Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 38 - 22. februar 2007 23 tíðindi - Sum tey flestu vita, so gangi eg fyri tað mesta, so eg havi ikki tørv á nøkrum serligum parkeringsplássi, sigur Heðin Mortensen, ið heldur málið um serrættindi, at parkera á Vaglinum er blást upp. Parkering Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo - Eg vil sláa fast bein­an­veg­ in, at eg havi ongan tørv á at parkera uttan fyri Ráð­hús­ ið Tað, sum hetta málið snýr seg um, er, at vit hava ein bil, ið hoyrir til Ráð­hús­ ið. Onkuntíð brúki eg hann , men sum tey flestu vita, so gan­gi eg fyri tað mesta. Ann­ars verður hann m.a. brúkt­ur av húsavørðunum. Her gongur alt við full drøn í Ráðhúsinum, og tí er nógv til­far, ið skal í og úr hús­in­ um. Tað er í av- og á­skip­a­n­ ini av hesum tilfari, at vit ynsk­ja at hava ein lepa, ið ger, at vit kunn u parkera ein hálvan tíma ella eitt kort­er eyka, sigur Heðin Mort­en­sen við Sosialin. Men hevur handilslívið í Mið­býn­um ikki somu trup­ ul­leik­ar, tá tað snýr seg um av- og áskipan og átti eitt nú Handilskjarnin ikki at fing­ ið somu serrættindi, sum Ráðhúsið nú vil hava? - Hetta er ikki eitt mál, ið eg havi á mínum borði, so eg veit ikki hvørji ynskir, ið hand­ lar­nir hava. Men í lond­ un­um rundanum okkum eru serlig tíðarskeið, har av- og áskipan er loyvd, sig­ ur Heðin, ið tó sigur, at hann hevði verið til reiðar at lurta, um handlarnir í Mið­býn­um hava líknandi ynsk­ir. - Tað kundi ongantíð folli mær inn , at vilja havt tílík ser­rætt­in­di til mín sjálvs, sig­ur borgarstjórin av­gjørd­ ur. Hann vísir á, at hetta er eitt mál, fyri ferðs­ lu­nevnd­ ina, og at tað er løgreglan, ið eigur síðsta orðið. - Orsøkin til, at tað nú kem­ur fyri á býráðsfundi, er at ein ávísur býráðslimur ynsk­ir at skrúva málið upp, sig­ur Heðin Mortensen. Viðvíkjandi at­finn­ing­ un­ um, um at íbúgvarnir í gom­ lu Havnini fyri nøkrum ár­um síðan, fingu at vita, at ser­rætt­in­di ikki longur vórðu givin, vísir Heðin Mort­en­sen á, at hetta vóru flei­ri ár síðan, og at hetta ikki er galdandi í dag. Hann vís­ir á, at t.d. hava í­búgv­ar­ nir kring SMS serrættindi at parkera, av tí at tíða­r­av­ mark­ing er har. Annað árið á rað letur Mið­la­hús­ið í Vágs­bot­ni tríggjar heið­ur­s­løn­ir til einstaklingar ella fel­ags­skap­ir, sum m.a. on­kurs­veg­na hava gjørt nakað gott fyri onn­ur.  Í dag klokkan 16 verða heið­urs­løn­ir­nar handaðar í Mið­la­húsi­­n­um í Vágsbotni. Tey, sum fáa hesar árs­ins heiðurslønir, eru: Ella Müller, Birgir Enni og Amnesty Int­er­nat­ional, Føroya Deild. Ella, Birgir og Amnesty fáa ”Ársins heiðurslønir” Ársins kjakvirðisløn: Amnesty International, Føroya Deild Grundgeving: Amnesty International, Føroya Deild fær "Ársins kjak­virð­ is­løn" fyri at hava stimbrað eitt sakligt og viðkomandi al­ment orðaskifti í samfelagnum og á tann hátt styrkt fólka­ ræð­ið og framsøgufrælsið. Amnesty hevur sett fokus á stór­ ar og týðandi spurningar, mál av almenn um áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi við­ur­ skif­ti.  Amnesty hevur varpað ljós á grundleggjandi altjóða man­na­ ræt­t­indaspurningar so sum deyðarevsing, loftvegis fan­ga­flut­n­ing til lond, sum loya avhoyring við pínslu, fan­ ga­leg­ur og tilvildarliga revsing uttan lóg og dóm víða um heim­in. Eisini hevur Amnesty International. Føroya Deild al­ment tikið til umrøðu  álvarsamar samfelagsspurningar her í Føroyum og birt upp undir orðaskifti, ið er  týðandi for­treyt fyri nútímans fólkaræði. Ársins kvinna: Ella Müller   Grundgeving: Ella Müller fær heiðurin "Ársins kvinn a" fyri sítt brenn andi virk­is­fýs­ni sum stuðul og stigtakari á mongum mótum í sam­fel­ag­num. Hon útynn ir eitt breitt ósjálvsøkið virkið, har hon sær tørvin. Hon er virkin í Kvinn uhúsinum hjá fólki í neyð, í ALV hjá fólki við tvørleikum, og hon er stuð­ ul og vegleiðari hjá børnum og ungum sum undangongufólk í Náttarravnunum og sum stigtakari til tiltøk um eitt nú rús­evnis­mis­nýtslu og happing. Alt virki henn ara er sjálv­ boð­ið, og frá øllum síðum koma afturboð um, at virksemið hjá Ellu ger mun. Ársins maður: Birgir Enni Grundgeving: Bir­g­ir Enn i fær heiðurin ”Ársins maður” fyri at duga at an­sa, finn a og vísa á møguleikar í tilfonginum og náttúrini kring okkum. Hann hevur á ein se­ra fyrimyndarligan hátt víst sínum egnu landsmonn um og fremmandafólki virðini í hesum - ein góður umboðsmaður fyri land og fólk. Allir teir sansir, sum í okkum menn iskjum eru íbornir, hava tað gott saman við Birgiri. Føroyingar og útlendingar kunn u hoyra, nema, síggja, smakka og lukta alt tað góða, sum í veru­leik­an­um er sjálvsagt, men tó tykist so sjáldsamt á røk­ ka, í einum skundmiklum gerandisdegi. Tvær dómsnevndir hava gjørt av, hvør skal fáa heið­urs­ løn­ir­nar. Tey hava valt millum innkomin uppskot.   Í dómsnevndini fyri Ársins mann og Ársins kvinn u eru: Eyð­un Andreassen, fólkalívsfrøðingur (formaður), Jó­han­ na á Bergi, stjóri á Faroe Ship, Andras Róin, sam­fel­ags­ frøð­ing­ ur og Esther Djurhuus, pedagogur á Lands­sjúk­ra­ hús­inum.   Í dómsnevndini fyri Ársins kjakvirðisløn eru: Jóann es Dals­gaard, deildarstjóri í Mentamálaráðn um, (formaður) Kar­in Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini, Ann leyg Lam­hau­ge, deildarleiðari á Menn ingarstovuni og Jón Bri­ an Hvidtfeldt, útvarpsmaður.   Tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri tiltakinum “Ársins heið­ur­s­løn­ir”,  og Føroya Banki stuðlar tiltakinum. Til­ tak­ið er alment. Borgarstjórin hevur ikki tørv á parkeringsplássi