hósdagur 22. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 38 - 22. februar 2007
Heiðrikur
á Heygum
ger fløgu
Heiðrikur á
Heygum hevur
serliga á myspace
gjørt vart við seg
seinastu árini við
sínum sera egna
tónleiki, bæði sum
einstaklingur og í
bólkinum High Hat
Tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nú er fyrsta fløgan hjá
23 ára gamla føroyska
elektroniska tónasmiðin
um og sangaranum á trapp
unum. Heiðrikur hevur
lagt tónleik av fløguni
á sína nýggju myspace
síðu, www.myspace.
com/heidrik, har ber til at
hoyra 4 løg av fløguni An
Invisible Gun, trý løg sum
liggja í ljóðfílum og eitt
sjónbandalag.
Talan er um elektronisk
an tónleik, ið Heiðrikur
sjálvur lýsur sum kom
pleksan, dansbaran og
nýhugsandi.
Fløgan er framledd av
elektronisku duoini High
Hat, Brynjolfi av Heygum
úr Side Effect og Heiðriki
sjálvum.
At døma eftir løgunum
er talan um, eitt tað mest
gjøgnumførda verkið inn
an elektroniskan tónleik,
síðan Maður:Glotti.
Teksturin dregur íblástur
frá dagdreymunum hjá
Heiðriki og hansara fru
steratiónir í isolatión í
Føroyum.
Christoffer Berg, ið
m.a. er kendur sum ljóð
blandari hjá The Knife,
hevur ljóðblandað fløg
una í Music-A-Matic upp
tøkuhølunum í Svøríiki.
Á fløguni eru 11 sangir.
Tað hevur ikki borið til
hjá okkum, at fáa enda
liga útgávudagin, men tað
skilst at fløgan er til reiðar
til útgávu. Inntil hon kem
ur út, ber til at uppliva tón
leikin á myspace síðuni.
So dýran tekur Lena
L. Mohr, blaðstjóri á
Kvinnu, til. Hon er
ikki í iva um, at nógv
umtalaða og útskeld
aða kvinnudagshaldið
hjá blaðnum er eitt
hart tiltrongt tiltak at
fáa bóltin á rull til at
betra um karmarnar
hjá føroysku kvinn
uni í samfelagnum
Kvinnudagur
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Blaðið Kvinna hevði ikki
meira enn kunngjørt, at
tey fóru at hava eina stóra
kvinnuráðstevnu á kvinnu
degnum, fyrr enn rama
skríggini byrjaðu. Tiltakið
er alt ov dýrt, tiltakið er ikki
fyri allar kvinnur, tiltakið
hevur onki við upprunan hjá
kvinnudegnum at gera, tiltakið
brúkar almennan pening til
kommersiel endamál. Ja,
nógvar vóru atfinningarnar,
men kvinnan aftanfyri tiltakið,
Lena L. Mohr blaðstjóri á
Kvinnu, tekur alt púrasta
róligt. Heldur er hon glað
fyri, at tiltakið hevur megnað
at seta korini hjá føroyskum
kvinnum í miðdepilin. Og
hon er ikki í iva um, at hetta
er rætt gongda leiðin.
– Vit vita øll, at tað finst
ongin verulig javnstøða her
í Føroyum, tí vit brúka bara
helmingin av okkara tilfeingi.
Menninir sita á øllum teimum
týdningarmiklu størvunum.
Eitt nú í landsins leiðslu,
har vit hava nærum ongar
kvinnur. Eitt nú eru vit sum
samfelag líka ússalig á hesum
øki, sum eitt so tilafturskomi
land sum Afghanistan, so
tað er hart tiltrongt at seta
kvinnukorini á breddan, sigur
Lena L. Mohr.
Skal bert ein kvinna til
Hóast tað ikki er lætt at broyta
kvinnukor, so vísur Lena á, at
kvinnur kenna kvinnuna best,
og at tað skal í veruleikanum
bara ein kvinna til at broyta
upp á støðuna.
– Tak eitt nú Ingeborg
Winther. So skjótt sum hon
kom upp í fakfelagspolitikk
bleiv støðan broytt munandi
til ta betra fyri konufólk. Hon
syrgdi millum annað beinan
vegin fyri, at tímaløntu kvinn
urnar fingu sama sáttmála
sum tímaløntu menninir.
Hetta vísur, at tað krevur bara
eina kvinnu til at betra um
korini hjá øllum kvinnum,
sigur Lena L. Mohr.
Í sama eygnabrái vísur
hon aftur, at kvinnutiltakið
hjá Kvinnu ikki er til allar
kvinnur.
– Nei, hetta tiltakið er
avgjørt til øll; eisini til
menn. Tað eru jú ikki bara
vit kvinnur, ið skulu fáa eina
hugburðsbroyting á hesum
øki. Tað skulu menninir
so sanniliga eisini. Og tað
er nakað tvætl, at hetta til
takið er alt ov dýrt. Hetta er
jú ein heildags ráðstevna,
har vit hava fingið fatur
í teimum allarbestu fyri
lestrahaldarunum úr øllum
Norðurlondum. Harafturat
fara vit at borðreiða við
leskiligum og lættum mat,
drykkivørum og góðum
undirhaldi. Atgongumerki
kann ikki gerast bíligari,
sigur Lena, og vísur á, at
tað eru avgjørt ikki bara tey
vælløntu í samfelagnum,
ið
longu
hava
ognað
sær
eitt
atgongumerki.
