mánadagur 26. februar 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2007
Tað dylist ikki at spenn
ingur var í luftini á
Hotel Føroyum seinna
partin leygardagin, tá
ið Starvsmannafelagið
og almennu arbeiðsgev
ararnir hittu semings
menninir fyri eini løtu
síðani
Semingsroynd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú verður tað, at tað røkkur
ella støkkur.
Seinnapartin leygardagin
byrjaðu seinastu royndirnar
at finna semju um ein nýggj
an sáttmála ímillum Starvs
mannafelagið øðrumegin og
Fíggjarmálaráðið, SEV og
Kommunala Arbeiðsgevara
felagið hinumegin.
Semingsroyndirnar byrj
aðu á Hotel Føroyum seinna
partin klokkan 14. Fyrst hittu
semingsmenninir, Jógvan
Amonsson og Alfred Peter
sen, allar partar á fundi og
síðani varð lagt til brots av
álvara.
Og sum vanligt, verður
tað ógvuliga avmarkað, hvat
almenningurin fær at vita
ímeðan semingsroyndirnar
eru, tí nú skal onki sigast,
sum upp á nakran máta kann
órógva tingingarnar.
Sáttmálin gekk út í heyst
og partarnir samráddust rætti
liga leingi um enn langur
støðgur var ímillum.
Men at enda máttu teir
ásanna, at tað bar ikki til
at koma á mál og sostatt
vóru semingsmenninir boð
sendir. Og teir fóru so undir
semingsroyndirnar nú seinna
partin.
Hvussu leingi semings
royndirnar vara, er ómøguligt
at siga, men onkur av sem
ingsfólkunum helt fyri, at
vardi tað fleiri samdøgur,
skuldi tað ikki koma óvart
á nakran.
Tað er mest lønin, sum
skilir partarnar. Men tað
eru eisini onnur viðurskifti,
sum teir ikki vilja siga so
nógv um. Hinvegin er tað
onki dulsmál, at Starvs
mannafelagið dyrdir eftir
einum fýra ára sáttmála.
Spurningurin er so um
Fíggjarmálaráðið, SEV
og kommunurnar eru til
reiðar at smyrja so nógv
kjøt á ein fýra ára sáttmála,
at Starvsmannafelagið fær
svølgt hann.
Spenningur í luftini
Tá ið lønarsamráðing
ar verða aftur í heyst,
vilja pedagogarnir
hava, at beinleiðis
arbeiðstíðin verður
sett niður, so at teir
fáa fyrireikingartíð,
akkurát sum lærarar
Sáttmálakrøv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Pedagogarnir eru longu farnir
at leggja lunnarnar undir
næstu lønarsamráðingarnar
við Fíggjarmálaráðið, sum
vera longu í heyst.
Á aðalfundinum hjá peda
gogfelagnum leygardagin,
tosaðu tey eisini um lønar
samráðingarnar nú sáttmálin
fer úr gildi 30. septembur.
Jarvin Feilberg Hansen,
formaður í felagnum, stað
festir, at nógvar viðmerkingar
vóru til sáttmálan.
Men skal ein reyður tráður
spinnast burturúr øllum við
merkingum, má tað vera, at
pedagogar vilja nú hava fyri
reikingartíð, akkurát, sum
lærarar hava.
Hann vísir á, at ein vanlig
arbeiðsvika er 40 tímar. Men
lærarar undirvísa 27 tímar
um vikuna og sostatt hava
teir 13 tímar um vikuna til
fyrireikingar og annað.
Og nú vilja pedagogar
hava somu sømdir.
Formaðurin í felagnum
vísir á, at í øðrum londum
hava pedagogar fyrireikartíð.
Hann nevnir at í Íslandi hava
pedagogar fimm tímar um
vikuna í fyrireikingartíð.
Men so hava teir hesar fimm
tímarnar færri til arbeiðis inni
á sjalvum stovninum.
– Tað er avgjørt nakað
tað sama, vit skulu inn á í
Føroyum, so hetta fer avgjørt
at liggja frammaliga, nú vi
skulu gera krøvini upp til
komandi samráðingarnar,
leggur hann afturat.
Umframt hetta vóru sjálv
andi eisini nógvar viðmerk
ingar um lønarhækkingar og
aðrar ábøtur í sáttmálanum,
sum hann ikki vil nágreina
enn.
Kunnu brævatkvøða
Annars vóru 300 fólk á aðal
fundi í Pedagogfelagnum. Fel
agið fekk ein nýggjan nevnd
arlim. Tað er Sigga Joensen
úr Fuglafirði, sum varð vald
fyri Rógva Fossádal, sum
ikki stilllaði uppaftur. Jógvan
Philbrow stóð eisini fyri vali
og hann varð afturvaldur.
