Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 38 - 22. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Nú steðgað eru hamarsløg, nú kvirra er um garðin, har lot nú syngur sorgarlag: “Skómakarin er farin.” Hann sat har mangan nátt og dag í sínum góða yrki, at fáa skøtt og bøtt alt tað, sum fólk bar til hans virki. Eitt smíl, eitt prát, eitt vísdómsorð, so minnast aftur vit, sum vitjaðu hans skógvaborð, har orð hans lív’ gav lit. Hans hond til hegni var framúr, hann fór um land og líð ein drúgvan uttanlandatúr at læra serskósmíð. ---- Eg fann hann mest á søguslóð, har góður hann mær var, eg minnist hann for spjøldur góð, sum hegnishond hans skar. Eg minnist hann for gummibond, hann skar til okkar spæl, so leikabyrsan langt um lond, við píli rakk nóg væl. Hann setti bót av handahógv, sum ongin visti av, so spæl sum skræddi okkum skógv við hús ei fleingju gav. Hann bøtti mongum manni skógv við handalag sum fáur og gjørdi for oss annað nógv, sum vísti hansar gávur. ---- Hann seinastur av garði var frá okkar barndómsgøtu av teim, sum væl oss øllum bar, og gyltu manga løtu. ---- Um mettur tú av døgum var, so kenst tað tómt í túni, nú leið tín móti hæddum bar, og broytt er skøð og búni. Nú tiga tíni amboð her, nú hvíla virknir lógvar, nú annar smiður blítt teg ber og ger tær nýggjar skógvar. --- Ver heilsaður av okkum fleir, við barndómsgøtu kæra, nú skógvar tú ei smíðar meir, tú eigur minnisvarða, sum gjørdur er við skógvasmíð í øld í lívsins súði, sum vísa kann til hvørja tíð, hvar SKÓMAKARIN búði. p Skómakaranum í Fuglafirði til minnis Skómakarin inni á verkstaðnum saman við Peturi Martin Petersen, leiðara á Kunningarstovuni í Fuglafirði, ið hevur skrivað hesa yrking Allir høvuðsstaðir hava okk­ urt serstakt, sum er við til at geva býnum eitt serligt eykenni, sum fjálgar um hjá teimum ið búgva har, og sum er forvitnisligt og hugvekjandi hjá teimum, ið vitja. Í Havn hava vit t.d. Reyn, sum vit errin vísa fram sum ein av elstu uppruna bý­lingum í Norðurlondum. Søgan hjá Havnini er tætt knýtt at sjóvinnu og tí virksemi, ið hevur verið av sjóvegis sambandi føroyinga við útheimin. Økið kring Skeiva Pakkhús er partur av hesi søgu. Vit eru fleiri, sum ímynda okkum hetta økið sum framtíðar savns- og ment­ an­arøki hjá Tórshavnar býi. Økið er fyri ein stóran part longu har í dag við Mullers Pakkhúsi, Skeiva Pakkhúsi, Gamla Hospitali, Fabrikkini, neystinum við Lágukai, og niðara enda har Høga- og Lágakai eru karmar um slupp­ir og aðrar søguligar bátar. Gamalt má ikki altíð fyri nýggjum víkja Hugburður til gamlar bygn­ingar broytist altsamt við tíðini, og vit síggja í londum kring okkum, at fleiri meira og minni væl­ eydnaðar royndir hava ver­ið við at geva gomlum bygn­ingum nýtt innihald. Í Føroyum eru ikki nógvir stórir, gamlir bygningar. Vit hava tí eina enn størri ábyrgd at gera tað rætta við hesar bygningar. Skeiva Pakk­ hús er ein av hesum fáu stóru, gomlu bygningum, ið enn standa í einum nøku­lunda upprunaligum standi, og sum tí, eins og eitt nú stokkastovurnar og Múrurin, kann vera við til at vísa ítøkiliga, at Føroya søga er annað enn fitt, smá, fátækslig íbúðarhús. Eitt livandi umhvørvi við søgu og mentan Vit hava beint nú ein ein­ an­standandi møguleika at varðveita umhvørvið kring Skeiva Pakkhús sum eina mentanarliga sam­an­ hangandi eind. Eitt hugna­ ligt stað, har børn, ung og gomul hava eitt friðskjól mitt í býnum, og har søgu­ ligi parturin av okkara ger­ andisdegi kann gerast ein meira viðkomandi partur av tilvitsku okkara. Lítið mark er fyri, hvat ber til at endurskapa, men tað kostar ómetaliga nógv, og verður hóast tað ongatíð meira enn ein eftirgerð. Heil umhvørvi ber ikki til at endurskapa. Hetta er eitt nu veruliga virðið í Reyni. Fyri ferðavinnuna, olju­ vinnuna, handilslívið, ment­ an­arlívið, savnsvirksemið, ráð­stevnuvirksemið o.t. hev­ur tað stóran týdning, at kommunan er virkin part­ ur í arbeiðinum at skapa góðar karmar um ment­ anarvirksemið í býnum. Fjølbroyttu tiltøkini, sum hava verið í Müllers Pakkhúsi við konsertum og framførðslum av ymiskum slag, hava prógvað, at tørvur er á einum umhvørvi sum hesum í Havnini. Afturljóðini frá gestum og fyriskiparum í býnum hava altíð verið jalig, og stórur gravgangur er eftir at sleppa at nýta húsið. Ilt er at kapitalisera tað virðið, ið longu liggur í øk­inum, og í teim karm­ un­um sum hetta økið í fram­tíðini kann fara at hava. Men eyðsæð er, at hetta er ein møguleiki hjá komm­ununi at tryggja eitt mentunarumhvørvi á sera høgum støði – eisini sam­an­ borið við grannalond okk­ ara. Eitt møguligt keyp av Skeiva Pakkhúsið snýr seg tí ikki bert um, at kommunan keypir eini hús. Tað snýr seg um at taka eitt týdningarmikið petti av býarsøguni við inn í framtíðina. At vit lata dagin í dag fevna tað farna til áminn­ ing­ar og tað komandi við nýggjum møguleikum. Og er húsið fyrst farið og umbygt til annað endamál, so er tað mist fyri alla framtíð. Tá kunnu tey ikki keypa eitt Skeiva Pakkhús, hvussu feg­ in tey vilja. Uttan mun til hvat tey tá vilja gjalda. Ein høvuðsstaður uttan søgu er ein fátækur høvuðsstaður Borgarstjóri heðin mortensen viðmeringar Ættarstevna Síðsta freist at boða frá luttøku til ættarstevnu, sum verður Kristi Himmalferðardag 17. mai, er hin 1. apríl 2007. Stevnan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík. Kostnaður 200 kr. fyri vaksin, hálvur prísur fyri børn 7-13 ár og ókeypis fyri børn 6 ár og yngri. Inngjald í Eik-banka konto 160973-6. Henry Jansskor, Strendur (227052), John Rasmussen, Strendur (448641) og Hjalmar W. Høgnesen, Klaksvík (455440).