hósdagur 22. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 38 - 22. februar 2007 ]
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
»Bæði eg og familjan ynsktu at
koma aftur til Føroya«
Tomislav Sivic
Mourinho og hansara
Chelsea máttu
noyðast við
javnleikin, tá teir
møttu gamla
felagnum hjá
Mourinho, Porto.
Hinir báðir dystirnir
endaðu eisini við
javnleiki í gjárkvøldið
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tríggir aðrir dystir vóru
eisini á skránni í Champions
League kappingini í gjár
kvøldið. Í einum teirra skul
di kontroversielli Chelsea-
venjarin, José Mourinho,
aftur á gamlar gøtur, tá
Chelsea vitjaði hjá gamla
felag hansara, FC Porto.
Dysturin var ikki nógvar
minuttir
gamal,
fyrrenn
Raul Meireles hevði lagt
Porto á odda. Hetta hendi,
meðan Chelsea-liðskiparin,
John Terry, lá uttanfyri vøll
in til viðgerðar. Terry kom
ikki aftur á vøllin, og í han
sara stað kom Arjen Robb
en.
Hetta var ein góð avgerð
hjá Mourinho. Bert fáar
minuttir eftir málið spældi
Robben Shevchenko púra
leysan, og hesin javnaði til
1-1, sum eisini gjørdist
endaliga úrslitið.
Ein dystur var eisini á
skránni millum Inter og Val
encia. Hesin endaði 2-2.
Cambiasso legði Inter á
odda um miðjan fyrra hálv
leik, áðrenn David Villa
javnaði um miðjan seinna
hálvleik. Maicon legði tó
aftur Inter á odda, men fýra
minuttir fyri leiklok fekk
Silva útjavnandi málið fyri
Valencia.
Í síðsta dystinum spældu
Roma og Lyon 0-0.
Rok, bøtur og leikarar
við golfkøllum hava
merkt Liverpool
síðstu vikuna, men á
vøllinum var einki
galið, tá teir vunnu 2-
1 á útivølli ímóti
Barcelona í fyrru
áttandeilsfinaluni í
Champions League
kappingini
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tann síðsta vikan hevur
ikki júst verið tann
vakrasta í søguni hjá enska
stórfelagnum, Liverpool
FC. Síðsta vikuskiftið spæl
du teir ikki í Onglandi, tí
FA Cup var á skránni, har
teir eru blivnir slignir út av
Arsenal. Í staðin hevði
Liverpool valt at farið ein
túr til Portugal á eina lítla
venjingarlegu.
Sum flest øllum
kunnugt, so endaði
venjingarlegan í einum
sonnum ruðuleika. Síðsta
kvøldið høvdu flestu av
leikarunum leitað sær ein
túr í býin, og her var onkur
teirra, sum fekk heldur
nógv at drekka. M.a. bleiv
polski málverjin, Jerzy
Dudek lagdur í hondjørn í
býnum, og walisiski lands
liðsleikarin, Craig Bellamy,
var sum ikki einaferð í mið
deplinum. Tá hann kom
heim úr býnum, fann hann
sær eina golfkøllu fram,
breyt hurðina upp til kamar
ið hjá John Arne Riise, og
so sló hann norska lands
liðsleikarin við golfkølluni.
Sum skilst, so gjørdi Bella
my hetta, tí hann var ónøg
dur um, at Riise ikki vildi
syngja karaoke úti í býn
um.
Tá leikararnir komu
heim til Onglands, vóru
tað fleiri teirra, sum fingu
stórar bøtur frá felagnum,
so ikki kann sigast annað
enn, at Liverpool fekk eina
ræðuliga upptakt undan fyr
ru áttandeilsfinaluni í
Champions League, har
teir skuldu møta Barcelona
á Camp Nou. Um tað var
hetta, sum hevði sett spæl
ararnar upp til dystin, skal
vera ósagt, men teir vunnu
dystin, og bæði Craig
Bellamy og John Arne
Riise fingu avgerandi leik
lutir í dystinum.
