Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2007 11 viðmerkingar Løgmaður var samdur við mær, at neyðugt nú er at fáa gjørt nakað við desentr­ alis­ering av almennum stovn­um og tað vóru tíggju tingfólk eisini, sum tóku lut í orðaskiftinum, tá eg setti løgmanni fyrispurningin 7. desember í fjør. Hósdagin 7. desember í fjør, setti eg løgmanni so­­ljóð­andi fyrispurning, sam­­stundis, sum eg hevði nakrar grundgevingar fyri fyrispurninginum: “Heldur løgmaður ikki, at tíðin er komin, har vit skulu fáa gjørt upp í hesum málum og stovnum, við at desentralisera partar av hesum økjum, so vit fáa fleiri fyrimunir: Bíligari og tryggari rakstur, lægri høliskostnað og eina effektivari arbeiðsgongd. Hvat ætlar løgmaður at fyri­ taka sær í hesum málum, nú visjón 2015 er fullvirkin?” Fyrst er at siga, at løgmaður var ikki heilt samdur við mær um mínar grundgevingar, hóast hann seinni í sínum svari gav mær rætt, tá eg nevndi um ringa standin á Landssjúkrahúsinum og á Vinnuháskúlanum, sum vóru bert tvey av fleiri dømum, sum eg gav. Nakað kann vera rætt í tí, men lat tað fara! Eg fari at endurgeva part­ ar av áhugaverda svari løg­ mans, sum eg eisini trúgvi er hansara hjartans meining. Hann tók soleiðis til: “Nú vóni eg, at eg svari uppá tann rætta spurningin, tí so­leiðis sum eg lesi henda spurningin, so gongur hann uppá at desentralisera part­ ar av stovnum.......” Tíverri bert tos Henda staðfesting hansara er bæði røtt og rímilig, og sjálvur haldi eg, og fleiri við mær, at hesin táttur í okkara menning er sera viðkomandi nú visjón 2015 er fullvirkin. Víðari sigur løgmaður í svarðinum: “Sjálvur haldi eg, at desentraliseringartosið er áhugavert. Tíverri mugu vit ásanna, at tað bert hevur verið við tos, tað hevur ver­ ið lítil handling aftanfyri hetta at desentralisera. Men táið man tosar um at desentralisera, so má man hava røttu motivatiónina, tey røttu argumentini, hví man vil desentralisera”. Hetta er bæði rætt, satt og væl sagt og hóast stað­ festingina hjá løgmanni, “at tað bert hevur verið við tos” higartil, eru møguleikar enn at fara í holt við hetta. Meiri víðfevnt ment samfelag Út frá hesi seinastu grein av áðurskrivaðu fýra greinum, har eg vísti á nakrar veru­ ligar samfelagsligar stað­ fest­ingar, verður heitt á løg­mann um at taka stig til, saman við samgonguni, at ein skjóttarbeiðandi ar­beiðs­ bólkur verður sett­ur at gera uppskot til bygnaðarbroytingar, at áður­ gjørd arbeiði og úgreiningar verða løgd sum grundarlag, og at hetta arbeiði verður útint innan tríggir mánaðir eru farnir. Lagt eigur vera afturat, sum er sera viðkomandi, at í samband við fyrispurningin, vóru ikki færri enn tíggju tingfólk, sum gjørdu við­merk­ ingar, sum øll vóru samd um, at tað nú átti at verða gjørt nakað, tí samfelagið var so skeiklað av lagi, og neyð­ugt var, at vit m.a. fáa meiri dynamikk, lægri kostnað, hølisleigur og eitt sunnari og meiri víðvfevnt ment samfelag. Tí vóni eg, at eg, at gingið er áheitanini og svarinum frá løgmanni á møti. (Seinasta av íalt fimm greinum um sama evnið? Ein áheitan á løgmann løgtingsmaður í norðoyggjum jógvan við keldu Mest umrødda húsið í Havn í dag er Skeiva Pakkhús. Í kvøld skal Tórshavnar býrað avgera, um Tórshavnar kommuna skal ogna sær hesi stóru húsini, sum hava ein høgan og breiðan skjøldur í móti Vestaruvág. Vit hava eitt væl varðveitt umhvørvi við vánna. Eitt maritimt umhvørvi, sum mong misunna okkum: Múlers Pakkhús, Skeiva Pakk­hús, Neystið við Lágu­ kei, Høgukei, Lágukei og Stabban, har Westward Ho og Norðlýsið liggja. Á hinum arminum hava vit søguliga Tinganes og varðveiddu bygningarnar har. Tað var framskygt, tá Tórs­ havnar Havn í seksti­árunum