Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 40 - 26. februar 2007 Tann, sum fer í mølina, nú hann hevur ligið tráður imóti landi í fleiri dagar, sær týðiliga, hvussu nógv burturkast liggur og rekist í sjónum Órudd Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Koyr ikki á Vestfallið! Hetta er boðskapurin í ei­ni lýsingaherferð í sjón­ varp­in­um, sum vendir sær til okkara skipaflota. Endamálið er at fáa skip at lata vera við at tveita burt­ ur­kast og órudd fyri borð, men heldur taka tað við til lands og beina tað burtur í bing­jur. Men tann, sum fór sær ein túr í mølina, nú hann hev­ur ligið tráður ímóti lan­ di í fleiri dagar, skal ikki gan­ga langt, áðrenn ill­grun­ in fer at gnaga um, at kan­ ska eru tað ikki øll, sum ha­va sæð hesa lýsingina í sjón­varp­inum. Í øllum førum gongur sjón fyri søgn, hvussu nógv órudd framvegis liggur og rek­ist í sjónum. Hvalba er ein bygd, sum vend­ir eystureftir og sum væl kann brúkast sum bar­o­ met­ur fyri, hvussu standurin er. Men tað er ikki tespuligt at fara sær ein túr á vakra og friðsæla Hvalbiarsandi í dag. Tað, sum leyp í eyguni er alt óruddið, sum er lagst í møl­ina í kjalarvørrinum á upp­gan­gi­num hesar seinastu dag­ar­nar. Og hvalbingar siga, at het­ ta er skilið, hvørja ferð, hann legst við óveðri av eyst­ri. Og so stendur kommunan eft­ir við upptakinum. Vit kunnu bara geva hval­ bing­um rætt: Nakað prýði fy­ri bygdina og føroyingar, sum heild, er hetta ikki. Ein leyðslig uppteljing vís­ir, at her eru bæði plast­ dunk­ar í hópatali, boyur, end­ar av nylon, plast av ym­sum slagi og annað gott. So vit kunnu bara bera vinarligu áheitanina frá hval­­bin­­g­­um til skipini víð­ ari: Vísi náttúruni ans og lat­­ið vera við at tveita alt ó­­rudd fyri borð. Tað, sum fer fyri borð, hvørvur ikki fy­­ri tað um tað er farið úr eyg­­­sjón, tí tað rekur altíð upp á onkrari fjarari strond. Hvalbingar sipa speisk­li­ ga til visjón 2015: Skulu vit ve­­ra heimsins fremsta tjóð, mu­­gu vit sanniliga eisini ví­ sa nattúruni ans. Koyr á Vestfallið Hvalbiarsandur er ikki tespuligur, nú hann hevur ligið av eystri í fleiri dagar. Dunkar, boyur, endar og plast er tað, hvalbingar eru vælsignaðir við. Fyrr vóru menn at leita eftir reka eftir slíkt veður, men slíkur reki man ikki hava verið høgt í metum Í fjør fór ferðafólkatalið hjá Strandferðsluni upp um eina millión Ferða­fólka­flut­n­ ing­ur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Strandferðslan hevði stóra fram­gongd í fjør, afturímóti ár­in­um frammanundan. Ein uppgerð hjá stovn­in­ um vísir, at í fjør ferðaðust 1,1 millión ferðafólk við skip­um og bussum hjá stovn­in­um. Hetta eru 107.000 fólk flei­ri ferðadólk enn í 2005 og sostatt er talan um ein vøkst­ur upp á 11%. Ferðafólkatalið við fer­jun­ um var umleið 480.000 og tað er 60.000 fólk fleiri enn í 2005. Tilsamans er talan um ein vøkstur upp á 14%. Ferða­fólk­a­t­al­ið við buss­un­ um var 620.000 og tað er 28.000 fleiri ferðafólk enn ár­ið fyri og tað er ein vøkst­ ur upp á 9%. Annars flutti ferjurnar 130.000 bilar í fjør og tað eru 23.000 fleiri bilar enn í 2005. Í prosentum er talan um ein