mánadagur 26. februar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 40 - 26. februar 2007 ]
rmarknaðinum
Liðið, sum endaði á triðja
plássi í fjør, B36, hevur eis
ini styrkt sær nakað um hóp
in. Klaksvíkingarnir Ovi
Nysted og Allan Mørkøre
vera báðir í felagnum kom
andi kappingarárið, og aftur
at sær hava teir fingið Helga
L. Petersen, sum er komin
úr NSÍ. Heini í Skorini verð
ur eisini partur av B36-
liðnum komandi árið. Hann
hevur verið í Danmark í
lestrarørindum í nøkur ár,
men nú hann er komin heim
aftur á klettarnar, er hann
klárur at leypa í eldin fyri
barndómsfelagið, B36.
Stór útskifting
í Runavík
KÍ og NSÍ eru tvey av feløg
unum, sum endaðu beint
uttan fyri heiðursmerkini
seinasta kappingarár, og
hesi bæði hava eisini havt
ávísar útskiftingar á liðnum
fram til komandi kappingar
ár. Serliga NSÍ hevur verið
aktivt á transfermarknaðin
um, og fleiri rættiliga stór
nøvn hava leitað sær til Løk
in at spæla fótbólt komandi
kappingarár.
Landsliðsleikararnir, Jon
hard Frederiksberg og Hjal
grím Eltør eru báðir nýggir
menn í NSÍ-búnanum. Eis
ini tveir útlendingar vera at
finna í Runavík komandi
kappingarár. Sterki miðvall
arin, Nenad Stankovic, sum
var á Skála síðsta kapping
arár, og áleyparin, Anderson
Castilho, sum er komin úr
B68, hava báðir leitað sær
út til Runavíkar, so liðið hjá
NSÍ sær spennandi út.
Fleiri av ungu leikarunum,
sum hava verið leigaðir út
til onnur feløg í landinum,
eru eisini komnir heim aftur
til Runavikar. Her er talan
um Johan Troest Davidsen
og Debes Danielsen, sum
báðir hava verið á Skála,
Tórður Thomsen, sum hev
ur veið á Toftum, og Hjalm
ar Dalbúð, sum hevur verið
hjá ÍF.
NSÍ hevur tó eisini mist
eitt sindur av fólki, og ser
ligur missur verður helst í
toppskjúttanum, Christian
Høgna Jacobsen, sum hevur
valt at royna eydnuna í HB.
Eisini KÍ hevur skift nak
að av fólki út. Atli Daniel
sen, Hjalgrím Eltør, Christ
ian Lundberg og Sinisa
Jovanovic vera ikki í felag
num komandi kappingarár,
men KÍ hevur funnið nýggj
ar leikarar í teirra stað. Kaj
Ennigarð og Gunnar G.
Nielsen eru báðir komnir úr
GÍ, og tveir útlendingar eru
eisini komnir til felagið.
Her er talan um ameriku
mannin, Kareen Smith, og
onglendingin, Chris Cero
ny.
Stór frágongd á Skála
Skála er eitt av feløgunum,
sum hevur havt størst frá
gongd eftir síðsta kapping
arár. Jonhard Frederiksberg,
Nenad Stankovic, Bjarni
Jørgensen, Johan Troest
Davidsen og Debes Daniel
sen eru allir farnir í annað
felag, men Skála hevur tó
eisini styrkt seg við onkrum
leikarum.
Obi skal taka yvir plássið
í álopinum eftir Jonhard, og
Tony Rasmussen er eisini
komin til felagið úr AB.
Skála hevur eisini funnið
sær ein nýggjan málmann.
Teir hava styrkt seg við fyrr
verandi TB-málmanninum,
Predrag Markovic, og aftur
at hesum trimum, hevur
Skála eisini fleiri nýggjar
ungar leikarar í formula
hópinum.
GÍ er helst tað felagið,
sum hevur verið mest friðar
ligt á transfermarknaðinum.
Teir hava mist Kaj Ennigarð
og Gunnar G. Nielsen, sum
báðir eru farnir til KÍ, og
Hanus Jacobsen, sum er far
in til AB.
Teir hava tó fingið tríggj
ar nýggjar leikarar, og hesir
eru Atli Gregersen, sum
hevur verið í felagnum fyrr,
Poul Johannus Justinusen,
sum er komin úr NSÍ, og so
er ein nýggjur póllendingur,
Thomasz
Sajdak,
eisini
komin til felagið.
VB/Sumba hevur eisini
verið eitt av friðarligu feløg
unum. Teir hava skift út á
málmansplássinum,
har
Vlada Filipovic, sum var á
Skála í fjør, hevur tikið yvir
eftir Marcin Dawid, sum
skifti til HB. Annars hevur
verið rættiliga friðarligt í
sunnaru hálvu av Suður
oynni. Teir hava styrkt seg
við onkrum ungum leikarar
úr Suðuroynni, og annars
hevur felagið eisini mist
Aco Pandurovic og Tummas
Paula Olsen.
