hósdagur 22. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 38 - 22. februar 2007
Tá vit eru komin á gøtuna eru ávikavist ársins kvin
na, ársins máður og ársins kjakvirðisløn kunngjørd.
Nevndirnar, ið hava tikið avgerð um, hvørji, ið skulu
hava henda heiður, hava gjørt eitt gott arbeiði og
tær hava tikið setningin í størsta álvara. Vit halda,
at avgerðirnar eru góðar, og at allar til fulnnar lúka
reglurnar fyri teimum trimum heiðurslønunum.
Ársins kvinna, Ella Müller, hevur gjørt eitt megnar
arbeiði til tess at tryggja tey ungu móti at koma í
óføri um næturnar. Hon arbeiðir við Náttaravnunum
og hevur lagt sera nógva orku í hetta arbeiði. Tað er
gott og jaligt, at einstaklingar taka ábyrgd av okkara
ungu og eiga hesi fólk at verða bakkað upp av forel
drum, myndugkeikum og fjølmiðlum.
Ársins maður er Birgir Enni, og honum nýtist onga
nærri presentatión – allir føroyingar kenna hann.
Sum ungur var hann ítróttarhetja, svam um Suðuro
yarfjørð og undangongumaður innan kavarayrkið.
Sum tilkomin hevur hann lagt hjarta, orku og sál í sítt
arbeiði við Norðlýsinum. Hetta er ikki bert ein vinna,
men eitt støðugt og valla serstakliga vællønt arbeiði
at kunna føroyingar og útlendingar um okkara vøkru
náttúru. Tey, sum hava verið ein ógloymandi túr un
dir Hestoynni ella Nólsoynni við Birgiri, vera broytt
fyri lívið. Sum kokkur er hann úrmælingur,sum he
vur lært okkum at eta annað enn tosk, seið og hýsu
úr sjónum. Hartil er Birgir ein framúr sjarmerandi
og livandi maður, ið hugtekur øll, sum læra hann at
kenna. Eitt gott val.
Amnesty hevur í hálva øld virkað til frama fyri sam
vitskufangar víða hvar um knøttin. Amnesty hevur
stimbrað eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskifti
í samfelagnum og á tann hátt gjørtt sítt til at styrkja
fólkaræðið og framsøgufrælsið. Amnesty Interntation
al, Føroya Deild hevur sett fokus á stórar og týðandi
spurningar, serstakliga við atliti at grundleggjandi
altjóða mannarættindaspurningum so sum kríggj og
frið, deyðarevsing, loftvegis fangaflutning til lond,
sum loya avhoyring við pínslu, fangalegur og tilvildar
liga revsing uttan lóg og dóm víða um heimin. Eisini
hevur Amnesty International, Føroya Deild alment á
sakligan hátt tikið til umrøðu stórar og sera álvarsamar
samfelagsspurningar her í Føroyum og við hesum birt
upp undir orðaskiftið, ið er ein sera týðandi fortreyt
fyri nútímans fólkaræði. Samantikið tríggjar sera góð
ar og viðkomandi avgerðir. Vit hava øll, ung sum el
dri, brúk fyri góðum fyrimyndum. Vit ivast ikki í, at
hesi trý: Ella, Birgir og Amnesty fara at virka sum
góðar fyrimyndir í framtíðini.
Sosialurin
Góðar fyrimyndir
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Alt er ikki innantómt
gass – men politiskar
ballónir fáa ov nógva
umrøðu í
Kringvarpinum
Tá útvarpið fylti runt, var eg
saman við tveimum øðrum í
eini beinleiðis sending, har
vit fingu spurningin, um
Kringvarpið er nóg gott.
Í sendingini setti eg m.a.
spurningin hví eg skal rinda
til eina støð, sum sendir
“innantómt gass”.
Hesi fáu, men hørðu orð
eru síðani spæld sera ofta
í útvarpinum. Fólk, sum
ikki hoyrdu ta upprunaligu
sendingina, hava tí fingið ta
fatan, at eg segði Kringvarpið
einki annað senda enn innan
tómt gass.
Tað gjørdi eg ikki. Tað er
fleiri góðar sendingar í kring
varpinum, og tað blivu eisini
søgd rósandi orð. Men verturin
í sendingini vildi hava okkum
at tosa um tíðindaflutning – og
hon vildi hava okkum at vera
kritisk. Í skemti varð orðið
“spanking” nevnt.
Ballónir
Og tað var serliga tí politiska
tíðindaflutninginum, eg fanst
at. Tí okkara politikarar fáa
alt, alt ov lítið mótspæl í
kringvarpinum.
Eg nevndi t.d. allar
“ballónsøgurnar”, har onkur
politikari sigur okkurt, sum
ljóðar smart ella áhugavert,
men sum yvirhøvur einki inni
hald hevur. Í staðin fyri antin
at bresta ella ignorera slíkar
ballónir, letur kringvarpið
seg hugtaka av teimum, og
gevur politikaranum umrøðu
og reklamu – inntil til ballón
in brestur, og onkur blæsir
eina nýggja upp.
Eg nevndi nøkur dømi –
og vit sóu aftur eitt fyri fáum
døgum síðani. Tá slapp Páll
á Reynatúgvu, í prime time
í útvarpinum, at bera fram
tey tíðindi, at hann hugsar
um, hvørt hann skal stilla
upp aftur.
Hví varð kringvarpið so
hugtikið av hesi ballónini?
