Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 40 - 26. februar 2007 13 Kistan við Josefinu Pedersen, Ringsted, fer úr kirkjugarðakapellinum í Ringsted hósdagin 1. mars Bønarhald verður fyri Hans Martin Antoniussen á Røktarheiminum á Mørkini týsdagin klokkan 10. Jarðarferðin verður úr Selatraðar kirkju sama dag klokkan 13. Sungið verður úr Sálmabókini. Tey ið vilja minnast Hans Martin kunnu lata Røktar­heim­ inum á Mørkini eina peningagávu, konta í peninga­ stovnunum. Andlát og jarðarferðir Tað er mánamorgun í morg­ un 19/2 og fyri 2600 mána­ morgnum síðani varð Jógvan føddur. Hann kom í heimin, sum eitt strálandi undur, ið eitt hvørt barn er, sum borið er í heim. Umgyrdur av undran og kærleika, fyrstføddi, við stoltum foreldrum, ommum og abbum og øðrum næstra­ fólki, sum fevndu hann við heitum kærleika uttalaga á Strondum. Síðan gingu 2600 mána­ morgnar, og nú er hann fimti, situr sum prestur á Gjaranesi innalaga á Strondum, er mað­ur, pápi abbi og ein lívsroyndur strandingur. Okkara leiðir hava krossast tey sein­astu 38 árini, og tað er neppa gingið mánaði í millum, síðan vit gjørdust vaksnir, at vit ikki hava verið í samband við hvønn annan á ein ella annan hátt. Vit eru blivnir knýttir saman, eg veit ikki um tað var avgjørt áðrenn, vit vóru bornir í heim, men her er eitt band sum ikki kann slitna. Jógvan varð borin í heim eitt sindur fyrr enn eg, og blívur í altíð eitt sindur eldri. Ikki so øgiliga nógv, eg fylli í september. Vit hittust fyrstu ferð, tá íð eg var 11 ára gamal og hann var 12. Tað hendi í tí tá spildurnýggja skúlanum á Strondum. Eg var komin um alpurnar úr Oyndar­firði, eini lítlari bygd fyri norðan, av­byrgd og umgyrd av høgum fjøllum og út á Strendur at ganga í skúla. Her var vítt til veggja, ikki farvegurin av nøkrum fjall av týdningi, og mann sá heilt til Havnar, har eg ikki hevði verið enn. Jógvan var komin úr Dan­ mark, har hann hevði verið í útlegd í drúgva tíð fyri sítt ringa oyra og hann stóð eisini fremmandur í hesum nýggja skúlagarði í húgvu niður fyri oyruni, íð ongantíð veik plássið, um so sólin var frammi Vit funnu skjótt saman og tað blívu til fimm ár við síðuna av hvørjum øðrum á skúlabonki. Eg minnist ikki heilt um vit kendust áðrenn, ørminnist um at vit hittust fyrstu ferð á eini summarlegu hjá missiónini í skótahúsinum á Kambs­dali. Eg eri so takksamur fyri hesi ár í skúlanum á Strondum. Fyri teir góðu lærarar og ser­ liga fyri Chr. Høj, sum vakti min áhuga at siga søgur og Edmund í Garði, sum vakti mín áhuga fyri skaldskapi. Tveir týdningarmiklir per­ sónar frammanundan, nú eg sjálv­ur náddi dreyminum at gerast rit­høvundur. Eg siti í morgun og hugsi um hvussu eitt vinarlag verð­ur til. Vit velja okkara vinir og viðhvørt verða vit vald til vinir. Eg haldi eg valdi Jógvan og kanska fann mítt villa sinni frið hjá hesum jarðbundna drongi, sum so væl hvíldi í sær sjálv­um. Sissandi var tað at sita við síðuna av honum á skúlabonki og sissandi var tað aftur at sita á skúla­bonki saman við honum, tá íð vill­ skapurin var prøvaður av við teir meira villu javn­lík­ arnar í fríkorterinum í skúla­ garðinum. Eg hevði nógvar aðrar vin­ ir í skúl­an­um á Strondum. Hetta eru vinir, sum enn eru vinir og sum eg ikki havi samband við. Sambandið millum meg og Jógvan slitn­aði ongantíð. Eg eigi eis­ini vinur av hesum sama ættarliðið úr Stranda skúla sum nú eru deyðir og ligga undir grønu torvu, teir eru eisini enn mínir vinir, hóast teir nú eru sál og einglar og kanska okkurt annað sum eg ikki havi skil fyri. Teir eru gongumenn í einum ævigum heimi, har ongin er vendur aftur, halda vit okkum til orðing Sheakspeares. Jógvan valdi at lesa gud­ frøði. Eg veit ikki nær hetta uppskotið stakk upp á hann. Hann hevði ongar ætlanir um at gerast prestur í sætta og sjeynda flokki og langt inn í realskúlan. Eg haldi at tað var tá hann var komin í Hoydalar at lærusveinagerningurin kall­ aði. Jógvan hevði nógv meira hug til sjógvin tey fyrstu árini. Kanska gekk tað upp fyri honum, at heilsan loyvdi ikki tí harðbalna sjó­lívinum, og tá íð hann ikki slapp tað hann vildi, so