hósdagur 22. februar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 22. februar 2007
13
Alma Fredriksen, fødd Heinesen, ættað úr Sanda
vági, búsitandi í Miðvági, andaðist á Ellisheiminum
í Vágum týsdagin 20. februar 100 ára gomul.
Kistan fer av Ellisheiminum fríggjadagin 23.
februar kl. 18 í kirkjuna. Jarðarferðin verður úr
Miðvágs kirkju leygardagin 24. februar kl. 14.
Sungið verður úr Sálmabókini. Tey, ið vilja minnast
Almu, kunnu lata eina gávu til felagið Javna konto
í peningastovnunum.
Josefina Pedersen, vanliga nevnd Fina, fødd
Niclasen, ættað úr Vági, búsitandi í Ringsted,
andaðist mikudagin 21. februar 78 ára gomul.
Danjal West, Hvalba, andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi týdagin 20. februar 82 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
23. februar. Papias, deyður umleið ár 150. Var biskupur í
Hierapolis í Frýgiu í Lítluásiu. Sigst at hava havt samband
við ápostulin Filippus.
Tøkk
Takk tit mongu, sum fylgdu okkara góðu mammu,
vermammu, ommu og langommu
Didde
Anna Martina T. Jakobsen
til hennara seinasta hvíldarstað.
Takk til Hera Joensen, prest og kirkjutænarar.
Takk fyri kransar, blómur og peningagávur til
Føroya Felag móti Krabbameini.
Vegna familjuna
Julianna og Tummas
Fríggjadagin 23. febru
ar fyllir Jóhannes
Tauser í Helsingør
105 ár. Johannes er
eiðismaður, sum
hevur búð í Helsingør
síðan 1959. Næsta ár
eru 40 ár liðin síðan
síðan hann varð
pensinoneraður
Føðingardagur
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Umframt
at
Jóhannes
Tauser er elsti føroyingur,
er hann eisini elsta føroyska
mannfólk, nakar veit um at
siga. Elsti føroyingur, sum
vit vita um, er Drikka á
Fløtti við Gjógv, sum and
aðist í november 1980, um
fýra mánaðir yvir 105 ár.
Ein sonur hennara, Karl
Jacob Sigvardsen, sum býr
á Ellis- & Røktarheiminum
í Runavík, verður 102 ár um
eina góða viku.
Hóast Johannes Tauser er
vorðin 105 ára gamal, býr
hann framvegis í egnari
íbúð í Helsingør. Hann varð
borðin í heim á Eiði tann 23.
februar 1902. Var næstelstur
av átta systkjum, fimm
systrar og tríggir brøður.
Foreldrini vóru Maria, f.
Olsen, úr Sørvági, og Jákup
Poulsen av Eiði.
Frá smádreingi av hevði
Jóhannes hug til sjógvin og
til fiskiskap, og fór hann tí
ungur til skips. Hann sigldi
t.d. við Galwoy, Lítlu Emmu
og Slatrinum. Honum dámdi
væl at sigla, og var hann ein
heppin fiskimaður, sum
fiskaði væl.
Sum 19 ára gamal var hann
við einum suðuroyarskipi,
og tað var tá, hann hitti fyrru
konu sína, Alexandru. Hon
tænti á Tvøroyri. Alexandra
var ættað av Skála, men hon
vaks upp hjá fosturforeldrum
sínum í Havn, Jóhonnu,
ættað úr Hovi, og Óla Tauser
úr Havn. Mamma Óla var
úr Havn, meðan pápin var
týskari. Harav eftirnavnið
Tauser.
Alexandra og Jóhannes
giftust, búsettust í Havn
og fingu sær eftirnavnið
Tauser. Tey fingu tríggjar
synir: Jóhan, Jákup Martin
og Gunnar. Áðrenn tey fingu
teir tríggjar synirnar, fingu
tey eisini tvær døtur, ið
doyðu sum heilt lítlar.
Alexandra doyði í 1942.