keypti Múllers Pakkhús, sum tá var um at forfella. Hóast tað enn ikki er liðugt umvælt, er tað nógv umbiðið til framsýningar, konsertir, móttøkur og onnur tiltøk. Røddir vóru ímóti, at havnin ognaði sær pakkhúsið hjá Múllersfólkunum, men í dag munu tey flestu fegnast. Skeiva Pakkhús kann brúkast til nógv ymiskt, sum tørvur er á. Serliga á mentanarøkinum ella í ferða­ vinnuhøpi: sjó- og bátasavn, íverksetarahús, matstova ella pubb hjá einskildum at reka, list ella konserhøli o.s.fr. Húsið hevur fýra hæddir. Bara hugflogið setir mørk. Tað er ikki nøkur forðing, um kommunan keypir húsið. Tvørturímóti. Tað er ein avbjóðing. Og ein uppaftur betri møguleiki at gera eina heildarætlan fyri Skálatrøð og økið við Vestaruvág Sjálvandi skulu vit seta spurnartekin, tá ein kommuna ger eina íløgu, sum kostar oman fyri 12 milliónir krónur. Vit eiga at spyrja, um hon gagnar kommunala felagsskapinum ella ikki. Tá Tórshavnar býráð av­gjørdi at seta smiðuna úti í Grind – Smiðuna í Lítluvík – í stand fyri einar 500.00 krónur vóru eisini nógvar dómadagsrøddir frammi. Tá var eisini rópt upp um kommunalt oyðsl. Ídag munnu tey flestu fegnast um, at gamla smiðan varð sett í stand og gjørd til fram­ sýningarhøli. Mær vitandi er hon umbiðin hvørja viku á árinum. Tá ráddu hugsjónar­ menn fyri borgu­m! Bæði býráðspolitikkarar, ein­skildar fyritøkur og ein­staklingar royna at fáa Tórsgøtu livandi aftur. Tað er partvíst eydnast við Posthúskjallaranum, Hvonn og Miðlahúsinum, sum hevur verið nýskapandi og hýsir nógvum áhugaverdum virksemi. Eisini verður miðað ímóti at seta gamla vaskaríið, ella gomlu sápufabrikkina, hjá Mjólkaforsýningini í stand. Húsini eru søgulig og vóru pakkhús hjá kongaliga handlinum í síni tíð. Hava vit virðing fyri søgu, gomlum bygn­ingum og einum hugna­ ligum umhvørvi seta vit – kommunan – tey sjálvandi í stand, so tey verða eitt prýði fyri býin. Eydnast tað at fáa meiri lív og virksemi í Tórsgøtu, og kanska eisini í húsunum undir Bryggjubakka, fáa vit eina meiri livandi Vestaru­ vág. Eydnast tað so eisini at fríðka Skálatrøð, og kanska bygt okkurt fram við berginum, fáa vit eitt spenn­ andi samanhangandi øki úr Tinganesi, inni í Vágsbotn, fram við Skálatrøð og yvir til Múllers Pakkhús. Eitt øki við sjarmu og søguligum virðum. Tørvur er altíð á ym­isk­ um í eini kommunu. Ikki minst á vælferðar- og trivn­aðarøkinum – pláss á ellis­heimum, skúlahølum, nýggjum gongubreytum, dag­ stovnaplássum, kloakkum o.s.fr. Tað er altíð lætt at seta slíkt upp í móti einum uppskoti at keypa eitt pakk­ hús fyri 12 milliónir krónur. Men viðhvørt er neyðugt at hugsa øðrvísi. Ofta hava politikkarar í býnum hugsað stórt. Eitt nú tá teir fyri meira enn 100 árum síðani útvegaðu kommununi eitt stórt øki niðan ímóti Gundadali til viðarlund – at gróðurseta trøð í staðin fyri at brúka øki til seyð, eplaveltur ella neyt!!! Tey flestu mugu sanna, at hetta var framskygt og hevur verið til stóran trivnað. Eitt annað dømi er bý­ráðs­ samtyktin í sjeyti­árunum at gera svimjihøllina ovarliga i Gundadali fyri einar 40 milliónir krónur. Tá vóru eisini dómadagsrøddir frammi, tí hetta megnaði kommunan ikki. Ein býráðs­ politikkari fall helst av hesi avgerð, samstundis sum ein annar helst kom inn, tí hann var ímóti. Í dag er svimjihøllin – sum ein av setursmonnunum mælti til at kalla Sundhøllina eftir gamla orðinun at synda og sundhylur – eitt tað besta aktivið í kommununi. Vit kunnu eisini nevna, at býráðspolitikkarar hugsaðu stórt, tá teir lótu navnframa rithøvund og listarmann okkara, William Heinesen, prýða kommunuskúlan, tá hann varð bygdur í fimmtiárunum. Tá vantaðu okkum í Havnini bæði drekkivatn, barnagarðspláss og ikki minst arbeiðspláss. Kundu vit hugsað okkum kommunuskúla-auluna uttan veggjamálningarnar? Nei, og teir hava ment hugflogið og áhugan fyri list hjá mongum av okkum, sum gingu í hesum skúla. Kostnðaurin er høgur, men hann trýstir ikki húsa­­prísin í Havnini, sum onkur vil vera við. Tað klára fíggingarstovnar. 