Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 40 - 26. februar 2007 Lýsingabann Myndugleikarnir í Bretlandi umhugsa at banna sjónvarpsstøðum at lýsa fyri ósunnum mati og góðgæti í tilknýti til barnasendingar, og tað sama eiga vit at gera í Føroyum, heldur heilsufrøðingurin Jóngerð Poulsen. Hon sigur við Útvarpið, at tað er óheppið at senda lýsingar fyri góðgæti í sambandi við barnasendingar, tí á tann hátt verða børnini nærmast tvingað til at hyggja at lýsingunum. Eitt bann hevði tí verið eitt gott hugskot, heldur hon. Fiskivinnuósemja Grønlendska veiði- og fiskimannafelagið KNAPK er ikki fegið um ætlanina hjá landsstýrinum at savna alla fiskiveiði í einum marknaði. Sum er er fiskivinnan býtt í tvey øki, havfiskiskap við stórum trolarum og fiskiskap inni við land við smáum førum, men ætlanin hjá landsstýrinum er, at allir partar skulu sleppa at bjóða upp á allar kvotur fyri at gera vinnuna effektiva. Tað er at forkoma øllum teimum smáu, sigur veiði- og fiskimannafelagið. Oljudálkingin í Vági er undirmett Fuglafrøðifelagið hevur spurt Heilsu­ frøðiligu Starvs­ stovuna, hvat tey hava gjørt fyri at kanna avleiðingarnar av oljudálkingini í Vági Oljudálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Myndugleikarnir undir­meta oljudálkingina á Vágsfirði. Tað heldur Janus Hansen í Fuglafrøðifelagnum, sum eisini er lívfrøðingur. Fuglafrøðifelagið stúrir fyri fuglalívinum á Vágs­ firði eftir oljudálkingina hjá SEV fyri skjótt trimum mánaðum síðani. Føroya Fuglfrøðifelag hevur nú spurt Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuna, hvat er gjørt fyri at kanna avleiðingarnar av, at olja rann úr einum tanga hjá SEV fyrst í desember. Og felagið vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera. Umfatandi dálking Síðani oljan lak úr tanga­ num, hava allir partar tví­ hildið um, at talan er ikki um eina dálkingar­van­ lukku, sum so. Men hesum er formaðurin í Fuglafrøðifelagnum ikki samdur í. – At so nógvar kreftir nú eru settar inn upp á at taka olju upp, er væl ein stað­ festing av, at tey hava ásannað, at talan er um dálking. Men maðurin í Fugla­ frøðifelagnum ivast í, um tey yvirhøvur hava spurt seg sjálvi, hví tey taka olju upp. – Skal hon takast upp, bara tí tað sær ófantaligt út, ella skal hon takast upp, tí hon ger skaða? Hann heldur, at vit eiga at gera okkum greitt, at orsøkin til at taka oljuna upp at fyri at forða fyri, at náttúran fær skaða. Men tað sær ikki út til, at tey, sum hava ábyrgdina av at rudda í Vági, hava gjørt sær hetta greitt. Tað verður í hvussu so er ikki nevnt, at endamálið við upptakinum er at bjarga djóra- og plantulívi undan skaða. Harafturat skerst tað ikki burtur, at sjónligasti part­ urin í náttúruni er nettupp fuglalívið. Janus Hansen heldur, at størsti trupulleikin er, at vit eru ikki fyrireikað at bjarga fugli undan olju­ dálking. – At fuglurin dálkar fjaðrarnar, er ikki einasti vandin, tí fuglurin roynir at reinsað fjaðrarnar við nevinum, men tá fær hann olju í seg og verður eitr­ aður. Skal fuglurin bjargast, skal hann tí eisini reinsast innvortis, og tað verður gjørt við at fóðra hann við aktivum koli og líknandi. Hava neyvan førleikan Hann heldur eisini, at tað tykist sum um, at allir partar hava hug at undirmeta tað, sum er farið fram í Vági. – Tað undarligasta av øllum er, at SEV slapp, sum tey fyrstu, at staðfesta, at hetta hevði onki upp á seg. Og so eru øll hini farin at syngja í sama kóri. Sjálvur heldur hann, at tað, hann hevur sæð, eru ikki júst tekin um, at dálkingin í Vági onki hevur upp á seg. – Tvørturímóti sær tað út til at fjørðurin er illa dálkaður. Tað er væl eisini orsøkin til, at nógv fólk nú er sett at taka upp nú. Tað er í hvussu so er tekin um, at nógv er at tak upp. – Men av tí, at so long tíð er gingin, kann geva ábendingar um, at djóra-og plantulív, er rættiliga illa dálkað. Hann spyr eisini, hvør hevur førleika at meta um, hvussu umfatandi dálk­ ingin er. Hann spyr um nakað skikkaður stovnur hevur verið í Vági og kannað eftir, hvussu stórur dálk­ ingarvandin er. Lívfrøðingurin í Fugla­ frøðifelagnum ivast stór­ liga í, um Heilsufrøðiliga Starvs­stovan er skikkað at meta um, hvussu ein fuglastovnur hevur. – Tað er ein meting, sum fleiri partar mugu vera saman um at gera, tí tá skal eisini metast um, hvussu gongdin í einum stovni er. Tað má eisini metast um, hvussu stovnurin flytir seg runt í Føroyum. Alt hetta hevur Heilsufrøðiliga Starvs­stovan ikki yvirlit yvir. – Tað er ikki nóg gott at siga, at í Vági eru einar 30 æður deyðar, men tað hevur onki upp á seg. Tað veldst um so nógv annað. Eitt nú veldst um, hvussu gongdin í stovninum er, hvussu hann ferðast o.s.fr.. Tí heldur Janus Hansen, at Heilufrøðiliga Starvs­ stovan hevur ikki førleika at meta um, antin olju­ dálkingin í Vági er til vanda fyri djóra ella plant­ ur. – Er stovnurin í minking, eiga vit so at góðtaka, at oljudálking beinir fyri enn fleiri fuglum. Eiga vit ikki heldur at seta okkum sum mál at byggja stovnin uppaftur. Høvdu vit havt hetta sum mál, høvdu vit ikki góðtikið, at 30 æður drukna í olju í Vági. – Men tann stóri tru­ pulleikin er, at vit hava onki mál og úrslitið er hareftir, sigur Janus Hansen í Føroya Fuglafrøðifelag. Tað er ongin loyna, at tað er javnan og savnan, at olja lekur á sjógv og í náttúruna annars. Men Janus Hansen fýlist á, at tað fær ongar sum helst avleiðingar. – Kanska fellur onkur smávegis bót av ov á, men tað er so lítið, at tað eggjar so avgjørt ikki nøkrum at ansa eftir, heldur Janus Hansen. Janus Hansen frá Fuglafrøðifelagnum sigur, at sjónligasti parturin í náttúruni er nettupp fuglalívið. – Størsti trupulleikin er, at vit eru ikki fyrireikað at bjarga fugli undan oljudálking. At fuglurin dálkar fjaðrarnar, er ikki einasti vandin, tí fuglurin roynir at reinsað fjaðrarnar við nevinum, men tá fær hann olju í seg og verður eitraður, sigur hann. Nógv fólk eru úti og taka dálkaða tilfarið upp í hesum døgum.