Uppflytararnir
hava styrkt seg
Uppflytararnir hava tað ofta
strævið í teirra fyrsta ári í
formuladeildini, men bæði
B71 og AB hava styrkt um
hópin í teirra royndum at
yvirliva í bestu deildini.
B71 fekk eitt skot fyri
bógvin fyri nøkrum vikum
síðani, tá liðið mátti siga
farvæl
við
liðskiparan,
Bergleif Sólsker, sum valdi
at halda fram hjá TB. Eisini
danin, Asbjørn Hveldlund,
er farin frá liðnum, men
hetta eru eisini einastu leik
ararnir, sum B71 hevur
mist.
Teir hava tó eisini styrkt
sær nakað um hópin. Tveir
nýggir brasiliumenn og ein
dani eru komnir til felagið,
og hesir skulu vera við til at
halda felagnum í bestu
deildini.
Hin uppflytarin, AB, hev
ur eisini mist onkran av sín
um týdningarmestu leikar
um. Rúni Nosøe og Allan
Mørkøre eru farnir í onnur
feløg, og eisini argjamað
urin, Tony Rasmussen, hev
ur leitað sær í nýtt felag.
AB hevur tó fingið nógv
ar nýggjar leikarar í hópin.
Bjarni
Jørgensen,
Fróði
Clementsen,
Súni
Fríði
Barbá, Hanus Jacobsen,
Hendrik Rubeksen, Bogi
Hermansen, Magnus Poul
sen og Danny Rasmussen
skulu allir vera við til at
styrkja AB-liðið komandi
kappingarár, og afturat teim
um vera eisini tveir danir.
Einki er at ivast í, at upp
flytararnir kunnu fáa tað
strævið, men tey hava tó
bæði roynt at styrkt seg í
teirra royndum at yvirliva í
formuladeldini.
NSÍ 13 spælarar:
Tilgongd: Jonhard Frederiksberg frá Skála
Nenad Stankovic frá Skála
Hjalgrím Eltør frá KÍ
Anderson Castilho frá B68
Johan Troest Davidsen frá Skála
Debes Danielsen frá Skála
Tórður Thomsen frá B68
Hjalmar Dalbúð frá ÍF
Øssur Dalbúð nýggjur í formulahópinum
Frágongd: Christian Høgni Jacobsen til HB
Viggo Johannesen fyribils givin
Brynjálvur Nielsen MB
Helgi L. Petersen til B36
Skála 14 spælarar:
Tilgongd: Tony Rasmussen frá AB
Predrag Markovic frá TB
Obele Okeke Onyebuchi frá B36
Hans Jørgensen nýggjur í formulahópinum
Erland Berg Danielsen nýggjur í
formulahópinum
Petur Pauli Mikkelsen nýggjur í
formulahópinum
Jógvan G. Joensen nýggjur í
formulahópinum
Jógvan Berg nýggjur í formulahópinum
Frágongd: Jonhard Frederiksberg til NSÍ
Nenad Stankovic til NSÍ
Bjarni Jørgensen til AB
Johan Troest Davidsen til NSÍ
Vlada Filipovic il VB/Sumba
Debes Danielsen NSÍ
B36 6 spælarar:
Tilgongd: Helgi L. Petersen frá NSÍ
Ovi Nysted frá KÍ
Allan Mørkøre frá AB
Heini í Skorini úr Danmark
Frágongd: Bogi Hermansen til AB
Amed Davy Sylla er óvissur
GÍ 6 spælarar:
Tilgongd: Atli Gregersen úr Danmark
Thomasz Sajdak úr Póllandi
Poul Johannus Justinusen frá NSÍ
Frágongd: Kaj Ennigarð til KÍ
Gunnar G. Nielsen til KÍ
Hanus Jacobsen til AB
B71 8 spælarar:
Tilgongd: Fabio Vieira frá Brasilia
Flavio Lucio de Santana frá Brasilia
Anders Rasmussen frá Skjold
Tummas Clementsen nýggjur í
formulahópinum
Høgni Midjord nýggjur í formulahópinum
Meinhard Winther nýggjur í
formulahópinum
Frágongd: Bergleif Sólsker til TB
Asbjørn Hveldlund aftur til Danmarkar
Mest navnframa
skiftið var uttan iva,
tá Christian Høgni
Jacobsen í heyst
boðaði frá, at hann
nú fer at royna seg
í HB
Poul Johannus Justinusen frá NSÍ og Thomasz Sajdak úr Póllandi avmyndaðir saman við
Andreas Poulsen frá GÌ