Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 40 - 26. februar 2007 Tað eru nú nøkur ár síðan, at lond í Noðruratlantshavi, sum veiða hval og kóp, skipaðu felagsskapin NAMMCO - North Atlantic Marine Mammal Com­ mission. Talan er sum kunnugt um altjóða felagsskap, ið hevur til endamáls at skipa fyri samstarvi um varðveiting, gransking, og umsiting av súg­dýra­ stovnum í Norðurhøvum. NAMMCO sáttmálin varð undirritaður í Nuuk tann 9. apríl 1992 av Noregi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Í næstu viku verður ársfundur hjá NAMMCO hildin í Tromsø í Noregi. Umframt limalondini luttaka Kanada, Japan, Dan­ mark og Russland sum eygleiðarar, og fundurin verð­ ur týsdagin, mikudagin og hósdagin, sigur Fiski­mála­ ráðið í tíðindaskrivi. Á fundinum fer vísindanevndin hjá NAMMCO at leggja fram niðurstøður og tilmæli um ymsar hvala- og kópastovnar. Hetta eru niður­ støður og tilmælið, sum NAMMCO hevur biðið um, kann føra til nýggja stovnsmeting. Vísindanevndin hjá NAMMCO skipar fyri hvala­ teljing komandi summar, og hetta verður mest umfat­ andi hvalateljingin higartil. Umframt øll NAMMCO limalondini, fara eisini Kanada og Russland at vera við í teljingunum hesaferð. Úrslitini av teljingunum kunnu føra til, at stovnsmetingin av grindahvali á okkara leiðum skal endurskoðast. Føroyar hava havt formansskapin í NAMMCO síðan 2004, tað er Kate Sanderson, serfrøðingur í Fiskimálaráðnum, sum er forkvinna. NAMMCO hevur síðan stovnsetingina fyri umleið fimtan árum síðani havt stóran og alsamt vaksandi týding fyri almennu og altjóða fatanina av hvali, kópi og veiðu av hesum sløgum. Sum tjóðir, ið tilskila sær rætt til at troyta havsins livandi tilfeingi á ein burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt hava lima­ londini stóran tørv á vísindaligum dátum, ið kunnu mynda støði undir burðardyggum veiðipolitikki og stovnsrøkt. Men hetta evnið snýr seg sjálvsagt ikki bert um veiði og veiðipolitikk. Hetta snýr seg um okkara felags ábyrgd fyri havumhvørvinum og fyri varðveitingini av teimum súgdýrum, ið finnast í Norðurhøvum. Á hesum øki hava londini kring Norðuratlantshavið eina serstaka og stóra ábyrgd. Arbeiðið við burðar­ dyggum veiðipolitikki snýr seg tí um dygga og vísinda­liga grundaða stovnsrøkt, um eftirlit og um hugburð. Havsins ríkidømi, tað veri seg fiskur, súg­ dýr, skeljadýr, smádýr, mikroorganiskur ella tari og havplantur – alt hetta margfeldið ger okkum menn­ iskju ríkari í sinni og huga, umframt at alt gongur inn í størri og smærri heildir. Vit hava tískil skyldu at tryggja varðveiting eins væl og vit hava rætt at nýta ríkidømi við vinnuligum endamál, so leingi vit gera hetta á burðardyggan og ábyrgdarfullan hátt. NAMMCO er eitt sera týðandi amboð í hesum høpi, og felagsskapurin ger eitt stórt og dygdargott arbeiði til tess at tryggja øll tey fyrilit, vit her hava nomið við. Sosialurin Havsins margfeldni SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nú hevur so visiónstorg ver­ ið um vælferð. Sum ergo­ tera­peutur hava almanna- og heilsumál mín stóra áhuga. Havi seinastu árini starv­ast í ymiskum skipa­ num innan primera sektorin, sum veita tænastur til gom­ ul og brekað, sum búgva í egnum heimi. Bæði út frá tí og við at fylgja við í, hvussu okkara grannalond skipa tænasturnar til fólk, sum or­sakað av breki hava skerd­ an førleika, havi eg gjørt mær tankar um hetta økið hjá okkum. Kjarnuvitanin hjá ergo­ tera­peutum er uppvenjing og rehabilitering av fólki við skerdum førleika og starv­ast ergoterapeutar inn­ an skipanir, sum veita hesar tænastur. Føroya Kommunufelag var vertur fyri ráðstevnu um eldraøkið í Norður­landa­ húsinum seinasta heyst. Sera áhugavert at hoyra, hvussu onnur útjaðara­sam­ feløg hava skipað seg á hes­ um økinum. Føroya Komm­ unufelag og útjaðarakomm­ unur í okkara grannalondum høvdu samstarvast um evnið í nøkur ár. M.a. kom fram, at luttakararnir úr hin­ um londunum høvdu roynt at finna út av, hvussu eldra­ økið virkaði í Føroyum og høvdu konkluderað, at tað var tað reina kaos. Júst somu fatan havi eg eftir at hava