mánadagur 26. februar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 40 - 26. februar 2007
Føroya Banki hevði
eitt sera gott ár í fjør.
Men tað forðar
kortini ikki banka
num í at hava stórar
ætlanir fyri hetta árið.
- Vit vænta, at útlán
ini fara at økjast við 1
mia krónum. Og vit
vænta haraftrat øktar
inntøkur av vaksandi
íløguvirkseminum
hjá okkara kundum,
sigur Janus Petersen,
forstjóri í bankanum
Banki
Orð & mynd: Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: Avlopið hjá Føroya
Banka var heilar 193 mió
krónur í fjør.
- Úrslitið er munandi
betri enn í 2005, tá tað var
uppá 158 mió krónur. Og
tað skal gerast enn betri í
ár.
- Vit vænta eitt úrslit í ár
uppá millum 120 og 140
mió krónur áðrenn skatt,
upplýsti forstjórin, Janus
Petersen
á
tíðindafundi
fyrrapartin.
Á fundinum var greitt frá
úrslitinum hjá bankanum í
fjør, eins og víst varð á
nakrar av ætlanunum sum
skulu fremjast í verki í ár.
Til staðar við tíðindafund
in var stórur partur av før
oysku
tíðindatænastuni.
Men at Føroya Banki ætlar
sær víðari út í heim, sást
eisini av luttøkuni hjá
útlendskum fjølmiðlum.
Tíðindafólk úr Danmark
og Íslandi vóru somuleiðis
til staðar, og fara tey nú at
greiða sínum lesarum frá
um føroyska bankan.
Hetta hóskar eisini sera
væl við ætlanir bankans um
at vera ein leiðandi banki í
Føroyum og altjóða at veita
kundunum útvaldar fíggjar
tænastur.
Minkaður váði
Samanumtikið kann leiðsl
an í Føroya Banka líta aftur
á eitt virkið og gott ár í
fjør.
Aðrastaðni á síðuni er
víst til nakrar av hesum
positivu hendingum fyri
bankan. Ein orsøk til hesa
positivu gongdina í bank
anum eru tey øktu útlánini.
Onnur viðurskifti á sama
borði eru tær hækkaðu
nettorentu- og tænastuinn
tøkurnar og at tænastu- og
provisjónsinntøkurnar
somuleiðis eru hækkaðar í
fjør.
Bankin endurskipaði í
fjør fleiri feløg innan ali
vinnuna. Her var talan um
feløg, sum bankin yvirtók í
samband við kreppuna í ali
vinnuni í 2003. Hesi feløg
ini vórðu skipað í eitt ein
stakt felag á sumri í fjør –
Bakkafrost Holding – og
førdi hetta við sær, at kreditt
váðin hjá bankanum mink
aði.
- Bankin hevur tí afturført
burturleggingar fyri 66 mió
krónur í fjør, upplýsti for
stjórin.
Øktur útlánspartur
Eitt miðvíst arbeiði frá
bankans síðu hevur verið –
og er altíð – at vinna sær
part av marknaðinum í Før
oyum. Hetta arbeiðið eydn
aðist somuleiðis væl í fjør.
Útlánini til vinnulívið
øktust við 44 upp í 48 %
um samanborið verður við
hinar peningastovnarnar í
landinum. Og útlánini til
privatkundar øktust úr 39
upp í 41 %.
- Samanlagt øktist útláns
parturin úr 42 upp í 44 %,
segði ein ikki sørt fegin
Janus Petersen.
Í fjør hevur bankin har
aftrat framt tvey stór mál í
verki – at stovnseta mekl
arafyritøkuna Skyn og ráð
gevingardeildina Corporate
Finance, eins og framtaks
felagið Løkir varð stovnað.
Menna samskiftið
Nógva virksemið í landinum
hevur eisini sína ávirkan á
vónir bankans fyri hesum
árinum.
Bankin væntar, at netto
rentu- og tænastuinntøkur
nar verða um 300 mió kr.
Økingin í nettoinntøkunum
stavar í høvuðsheitum frá
eini væntaðari nettoøking í
útlánunum uppá einar góða
milliard.
Hinvegin staðfestir bank
in, at roknast kann ikki við
eini øking í rentumarginali
num, tí kappingin á føroyska
fíggjarmarknaðinum er so
hørð.
Til tess at nøkta tørvin á
tí vaksandi virkseminum í
bankanum eru fleiri starvs
fólk sett í starv í fjør.
- Men, legði Janus Peter
sen dent á: - Her er talan
um eina íløgu, sum er neyð
ug fyri at kunna fremja
ætlan okkara um enn størri
vøkstur og fyri at menna
samskiftið við kundarnar.
Gott úrslit skal gerast enn betri
Fuglur gav motor-trupulleikar
Føroyaflogfarið hjá Atlantic Airways noyddist at setast í Noreg, tá ein fuglur
eftir øllum at døma hevði gjørt skaða á ein av motorunum
Frá ferðafólki umborð skilst, at onkur hvakk eitt sindur við, tá tað var sjónligt,
at ein av motorunum ikki skikkaði sær heilt, sum hesir vanliga gera.
- Málið varð alt fyri eitt kannað, og líkt er til, at ein fuglur er komin inn í
motorin, tá flogfarið er farið úr Kastrup. Tað er slíkt, sum tíverri kann henda,
men fyri at vera heilt vísir, kanna vit sjálvandi málið til botns, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantic Airways.
- Tað vildi so væl til í óhappinum, at vit høvdu bæði flogfar og teknisk
starvsfólk á vøllinum í Noreg, so seinkingin hjá teimum ferðandi varð tíbetur
sum minst av hesum, sigur Magni Arge.
Úrslit hjá Føroya Banka í 2006
Avlop fyri skatt er 193 mió.
Útlánini eru økt við 33% - úr 4,1 mia upp í 5,4 mia
Innlánini eru økt við 3,1 % - úr 4,5 mia upp í 4,6
mia
Nettorentu- og tænastuinntøkurnar eru hækkaðar við
7,7 % - úr 255 mió. upp í 275 mió.
Tænastu- og provisjónsinntøkurnar eru hækkaðar við
68 %- úr 21 mió upp í 35 mió.
Eginpeningurin er 1.246 mió og solvensurin er 38%
Fíggjarjavni bankans er øktur við 13,2 % - úr 6,4 mia
upp í 7,2 mia.
66 % ein
skild í vár
Arbeiðið við at einskilja
Føroya Banka er kom so
mikið væl áleiðis, at upp
til 66% kunnu verða seld
longu í 2. ársfjórðingi í
ár.
Tey seinastu 34 %
verða seld tey komandi
árini.
Hetta tiltakið fer har
aftrat at føra við sær, at
bankin verður skrásettur
á ikki færri enn trimum
virðisbrævamarknaðum
– tí føroyska, á ICEX og
á Københavns Fonds
børs.
Á henda hátt kunnu
ognirnar í bankanum
verða spjadd yvir hesi
trý londini, og helst enn
longur út í Europa.
Í løtuni eigur fíggingar
grunnurin frá 1992 nær
um øll partabrøvini í Før
oya Banka – 99,4 %.
Handilsbankin, Capital
Markets er høvuðsráð
gevi í tilgongdini við at
einskilja bankan.
- Úrslitið hjá Føroya Banka var sera gott í fjør. Mál okkara er at verða besta arbeiðsplássið í landinum, sigur Janus Petersen,
forstjóri