Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2007 11 Tað er alt ov lætt at koma sær framat fjølmiðlunum, við persóneksponering utt­ an stórvegis innihald. Júst tí varð tað at undirritaði, saman við øðrum góðum kreftum, kravdi at fakligur førleiki, varð eitt avgerandi kriterium, í samband við starvssetanir í Kringvarpi Føroya. Annars hevði Tjóð­­veldisflokkurin ikki tikið undir við nýggju Kring­­­varpslógini. So ein­ falt er tað. Hvør gruggar Seinnu árini hava vit sæð rættiliga stórar broytingar á miðlaøkinum. Netið er vorðið, helst fremsti, kunn­ ingarmiðilin. Frælsið er stórt sæð óavmarkað, og nógv eru tey sum undir lænt­um skortum, renna ørindi, spæla kispus og mani­pulera, inni á so­kall­ aðu kjakheimasíðunum. Rot er um at koma í, og ein skal ikki vera serliga lesikønur fyri at skilja, at undir nógvum av hesum “kjakskortum”, búgva somu persónar, sum ganga aftur og aftur. Ein annar trupulleiki í almenna kjakinum, er at nógvir av okkara kjak­ riddarum, ríða á nógvum gangarum. Eina løtu eru teir neutralir serfrøðingar, onkra aðra løtu er teir spuna­smiðir, og triðju løt­ una politiskir aspirantar. Og teir mest framkomnu hava uppaftur fleiri skortar at velja úr gekkarúgvuni. Vanligi føroyingur skilir ikki spælið Eftir stendur vanligi føroy­ ingurin, og skilir valla hvør er hvør, og hvør sigur hvat. Superman í dag, er illimaður í morgin o.s.fr. Autoritetstrúgvin hjá stórum parti av fjøldini er somikið stór, “at tá út­varp­ ið sigur tað, so...”. Ein ann­ ar stórur partur av fjøldini, er ókritiskur og líkasælur. Allir føroyingar áttu at havt álit á, at tíðindini í Kringvarpi Føroya, ikki eru innantómt gass, men kritisk, saklig tíðindi, har objektivitetur og sann­leika­ virði eru grundarsteinarnir. Men so er ikki. Álítandi kringvarp Eg eri samdur við tær í, at skulu vit hava eitt álítandi og sannleikaleitandi før­ oyskt kringvarp, so kostar tað meira enn føroyska samfelagið, í dag velur at nýta til endamálið. Hin­ veg­in, so má kravið um fak­liga styrki spíra innan­ ífrá. Og her haltar. Skal fjórða statsvaldið takast í álvara, so eiga eginkrøvini at herðast, og tað munandi. Stórur partur av føroysku miðlunum, virka í dag sum lýsingastovur og polit­ iskir ørindadreingir, held­ ur enn at hjúkla um fólka­ ræðið, við spyrjandi, leit­ andi og sakliga upplýsandi tilfari. Politiski persónurin Páll At undirritaði eina løtu vel­ur at steðga á, og um­hugsað eina møguliga politiska framtíð, er ikki ónatúrligt. Politikkur er farin við ómetaliga nógv­ ari tíð og orku farnu árini. Onkrir leikir á liðnum hepnir, aðrir minni. Soleið­ is er nú einaferð. Í lands­ politikki er onki at ivast í at tjóðskaparspurningurin, hevur verið sera avgerandi fyri mína politisku sál. Og apropos sál, so eru tað fyrst og fremst sál, vilji, og álit, sum eru avgerandi tættir í politikki, sambært mínari sannføring, og í minni mun “spin”, gykl og sleiskni fyri øðrum. At tjóðskaparligu kyrr­ ind­ini, renna saman við stór­um avbjóðingum í privat­lívinum, ger tað ikki meira forkastiligt at hugsa seg um á lívsleiðini fram­ eftir. Eg, á mínum sjónliga politiska gangara, komi til garðs ein dag, Sjúrður. Eg