Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 38 - 22. februar 2007 Nýggjan bil Bjargingarfelagið í syðru helvt í Suðuroy hevur fingið nýggjan bil til sítt virksemi. Bilurin, sum er seks ára gamal, er keyptur úr Klaksvík, har hann hevur verið sjúkrabilur. Í bilinum er millum annað útgerð til at klippa fólk úr bili í sambandi við ferðsluóhapp. Við keypinum sigur Suðuroyar syðra bjargingarfelag tríggjar bilar, ein Mitubishi, ein gamlan Volvo og so tann nýggja bussin, sum er av slagnum VW, skrivar Suðurrás. Nei til hvalaveiði Danska deildin av altjóða djóraverndarfelagsskapinum World Society for the Protection of Animals og danski felagsskapurin Dyrenes Venner hava í felag stovnaðheimasí_ una redhvaler.nu. Á heimasíðuri stendur stendur millum annað, at tað hevði verið ein vanlukka, um handilslig hvalaveiða verður loyvd aftur – ikki bara fyri hvalastovnarnar, men eisini fyri fólk, sum lutvíst liva av hvalaveiði so sum grønlendingar. Eivør aftur á Roskilde Festivalin Størsti danski tón­ leika­festival­urin, tann í Roskilde leggur aftur í ár pall til føroysku Eivør Pálsdóttir tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Aftur í ár verður Eivør eitt av nøvnunum á Roskilde Festivalinum, hetta skrivar Dimma­ lætting í gjárkvøldið. Hetta er triðju ferð at Eivør luttekur á festivalinum, ið hon eisini vitjaði í fjør. Tá hevði Eivør eina sera inniliga framførslu á Lounge pallinum. Festivalurin skrivaði um hesa framførslu: »Eivør, du kan lige så godt lære navnet med det samme. Eivør leverede én af de smukkeste koncerter på årets Roskilde Festival mindste scene, Lounge«. Dimmalætting veit eisini, at siga at Eivør í gjár fór til Memphis at spæla 3 konsertir. Eis­ini ætlar hon at spæla sangin Love Me Tender hjá fyrrverandi Memphis-búgvanum, Elvis inn, meðan hon er har. Ætlanin er at geva sangin út á heima­ síðuni hjá Eivør. Sum Planet.fo avdúk­ aði í fjør, so arbeiðir Eivør við eini komandi fløguútgávu, ið vænt­ andi kemur út í summ­ ar. Fløgan verður gjørd í samstarvið við írska framleiðaran Donald Lunny, ið m.a. hevur framleitt U2. Dimma­ lætting veit at siga, at arbeiðið í Írlandi saman við Lunny framvegis gongur væl, og at Eivør í næstum skal spæla 3 konsertir í Dublin í The National Concert Hall. Málið um hendingina, tá ið Atlantic Navi­ gator fór á land á Kunoyarnesi mána­ kvøldið, var fyri í sjórættinum í morg­ un. Teir, sum sótu undir liðini á Birgit Bjerring Andersen, sum í slíkum máli verður rópt rets­ assesor, vóru sjó­ rættarlimirnir, Jógvan Nybo og Jákup Muller Sjórættur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skipari á Atlantic Naviga­ tor hendan túrin var Brand­ ur Nólsoy, og tað var hann, sum var fyrstur í stólinum í sjórættinum í morgun. Sakførari hansara, Óla Jákup Christoffersen, var maðurin, ið setti flestu spurningarnar undir sjó­ frágreiðingini. Birgit Bjerring Andersen setti nakrar spurningar, og tað gjørdu sjórættarlimirnir eisini. Hesir spurningar vórðu settir meira fyri at lýsa hendingina út í æsir. Tað var ein róligur Brandur Nólsoy, sum sat í stólinum í morgun. Á øllum brøgdum skiltist, at hann og manning hansara høvdu gjørt sítt besta fyri at umgangast tað, sum kortini hendi, tá ið tey 120 fólkini mánakvøldið vóru á veg til lands við fullum skipi eftir roynd í minni enn 20 dagar. Brandur greiddi frá, at hann hevur siglt fyri JFK síðan ár 2000, og síðan 2003 hevur hann verið fastur skipari, fyrst umborð á Nærabergi og síðan í desember 2005 umborð á Atlantic Navigator. Hann tók skips­førara­ prógv í 1993 og hevur øll árini síðan verið sjómaður. Við fullum skipi – Vit loystu í Ánunum um kvøldið, 31. januar og løgdu leiðina suður á leiðirnar vestanfyri Írland. Tað tekur eini tvey samdøgur at sigla. Vit høvdu góðan fiskiskap og eftir minni enn 20 døg­ um var skipið full­fermt. Birgit Bjerring Andersen spurdi, um hann legði til merkis, at alt ikki virkaði, sum tað skuldi, meðan tey vóru til fiskiskap. Hon spurdi, um tað var nøkur »unormal manøvre«, sum hon tók til. – Tað eru altíð onkrir smá­ vegis trupulleikar og okk­ urt, sum skal gerast á einum slíkum túri. Maskinaríið er stórt, og tað er verksmiðjan eisini. Men vit høvdu ongar trupulleikar, sum mintu um teir, vit rendu okkum í, tá ið vit komu í Leirvíksfjørð. Skiparin segði, at 17. februar var seinasti dagur, tey fiskaðu á hesum