Siðvenjan
gongur ímóti
Mangan hevur verið at hoyrt,
at tað eru kvinnurnar sjálvar,
ið hava feilin av, at tær ikki
sita á ovastu rók, men her
er Lena óeinig. Heldur
vísur hon á, at orsøkin til,
at kvinnurnar eru so langt
aftanfyri, byrjar longu frá
barnsbeini av.
– Í skúlum læra vit okkara
børn, at tað eru menninir, ið
eru sterkir. Tað eru menninir,
ið duga alt, og tað eru menn
inir, ið avgera. Hvussu
skulu so gentubørnini blíva
tilvitaðar um, at tær saktans
kunnu verða við eisini, spyr
Lena L. Mohr undrandi.
Eisini vísur Lena á, at tað
søguliga altíð hevur verið
maðurin í Føroyum, ið hevur
verið upphevjaður. Kvinnuna
verður tosað minni um.
– Hvussu nógvir menn
eru ikki nevndir í ymsum før
oyskum verkum sum stórar
krígshetjur, miklir bóndur og
raskir fiskimenn? Hinuvegin
hvør hevur skrivað um kvinn
una, ið tók sær av øllum sjey
børnunum, tá ið maðurin
fiskaði? Ella einkjuna, ið fekk
húsarhaldið at mæla runt,
hóast hon nærum onki átti?
Til at seta meira fokus
á kvinnuna, hevur Kvinna
fingið Elisabeth Møller Jen
sen frá KVINFO at halda
ein fyrilestur um kvinnu
gransking á kvinnudegnum.
Børn ongin forðing
Tað er ofta soleiðis, at
kvinnur velja familjuna, og
tískil tað minnilønta starvið
fram um starvið í leiðsluni.
Lena heldur, at tað skulu
tær sjálvandi hava loyvi
til. Hinuvegin heldur hon,
at tað í dag eigur at verða
møguligt hjá einari kvinnu
at hava bæði børnini og
leiðarastarvið.
– Samfelagið hjá okkum
er soleiðis skrúva saman, at
um tú hevur valt at fingið
tær børn, so er tað ikki lætt
hjá tær sum kvinnu at fáa
leiðarastarvið at hanga saman
við børnunum. Hetta eigur
at verða møguligt, og hetta
fara vit at seta sjóneykuna
á á okkara kvinnudagshald,
sigur Lena.
Til at seta meira fokus á
arbeiðandi mammuna, hevur
Kvinna fingið Benju Stig
Fagerland, at halda fyrilestur.
Benja Stig Fagerlund, ið eigur
tvær døtur og harumframt
er upp á vegin í áttanda
mánað, veit, hvat hon prátar
um, tí hon hevur meira enn
trífaldað kvinnuumboðanina
í nevndunum í norskum
privatfyritøkum.
Megnar
kvinnudagshald
Hetta er fyrsta árið, at Kvinna
heldur eitt kvinnudagshald,
men hesi hald eru onki nýtt
her í Føroyum. Hvørt árið
hava ymsir kvinnufelagskapir
skipa fyri tílíkum tiltøkum,
og Lena heldur, at hóast hesi
kvinnutiltøk eru avbera góð,
so er tiltakið hjá Kvinnu ikki
eitt vanligt kvinnudagshald,
men ein stór ráðstevna.
– Teir ymsu kvinnufelags
skapirnir kring um Føroyar,
hava gjøgnum ár og dag
gjørt eitt frálíkt arbeiði fyri
kvinnurørsluna. Okkara til
tak byggir bara víðari upp
á, hvat hesar sterku grasrøt
urnar hava bygt upp gjøgnum
tíðirnar, sigur Lena Mohr.
Umframt Elisabeth Møller
Jensen og Benju Stig Fagerlund,
fer Eyðgunn Samuelsen frá
Demokratia, Brynhild Thom
sen journalistur, danski
journalisturin Trine Greg
orius og Lena sjálv at halda
fyrilestur. Eisini fer Jóannes
Eidesgaard løgmaður at seta
ráðstevnuna, og Lena og
Niclas fara at undirhalda við
tónleiki.
– Javnstøða
finst ikki í
Føroyum
Lena L. Mohr, blaðstjóri á Kvinnu, sigur, at tað
vantar javnstøða í Føroyum
Mynd: Jens Kr. Vang
Nýggjan bil
Bjargingarfelagið í syðru helvt í Suðuroy hevur fingið
nýggjan bil til sítt virksemi. Bilurin, sum er seks ára gamal,
er keyptur úr Klaksvík, har hann hevur verið sjúkrabilur. Í
bilinum er millum annað útgerð til at klippa fólk úr bili í
sambandi við ferðsluóhapp. Við keypinum sigur Suðuroyar
syðra bjargingarfelag tríggjar bilar, ein Mitubishi, ein
gamlan Volvo og so tann nýggja bussin, sum er av slagnum
VW, skrivar Suðurrás.
Nei til hvalaveiði
Danska deildin av altjóða djóraverndarfelagsskapinum
World Society for the Protection of Animals og danski
felagsskapurin Dyrenes Venner hava í felag stovnað
heimasíðuna redhvaler.nu. Á heimasíðurin stendur stendur
millum annað, at tað hevði verið ein vanlukka, um handilslig
hvalaveiða verður loyvd aftur - ikki bara fyri hvalastovnarnar,
men eisini fyri fólk, sum lutvíst liva av hvalaveiði so sum
grønlendingar.