hósdagur 22. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 38 - 22. februar 2007
tíðindi
Hvannasunds
kommuna hevur nú
fingið veganøvn og
húsanummur.
Av hesi orsøk er eisini
staðfest, at í Múla eru
fýra hús, sum í dag
hava hvør sítt
húsanummar
Bygdir
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Múli: Ikki óvæntað verður
tann átta kilometrar langi
vegurin úr Norðdepli og
norður til Múla kallaður
Múlavegur.
Líka so vist er tað, at
vegurin frá tunnilsmunnan
um, tvørtur um brúnna um
Hvannasund og inn móti
bygdini Hvannasund eitur
Hvannasundsvegur.
Umframt hesi nøvnini
eru fleiri onnur nøvn í
teimum fimm bygdunum í
kommununi,
nevniliga
Hvannasund,
Norðtoftir,
Depil, Norðdepil og Múli.
Frammanundan góðkenn
ingini av nøvnunum hevur
málið verið til viðgerð í
kommununi.
Mikudagin í farnu viku
komu so boðini um, at tey
vórðu góðkend og løgd út á
heimasíðuna hjá Matrikul
stovuni.
Oyðsla við numrum
Tað hevur gingið væl at fáa
tær ymisku kommunurnar
kring landið at fáa bæði
gøtunøvn og nummur til tey
einstøku húsini.
Frá myndugleikanna síðu
og frá Matrikulstovuni hev
ur verið gjørt eitt miðvíst
arbeiði at fáa hetta málið
loyst kring alt landið.
Høvuðsendamálið við at
hava allar hesar adressurnar
er, at tað skal vera bæði lætt
og skjótt at finna vegin
fram um hetta gjørdist
bráðneyðugt.
Her kann t.d. verða talan
um sjúkrabil, brandbil og
løgreglu, men eisini hjá
lækna,
hýruvognum
og
vanligum fólki.
– Høvuðsendamálið hev
ur sostatt ikki verið at varð
veita
gomul
staðanøvn.
Hetta kemur í aðru røð,
sigur Matrikulstovan.
Lagt verður tí aftrat, at ein
eigur at vera sparin við
veganøvnum, men at ein
eigur heldur at vera meiri
oyðslutur, tá talan er um
húsanumrini.
Vikuskiftið 9. til 12.
mars skipar Hotel
Ørkin í Reykjavík fyri
fjølbroyttari
ráðstevnu um vinnu
og samstarv.
Endamálið er at vísa á
teir møguleikarnar,
sum Íslands-
sáttmálin gevur
føroyingum
Samvinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Reykjavík: – Ber yvirhøv
ur til hjá føroyingum at fara
undir vinnuligt virksemi í
Íslandi?
Hetta er ein av mongum
spurningum, sum uttan iva
verður settur fleiri ferðir á
ráðstevnuni á føroyska sjó
mansheiminum í Reykja
vík.
Fólkini á Ørkini hava
nevniliga sett sær fyri at
vísa m.a. føroyingum á teir
møguleikarnar, sum finnast
í Íslandi.
Hetta verður gjørt við
fyrilestrum og framsýning
um og við vitjanum á hesi
ráðstevnuni, sum júst ber
heitið
»Møguleikar
í
Íslandi«.
Ætlanin er nevniliga at
vitja fyritøkur sum føroy
ingar eiga og reka í Reykja
vík. Og í hesum sambandi
slepst neyvan undan eini
vitjan í onkrari av fyritøk
unum, sum havnarmaðurin
Jákupi á Dul eigur í
Íslandi.
Stevnan byrjar fríggja
kvøldið 9. mars og endar
mánadagin 12. mars, tá
farið verður heimaftur við
Atlantsflogi.
Royndir og
møguleikar
Lagt er upp til eina sera
forvitnisliga skrá hesar dag
arnar, við einum rættiliga
stórum úrvali av evnum at
lýsa og vísa á møguleikarn
ar, sum hóast alt eru hjá
føroyingum í Íslandi.
Millum
tey
mongu
áhugaverdu
evnini
fer
stórur
dentur
at
verða
lagdur á at vísa á tær
royndirnar, sum føroyingar
longu hava gjørt sær her á tí
vinnuliga økinum.
Ein av fyrilestrararhald
arunum er vinnulívsmað
urin, Olaf Olsen, sum fer at
vísa á gongdar leiðir innan
íslendska fiskivinnu, eins
og ein amerikanskur løg
frøðingur fer at siga frá
sínum royndum í Íslandi.
Tað
sama
fara
ein
íslendskur byggifrøðingur,
ein handverkari og ein
tryggingarmaður at gera,
áðrenn fleiri føroyingar,
sum starvast í Íslandi fara
at geva góð ráð um, hvussu
ein ber seg at í hesum
landinum.
Oljan verður heldur ikki
gloymd við eitt slíkt høvi.
Ein íslendskur ráðgevi fer
nevniliga at vísa á møgu
leikarnar innan olju- og
gassvinnu.
Ferðavinnan er ein sjálv
sagdur partur av eini slíkari
ráðstevnu, og fara umboð
fyri Atlantsflog og Faroe
Travel at greiða frá ferða
møguleikum millum lond
ini og til londini bæði.
Leygarkvøldið
verður
skipað
fyri
føroyskari
gospelkonsert og sunnudag
in verður føroyskt møti á
Ørkini, har kendir føroying
ar syngja og tala.
Á ráðstevnuni verður eis
ini ein listaframsýning, sum
føroyski listamaðurin Oggi
Lamhauge og onnur skipa
fyri.
Skótar
hittast
til guds
tænastur
22. februar er dagurin,
tá skótar í Føroyum og
aðrastaðni kring allan
heimin hittast til guds
tænastur.
Hesin serstaki dag
urin
hjá
skótunum
verður eisini nevndur
Hugsunardagurin.
Á enskum máli verð
ur hann nevndur Think
ing Day ella World
Friendship Day. Og
tað kemur ikki av
ongum.
– Henda dagin hugsa
vit um skótavinir okk
ara kring allan heimin,
sigur Føroya Skótaráð.
Hesin felagsskapur
in umboðar skótarnar
hjá Frelsunarherinum,
skótarnar hjá KFUM,
skótarnar hjá KFUM
og Føroya Skótasam
band.
Ein slíkan dag hava
skótarnir eisini møgu
leika at senda øðrum
skótum – og øðrum
ikki-skótum
–
eitt
Hugsunardagskort við
eini skótaheilsan.
Í Føroyum verða har
aftrat skipaðar guds
tænastur í kvøld kl. 19
í fimm kirkjum - í
Havnar kirkju, Christi
anskirkjuni, Leirvíkar
kirkju,
Kollfjarðar
kirkju og í Skálavíkar
kirkju.
Hesar serstøku skóta
gudstænasturnar verða
hildnar til minnis um
stovnararnar av skóta
rørsluni,
hjúnini
Baden-Powell ið bæði
høvdu
føðingardag
henda dagin.
sb.
Fýra húsanummur í Múla
Fýra húsanummur eru á Múlavegnum í Múla - 1, 3 og 5 í høgru síðu, og nr. 2 í vinstru síðu
Nógvir møguleikar eru í Íslandi
Nógvir møguleikar eru fyri føroyingar Íslandi. Finna vit teir?!