Jóhan Tauser er í dag 80 ára
gamal og býr á Norðasta
Horni í Havn, Jákup Martin
Tauser sigldi úti og búsettist
seinni í Danmark, og Gunnar
Tauser búsettist í Vági. Jákup
Martin og Gunnar eru báðir
deyðir.
Seinni giftist Jóhannes
upp aftur við Elin, f. Niel
sen, úr Heiðunum. Tey
bæði fingu trý børn Aspa
(1948), ein drong ið doyði
sum nýføðingur (1950), og
Jenny (1953). Aspa og Jenny
búgva báðar í Helsingør.
Fyrst í fimmtiárunum
vóru ringar tíðir í Føroyum.
Torført var eisini at fáa
kjans, so í 1954 keypti
Jóhannes sær egnan bát og
róði út í fýra ár, og tað bar
væl til hjá honum. Hesa
tíðina seldi hann nógvan
fisk í Vágsbotni. Umframt at
rógva út lossaði hann eisini
á kajuni.
Men í 1959 avgjørdu hann
og konan, Elin, at flyta til
Danmarkar saman við døtr
unum Aspu og Jenny. Tey
fluttu til Helsingør, har tey
búsettust.
Hóast Johannes hevði
siglt alt sítt lív, slepti hann
heilt sjólívinum og fekk sær
arbeiði á gummiverksmiðjuni
Tretorn í Helsingør, og seinni
arbeiddi hann á skipasmiðjuni
har. Hann fór frá við eftirløn
sum 67 ára gamal.
Men hann settist ikki
hendur í favn. Hann hevði
ein kolonihava, sum hann
gjørdi til ein vakran urtagarð.
Hann var so dugnaligur, at
hann fekk fleiri heiðurslønir
fyri sín fram úr vakra urta
garð. Hann hevði hendan
kolonihavan, heilt til hann
var 84 ára gamal. Hann byrj
aði av nýggjum, tá eldra
dótturin fekk sær urtagarð.
Hann var tá 95 ára gamal
og arbeiddi við hesum
urtagarðinum, líka til hann
varð 98 ár.
Johannes hevur altíð verið
ein arbeiðssamur maður.
Hann hevur av náttúru eitt
sera gott sinnalag, hann
er róligur og arbeiðir mál
rættað. Fyri at halda seg
sjálvan í gongd bakar hann
síni egnu breyð, umframt at
hann eisini ger knettir og
rippar húkar.
Sum 34 ára gamal kom
Johannes til persónliga
trúgv, og hevur hann verið
virkin í Frelsunarherinum,
bæði í Havn og í Helsingør.
Har hava hann og Elin
víst stórt trúfesti, og var
Jóhannes í mong ár fastur
harmonikuspælari. Elin
andaðist 4. oktober 1998,
89 ára gomul.
Johannes fylgir væl við
í øllum sum fyriferst, og
dámar honum væl at hyggja
eftir fótbólti í sjónvarpinum,
bæði evropeiskum og altjóða
fótbólti, eins og boksing og
glíming. Eisini hyggur hann
nógv eftir djórafilmum.
Báðar døturnar búgva í
Helsingør og eru nógv um
pápan. Føðingardagurin
verður hildin sunnudagin
25. februar í heiminum
saman við familju, vinum
og kenningum. Fleiri koma
eisini úr Føroyum.
Adressan er: Johannes
Tauser, Sydvej 6, 1 t.v., DK-
3000 Helsingør. Tel. 0045
49253135.
Nýggj
hárfríðkunnarstova
á strondum
Tel 44 94 44 / 21 86 33
Verið vælkomin inn á
gólvið. Eg havi eisini
røttu gávuna og kann
bjóða gávukort til hár-
viðgerð og vørur.
Ring tel. 44 94 44 ella
sms’a á tlf 21 86 33.
Johannes Tauser 105 ár
Johannes Tauser saman við børnunum: Johan, Aspu og Jenny. Myndin er tikin í 2003, tá Johanners fylti 101 ár
Mynd: Kári Mikkelsen
nøvn