Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 38 - 22. februar 2007 tíðindi Ætlanin um at hækka prísin á byggilendi, stendur fyri skotum. Men ikki øll eru samd í, at trupulleikin er so stórur Byggilendi Áki Bertholdsen aki@sosialurin – Hetta verður steinur oman á byrðu, sum skulu byggja sær hús. Ætlanin hjá Búnaðar­stov­ uni um at hækka prísin á byggi­lendi og sum vit hava umrøtt í Sosialinum í vikuni, stóð fyri skotum í Løgtinginum í gjár. Men tað eru ikki allir ting­ limir, sum eru samdur í, at trupulleikin er so stórur. Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum vísti á, at verður ætlanin hjá Bún­að­ arstovuni sett í verk, fer tað at gera tað munandi tyngri hjá teimum, sum vilja seta føtur undir egið borð og hann helt ikki, at hetta var ser­liga familjuvinarligur politikkur. Tì vildi hann hava at vita um Bjarni Djurholm tekur undir við hesum. Landsstýrismaðurin í vinnu­málum sigur, at tað er Búnaðarstovan, sum ásetir prísin eftir eini samlaðari meting um, hvar lendið er og, hvussu tað er. – Men prísurin má ikki verða ein forðing fyri menn­ ing í eini kommunu og hann má ikki forða fyri at fólki at seta búgv. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at endamálið við lógini um landsjørð er ikki at føra familjuvinarligan politikk. Ung húski fíggja landbúnaðin Hetta fekk fleiri tinglimir at taka orðið. Jógvan við Keldu helt, at tað er ómetaliga umráðandi at jørðin er so bílig sum gjørlig, tí prísurin á al­mennari jørð veðrur ofta brúkt sum barometur fyri, hvat ognarjørð skal kosta. Gerhard Lognberg helt ikki, at landið eigur at ganga undan at hækka prísirnar, tí so fara tey privatu at fylgja eftir. Ein annar javnaðarmaður, Andreas Petersen, helt, at tað kann ikki vera rætt, at grundstykkjaprísirnir kring landið skal tvífaldast. Tað kann heldur ikki vera rætt, at tey ungu, sum byggja hús, skulu vera tey, sum fíggja landbúnaðin. Hann sipar til, at tá ið almenn jørð verður keypt til grund­stykki, fer peningurin í Bún­­aðargrunnin, sum rind­­ar peningin aftur til land­bún­aðin. – Men har mugu aðrar loysnir finnast fyri at fíggja landbúnaðin helt Andreas Petersen. John Johannessen vísti á, at tað er ivaleysa trupult sum er at útvega sær grundstykki og hann heitti beinleiðis á landsstýrismannin um at bera so í bandi at prísirnir ikki hækka. Sæst ikki aftur Heðin Zachariasen var ikki samdur. Hann var sannførdur um, at tað fer ikki at síggjast aftur í útsykkingunum sum er, at prísurin á jørð hækk­ ar. Alfred Olsen vísti á, at tað er ikki rætt at hækka prísin so nógv í einum, sum talan her er um. Hann segði, at tað hevur ikki verið torført at fáa lendið frá Búnaðarstovuni at byggja á. – Men í seinastuni hev­ur Búnaðarstovan verið aftur­ haldandi at lata byggilendi frá sær, tí at ivi hevur tikið seg upp um príshækkingar. Jørgen Niclasen mælti til var­semi, tá ið hugsað verð­ ur um at hækka prís­in á almennari jørð, tí prís­­gongd­ in á privatari jørð fylgir prís­ gongdini á almennari jørð. Hann helt eisini, at prísurin á jørð kring landið eigur at avspegla eftirpurningin og at munurin eigur at vera hareftir. Kaj Leo Johannesen helt, at 50 krónur fyri ein fermetur av jørð er væl sloppið, tí tað er ein láturligur prísur. Og áðrenn hann tók støðu, vildi hann hava eitt nógv betri yvirlit yvir, hvat hann gav burtur. Eisini hann vildi stuðla ungum húskjum at seta búgv, men hann ivaðist í um hetta var rætti mátin. Óli Breckmann helt, at tað er ein veldugur munur á, at ein kommuna keypir jørð fyri 50 krónur fermeturin, men selur tað byggibúgvið aftur til eitt húski, sum skal seta búgv, fyri 2000-3000 krónur fermeturin. Tí helt hann ikki, at prís­ urin á jørð er nakar trupul­ leiki. Karsten Hansen vísti á, at stóri trupulleikin er, hvat tað kostar at gera eitt stykki byggibúgvi. Prísurin á sjálvari landsjørðini er ikki tann stóri trupulleikin. Hann mælti heldur til, at spurningurin varð tikin upp um tað, at fólk høvdu keypt almenna jørð fyri lítið og lætt, men seldi hana aftur fyri fleiri túsund krónur fermeturin. Almenna ognartaka jørð Tórbjørn Jacobsen er samd­ur við teimum, sum halda, at hetta er ikki tann størsti trupulleikin. Hann vísti kortini á, at prísurin á grundstykkjum í Havn er so høgur, at nógv hava ongan møguleika at seta búgv í høvuðsstaðnum. Tí mælti hann til, at Løg­ tingið tók eitt orðaskiftið um, hvussu prísurin á grund­ stykkjum kann fáast niður á