Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2007 Stríðsval Á aðalfundinum hjá felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tann 17. mars verður formansval, og nú freistin at stilla upp er úti, er greitt, at limirnir fáa tvey valevni at velja ímillum. Annað valevnið er verandi formaðurin, Jana H. Dalsgaard, og avbjóðari hjá henni er Vár í Gong, sjúkrarøktarfrøðingur og skrivari í fakliga áhugabólkinum fyri gerontologi- og geriatri-sjúkrarøktarfrøðingar. Freistin at stilla upp til formansvalið var úti 15. februar. Átta umsóknir Mentamálaráðið hevur fingið átta umsóknir til starvið sum rektari á Føroya Stu­ denta­skúla og HF-skeiði í Hoydølum. Mentamálaráðið noyddist at lýsa starvið leyst tvær ferðir, tí fyrru ferð komu bara tríggjar umsóknir, og tað helt ráðið ikki vera nóg mikið. Hesaferð var umsóknarfreistin úti seinasta fríggjadag. Nú bar betur til, tí nú eru fimm umsóknir komnar afturat, og mentamálaráðið sigur seg nú gava grundar­ lag fyri at seta starvið. Nýggjar bøkur frá Bókadeildini Hin ágrýtni eiturkoppurin Hin ágrýtni eiturkoppurin er sjáldsama vøkur bók um eitt lítið skordýr, sum øllum ikki dámar líka væl, men sum dugir at spinna sær eitt lokkanet úr silkitráði. Meðan tú hoyrir ella lesur søguna, fylgir tú við, meðan lokkanetið fær skap og følir eins væl og sært nótina vaksa. Sama ger ein fluga. Tær vøkru myndirnar hjá listamanninum eru sonn fragd fyri bæði børn og vaksin. Bókin er væl egnað til tey 3-6 ára gomlu. Tað er Eric Carle, ið hevur skrivað og myndprýtt, Niels Jákup Thomsen týddi. Bókin er 24 bls., innbundin og kostar 98 kr. Eingil í vesturbýnum Bókin Eingil í vesturbýnum hevur fingið tríggjar barna­bókavirðislønir. Í einum íbúðarblokki í vesturbýnum býr Askur saman við mammu sínari. Fólk flest halda, at har búgva bara vanlig fólk, men Askur veit betur. Har býr ein varúlvur og Pippi Smokkuleggur og ein veiðimaður og ein silvurfiskur. Jú, og so eisini eingilin… Høvundar: Kristín Steinsdóttur og Hallu Sólveig Þorgeirsdóttur. Þóra Þóroddsdóttir týddi. Bókin, sum er væl egnað til tey 7-10 ára gomlu, er 100 bls., innbundin og kostar 140 kr. Knívurin bjargaði mær Sunnumorgunin bóltaði Jens Erik Zachariassen út av vegnum í bili sínum, og høgri armur hans­ ara kom at liggja undir. Við felli­knívi­ num fekk hann skorið hol á skjúrtulumman, fekk fartelefonina og ringdi eftir hjálp. – Sjálvandi eri eg eitt sindur eymur aftaná ein bilur hevur staðið á arminum hjá mær, sigur hann FERÐSLA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Sunnumorgunin var Jens Erik Zachariassen á veg heim til Sørvágs, eftir at hann hevði verið til dans í Havn. – Eg var komin úr Sørvági til Havnar í dans. Aftaná koyrdi eg nøkur fólk til húsa, sum búðu niðri undir oyggjarvegnum. Sjálvur skuldi eg til húsa aftaná, og metti tað vera skjótari at koyra eftir oyggj nú eg var á leiðini, heldur enn at koyra um Kaldbak, greiðir Jens Erik Zacha­ riassen frá. Royndi at leypa úr Í Mjørkadali valdi Jens Erik at steðga bilinum fyri at rulla sær eina sigarett. – Eg setti bilin út um strikuna, soleiðis at bilarnir aftanfyri sluppu framvið sum einki, fortelur hann. Men brádliga skrædnaði