Er tað journalistikkur at halda
mikrofonini fyri ein mann,
sum ikki hevur annað at siga,
enn at hann hugsar seg um?
Nei. Sjálvandi ikki. Men
nú má kringvarpið kortini
halda fram at elta ballónina.
Um nakrar vikur sleppur
Páll helst aftur í Kring
varpið at boða frá, at hann
– “eftir óteljandi áheitanir”
– hevur gjørt av at stilla upp
kortini.
So hevur hann fingið
umrøðu og reklamu – hóast
einki innihald nakrantíð var.
Kostar einki
Tað er sjálvandi stuttligt at
vera politikari, tá tað er so
lætt at fáa umrøðu. Men
tað tænir ikki upplýsingini
ella fólkaræðinum. Tað tæn
ir bara teimum, sum vilja
hava ókeypis politiska rekl
amu. Í hesum føri Pálli á
Reynatúgvu.
Kringvarpsins fíggjarligi
karmur er sera trongur. Tað
er høvuðsorsøkin til, at so
nógvar lættar og bíligar send
ingar eru í útvarpinum, og
at so fáar sendingar eru í
sjónvarpinum. Tí átti kring
varpið at fingið pengar til
rakstur á fíggjarlógini.
Men tað er, sum Høgni
Djurhuus segði í 62 norður
týsdagin, eisini ein spurn
ingur um raðfesting.
Og sumt er als ikki ein
spurningur um pengar. T.d.
áttu tær innantómu politisku
ballónsøgurnar at verið lúk
aðar burtur. Tí TÆR eru
vissuliga einki uttan tað reina
gass!
Ballónir í Kringvarpinum
sjúrður
skaale
Niels Uni Dam, blaðmaður
tekur í 2 tíðindagreinum í
nevndu bløðum, Akstovuna til
inntøku fyri úttalilsi um revs
ing í sambandi við løgtingslóg
nr. 175 frá 18. desember 1992
um skrásetingargjøld.
Sum ábyrgdarhavandi fyri
Akstovuna, vil eg afturvísa,
at nakar á Akstovuni hevur
úttala seg til blaðmannin um
revsispurningar og enn minni
um ítøkiliga akfarið, sum víst
verður til í blaðgreinunum.
Málsviðgerðin á Akstovuni,
sum blaðmaðurin ringdi til,
vísti honum til lógarsavnið á
heimasíðuni hjá Akstovuni og
tær niðurstøður blaðmaðurin
er komin til, mugu standa
fyri hansara egnu rokning.
Svar til Jákup
Jacobsen
Niels Uni Dam, blaðmaður
Eg eri ongantíð seinur at
viðganga egnar villur ella at
koma við rættingum. Í hesum
føri eri eg tó sera vísur í míni
søk. Eg ringdi til Akstovuna
í sambandi við málið um
Hummer Limousinuna, eft
ir at løgreglan hevði víst til
tykkara. Boðini av politi
støðini vóru, at pláturnar
vóru kliptar eftir boðum frá
tykkum, og varð biðin um at
spyrja tykkum um hví.
Eg ringdi til málsviðgeran,
ið segði, at tað var rætt, at
boðini komu frá tykkum.
Eg spurdi um, hvussu tað
bar til, at pláturnar vórðu
kliptar longu sunnudagin, tá
tað stendur á heimasíðuni,
at sambært Kunngerð nr.
34 frá 14. apríl 1983 um
skráseting av motorakførum
o.ø., sum seinast er broytt
við kunngerð nr. 83 frá 22.
oktober 2002, at:
“§ 68...... skal akfarið
skrásetast ella nummar
spjøldrini takast av tí innan
14 dagar eftir tað. “
Málsviðgerðin, ið var sera
hjálpsom, vísti á, at her var
ikki talan um brot á hesa
lóggávu, men á aðra lóg, ið
eisini lá á tykkara heimasíðu,
um skrásetingargjøld. Með
an eg enn tosaði við hana
í telefonini, leitaði eg á
síðuni uttan at finna nakað.
Hon dugdi ikki at vísa mær
á hesa lóg á tykkara egnu
heimasíðu, og vísti í staðin
á heimasíðuna hjá Toll- og
Skattstovu Føroya. Hon fór
sjálv inn á tí heimasíðuna og
hjálpti meg í at finna:
§ 25 í løgtingslóg nr. 175
frá 18. desember 1992 um
skrásetingargjald á motor
akførum v.m.
Har stendur at:
”Tann, sum fremur eitt av
nevndu brotum við vilja fyri
at sleppa sær undan at gjalda
avgjald til landskassan, verð
ur revsaður við sekt, hefti
ella fongsul upp til 2 ár.”
Eg vísti á hetta fyri
málsviðgeranum við tveim
um ára fongsli. Hon helt
fyri, (eg minnist ikki heilt
orðarætt, men okkurt sum):
ja, tað er ikki lukkuligt at
forbróta seg ímóti Toll- og
Skatt í Føroyum.
Eg dugi ikki at síggja,
hvussu eg havi mistulkað
málsviðgerðan. Eg dugi
heldur ikki at síggja, hví tit
ikki peikaðu á trupulleikan
eftir fyrru greinina, tá tit
fyrstu ferð vóru endurgivin
fyri ákæruna. Men at
tykkara rætting kemur, eftir
at tað vísti seg, at eigararnir
av Hummer Limousinuni í
veruleikanum høvdu rindað
síni avgjøld.
Viðmerking til tíðindagrein um skrásetingargjøld
stjóri á Akstovuni
jákup
jacobsen