renni ikki ørindi fyri nakran. Um tú vá á ormin­ um, og vann tær tiltrongda eksponering, eisini hesu­ ferð, er helst sjónligt hjá teim­um flestu. Valið nærk­ ast ikki bara hjá okkum, sum eru vald á ting. Takk fyri íkastið. løgtingsmaður Páll á Reynatúgvu Rætt hevur tú Sjúrður! Hans Andrias Sølvará og hansara keldur avnokta jomfrúføðingina, Jesus, sum son Guds, uppreisnina og tríeindina. Funnist verð­­ur at teimum bíbliu­ trúgvu kristnu, sum ikki nýta vit og skil í síni trúgv Lat okkum nú ganga ígjøg­ num greinina hjá Hans Andri­asi og hyggja eftir hvørj­ar próvførslur hann hesa­ferð hevur fyri at gera til einkis tað skrivaða orðið, nú í nýggja testamenti. Markus verður tikin fram sum tann rættasti. Markus gudómligger ikki Jesus eins og Jóhannes ger. Dømi: “Orð­ini í Markus 10, 18 har Jesus sigur við ein:” Hví kallar tú meg góðan, eing­in er góður uttan ein, tað er Gud,” leggja ikki upp til, at Jesus segði seg vera Gud.” Vælsignaður, hetta er einki prógv. Jesus gekk ikki runt og rópti upp um, at hann var Gud. Tvørturímóti, hann bað lærisveinarnar ongum at siga, at hann var Kristus. Matteus 16,20. Tá ið Jesus svarar her, svarar hann, sum ein jødi svarar ein­um jøda. Hatta er so ein­ falt. Eitt annað dømi er, at Markus letur tey seinastu orðini hjá einum líðandi og ógvuliga menniskjaligum Jesusi á krossinum vera :” Gud mín, Gud mín hvi fórt tú frá mær.” Hans Andrias ! Hatta sig­ ur Markus ikki, tí hann ikki trýr á Jesus sum Kristus son Guds. Her fer harafturímóti nakað, fyri okkum menn­ iskju, óskiljandi fram, Gud vendir sær eina løtu burtur frá soni sínum, og Jesus miss­ir sambandi við faðir sín, nú hann ber burtur synd­ irnar hjá Richardi, Hans Andriasi og øllum menn­ iskj­um. Víðari verður sagt, at taka vit Lukas við, so er bein­leiðis mótstríð millum evangeliini hesum viðvíkj­ andi. Bara ein pástandur, utt­an at greina út, hvat hann meinar við. Orðini hjá Markusi í fyrsta kapitli, har Markus sigur Jóhannes doypara at siga, at hann sum kemur afta­ná meg, skal doypa tykkum í Heilaga Andanum. Og at rødd kom av himli, sum segði: “Tú ert Sonur Mín hin elskaði, sum eg havi tokka til”, sum vísa at Markus trúði á Jesus sum Kristus, Son Guds, vera slett ikki tikin við. Er hetta við vilja útilatið, ella lesa menn skriftirnar so illa, sum teir loyva sær at kriti­ sera so nógv. Síðani fer Hans Andrias til tríeindina. Hann sigur, at tann læran finst ikki í bíbli­ uni, men er skapt av Ter­ tullian í 3. øld e.Krist. Jes­ us, sigur hann, skilti ikki seg sjálvan sum Gud og kann ikki hava havt minstu hóming um tann seinri kristna lærusetningin, har hann er annar persónur í eini gudómligari tríeind. Hetta er langt við síðuna av veruleikanum. Nýggja testa­­menti sigur, at Jesus álegði lærisveinunum at doypa tey, sum trúðu, til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Men hetta nyttar ikki at trætast við Hans Andrias og hansara menn um, tí teir trúgva ikki Matteusi, men tað gera vit mong onnur. Orðið tríeind finst nokk ikki í bíbliuni, men tá ið Pætur ápostul doypti teir fyrstu heidningarnar, segði hann, at teir skuldu doypast í navni Jesu Krist. So Pætur roknaði, sum Jesus