undan bilinum, og spaku­ liga kendi Jens Erik, hvussu bilurin koppaði. – Eg royndi at bera skjótt at, smekkaði “fýrahjóls­ trekkið” til og setti bilin í bakkgir, men tað riggaði ikki, tí tá var longu ov seint, sigur Jens Erik. Tá hetta ikki riggaði royndi Jens Erik so at sleppa sær úr bilinum. – Tá bilurin var koppaður nokkso langt, loysti eg trygdarbeltið og royndi at sleppa mær út, greiðir Jens Erik Magnussen frá, meðan hann fær sær ein guv av sigarett síni uttanfyri Lands­ ­sjúkrahúsið í morgun. Hann fortelur, at alt gekk so skjótt fyri seg og áðrenn hann visti av, lá hann undir stóra bilinum, sum er ein Hyundai Galloper við sjey setrum. – Tað er longra modellið veitst tú, hann vigar 1900 kg, vísir Jens Erik á. Jens Erik er ikki heilt greiðir um, hvussu hann endaði undir bilinum. – Bilurin má vera bólt­ aður upp um meg, heldur Jens Erik Zachariassen, sum kom at liggja við høgra armi undir øðrum bakhjólinum. Felliknívurin var hjálpin Hann metir, at hann má hava ligið fastur undir bilinum í ein hálvan tíma. – Tá eg føldi, at armurin var fastur, so royndi eg at grava meg leysan. Hetta bar ikki til, og tá eg spakuliga byrjaði at blíva kaldur og illa fyri, so er tað, at eg byrji at hugsa um at fáa hjálp, sigur Jens Erik Zachariassen. Á Oyggjarvegnum nyttar lítið at rópa um hjálp, tí har verður man neyvan hoyrd­ ur. Jens Erik Zachariassen hevði tó eina fartelefon. – Men eg slapp ikki til fartelefonina, sum lá í skjúrtu­lummanum. Í buksi­ lumman slapp eg tó, og har fekk eg fatur í felliknívinum. Við honum skar eg hol á skjúrtulumman, og soleiðis fekk eg telefonina, og fekk ringt eftir hjálp, fortelur Jens Erik Zachariassen. Tað gekk ikki long tíð, so sá Jens Erik fyrstu bláu ljósini koma blinkandi eftir vegnum. – Men hesin bilurin fór strúkandi langt framvið har, sum eg lá. Har vóru jú eingin spor á vegnum, ella tekin nakrastaðni um, at her var ein bilur farin út av. So tá næsti bilurin kom, tosaði eg við alarmsentralin og segði teimum, at nú vóru teir á leiðini og skuldu steðga, tí eg lá onkrastaðni niðri undir, sigur Jens Erik og flennir. Hann greiðir síðani frá, at tað beinanvegin vóru nógv fólk á staðnum og komu honum til hjálpar. Eitt sindur eymur Í morgun lá Jens Erik Zach­ ariassen á Lands­sjúkra­ húsinum. Hann hevur tað eftir umstøðunum gott, og letur á ongan hátt illa at. – Eg havi tað so rímiligt, men sjálvandi eri eg eitt sindur eymur aftaná ein bilur hevur staðið á armi­ num hjá mær, sigur hann skemtandi. Nakrir nervar í arminum eru toygdir og tað ger, at armurin er púra lamin. Fingrarnar fær hann tó brúkt, og armurin fer nokk at laga seg, heldur Jens Erik Zachariassen. Eisini annað oyra hevði fingið nakað av skaða, og er hann seymaður har. – Kortini havi eg verið ótrúliga heppin í óhappi­ num, ásannar Jens Erik Zachariassen, sum sunnu­ morgunin eisini mátti ásanna vísdómin í gamla orðafellinum um, at knív­ leysur maður er lívleysur maður. – Koyrir tú við Michelin-dekkum, spurdi portørurin meg. Eg undraðist og spurdi hví, hann spurdi um hetta, og portørurin svaraði, at tað var tí, at sporini stóðu eftir í arminum, sigur Jens Erik Zachariassen skemtandi Mynd: Rólant Waag Dam