túr­in­ um, og síðan bar leiðin heimaftur. Um kvøldið 19. februar hendi so tað, sum var orsøkin til sjófrágreiðingina í morgun. – Vit sigldu norður eystanf­yri Suðuroynna, og tá ið vit nærkaðust, sigldu vit millum Borðoyarnes og Mjóvanes og síðan norður í Leirvíksfjørð. Veðrið var hampiligt, umleið 10-12 m/ sek. Ættin var eystaneftir, og hann segði meira vind. Brandur segði, at hann sigldi við nógvari ferð norðureftir, og tað rak hart í Leirvíksfirði. Ferðin lá um 17 míl um tíman. – Vit vóru heldur seinir á tí, og hann segði veksandi vind. Vit høvdu eisini lovað at verið inni í 22-tíðina. Skiparin legði tó aftrat, at tað er vanligt at sigla við síkari ferð, og hann hugsaði eisini um, at skipið kundi sleppa avstað aftur sum skjótast, nú fiskiskapurin hevði verið so góður. Varnaðust óráð – Sum vit komu norður­eftir, minkaðu vit um ferðina, og tá ið vit komu norður ímóti Hagaleitið, har brennistøðin hjá IRF er, var ferðin einar 8-9 míl. Brandur segði, at vanligt er, at tveir mans eru á brúnni, tá ið skipið nærkast landi, og tí purraði hann ein mann út. – Fyri at tryggja sær, at alt er í lagi, plaga vit at royna útbúnaðin á brúnni, áðrenn vit koma alt ov nær. Soleiðis plaga vit at royna umstýringina fyri at tryggja okkum, at skúvan snarar og skipið kann bakka. Men longu tá varnaðist skip­arin á Atlantic Navi­ga­ tor, at alt ikki var, sum tað átti. Hann fekk ikki handtakið til speedaran og um­stýr­ing­ ina heilt niður á null, sum hann tók til. – Handtakið mátar í prosent­um, men vildi illa heilt niður. Spakuliga kom tað tó heilt niður á null. Hesa løtu hevði skipið onga ferð. – Eg rópti niður í maskin­ rúmið og segði, at vit høvdu trupulleikar, men har dugdu teir ikki at síggja, at nakað var galið. Vit hava tvær slíkar skipanir umborð, men heldur ikki hin skip­ anin virkaði. Í maskin­rúm­ inum bóðu teir nú um at fáa »kommandoina« niður, men tað loysti heldur ikki trupulleikarnar. Atlantic Navigator lá nú bara og dreiv móti landi við ongari skrúvu. – Eg sá, at hetta fór ikki at ganga og gav boð um at koyra ankarið út, men tað gekk ikki í fyrstu syfti. Knappliga fór alt el umborð á skipinum, sum lá í myrkri eitt bil. – Vit høvdu nú black-out. Høvuðsróðrið virkaði ikki, ei heldur neyðróðrið, og vit fingu ikki ankarið út, legði Brandur aftrat. Streymurin var bara burtur eitt lítið bil. Einki virkaði – Eg leyp fram enn einaferð fyri at royna at fáa ankarið út, og hesaferð eydnaðist tað, men nú byrjaði skipið eisini knappliga at sigla aftur. Brandur helt, at hann kanska var burtur av brúnni í umleið ein minutt. – Skipið fekk nú fulla ferð og stevndi beint ímóti Kunoyarnesi. Eg royndi at taka ferðina av, men einki virkaði, hvørki róður ella eykaróður. Tí bað eg um, at motorarnir vórðu sløktir. Men tá var einki at gera, tí stoyturin kundi ikki umgangast. Skiparin segði, at síðu­ skrúv­urnar gera lítlan og ongan mun, tá ið skipið siglir við fullari ferð og í hesi løtu, nú alt bendi á, at skipið kortini fór at stoyta, helt hann, at best mundi vera, um skipið stoytti við gronini fyri. – Tá ið ikki bar til at umgangast stoytin, royndi eg at gera tað, eg kundi fyri at minka um skaðan, sum skipið fór at fáa. Brandur helt, at ankarið, sum var úti, gjørdi størri skaða enn gagn. – Tað var kanska gott, at ankarið ikki bleiv fast, tá ið vit vóru komin heilt inn móti landi, tí tá kundi skipið komið at ligið tvørt fyri landi, og so hevði skaðin iva­leyst verið uppaftur størri. Longu, tá ið skiparin varnaðist, at alt ikki ruggaði rætt, sendi hann boð eftir sleipibátinum Ziska, sum longu var komin út til skip­ ið, tá ið tað fór á land. Av skipum – Veðrið var gott, og tað gekk væl at fáa fólkið av skipinum. Øll vóru komin í yvirlivilsisdraktirnar og vóru farin niður á dekkið, har neyðútgongd er. Brandur segði, at í fyrsta umfari fóru tilsamans 89 fólk av skipinum. – Nú vóru onnur skip og bátar komin til hjálpar, og Ziska kundi tí flyta fólkini umborð á onnur skip, eitt nú línubátin, Ågot. Brandur Nólsoy segði, at tað gekk ógvuliga væl at fáa manningina av Atlantic Navigator. Í sjórættinum í morgun vórðu eisini aðrar av­hoyr­ ing­ar í sambandi við hend­ ing­ina, men tá ið Sosialurin hevði evstamark fyri blað­ gerðini stutt fyri middag, eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa allar frá­greið­ ingarnar við í blaðið. Alt gekk galið