sjálvur eisini gjørdi, Jesus og Gud sum ein. At Heilagi Andin hoyrir við er skilligt, tað er einki at kjakast um. Eins og andi menniskjans er ein part­ur av menniskjanum, so er vituliga Andi Guds ein partur av honum. Gud er Andi. Jóhannes 4,24. Víðari verður sagt í hesi grein, at John Hick, ein gud­ frøðingur, sum kallar seg kristnan, og sum er ein av teimum, sum H.A. styðjar seg til, sigur, at tað var van­ ligt tá á døgum at nýta orðið sonur Guds um kongar, hetj­ ur og heimspekingar. Í jøda­ dóminum, sigur hann , varð orðingin nýtt metaforiskt um allar Guds tænarar, m.a. profetar, kongar, jødar ella alt ísraels fólk. Í veruleik­ anum kundi einhvør trúgv­ andi jødi kallast Guds son­ ur. Men allar hesar for­klár­ ingar um tað, sum var van­ ligt kunnu ikki gera tað til einkis, at tað er naka heilt serligt við Jesusi, soleiðis sum Markus sigur frá. Og hann er so tann, sum H.A. hevur frægast álit á. So her dettur alt á gólvið aftur. Her eru eingin seriøs prógv, sum kunnu gera sanleikan í evangeliinum til einkis. Sjálv­­andi. Síðani hevur Hans Andri­ as eina nokkso langa frá­ greiðing um kristnar mytur og trúgv uttan vísindi frá Matteus til Luther og Goeb­ bels. Hetta, fyri enn einaferð at siga okkum, at Jesus ikki er Kristus , men ein myta. Her pástendur hann aftur, at teir tekstkritisku ivaspurn­ ingarnir eru nógvir og stór­ ir, uttan at vísa til, hvat hann meinar við. Hann sig­ ur víðari, at áðurnevndu tekst­útleggingar av skrift­ støð­um í gamla testamenti kunnu ikki fáast at samsvara við upprunaliga týdningin, uttan so at teksthøpi, tekst­ kritikkur og vanligt vit og skil verða sett til síðis. Hann hevur her einki nýtt at føra fram, men fer aftur til stríðið um moyggj ella ung kvinna. Hetta havi eg viðgjørt fyrr, so her er ikki meir um at røða. At Jesus er ein søguligur persónur avnoktar H.A. ikki, men hann avnoktar jom­­frúføðingina, Jesus sum son Guds, uppreisnina og tríeindina. Jesus var bert ein vanligur jødi, men ein stórur profetur, ásannar hann. Til seinast kemur hann til, at jødarnir venda sær frá tí, sum bíblian sigur um dóm yvir synd. Hetta vil hann hava nútíðartrúgv­ andi at gera við. Verða 3. mósebók 18,22 og rómbr.1,26 ikki tulka saman við tí søguliga veruleika, sum tey eru avmarkað og treytað av, so er væntandi, at tann einastandandi part­ urin av kristna boðskapinum viknar í tí modernaða sam­ felagnum. Tað hevði verðið spell, sigur hann. Tað vil siga, at vit skulu lúka tað burtur, sum okkum ikki dámar, og hava tað be­ hagiliga í kristindóminum eftir. Víðari sipar hann til John Hick, sum leggur dent á tað í kristindóminum, sum handlar um ein kær­ leiks­fullan og náðiríkan Gud. Tað ber ikki til Hans Andrias. Kristindómurin stammar frá tí Kristusi, sum bíblian sigur frá. Læri­svein­ ar Jesusar og Paulus hava víst okkum hendan vegin. Ápostlasøgan sigur, at tað vóru tey, sum høvdu tikið ímóti boðskapinum, sum teir prædikaðu, sum vóru kall­­að kristin. Teir hevur tú gjørt til lygnarar. So hetta verður ein óhaldbar gud­ frøði, bert at byggja á nak­ að, sum teir siga, men ann­ ars at rokna teir sum ring­ astu lygnarar. Hendan gud­ frøðin kann nokk ganga í