mánadagur 26. februar 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 40 - 26. februar 2007
15
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
– Vit hava royndar spælarar, sum kunnu taka ábyrgd, og vit
hava fleiri ungar spælarar, sum veruliga hava ment seg
Janus Einar Sørensen, Kyndil
ítróttur
Holst
skoraði og
fór á flog
Christian
Lamhauge
Holst spældi bert ein
hálvleik við Lyngby, tá
liðið spældi venjingardyst
leygardagin. Dysturin var
ímóti Køge, har Henrik
Larsen er venjari. Holst
legði Lyngby á odda 1-
0 í fyrra hálvleiki, og so
varð hann skiftur út, so
hann kundi skunda sær til
flogvøllin í Kastrup, har
hann skuldi ferðast saman
við føroyska fótbólts
landsliðnum, sum verður
á venjingarlegu í Spania
næstu vikuna. Lyngby
vann dystin 2-1.
Uppflyt
ararnir
vunnu á NSÍ
Tað hevur gingið eitt
sindur misjavnt í venj
ingardystunum hjá NSÍ
í ár. Um vikuskiftið vitj
aði NSÍ á Argjum, har
uppflytararnir úr AB
tóku ímóti. Úrslitið av
dystinum gjørdist 3-1 til
AB. Í hálvleikinum var
støðan 3-0 til AB. Málini
hjá AB skutu Hendrik
Rubeksen, Rógvi Holm
og Súni Fríði Barbá.
Troystarmálið hjá NSÍ
stóð Einar Hansen fyri.
Eftir avboð frá heim
ligum spælarum tók
Jógvan Martin Olsen
ð tveir nýggjar spæl
arar út til venjingar
leguna í Spania.
Annar spælarin hevur
ongantíð verið á lands
liðnum fyrr
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Christian Lamhauge Holst
hevur spælt tveir landsdystir
fyri Føroyar, og eftir sera góð
avrik í Danmark seinastu
tvey árini er tað ikki so løgið,
at hann nú er aftur á føroyska
fótbóltslandsliðnum. Christi
an Holst er tikin út til venj
ingarleguna í Spania, eftir at
Bergur Midjord noyddist at
geva avboð vegna skaða.
Herbert í Lon Jacobsen
hevur eisini givið avboð, og
í hansara stað hevur Jógvan
Martin Olsen tikið ein spæl
ara hjá Fremad Amager út.
Tað er Tem Hansen, sum
ongantíð áður hevur við á
landsliðnum.
Tem Hansen er 23 ára
gamal og hevur førosyk
ættarbond, hóast hann er upp
vaksin í Danmark. Hann er
miðvallarspælari og hevur
áður umboðað feløgini B93,
Køge og Brøndby.
Nýggjur dani á føroyska fótbóltslandsliðið
ÍF hevur mest sum
tryggjað sær meistara
heitið í meistaradeild
ini hjá monnum, eftir
at teir vunnu ein sann
førandi sigur á Mjølni
í toppdystinum í KÍ-
høllini sunnudagin
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fyri viku síðani var eingin
slingur í valsinum hjá
Mjølni, tá teir hólvaðu ÍF
av í steypafinaluni í mans
flogbólti. Mjølnir vann ein
sannførandi 3-0 sigur tann
dystin, og ivi stóðst ongantíð
um úrslitið.
Sunnudagin var enn ein
sera týdningarmikil dystur
á skránni ímillum hesi bæði
liðini, tá meistaraheitið mest
sum kundi avgerast. Kanska
ikki í ástøðini, men júst ÍF og
Mjølnir hava verið somikið
góð hetta kappingarárið, at
ikki er væntandi, at nakað av
hesum liðunum fer at missa
stig ímóti øðrum liðum í
síðstu dystunum.