vøkstur upp á 21%. Her er siglingin um Leir­ víks­fjørð ikki tald við, tí hon var niðurløgd í apríl í fjørð. Kalsoyarsiglingin størst vøkstur Størsti lutfalsligi vøksturin hjá ferjunum var á Kals­oy­ar­ leið­ini. Tilsamns sigldu 30.000 ferðafólk um Kal­s­ oy­ar­fjørð og tað er ein vøk­s­ t­ur upp á 36%. Bilatalið var 7.000 og tað er ein vøkstur upp á 27%. At Sam nú røkir leiðina ístaðin fyri Bars­sk­or, er helst orsøkin til vøksturin. Men talan er eisini um stór­an vøkstur á bæði Suð­ ur­oyar- og Sand­oy­ar­leið­un­ um. Smyril flutti 193.000 ferða­fólk til og úr Suðuroy og tað er ein vøkstur upp á 18%. Smyril flutti eisini 68.000 bilar og tað er ein vøkst­ur upp á 26%. Teistin flut­ti 173.000 ferðafólk úr San­d­oy og tað er ein vøkstur upp á 12% . Teistin flutti ei­si­ni 56.000 bilar og tað er ein vøkstur upp á 14%. Tórshavn og Klaksvík er størst Samanlagt ferðaðust 162.000 fólk við bussinum í­mill­um Tórshavn og Klak­s­ vík. Hetta er størsta buss­rut­ an hjá Strandferðsluni og vøks­tur­in á leiðini var 2% í aftur­í­mó­ti árinum fyri. Annars royndust leið í­mill­um Klaksvík og Fug­la­ fjørð eisini væl. Hon varð tik­in í nýtslu seinast í apríl í fjør í samstarvi við kom­mu­ nu­na í Fuglafirði, Leirvík og Klaksvík. Íalt 35.000 fólk ferðaðust við leiðini í fjør, og Strandferðslan vænt­ ar aftur vøkstur í 2007. Á leiðini millum Tórs­ havn og Flogvøllin og Sør­ vág ferðaðust íalt 94.000 ferða­fólk og tað er ein vøks­ t­ur upp á 3%. Um helm­ing­ ur­in av ferðafólkunum á he­si rutuni eru til og frá flog­vøll­in­um. Vøksturin á flog­vøll­in var 13%. Strandferðslan fór upp um milliónina Aftur í ár er ætlanin at finna tær bestu, føroysku lýsingarnar, men í ár verða nógv fleiri virðislønir at kappast um Virðislønir Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Aftur í ár verða virðislønir lat­nar bestu føroysku lýs­ing­ ina. Tað fer fram tann 27. apr­íl, tá ið Kolan 2007 virð­ is­løn­ir­nar, verða latnar bes­ tu føroysku lýsingunum he­si bæði seinastu árini. Í fjør skipaði Vinnuvitan fy­ri Ad-Event tiltakinum og tá varð virðisløn latin fyri bes­tu føroysku prent­lýs­ing­ ina. Tann, sum vann, var ein lýsing hjá Strand­ferðsl­ uni, sum Sansir hevði gjørt. Í ár verða fleiri lýs­inga­ bólk­ar at kappast um, eitt nú sjónvarpslýsingar, graf­i­ skt snið, útvarpslýsingar og lýs­ing­a­her­ferð. Tilsamans eru átta bólkar at kappast um. Umframt hetta fær al­men­ n­ing­ur­in eisini høvið at at­kvøða um bestu lýsingina, ei­si­ni kallað ”Fólkið vel­ ur”. Tað er reklamufelagið, sum velur Dómsnevndina og í henni vera bæði føroysk og útlendsk lýsingafólk, sum øll eru serfrøðingar á øki­n­u­m. Tiltakið ”Kolan 2007” er skip­að soleiðis, at lýs­ing­a­ virk­ini senda inn lýsingar til kappingina. Dóms­nevnd­ in innstillar síðani fimm lýs­ ing­ar í hvørjum bólki og bur­tur­úr rúgvuni verða vin­ na­r­ar­nir síðani funnir og Vir­ð­i­s­løn­ir­nar verða hand­ að­ar á stórfingnum tiltaki í Havn­ar Bio í vár Tað er Vinnuvitan, sum ski­pa fyri í samstarvi við Rek­la­mu­fel­ag­ið Bæði bussar og skip hava flutt munandi fleiri fólk í fjør, enn tey gjørdu í fyrrárið Besta lýsingin skal finnast