tingnevndirnar av nýggjum.
Løgtingið skal so atkvøða um málið.
Kaj Leo Johannesen vísir á, at broytingar eru gjørdar í samgonguflokkuni síðani hon varð skipað og tí heldur hann
at tað er frægast at velja tingnevndingar av nýggjum.
Her sipar hann til, at Alfred Olsen er hevur boðað frá, at hann stuðlar ikki samgonguna longur.
Hinvegin fær hetta helst eisini avleiðingar fyri Karsten Hansen, sum er farin úr Tjóðveldisflokkinum, upp í
Miðflokkinum. Men hann umboðar framvegis Tjóðveldisflokkin í fíggjarnevndini og í Landsstýrismálanevndini
Á tingfundi í morgin árini fer Løgtingið at atkvøða um nevndirnar skulu veljast av nýggjum ella ikki.
• Meir enn 9,25 milliónir fólk sita fangar í fongslum
kring heimin.
• Nærum helmingurin av hesum eru í USA, Kina og
Russlandi
• 61% av øllum heimsins londum liggja undir 150
fangar í miðal per 100.000 íbúgva
Fakta
World Prison Population List, seventh edition - Roy
Walmsley, International Center for Prison Studies, King's
College, London.
www.prisonstudies.org
Keldur