starvast innan eldra- og brekøkið í nøkur ár. Stórur politiskur og al­mennur vilji er til at bøta um tænasturnar til gomul og brekað. Eingin ivi er held­ur um, at allar skipanir, sum veita hesum borgar­un­ um tænastur, gera sítt besta og dentur verður lagdur á at laga tænastuna til tørvin hjá borgaranum. Starvsfólk í hes­­um tænastum tosa mang­ an um, at tær sam­starva tvørfakligt, hetta hóast tær í nógvum førum einans hava ein fakbólk at veita tæn­ast­ urnar, tvs. tær eru mono­fak­ ligar - skipanirnar tykjast onkursvegna bert at hava eygu fyri tørvinum á tí eina fakbólkinum, hesin vísir seg ofta at hava somu fak­ ligu bakgrund sum leiðarin í skipanini, ella er fakbólk­ urin ’gamal’ á marknaðinum og væl kendur í almanna- og heilsuverkinum og mill­ um fólk annars. Líkist fyri­ brigdinum ’tá ein hond­verk­ ari skal loysa eina uppgávu og einans hevur ein hamara til taks, sær hann einans seymir’. Tað, at skipanirnar eru so ymiskar og í nógvum førum monofakligar, ger, at fokus­ ið onkursvegna hevur lyndi til at flyta seg frá borg­ar­ anum. Knappiliga er tað ikki borgaran, sum málið snýr seg um, men hvør skip­ an skal veita hvørja tænastu, hvussu samstarvið millum skipanirnar skal virka v.m - hetta fær í nógvum førum dám av dupultarbeiði, ein skipan biðjur eina aðra um at loysa onkra uppgávu fyri seg v.m. Onkuntíð verður stað­fest, at uppgávan ikki kann loysast, tí júst hesum trupulleikanum hevur eing­ in ábyrgdina av at loysa. Her er tað at, fyribrygdið, ’borgarin dettur ímillum skip­anirnar’ kann gera vart við seg - øll hava hoyrt um tað og ongum dámar tað. Augusta Mikkelsen, fysio­ tera­peutur, skrivaði einaferð í viðmerking um barnaøkið, at tað ikki átti at komið fyri, at børn við breki ’duttu ímill­um skipanir’. Hon hev­ ur sjálvsagt rætt, um fokusið verður hildið á borgaran og ikki skipanirnar, hendir hetta ikki. Hvussu ber tað so til, at hetta hendir aftur og aftur í Føroyum? Fyrst til nakað so keðiligt sum pengar, tí pengar skulu jú til at gjalda øllum hesum starvsfólkunum í øllum hes­ um skipanunum fyri alt hetta stríðið at halda skútuni koyrandi og halda skil á, hvat mín skipan, tín skipan, skipanin hjá hinum v.m. skal gera. Hvar koma hesir pengarnir so frá - jú mín sann, talan er um skatta­ peng­ar frá føroyskum borg­ arum, bæði tá talan er um kommunalar skipanir, al­mennar skipanir við lands­ dekkandi funktión, almenn­ ar skipanir við økisupp­deild­ um funktiónum, sjálvs­ ognar­stovnum v.m. Fyri at tað ikki skal vera lygn, er talan eisini um somu borgar­ ar, sum fáa tænasturnar, sum hesir skattapengar - kommunalir ella almennir - fíggja. Tvs. talan er um peng­ar frá somu skatt­gjald­ arum, sum fíggja tænastur til sama skara av borgarum. Tí má tað bera til at beina hetta fíggjarliga - og fakliga - tilfeingið, so tað verður gagnnýtt sum best fyri allar borgarar við skerdum før­ leika. Sum ergoterapeutur í pri­ mera sektorinum upplivdi eg tað sum ein avbjóðing í sær sjálvum at finna út av, hvør skipan hevði ábyrgd av hvørjum og at finna út av, hvønn leiklut eg hevði í øllum hesum. Mínar royndir stava frá Hjálpar­tóla­mið­ støð­ini (HTM), Dagstovn­in­ um á Lágargarði og Heima­ tænastuni, tað sum eg beit merki í og undraðist yvir var, at eg hitti somu borgarar í øllum skipanunum, tæn­ asturnar vóru í nógvum før­ um treytaðar av hvørjari aðrari, men hoyrdu til heilt hvør sína skipan, sum var skipað undir hvør sínum leisti. Setti mær tí fyri at royna at lýsa í hesum organisa­ tións­diagrammi, hvussu allar almennar og kommu­ nalar tænastur til heima­ búgv­andi borgarar við skerd­um førleika yvir 18 ár, sum búgva í Suðurstreymoy, eru skipaðar. Eg skal ikki siga, at alt er púra rætt - uppgávan vísti seg at vera rættiliga avbjóðandi og haldi eg, at úrslitið er áhuga­ vert og talar fyri seg. Havi sett spurnartekin við ellis- og røktarheim - ábyrgdin av hesum tykist at vera bæði kommunal, almenn og í onkrum førum hevur eitt stýri eisini ábyrgd. Mín teldu­førleiki rakk ikki til at gera diagrammið á teldu. Vælferð og heilsutænastur í primera sektorinum Ergoterapeutur Turið Jacobsen