eitt vanligt støði, sum hann tók til. – Skjótasti máti at gera tað, er, at tað almenna ognar­ tekur alla jørð og so leigar jørð út til grundstykki. Hann vísti á, at hetta verður gjørt í nógvum londum. Ein vanlukka Kári P. Højgaard átalaði, at summir tingmenn høvdu havt hug at undirmeta trup­ ul­leikan. – Veruleikin er, at hetta er ein vanlukka fyri nógvar kommunur, tí tær skulu nøkta tørvin á grundstykkjum, samstundis sum tær hava allar aðrar uppgávur. Hann er varaborgarstjóri í Runavík og har klárar komm­ unan ikki at útvega meiri enn eini 30 grundstykki um árið, hóast 150 fólk standa á bíðilista. Hann mælti heldur til, at kommunan fekk rætt til tað lendið, sum var í byggiøki hjá kommununi, men at grund­stykkini ikki vórðu gold­in Búnaðarstovuni, fyrr­ enn tey vóru seld. – Tað er ongin orsøk til at noyðast at betala grund­ stykkini beinanvegin. Hetta kundi ført við sær, at kommunurnar kundu nøkta tørvin á grundstykkjum alt fyri eitt. Bjarni Djurholm helt, at tað var neyðugt at gera sær greitt, at hetta dýrkar eitt grundstykki einar 25.000 krónur og tað hevur ongan týdning yvirhøvur, tá ið hús skal byggjast fyri langt yvir eina millión. Tað eru byggi­ búgvingin og sjálvt húsið, sum gera allan munin. – Vit mugu ansa eftir, at vit ikki geva Búnaðarstovuni skyldina fyri, at húsini eru so dýr. Hann helt somuleiðis, at landið kann ikki lata almenna jørð fyri onki, legði hann afturat. Tinglimir koyrdu á landsstýrismannin í fiskivnnumálum tí hann ikki vil lata skip sleppa at fiska háv burturav Fiskiskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum vil framvegis ikki lata skip sleppa at fiska háv burturav. Og tað eru tinglimir úr sam­gonguni ikki serliga væl foreintir við. Í løgtinginum í gjár vildi Jørgen Niclasen hava at vita, hvussu tað ber til, at Bjørn Kalsø framvegis noktar skip­um at fiska háv, tá ið stovnurin annars ikki verður troyttur. Sjálvur helt hann, at hetta var løgið, tí áhugi er fyri at fiska háv burturav. Hann helt ikki, at gamla forkláringin kann brúkast um, at línuskipini hava loyvi at fiska háv tí ongin av teimum brúka hendam møgu­leikan. – Hávur kann verða ein veruligur møguleiki hjá nøkrum, sum hava áræði at troyta nýggjar møguleikar, heldur enn at lata tað liggja ófiskað. Bjørn Kalsø segði, at hesi seinastu 10 árini eru til­samans 3500 tons av hávi fiskað undir Føroyum og tey eru avreidd fyri 37 milliónir tilsamans. Harafturat er livur avreidd fyri 10-12 milliónir afturat. Hann var kortini ikki við upp á, at hann noktaði skipum at fiska háv, tí hann verður jú fiskaður. Hinvegin hava fiskifrøðingar víst á, at hann tolir ógvuliga lítla roynd og teir, sum fiska, mugu flyta alla tíðina. Skal tað bera til, skal skipið vera stórt. - Tí havi eg hildið aftur at lata fleiri stór skip sleppa inn á grunnarnar, tí eitt slíkt skip skal ivaleyst eisini hava rætt at fiska onnur fiskasløg. Hann vísti sostatt á, at umsóknir frá skipum, sum ikki hava fiskiloyvi framm­ anundan, men sum bara søkja um hálvaloyvi, verða ikki gingnar á møti. – Hetta er tí at skip, sum longu eru í flotanum hava loyvi at fiska háv og lemmatrolarar fiska eis­ini nakað av hávi sum hjá­veiði. – Enn hevur ongin fingið tað at bera til at liva av háva­ fiskiskapi einsamøllum, tí teir hava altíð havt annan fiskiskap eisini. Hendrik Old helt, at tað var ein løgin áskoðan at hávurin, og onnur fiska­ sløg, partú skuldi hava frið og at hann hvørki má rør­ast ella fornermast, sum hann tók til. Bæði hann og floks­ felagin,Gerhard Logn­berg hildu tað vera løgið, at skip, sum bjóðaðu sær at skifta línuloyvið út við eitt háva­ loyvi, tí so minkaði trýsti á botnfiskin tað sindri. Tjóðveldismenninir Høgni Hoydal og Tórbjørn Jacobsen vísti á, at uppskotið hjá flokkinum um eina til­ feingisbúð hevði loyst trup­ul­ leikan, tí hon hevði tryggjað eina burðardygga veiði, tí tá verða øll fiskirættindi boðin út við jøvnum millumbili. Eisini Kári P. Højgaard vísti á, at tað er nógvur fisk­ ur á djúpum vatni, sum ikki verður gagnnýtt og hann meinti, at landsstýrismaðurin hevði skyldu at tryggja, at fiskiríkidømið verður gagn­ nýtt sum frægast. Bjørn Kalsø fær ákoyringar Steinur omaná byrðu hjá teimum sum byggja sær hús – Tað er stór ósemja í Løgtinginum um, hvussu nógv eitt grundstykki eigur at kosta. Nógvir tingmenn átala, at tað nú er í umbúna um at hækka prísin á lendi. Aðrir politikarar halda, at hetta er ikki trupulleikin