Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 40 - 26. februar 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Tíðindaskriv Pf. Postverk Føroya hevur í nógv ár við heimild í kunn­gerð fingið gjald frá Toll og Skatt fyri at fyri­ reika postsendingar til toll­ing. Fíggjarmálaráðið hevur nú strikað gjaldið til postverkið. Kundin skal tí í fram­ tíðini sjálvur rinda fyri hetta arbeiðið, og fer Pf. Postverk Føroya frá mána­degnum 26. februar 2007 at krevja inn hesi ómaksgjøld: Vanlig tollgreiðsla: 36,00 kr. + MVG Eykagjald um fylgi­ skjøl vanta ella eru ófull­ fíggjað: 24,00 kr. + MVG Gjøldini, sum eru eins fyri pakkar og brøv, verða útgreinað á toll­rokn­ ingini saman við toll­upp­ hæddini. Pf. Postverk Føroya: Ómaksgjøld fyri tollgreiðslu Nú eru 6 mánaðir síðani okkara kæri bróður, mammu-, pápa- og abbabeiggi, Karl Anton Johan Jógvansson Klein, doyði. Tað er við ringum huga, at eg skrivi hetta. Tað skuldi ikki verið neyðugt, men vit ráða ikki yvir lívi okkara. Karl Anton undirvísti í tónleiki í Tórshavn. Hann hevði nógvar næm­ ingar. Tað hava ikki verið heilt so fáir ígjøgnum ta tíðina, hann undirvísti har, fleiri hundrað. Hann kallaði ikki næmingarnar fyri næmingar, men síni børn. Hann tók sær av teimum, bæði undir venjing og um tey høvdu brúk fyri honum, líka mikið nær tað var, nátt sum dag, var hann altíð klárur at hjálpa teimum. Nógvir av teimum fyrstu næming­ unum byrjaðu at gera bólkar, sum enn eru virknir í tónleikaheiminum í dag. Eg vil ikki nevna nakran, fyri ikki at gloyma nakran. Hann hevði stórar ætlanir við ung­ dóminum. Hann kundi skaffa hús til, at tey ungu kundu venja, spæla til dans og hugna sær, men einki svar frá býráðnum, tíverri. Tey vildu ikki hava nakað mótspæl til margarinfabrikkina, hildu at tað var nokk við MF. Tað var hart fyri hann at vita at líka mikið hvat, so var onkur í býráðnum, sum setti seg upp ímóti hansara ætl­ anum, men hann royndi. Eg veit, at saknurin er stórur mill­ um tey ungu, sum hann kendi, og at eingin kann fylla tað rúmið, sum stendur tómt eftir hann. Vit hava tað somuleiðis, men alt tað, vit kunnu gera, er at minnast hann sum hann var, eitt ótrúliga gott menniskja og ein góður bróður. Ærað veri minnið um bróður mín, Karl Anton Klein. Vestmanna 21. februar 2007 Óli Klein Karl Anton Klein (KAK) Í sambandi við eina fram­ sýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dánials­ dóttir eftir myndum av lær­ar­um og mæmingum í “Færø­ernes Mellem- og Real­ skole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navn­merktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710). Í dag hava vit hesa myndina sum er frá umleið 1940, tikin uttan fyri skúlan. Aftara rað: Maria Olsen, Oliver Justinussen (Áarberg) (Svínoy), Gretchen Reinert, Ingeborg Krog, Per (Peter) Lava Hansen, Aase Werner Hansen, Niclas Mikkelsen (á Dunga), Hildebrandur Ol­sen (Kunoy), Elieser Nolsøe, Jóannes Rubeksen, Otto Jensen (Kollafjørður), Johannes Nielsen, Ólavur Breiðá, og Viggo Planck. Fremra rað (sitandi) Hilda Joensen (Frýdal) (Hós­ vík), Aslaug Simonsen, Hjørd­is Dahl Christiansen (Patursson), Ingibjørg Krage­ steen og Elinborg av Kák Rasmussen. Um onkur hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru tey vælkomin at kontakta Jórunn Myndaeigari: Hilda Frýdal Færøernes Mellem- og Realskole: Realskúlamynd umleið 1940 -har tað hendir