Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 40 - 26. februar 2007 ] Magnus vann á Topalov Sensationelt er 16 ára gamli Magnus Carlsen úr Norra fremstur í Linares 2007. Seks umfør eru leikt og hann hevur 4 stig. Magnus hevur m.a. vunnið á Veselin Topa­ lov (Topalov gavst í javnari støðu), Vassily Ivanchuk og Alexander Morozevich. Næstir Magnusi eru Viswanathan Anand og Levon Aronian við 3,5 stigum. Peter Leko, Peter Svidler og Ivanchuk hava 3 stig, meðan Topalov og Morozevich einans hava 2 stig. Dupultumfør, ella 14 umfør skulu telvast. Endaumfar í Havn Liðkappingin í talvi endar komandi leygar­ dag, tá allar deildirnar telva seinasta um­­farið. Hetta verður í Havn, har spenn­ing­urin millum vestmenningar og klaksvíkingar iva­leyst verður ovurstórur við seinastu borð­ini. Men eisini í hinum deildunum kann nógv henda. Byrjað verður kl. 12 leygar­dagin, og er skráin annars at síggja á www.faroechess.com Við sigrinum á havn­ ar­monnum um viku­ skiftið, hava vest­ menn­ingar framvegis møguleikan at endur­ vinna føroya­meist­ara­ skapin. Klaksvíkingar eru nú bert 1 stig fremstir áðrenn sein­ asta umfar komandi leygardag Talv Carl Eli Nolsøe Samuelsen Eins og í fjør er FM-heitið púra opið heilt fram til sein­ asta leik. Klaksvíkingar hava verið væltelvandi og støðugir, og higartil verið eina sponn framanfyri vest­ menningar. Rødgaard vann á Martini Martin Poulsen hevur seinastu árini argað John Rødgaard rættiliga fitt. Hóast ofta vinnandi støður ímóti júst Martini, hevur tað ikki eydnast Rødgaard at hála stigini inn, heldur tvørturímóti. Men Rødgaard lat ikki Martin sleppa snikkaleysan úr trupulleikunum hesaferð. Tá teir, sum teir seinastu, sótu í drúgvum talvi, var støð­an 2-1 til vestmenningar. Rødgaard hevði greiðan fyri­mun, men tíðarneyð og treiskt verjuspæl vóru tung­ ar forðingar. Loksins eftir nærum seks tímum legði Martin kongin. Stytsta talvið var á 4. borði millum Óla Joensen og Jákup á Rógvu Andrea­ sen. Støðan tóktist jøvn, men tá Óli knappliga var óneyvur, lumpaði Jákup hann og vann. Sigurð Justinus­sen og Samson Høj­ gaard leiktu javnt á 3. borði. Sigurð hevði fyrimun í enda­talvinum. Martin Brekká, sum nú telvar við havnarmonnum, bjóðaði Carl Eli N. Samuel­ sen av á 2. borði. Hesin seinni vann sær eina finnu í rokmiklum miðspæli, men mátti seinni lata hana aftur, tí Brekká fekk vandamikið mótspæl. Eftir eina drúgva roynd, mátti Carl Eli ásanna, at hvørgin kundi vinna talv­ ið, og tískil varð semja um javnleik. Ein tryggur 3-1 sigur til verandi føroyameistararnar. Og úr Vestmanna frættist, at teir hava góðar vónir um enn eitt FM-heitið. Til tað krevst, at Havnin tekur nøk­ ur stig frá Klaksvík 1, sam­ stundis sum Vestmanna vinn­ur stórsigur á Klaksvík 2. Sandavágur vann botndystin Hóast einki lið flytur niður í 2. deild í ár, hevur eingin hug at enda aftast. Í Klaksvík komu sandavágsmenn á vitjan, og teir fóru heim aftur við 2,5 stigum. Eitt gott úrslit hjá Torkil Nielsen & Co. Trý talv endaðu við javn­ leiki, millum annað Rani Nolsøe og Olaf Berg á 1. borði, og tað varð tí Torkil Nielsen, sum avgjørdi dyst­ in við sigri sínum á Terja Petersen. Fýra lið í oddinum Í 2. deild kann valla verða javnari í oddinum. Vest­ menningar hava framvegis leiðsluna, men nú er munurin bert 1 stig. Havnarliðini bæði kunnu við góðum úr­slitum í seinasta umfari yvirhála vestmenningar, og toftamenn liggja somuleiðis og lúra á 4. plássi. Klaksik 3 vinnur ivaleyst 3. deild. Skopuningar royn­ ast væl eftir eini 10 ár í talv­ loysi. Eisini hava teir lið í unglingadeildini. Klaksvík kann vinna Unglingadeildina Sera óvæntað taptu dreing­ irnir í Sandavágs Talvfelag ímóti Róki í unglingadeildini. Sandavágsdreingirnir hava nú telvað sín seinasta dyst í FM-kappingini og eru 2,5 stig framanfyri klaks­ víksdreingir, sum hinvegin hava ein dyst eftir at telva. Og hesin verður ímóti Havn­ ini, sum higartil ikki hevur megnað at arga oddaliðini. Tískil kunnu teir úr Klaks­ víkar Talvfelag vinna FM- heitið á seinasta leikdegi. Spenningurin varðveittur Talvúrslit og -støður 1. deild Havnin-Vestmanna 1-3 Martin Poulsen-John Rødgaard 0-1 Martin Brekká-Carl Eli N. Samuelsen 0,5-0,5 Sigurð Justinussen-Samson Højgaard 0,5-0,5 Óli Joensen-Jákup á Rógvi Andreasen 0-1 Klaksvík 2-Sandavágur 1,5-2,5 Rani Nolsøe-Olaf Berg 0,5-0,5 Terji Petersen-Torkil Nielsen 0-1 Rani Baldursson-Bernhard Augustinussen 0,5-0,5 Rógvi Dragaberg-Jón Gregersen 0,5-0,5 Støðan í 1. deild 1 Klaksvík 1 20,0 2 Vestmanna 19,0 3 Havnin 12,0 4 Sandavágur 11,0 5 Klaksvík 2 9,0 2. deild Havnin 3-Vestmanna 3 4-0 Sandavágur 2-Vestmanna 2 1,5-2,5 Toftir-Havnin 2 2-2 Støðan 1 Vestmanna 2 23,0 2 Havnin 3 22,0 3 Havnin 2 21,0 4 Toftir 20,0 5 Sandavágur 2 17,0 6 Vestmanna 3 5,0 3. deild Klaksvík 3-Vestmanna 4 4,0 Havnin 4-Skopun 2,5-11,5 Sandavágur 4-Rókur 0,5-3,5 Sandavágur 3-Havnin 5 2-2 Gøta-Klaksvík 4 2,5-1,5 Støðan 1 Klaksvík 3 24,5 2 Havnin 4 21,5 3 Sandavágur 3 21,0 4 Rókur 20,5 5 Havnin 5 18,5 6 Skopun 14,0 7 Gøta 13,5 8 Klaksvík 4 10,5 9 Sandavágur 4 9,0 10 Vestmanna 4 3,0 Unglingar Klaksvík-Skopun 2,5-11,5 Sandavágur-Rókur 1,5-2,5 Støðan 1 Sandavágur 22,5 2 Klaksvík 20,0 3 Rókur 15,5 4 Havnin 7,5 5 Skopun 6,5 Martin Poulsen hevur ofta argað John Rødgaard, men hesa ferð noyddist hann at leggja kongin. Men tað tók veteraninum seks tímar, áðrenn hetta hendi