Á felagnum varð eisini
tann lógarbroyting gjørd, at
nú er ber ikki longur til at
skjóta valevni til nevndina á
sjálvum aðalfundinum.
Men nú skulu valevni
til aðalfund skjótast upp í
góðari tíð fyri aðalfundin og
so skal tað eisini bera til at
atkvøða við brævatkvøðu.
Í Pedagogfelagnum
eru tey farin at selja
troyggjur, har 30
krónur av hvørjari
troyggu fara
óskerdar til
Barnabata
Vælgerandi
arbeiði
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í Pedagogfelagnum eru tey
eisini farnir undir vælgerð
andi arbeiði.
Í hesum sambandi er fel
agið farið at savna pening
inn til Barnabata, sum er
ein felagsskapur, ið varar
av einum øki, sum peda
gogar sjálvsagt eisini vara
av, nevniliga børnum og
ungum.
Men felagið ger hetta á
ein hátt, sum vit ikki síggja
so ofta í Føroyum.
Jarvin Feilberg Han
sen, formaður í Pedagog
felagnum, sigur, felagið
hevur gjørt eina rúgvu av
troyggjum við navninum á
Pedagogfelagnum á.
Troyggjurnar kosta 180
krónur, men 30 krónur
av hvørjari troyggju fara
óskerdar til arbeiðið hjá
Barnabata.
Á aðalfundinum hjá
pedagogfelagnum leygar
dagin, fekk forkvinnan í
Barna bata eina troyggju
frá pedagogfelagnum og
samstundis varð ætlanin
almannakunngjørd.
Og hetta fekk góða undir
tøku, tí longu fyrst dagin
vórðu 400 troyggjur seldar
og sostatt hevur Barnabati
longu fingið 12.000 krónur
í kassan.
Jarvin Feilberg Hansen
sigur, at tey, sum hava huga
at ogna sær eina troyggju,
kunnu bara venda sær til
felagið. Troyggjurnar fáast
í ymsum litum, svartar, reyð
ar, morreyðar og bláar.
Forkvinnan í Barnabata,
Marita Tórsheim, takkaði
fyri. Peningurin skal brúk
ast til barna- og ungdóms
ráðgevingina hjá Barna
bata, sum gongur undir
heitinum ”Tú hevur rætt”.
Endamálið er í høvuðs
heitinum at upplýsa børn
teirra rættindi.
Í hesum samandi hev
ur Barnabati ein portal á
alnetinum. Tann heimasíðan
eitur www.eg.fo og har
kunnu børn og ung kjakast,
spyrja og fáa upplýsingar.
Pedagogar
stuðla børnum
og ungum
Jarvin Feilberg Hansen handar forkvinnuni í Barnabata
eina troyggju og samstundis setti hann innavningina til
frama fyri barnabata ígongd. Troyggjan, sum forkvinnan
fekk, er reyð, sjálvur er Jarvin í eini svartari og tær fáast
eisini bláar og morreyðar
Vilja hava tíð at
fyrireika seg
Pedagogar vilja nú hava niðurskurð í arbeiðstíðini so at teir fáa stundir at fyrieika seg til
uppgávurnar á stovnunum. Eini 300 fólk vóru á aðalfundi í Pedagogfelagnum leygardagin
Archi Black í Ribarhúsi
Í dag letur Archibald Black upp fríggjadagin í Ribarhúsi í
Fríggjadagin læt Archibald Black upp listaframsýning í listaskálanum
Ribarhúsi í Fuglafirði.
Tað er Ribarhús, sum hevur boðið Archibald Black at sýna fram til 7.
mars.
Umframt oljumálningar, eru tusch, kol-, svart- og reyðkritstekningar
at síggja.
Archibald Black er kent navn í Klaksvík, men tað er ikki ofta at hann
er at síggja uttanfyri bøgarðarnar har norðuri.
Tó at hann hevur havt framsýningar í Danmark, Noregi og Svøríki. Men
hetta er fyrstu ferð, hann fram í Riberhhús
Framsýningin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 17.30 og
leygardag frá 11.00 til 13.00.
Friðarligasta vikuskifti í langa tíð
Hetta hevur verið eitt tað friðarligasta vikuskifti í langa tíð.
Tað staðfestir løgreglan í morgun.
Ein er tikin fyri at koyra við kenning í morgun, men tað hendi onki. Ein
annar maður er tikin fyri at koyra prutl við kenning, men hann sleppur
við eini bót.
Tað er at kalla tað einasta, sum hevur órógvað løgregluna alt vikuskiftið.
Annars sigur løgreglan, at tað er mangan friðarligari síðst í mánaðin,
enn tað plagdi vera, tí lønirnar eru ikki komnar og ráðini til at fara í býin
eru ikki tey somu.
Samstundis hevur veðrið ikki verið tað besta og tað fær eisini fólk at
leita undir tak, heldur enn at ganga úti á gøtuni
-áki