Bellamy fekk gongd
á Liverpool
Tað var annars heimaliðið,
Barcelona, sum fekk eina
betri byrjan uppá dystin.
Fyrstu løtuna høvdu teir
bóltin nógv, men teir
høvdu ilt við at fáa hol á
verjuna hjá
Liverpool,
sum stóð ótrú
liga væl í stórum
pørtum av dystinum.
Tá knappir 15 minuttir
vóru farnir, fekk Barcelona
tó hol á. Ronaldinho fekk
bóltin í vinstru síðu, og við
eini góðari avlevering fann
hann Zambrotta, sum kom
tvísporandi oman gjøgnum
vinstru síðu. Hann slapp
fram við Gerrard, áðrenn
hann sendi bóltin inn í brot
steigin. Við handaru stong
stóð portugisiski Deco
púra leysur, og hann hevði
ongar trupulleikar at seta
bóltin í málið við
høvdinum, og so var 1-0 til
Barcelona.
Næstu løtuna legði Bar
celona eitt stórt trýst á Liv
erpool málið, men so við
og við minkaði trýstið, og
Liverpool kom aftur betri
við í dystin. Móti endanum
av hálvleikinum fekk
Liverpool fríspark mitt á
hálvuni hjá Barcelona. Teir
gjørdu skjótt av, spældu
bóltin út í høgru síðu til
Steve Finnan, sum legði
bóltin inní brotsteigin. Har
stóð Craig Bellamy fríur
við handaru stong, og hann
skallaði bóltin ímóti málin
um. Victor Valdez sá út til
at hava tamarhald á støð
uni, men á ein ella annan
hátt misti hann bóltin í
málið, og so stóð 1-1,
sum eisini var
støðan, tá lið
ini fóru til
hálvleiks.
Riise
avgjørdi dystin
Hevði Barcelona verið
betra liðið undan steðg
inum, so var
Liverpool nógv betri
við í seinna hálvleiki.
Serliga Steven Gerrard
kom sera væl frá
dystinum í seinna
hálvleiki, har hann í
fleiri umførum setti verj
una hjá Barcelona undir
trýst. M.a. sendi hann eitt
fríspark móti málinum
beint eftir steðgin, men het
ta hevði Valdez ikki stór
vegis trupulleikar við at
bjarga.
Liverpool fekk eisini eitt
fríspark inni í
brotsteiginum hjá
Liverpool um miðjan sein
na hálvleik, tá dómarin
metti Victor Valdez taka
eina afturlegging upp í
fangið. Her bleiv bólturin
eisini rullaður fyri føturnar
hjá Gerrard, men enn eina
ferð hevði Valdez eina
g ó ð a
bjarging í
málin
um
hjá
Barcelona.
Sum dysturin leið, lá líka
sum í luftini, at skuldi ein
vinnari finnast, so kundi
tað líka so væl blivið Liver
pool. Og tað bleiv eisini
enska felagið, sum fekk síð
sta orðið í dystinum. Eitt
korter fyri tíð bleiv Kuyt
spældur fríur inn um verju
na hjá Barcelona. Valdez
bjargaði royndini hjá
honum, men bólturin end
aði hjá Bellamy, sum sendi
bóltin tvørtur um brotsteig
in til Riise. Hann gjørdi
ikki mætari enn at smekka
til við høgra beininum, og
bólturin endaði í málinum
til 2-1 leiðslu til Liverpool.
Hetta gjørdist eisini
endaliga úrslitið, og sostatt
hevur Liverpool fingið eitt
sera gott útgangsstøði
undan seinna
dystinum.
Champions League:
Liverpool sendi meistararnar út í myrkrið
Úrslit:
Inter – Valencia 2-2
Barcelona – Liverpool 1-2
Roma – Lyon 0-0
Porto – Chelsea 1-1
Craig Bellamy hevur verið í andglettinum
síðstu dagarnar, eftir at hann slóð Riise við eini
golfkøllu, men í gjárkvøldið var hann hetjan,
tá hann skeyt eitt mál og legði upp til hitt í 2-1
sigrinum hjá Liverpool á Barcelona.
Mourinho møtti gamla felagnum