kundi hann eins væl fylgja út­róðrarmonnunum við Gen­esa­reth sjógvin, sum gjørd­ust lærusveinar hjá Jesus Kristusi og fara at veiða menn í staðin. Talan er um veiðu í báðum førum. Hetta eru reinar spekulatiónir frá míni síðu, men tær lýsa lívs­ leið hansara. Tær fyrstu prædikurnar vóru tillærdar og nógv merkt­ ar av skúlaskapi og síðan fór hann at vaksa. Tað var ein góður skúli hann fekk ár­ini í Ónagerði og hann var væl brynjaður við lívsins við­ur­­skifum og til kallið á Gjaranesi, tá íð hann kom aftur til heimbygdina eftir fleiri ár millum saghvøss fjalla­­tromirnar Eystan Múla.. Hesir seigu norðingar brýndu mannin og góvu honum lívs­ vís­dóm, sum saman við gud­frøðini í Danmark og hans­ara viðfødda ágrýtni og nær­lagni, spakuliga formaðu seg í prædiku, sum byrjaðu at flyta fólk. Tað er sama prædika, sum Jógvan tilevnar. Tað er bara ein prædika til.Tað er prædikan um Gud í okkum, sum tað æviga, íð var blást í okkum av Guds anda longu i tíðarinnar morgni. Guds andi er ævigur og er óheftur av føðing og deyða. Prædikan kann lætast í ymisk orð, men hon er ikki orð. Orð koma frá tankum, og tankar eru ofta okkara egnu og kunnu tí ógvuliga skjótt ikki vera Guds. Prædikan er Guds orðleysa samrøða við okkum, tá ið vit opna sinn­ið framman fyri einum sum talar Guds orð. Prædikan er lykilin til Gud í okkum sjálvum og gevur seg til kennar millum okkum kristnu í Jesusi Kristus. Jógvan hevur hesa somu prædiku á amboltinum hvørja viku. Viðhvørt er hon reyð­gløðandi, og tað syng­ur eftir í, tá íð sleggjan evnar hana til. So verður hon køld í mótgangi, av og á í sjókøldum sjógvi, og tá hvørvur hon ikki, men herðist og gevur enn betri bit. Tað er sama prædikan hann sleggjar til eisini til næsta sunnudag. Hon er evnað av Guds anda í nú´inum, her og nú, sum er tað einasta sum er til, tá íð vit tosa um ævinleika. Tað sum veruliga hevur týdning inni í okkum er ævugt, eisini í hesum lívinum, alt hitt ytra forfellir og forgongur. Eg fari at ynskja mínum góða vini hjartaliga tillukk­ um við teimum 50 ár­unum, sum higartil eru komin til hans­ara. Kanska vit taka 30 ár aftur at saman, kanska fara vit í morgin, tað er full­ komiliga uttan týdning, vit eiga bara dagin í dag og tað æviga, sum var blást í okkara forforfedrar einaferð í fyrdini, og sum gjøgnum lívsseig gen livir í okkum í dag ævigt og ikki fevnt av deyða, men einum friði, sum ikki er av hesum heimi. Hetta verður prædikan hjá Jógvani framyvir, kanska latin í onn­ ur orð, men innihaldið er ævugt og tað sama. Jógvan er ein góður predik­ ant­ur Tey sum ganga í kirkju hjá Jógvani fyri at hoyra nakað nýtt, ganga fánýtis. Kanska tey hoyra nýggj orð og nýggjar søgur, men inni­haldið er tað sama, um tað góða í okkum, sum altíð er har, evnað av Gudi og er Gud, og síðan tað ónda, sum hevur so góðan hug at kroysta tað góða burtur. Tað er stríðið millum tað góða og ónda Jógvan prædikar og tað fer hann at halda fram við, nú farið er at halla undan á lívsleiðini, ella hevur tað ikki helt undan síðan føðing? Og allíkavæl so hevur tað heldur ongan týdning, tá íð vit bara eiga løtuna her og nú og deyðin eins og føðingin ikki eru annað enn eitt nú í okkara tiðarleysa lívi sum ævigt elskaði undir Guds trí­ einda veingjabreiði. Og tá nú heilsanin er til ein hálvt­hundr­að ára gamlan prest, so verður her higani sagt Amen! vinarliga Jústinus Leivsson Eidesgaard Jógvan Fríðriksson fyllir 50 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá okkara høgt elskaði bróður, mammu- og pápabeiggi og abbabeiggi Karl Anton Jóhann Klein Vestmanna so brádliga varð tikin frá okkum. Ein stór tøkk til øll, sum fylgdu honum til gravar. Tøkk til prest, sangarar og gravara, tey, sum hjálptu til við ervinum og við sanginum í kirkjuni. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur. Guds friður veri við Karl Anton. Familjunnar vegna Óli Klein Dagurin 27. Leander, deyður umleið ár 600. Biskupur í Sevilla. Hann var harður mótstøðumaður av ariansku ranglæruni. Grikst navn, samansettt av orðum, ið merkja stríð og vernd. nøvn Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið