Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 40 - 26. februar 2007 ] Fríggjakvøldið stongdi føroyski transfer­marknaðurin, og Sosialurin hevur hugt eftir, hvørjir leikarar eru farnir frá ymsu feløgunum í formuladeildini, og hvørjir eru komnir til ymsu feløgini undan kappingarbyrjan tann 1. apríl FÓTBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Nógv munnu halda, at tá eitt fótbóltskappingarár endi­­liga er liðugt, so ræður frið­ur á borgum hjá teimum ymisku feløgunum kring landið, men so er ikki. So skjótt sum eitt kappingarár er komið at enda, byrja fe­løgini at fyrireika seg til komandi kappingarár, og tá ræður um at vera fyrstur eftir leikarum, sum eru fríir á marknaðinum, ella at styrkja seg á teimum pláss­ um, har eitt lið følir, at tað hevur brúk fyri nýggjum leik­arum. Hesin vetrarsteðgurin, sum spakuliga er byrjaður at halla, hevur verið minst líka hendingaríkur, hvat við­ víkur spælarahandlum, sum undanfarnu vetrarsteðgirnir hava verið. Fleiri feløg hava verið sera aktiv á tí so­kall­ aða transfermarknaðinum, og hetta hevur ført við sær, at fleiri av feløgunum í for­ muladeildini kunnu stillað við nýggjum og spennandi leikarum til komandi upp­ gávurnar. Fríggjakvøldið var so sein­asti møguleiki hjá feløg­ unum at tryggja sær styrk til komandi kappingarár, tí tá stongdi transfer­markn­ aðurin nevniliga. Sosialurin hevur hugt eftir, hvussu tey ymisku feløgini í for­mula­ deildini hava styrkt seg, og hvørjar leikarar feløgini hava mist. Toppskjúttin til meistararnar Sum øllum kunnugt, so vann HB meistaraheitið síðsta kappingarár, tá teir fóru fram við EB/Streymi á seinasta leikdegi. Ikki kann sigast, at HB hevur verið mest aktiva felag á trans­ fermarknaðinum, men á pappírinum hava teir tó styrkt munandi um liðið. Efitr lokið kappingarár í fjør boðaði royndi HB-mál­ verjin, Bárður Johannesen, frá, at hann gavst at spæla fótbólt á hægsta stigið. Hetta førdi við sær, at HB manglaði ein málmann aft­ urat Trónduri Vatnhamar. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði HB skrivað undir sáttmála við málmannin hjá VB, Marcin Dawid, og so var tann trupulleikin loyst­ ur. Milan Kuljic, sum skuldi vera í HB seinasta kapp­ ingar­ár, hevur eisini fingið síni loyvir í lagi, so hann verður eisini partur av besta liðnum hjá HB komandi kapp­ingarár. Hetta eru tó ikki einastu nýggju leikararnir, sum HB hevur fingið í vetrar­steðgi­ num. Toppskjúttin frá sein­ asta kappingarári, Christian Høgni Jacobsen, sum bert hevur leikt fyri barn­dóms­ felagið, NSÍ, her á landi, valdi eisini at royna nýggjar leiðir eftir lokið kappingarár í fjør, og her fall valið á meistaraliðið, HB. Nýtt brøðrapar í EB/Streymi Felagsliðið úr Sundalagnum hevur eisini styrkt um sítt lið fram ímóti nýggja kapp­ ingarárinum. Síðsta árið hava tvey brøðrapør sett sín stóra dám á felgasliðið. Her er talan sjálvandi um víka­ menninar, Ronnie og Hans Paula Samuelsen, og koll­ firðingarnar, Gert og Arn­ bjørn Hansen, og nú er enn eitt brøðrapar á veg til fe­lagsliðið. Brøðurnir úr Fuglafirði, Símun og Hanus Eliasen, spældu báðir við besta lið­ num hjá ÍF í fjør, sum mátti ta tungu leið niður í 1. deild at spæla. Teir valdu tó báðir at ganga somu leið eftir kapp­ingarárið í fjør, og valið fall á EB/Streym, sum nú er samansett av ikki færri enn trimum brøðra­pør­ um. AB 15 spælarar: Tilgongd: Bjarni Jørgensen frá Skála Fróði Clementsen frá EB/Streymi Súni Fríði Barbá frá B68 Hanus Jacobsen frá GÍ Bogi Hermansen frá B36 Hendrik Rubeksen frá HB Peder Christiansen úr Danmark Morten Overgaard úr Danmark Rógvi Holm (útleigaður til B36 í fjør) Danny Rasmussen úr HB Magnus Poulsen úr B36 Frágongd: Tony Rasmussen til Skála Allan Mørkøre til B36 Eyðstein Jacobsen givin Rúni Nolsøe til B68 KÍ 10 spælarar: Tilgongd: Kaj Ennigarð frá GÍ Gunnar G. Nielsen frá GÍ Kareen Smith úr USA Chris Cerony úr Onglandi Leon Bjartalíð spældi í lægri deildum Frágongd: Ovi Nysted til B36 Hjalgrím Elttør til NSÍ Atli Danielsen til Frem Christian Lundberg Sinisa Jovanivo EB/Streymur 8 spælarar: Tilgongd: Símun Eliasen frá ÍF Hanus Eliasen frá ÍF Bartal Hermansen nýggjur í formulahópinum Pætur Dahl nýggjur í formulahópinum Fríðrikkur Højsted nýggjur í formulahópinum Frágongd: Fróði Clementsen til AB Jørgen Meitelberg til SÍ Gunnar á Steig til B68 HB 7 spælarar: Tilgongd: Christian Høgni Jacobsen frá NSÍ Marcin Dawid frá VB Milan Kuljic Hans á Lag byrjaður aftur Frágongd: Bárður Johannesen givin Janus M. Joensen givin Jovan Radinovic Panic til FS Vágar VB 7 spælarar: Tilgongd: Vlada Filipovic frá Skála Frits Eið frá Royn Martin Tausen nýggjur í formulahópinum Birni Kjærbæk nýggjur í formulahópinum Frágongd: Marcin Dawid til HB Aco Pandurovic farin heim Tummas Pauli Olsen fyribils givin Formula kappingin: Stórur aktivitetur á transfer Bjarni Jørgensen hevur átt sín góða lut í góðu úrslitunum hjá Skála. Í ár verður hann tó at síggja á Argjum, har AB ivaleyst droymir um somu skjótu framgongd