Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 38 - 22. februar 2007 Í Fuglafjarða kom­mu­ nu verður roknað við, at tað verður klárt at bjóða barnagarðin á Kambs­da­li út í mai, og at barnagarðurin verð­ur klárur at taka í nýt­slu á sumri í 2008 Barnaansing Jan Müller jan@sosialurin.fo Gongst sum ætlað, so verð­ ur nýggjur barnagarður lið­ ug­ur at taka í nýtslu á Kambs­­da­li 1. august í 2008. Fuglø arkitektar í Klaks­ vík sita við uppgávuni at tek­na og rokna. Í mai mán­ aði er ætlanin, at teir skulu ve­ra lidnir. So verður ar­beið­ ið boðið út, og tað verður lagt upp til, at barnagarðurin skal verða liðugur at taka í ný­t­slu eitt stórt ár eftir, at tað verður farið undir byg­g­ ing­ina. Barnagarðurin verður bygd­ur í nánd av skóta­hús­ in­um á Kambsdali. Talan verð­ur um 700 fermetra stór­an bygning. Stovnurin verð­ur bygdur til 74 børn í tveim­um stovum til vøggu­ sto­vu­børn og trimum stov­ um til barnagarðsbørn. Het­ ta er sama barnatalið, sum er í Dagstovninum, sum Fug­la­fjarð­ar kommuna eig­ ur inni í Fuglafirði. Fuglafjarðar kommuna eig­ur økið, har nýggi barna­ garð­ur­in skal byggjast. Eingin skal bíða Í løtuni eru 64 á bíðilista at slep­pa í ansingarstovn í Fugla­fir­ði. 34 av hesum gan­ga í dagrøkt. Foreldrini hjá hesum børnum hava giv­ i­ð til kennar, at tey heldur vil­ja hava børnini í barnagarð enn, at tey skulu vera í dagrøktini, sum annars hevur riggað og riggar væl í Fuglafirði. - Vit hava staðfest gongd­ ina, sum er, at foreldur held­ ur vilja hava børnini í stovn enn í dagrøkt. Tí byggja vit ein barnagarð afturat. Málið hjá okkum er, at eingin bíði­ listi skal vera til barnaansing í Fuglafjarðar kommunu. Tá ið ynski verður um an­s­ ing, skal tað altíð bera til at fáa barnið í dagrøkt. Í ný­mót­ans samfelagnum eig­ ur barnaansing saman við tøk­um grundøkjum, góðum skú­la og frítíðarskúla at ve­ra eitt sjálvsagt tilboð, sum kommunan til eina og hvør­ja tíð skal syrgja fyri, held­ur Eyðun á Lakjuni, sum er formaður í sosialu nevnd í Fugjafjarðar býráð. Býráðið í Fuglafirði hev­ ur valt bygginevnd, sum fyri býráðið skal taka sær av byggingini av nýggum barna­garði. Í nevndini eru Eyð­un á Lakjuni, sum er for­mað­ur, Pætur Joensen, bý­ar­verk­frøð­ing­ur, Julianna Næs, leiðari í dagstovninum í Fuglafirði, Irena Olsen, leið­ari í sosialu deild hjá Fug­la­fjarð­ar kommunu og Sig­urd S. Simonsen, borg­ar­ stjóri. Kostnaðurin fyri nýggja barna­garð­in ætlast at verða 12 milliónir krónur. Býráðið gjør­di fyri einum ári síðani av, at tað skuldi farast undir nýgg­jan barnagarð. Á fígg­ ja­r­æt­lan­ini fyri 2007 eru fý­ra milliónir settar av til barna­garð­in. Restin verður fígg­jað í 2008. Menning Á Kambsdali eru umleið 40 hús, og har búgva umleið 180 fólk. Nýggj sethús stin­ ga seg støðugt upp á dal­in­ um. Fólkatalið kvinkar upp­ eft­ir í Fuglafjarðar kom­mu­ nu. Á nýggjárinum búðu 1585 fólk í kommununi. Á nýgg­j­ár­in­um 2006 var fólka­ tal­ið 1559 fólk í kom­mu­nu­ ni. - Øll børn í kommununi – uttan mun til hvar tey búg­ va – fara at hava møguleika at sleppa í stovnin á Kambs­ da­li, har vit rokna við stór­ um vøkstri og menning. Har er ídnaðarøki, og har eru fleiri miðnámsskúlar. Fyr­i­spurn­ing­ar eru støðugt eft­ir økjum at byggja sethús og vinnubygningar á. Kom­ mu­n­an hevur fyri stuttum søkt landsmyndugleikan um loyvi at fara undir tunnil mill­um Kambsdal og Skála­ botn. So talan er og verður um sentralt øki, har vit nú fa­ra undir at byggja nýggjan