hesum lívinum, men heldur ikki í deyðanum. Øll gud­ frøði teld til í hugaheiminum er sum avgudarnir, teir teldu úr traði. Tað heldur ikki, og bíblian fellir dóm yvir slíkt. Bíblian, harafturímóti, er álítandi. Eg havi fyrr nevnt, hvussu stóran ómak Lukas gjørdi sær fyri, at tað skuldi vera álítandi, sum hann skriv­ar. Og Jóhannes, sum er so illa viðfarin og gjørd­ ur til ein stóran lygnara, sigur hetta: “Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitna tað, og vitnispurur hansara er sann­ ur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva.” Jóh. 19,35. Greinarøðin endar við, at tað er langt frá vist, at alt tað, sum vísindin sigur um bíbliuna er satt, niðurstøð­ urnar eru fyribils og kunnu broytast av nýggjum rann­ sóknum. Hetta var so tað. Tað er betri vit og skil, at vit líta á tað, sum í morgin kann vera ein lygn, sleppa tí, sum Gud gjøgnum orð sítt hevur lov­ að okkum við óvikandi lyft­ um um eina trygga framtíð. Harafturímóti skulu vit trúgva, at lærisveinarnir lugu fyri sær sjálvum og okk­um, at Kristus reis upp­ aftur og valdu at doyggja ein ræðuligan deyða fyri hesa lygnina. Allir uttan Jó­hannes doyðu blóvitnis­ deyðan, sigur søgan. Gud hevur gjørt vísdóm heimsins til dárskap. Kristindómurin er ofta nevndur i hesi greinarøð. Eg fari um Gud vil og eg livi, og um bløðini geva mær rúm, at royna at defi­ nera hvat kristindómur er. Og tað verður víð bíbliuni sum einasta leiðvísara. Vit og skil Richard Danielsen Skálafjarðartunnilin er dømi um eina verkætlan og ein arbeiðshátt, har alment og privat samstarv kann føra til eina munadygga og ódýra loysn fyri samfelag og brúkaran. Meirkostnaðurin fyri at lata eitt privat felag byggja og reka Skálafjarðartunnilin, sum hevur verið nevndur í pressuni og á heimasíðuni hjá Landsverk, byggir á aðr­ ar fortreytir enn umsóknin hjá p/f Skálafjarðar­tunli­ num. Í mun til umsóknina hjá Skálafjarðartunlinum geva hesi tøl tí eina skeiva mynd av verkætlanini, og felagið hevur ilt við at skilja hvat Landsverk vil við hesum íkasti til ta almennu við­ gerð­ina av okkara umsókn. Umsóknin hjá Skála­ fjarðartunlinum byggir á, at verkætlanin og loyvis­treyt­ irnar verða fastlagdar í sam­ ráð við tað almenna. Á henda hátt fæst ein muna­ dygg loysn, í mun til eina óneyðuga tíðar- og orku­ krevj­andi tilgongd, har tað almenna einsamalt skal gera allar fyrireikingar og átaka sær allar fíggjarváðar av verkætlanini. Skálafjarðartunnilin hev­ ur í samstarvi við kommun­ ur­nar við Skálafjørðin uppá fá ár ment seg frá einum hugskoti millum fólk til eitt virkið partafelag, ið hevur latið inn tekniskt og fíggjar­ liga vælgrundaða umsókn um at sleppa at byggja og reka fast samband millum Skálafjørðin og Suður­ streym­oy til fyrimun fyri all­ar partar. Partafelagið sær fram til framhaldandi samstarv við myndugleikarnar um at finna bestu og muna­dygg­ astu loysnina. Tá verður nógv tíð og orka spard hjá tí almenna, og samfelagið fær ágóðan av Skálafjarðar­ tunlinum, ikki minst tey, sum í dag ferðast nógv longri leið enn neyðugt. Privat er munadygt og ódýrt fyri tey ferðandi stjóri P/F Skálafjarðartunnilin Kristian Petersen viðmerkingar