ÍF fekk flúgvandi
byrjan
ÍF hevði valt at gera onkra
broyting í dystinum í Klaksvík
í mun til steypafinaluna. Teir
høvdu sett Bartal Eliasen at
heva, meðan Hanus Eliasen
var komin inn á kantin á
plássið, sum Bartal vanliga
hevur røkt. Um tað var hetta,
sum gjørdi mun fyri ÍF, skal
her vera ósagt, men eitt er
sikkurt, ÍF fekk eina einki
minni enn flúgvandi byrjan
uppá dystin.
Í fyrsta setti lótu teir slett
ikki Mjølnir fáa fótin fyri
seg. ÍF setti seg nevniliga á
dystin alt fyri eitt, og sum
settið leið, gjørdist munurin
bara størri og størri millum
feløgini. So nógv betri, sum
Mjølnir var í steypafinaluni,
so nógv betri var ÍF í byrjanini
av hesum dystinum.
So við og við gjørdist
greitt, at ÍF fór at vinna
stórsigur í fyrsta setti, og
úrslitið gjørdist eisini 25-11
til gestirnar úr Fuglafirði.
Ein skuldi trúð, at stórtapið
í fyrsta settið skuldi sett eitt
sindur av lívi í leikararnar hjá
Mjølni, men so var ikki. Eftir
trygga sigurin í fyrsta setti
vóru fuglfirðingarnir eins
uppsettir í næsta setti. Teir
koyrdu á við somu ferð og
kraft, sum teir vístu í fyrsta
setti, og enn einaferð hevði
Mjølnir stórar trupulleikar
at fylgja við. Alt vísti seg at
rigga hjá ÍF henda dagin. Teir
løgdu stórt trýst á Mjølnri
í servunum, og leikararnir
tóktust vera nógv meir klárir
til henda dystin, enn teir
vóru til steypafinaluna.
Sum annað sett leið, gjørd
ist eisini greitt, at ÍF eisini
fór at vinna hetta settið.
Munurin millum liðini var
enn einaferð sera stórur at
kalla allan vegin, og at enda
vann ÍF enn ein knúsandi 25-
15 sigur, og so høvdu fugl
firðingar lagt seg á odda 2-
0, og nú var kósin sett ímóti
meistaraheitinum.
Mjølnir royndi
at spæla við
Byrjanin uppá dystin kundi
ikki sigast at vera annað enn
katastrofal fyri leikararnar
hjá Mjølni, og ta teir komu
inn á vøllin til triðja sett,
tóktust teir endiliga vera
greiðir yvir, at hetta var
dysturin um meistaraheitið.
Nú vóru teir nevniliga nógv
betri við, og endiliga fingu
áskoðararnir í KÍ-høllini eitt
sindur av spenningi.
Liðini fylgdust væl í hes
um settinum, og at kalla
eingin munur var á liðunum.
Móti endanum av settinum
gjørdist greitt, at hetta triðja
settið fór at blíva ein sannur
gysari. Leikararnir hjá Mjøln
ir kempaðu rættiliga fyri at
halda fast í vónini at vinna
dystin, men hetta var bara
dagurin hjá ÍF.
Síðstu løtuna av dystinum
megnaðu fuglfirðingarnir
nevniliga at halda høvdið
meir kalt enn leikararnir hjá
Mjølni, og so vunnu teir eisini
hetta settið 27-25, og harvið
vunnu teir toppdystin 3-0.
Enn kann ÍF ikki endaliga
rópa seg fyri føroyameistarar,
men alt bendir á, at meistara
heitið endar í Fuglafirði.
Tveir dystir eru eftir at leika,
og ÍF er trý stig frammanfyri
Mjølnir á øðrum plássi, so
illa skal gangast hjá fugl
firðingum, um teir ikki skulu
vinna meistaraheitið í ár.
Mjølnir-ÍF 0-3 (11-25, 15-25, 25-27):
ÍF á meistarakós
Fuglfirðingar vóru eins flúgvandi í Klaksvík, sum Mjølnir var tað í steypafinaluni, og so vendi 3-
0 sigurin øvuta vegin. Eitt úrslit, ið mest sum við vissu flytur FM-gullið til Fuglafjarðar
Mynd: Norðlýsið