barna­garð, sigur Eyðun á Lak­ju­ni, formaður í sosialu nevnd í Fuglafjarðar býráð. Síðan Hús­ar­halds­skúl­ in í Klaksvík lat upp í 1974, hevur skúlin havt sera stóra und­ir­ tø­ku, serliga millum gent­ur í aldrinum 16 til 21 ár. Skúlin tekur ímóti 21 næm­ in­g­um á hvørjum ári, bæði gent­um og dreingjum. Altíð er langur bíðilisti, og tí skal man søkja í góðari tíð. Skúla­ár­ið byrjar í august mán­að og er sjey mánaðir fram. Á skúlanum búgva tey í tveymanskømrum. Har er felags vesi og brúsur, køk­ur, stova, seymirúm og fitness rúm. Skúlin leggur stór­an dent á húsarbeiði, tað sosiala og heils­u­ráð­gev­ ing. Vit vóru og vitjaði á skúla­ n­um, tá tey høvdu eina enda­li­ga framsýning av øll­ um, tey høvdu gjørt gjøg­ num skúlaárið. Har fingu vit eitt prát við Johannu á Tjald­ra­fløt­ti, ið er leiðari á skúla­num. Hon greiddi frá, at tað altíð vóru nógv fólk til framsýningarnar. Í fjør vóru umleið 200 fólk, og í ár væntar hon fleiri fólk, nú und­ir­sjó­var­tunn­il­in er kom­ in. Øll eru hjartaliga væl­ kom­in, og um nakar er á­huga­ð­ur, eru tey vælkomin at keypa, tað ið næmingarnir ha­va gjørt. Johanna heldur, at hetta er ein góður og mennandi skú­li fyri ungdómin, har tey sleppa at brúka sítt hug­ flog og sín kreativitet. Hon er ógvuliga ovfarin av, hvus­ su dugnalig tey eru. Tá ið skúla­ár­ið endar í februar mán­að, hava tey skeið fyri øll­um, har tey undirvísa í ymisk­um ítrivi, inntil skúlin byr­j­ar aftur í august. Eisini her er sera góð undirtøka. Sjálv undirvísir Johanna í mat­gerð og heil­su­ráð­gev­ ing. Prát við næmingar Síðani fingu vit eitt prát við Ann Hansen 17 ár úr Pork­eri, og Mariu Højgaard 16 ár av Toftum. Tær ganga báð­ar á skúlanum. Hvussu gongur ein dag­li­ dag­ur hjá tykkum fyri seg? - Vit eru deild upp í tvey hold, har eitt ger mat og hitt hond­arb­eiði. Soleiðis skifta vit aðruhvørja viku. Nær fara tit upp og hvus­ su longi er skúlagongdin hvønn dag? - Vit fara upp kl. 8.00. So syng­ja vit morgunsang, síð­ ani fara vit í gongd við at gera mat, gera reint, seyma, og av og á hava vit fitness/ arobic tímar, brandroyndir, fysti­hjálp­ar­roynd­ir og trygd­ ar­skeið. Skúlagongdin end­ ar umleið kl. 16.00. Hvat gera tit so aftaná skúla­tíð? - Har gera vit tað, vit ha­va hug til: fara út ein túr, hygg­ja at sjónvarp, spæla spøl, eru á arto og líknandi. Hvat dáma tykkum best við skúlanum? - Tað stuttligasta er, tá vit ha­va temadag, har vit gera mat, klæðir og pynt frá øðr­ um londum, fyri at síggja, hvus­su teirra mentan er. Hvørji lond hava tit havt um? - Hawaii, Kina, India, Mexi­co og Føroyar. Eisini gjør­du vit nógv burturúr føs­tu­láv­int og valentine í ár. Dugdu tit at gera mat og seyma, áðrenn tit komu her? - Nei, slett ikki líka nógv, sum vit gera í dag. Vit hava lært ógvuliga nógv, og hal­ da tað er sera áhugavert. Hvat serligt hava tit lært? - Vit hava lært nógv. Eitt nú at binda slipsaknút, sigur Ma­ria við einum smíli. Er hetta nakað tit kunnu viðmæla øðrum ungum? - Ja, heilt sikkurt! siga Ma­ria og Ann avgjørdar til endans. Nýggjur barnagarður á Kambsdali næsta summ ar Húsarhaldss kúli Føroya Bíðilistin í Fuglafirði skal fáast heilt burtur, sigur formaðurin í sosialu nevnd í Fuglafirði Lagt til rættis: Manja Johansen og Anna Rødgaard Mynd: Jens K. Vang Johnva Joensen 17 ár klaksvík, Anita Højgaard 17 ár Fuglafjørður, Maria Højgaard 16 ár Toftir, Kirtin Khaliqhey 17 ár Miðvágur, Jenny Olsen 17 ár Toftir, Ann Hansen 17 ár Porkeri, Jana Maria Eliasen 17 ár Syðradalur.