12 milliónir krónur er ikki meira enn eini fimm sethús kosta ella knappar tvær ferðir tað, eini hús við Eystaruvág vórðu seld fyri nú í vetur. Hugsið nú stórt einaferð afturat, tí Skeiva Pakkhús kann hýsa nógvum virksemi, sum kann verður til gagns fyri tey, sum her búgva, ella vitja høvuðsstaðin. Skálkarnir sum undan sein­­asta løgtingsvali mani­pul­eraðu vallýsingina hjá Heðini Mortensen ”Nú skal arbeiðast” til ”Nú skal lánast” hugsaðu seg ikki nóg væl um. Har burdi staðið ”Nú skal oyðsl­ ast”. Borgarstjórin søpl­ar skattaborgarans peng­ar burtur til gamlar bygn­ ingar í staðin fyri at tryggja vælferðina. Á seinasta løgtingsvali, tann 20. januar 2004, stillaði núverandi borgarstjóri í Tórs­­havnar kommunu, Heð­­in Mortensen, upp fyri Sambansflokkin. Herrópið hann nýtti á valplakatum og heimasíðu síni undir liðini av einum føroyskum flaggi var ”Nú skal arbeiðast”. Onkur illavorðin teldu­ snill­ing­ur sá ein fress í hes­ um og broytti herrópið hjá Heðini til ”Nú skal lánast”, har Heð­in varð avmyndaður við ein­um donskum flaggi. Henda manipulatiónin varð gjørd talgild og løgd á internetið, og við at klikkja inn á leinkj­una kom ein inn á eina heima­síðu við navn­ inum www.spik.dk. Hesa søg­una finnur tú við at leita í greinasavninum hjá fjølmiðlunum. Hetta átakið tóktist illa­­vorðið í eygunum á mongum, og eisini undir­ ritaða, og Heð­in gjørdi heldur ikki mætari enn at melda málið til løg­ regl­una, millum annað tí at anonymu skálkarnir høvdu brúkt lýsingina hjá sær, sum hann hevði goldið fyri, sum útgangsstøði til manipulatiónina. Í býráðið at oyðsla Á býráðsvalinum í nov­ em­ber 2004 varð Heðin Mort­ensen valdur inn í høv­­uðsstaðnum á sam­ bands­­­listanum, men eftir eina uppgerð við Sam­ bands­flokkin skifti Heðin yvir til Javnaðarflokkin og gjørdist einki minni enn býráðsformaður. Fleiri krimpaðu tær yvir, at Heðin gjørdist borgar­ stjóri, tí hann ber orð fyri at vera – ja, orsaka máliskuna – eitt oyðiland! Men í dag mugu borg­ arar í Tórshavnar komm­ unu bert ásanna, at hesi ill­ grunasomu fingu so dyggi­ liga rætt. Heð­in er eitt satt oyðiland, tað hevur hann víst fleiri ferðir millum ann­að við keypinum av Degns Hus í januar 2006 fyri 5 mió. krónur, sum var áðrenn húsaprísirnir komu upp á tað ørandi støði, teir eru nú. Nú ætlar borgarstjórin sær enn einaferð at fara djúpt nið­ur í kommunukassan eft­ir einki minni enn 12,5 mió. krónum til at keypa enn ein gamlan skinklutan bygn­ing, Skeivapakkhús, til gud viti hvat. Hendan býráðs­ samgongan dámar væl fastar ognir og hevur keypt nógvar av slagnum fyri okursprísir. Sjón gongur fyri søgn at borgarstjórin velur at søpla okkara hart forvunnu skatta­krónur burtur til fjant og fjas í staðin fyri til dømis at tryggja barna­ fam­ilj­um plássgaranti til vøggu­stovu. Hópur av smá­ barnafamiljum stendur á bíðilista til at fáa børn síni ansað, so tey sleppa til ar­beiðis, men mugu smyrja seg við toli, tí mangul er upp á vøggustovupláss. Tað eru sikkurt nógv onnur væl­ ferðarøki, sum eisini liggja forsømd. Alt ímeðan dusar borgar­ stjór­in sær við milliónum av skattaborgarans krónum til at keypa avoldaðar og skirvisligar bygningar í komm­ununi fyri 10-tals milli­ ónir krónur! Hvat verður tað næsta – uttan iva ein trivalig skattahækking! Nú skal oyðslast, Heðin hilmar simonsen Takið rætta avgerð um »skeiva« húsið jóhann mortensen