mánadagur 26. februar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 40 - 26. februar 2007 ]
Enn er Kyndil ikki í
FM-finaluni. Men við
spælinum, sum liðið
hevur sýnt seinastu
dystirnar, skal eingin
verða bilsin, um FM-
steypið verður
verandi hjá grøna
havnarliðnum
Manshondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá alt kom til alt, so vant
Kyndil burtur úr Neistanum
sunnudagin. Ein sigur, sum
munaði væl hjá teimum
grønu í strembanini eftir
øðrum finaluplássinum,
samstundis sum Neistin við
tapinum er mest sum úti úr
tí stríðnum.
Janus Einar í serflokki
Eitt er, at Kyndil vann
grannauppgerðina.
Tað
høvdu tey flestu kanska
rokna við, tí hóast Neistin
hevur rættað sína kós sein
astu dystirnar, so tykist lið
ið enn ikki veruliga gearað
til at stríðast um gull og
heiður.
Men tað var meira mátin,
sum Kyndil vann uppá. Og
kanska eisini hornasteinarn
ir í sigrinum, sum sann
førdu um, at meistararnir
veruliga eru á meistarakós.
Enntá í einum dysti, har
altíð væl stríðandi Hans
Áki Dal Christiansen ikki
var tøkur.
Tá teir grønu í fjør vunnu
meistaraheitið við tryggum
finalusigri á VÍF, var ein
framúr verja ein týðandi
partur av uppskriftini. Og
longu fyrstu lítlu løtuna í
dystinum móti Neistanum
sást, at hendan nú aftur er
um at fungera optimalt.
Ikki minst, tí liðið í Janusi
Einar Sørensen hevur ein
strikuspælara, sum er so
nógv tann besti í landinum
– bara spælarin sjálvur vil
tað.
Hetta gjørdi tað mest sum
ógjørligt hjá skjúttunum hjá
Neistanum at sleppa framat,
og tá teir so kortini royndu
seg, víst Lars Black, at hann
avgjørt skal roknast millum
teir allar bestu málverjarnar
í landinum. Og at Kyndils-
venjarin hevur ein positivan
trupulleika á málverjasíðuna
var sjónligt, tá Magnus
Matras eina løtu avloysti
Lars.
Týdningurin av Janusi
Einar varð eisini undirstrik
aður, tá hesin eina løtu
noyddist á beinkin við ein
um minni snuddi. Framúr
byrjanin hjá Kyndli, sum tá
var á 9-4, varð brádliga
tveitt burtur. Neistin vann
seg enntá upp á 13-11, men
tá Janus Einar aftur kom á
vøllin, varð verjan læst, og
so kundu teir grønu aftur
vinna seg framum. Eisini tí
hann í álopspartinum gav
teimum eitt stórt trumfkort
eyka, tá hann støðugt bant
hálvan-annan Neistamann.
Høgni móti tindunum
Ein stórur trupulleiki hjá
Kyndli fyrsta partin av
landskappingini í ár var, at
spælskiparin og álopstrumf
urin, Høgni Klein, var
burturstaddur. Og tó at
hann var við einstakar dyst
ir, so var sjónligt, at venjing
arstøðan ikki var tann besta,
tá hann í desember aftur
flutti til Føroya.
Síðani hevur hann tó
spakuliga spælt seg í rætta
dystarvenjing, og tað er
nakað, sum nú av álvara
hevur lyft Kyndil. Og hóast
Neistin eina løtu í seinna
hálvleiki hekk væl við í
dystinum, so var so sera
sjónligt, at álopsspælið hjá
Kyndli hekk betri saman og
var betri skipað. Teir komu
nógv meira ómaksleyst til
sínar
skoringar,
og
tá
Neistin so varð rakt av
dupult-útvísing miðskeiðis
í seinna hálvleiki, tóku teir
grønu av.
Teir lupu nøkur mál
avstað, og so gjørdist alt
brádliga so fjáltursstungið
hjá Neistanum, sum nú sá
møguleikan
fyri
einum
finaluplássið hvørva. Hópur
av óprovokeraðum mistøk
um vórðu revsað uttan stór
vegis samkenslu av teimum
grønu. Og so hjálpti tað
lítið, at bæði Jacob Larsen
og Ári Dam hvør í sínum
lagi høvdu nakrar fínar
bjargingar. Bjarga dystinum
kundu teir ikki, og so vann
Kyndil seinasta korterið av
dystinum við ikki minni
enn 13-5!
Arbeiðið ikki
hálvgjørt
Sigurin væl og virðiliga
undirstrikaði, at Kyndil av
álvara hevur kós móti
finaluni. Men bæði spælarar
og venjari vita væl og
virðiliga, at enn er arbeiðið
minni enn hálvgjørt. Tríggir
dystir eru enn eftir, og í
hesum kunnu bæði KÍF og
StÍF arga. Kyndil hevur tó
tann fyrimun, at teir eiga
heimavøll móti júst hesum
báðum,
áðrenn
teir
í
seinasta umfarinum fara til
Vestmanna til ein dyst, sum
alt meira líkist upphiting til
sjálva FM-finaluna.
Á
pappírinum
hevur
Neistin eisini enn ein møgu
leika at røkka finaluni, men
í praksis er lítið at ivast í, at
teirra
leiklutur
nú
er
útspældur. Úrslitini skulu
laga seg meira enn óvanlgia
væl, um teir skulu verða
partur av avgerandi dyst
unum.
Claus og teir
taptu aftur
Blackpool tykist mest sum uppstegðað í
triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Triðju
ferðina á rað mátti Blackpool lúta í
landskappingardysti. Leygardagin vitjaði
Millwall í norðurenska býnum, og gestirnir
fóru avstað við øllum trimum stigum. Einasta
málið í dystinum gjørdi London-liðið í fyrra
hálvleiki. Blackpool er nú dottið niður á 10.
pláss í League One, har 24 lið spæla við.
EB/Streymur brendi tvey
brotsspørk
EB/Streymur gjørdi sær stóran ómak við einki mál at gera,
tá ið liðið spældi venjingardyst ímóti HB leygardagin.
Dysturin, sum varð spældur í Streymnesi endaði málleysur,
men tað hevði heimaliðið sjálvt skyldina av. Heilar tvær
ferðir fekk EB/Streymur brotsspark, men hvørgu ferðina
eydnaðist teimum at skora úr ellivu metrum.
Neistin-Kyndil 25-33 (13-14):
Meistarar á meistarakós
Verjan hjá Kyndli
hekk fyri tað
nógva heilt væl
saman, og tí
komu skjúttarnir
hjá Neistanum
sjáldan veruliga
framat
Mynd:
Álvur Haraldsen
Neistin-Kyndil 25-33 (13-14)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 8(2), Blagoje Buha 6, Roar
Dalsgarð 5, Jugoslav Djumic 3, Tróndur Kragesteen 2,
Dann Thorleifsson 11
Kyndil: Høgni Klein 11(3), Rókur Akralíð 6, Janus
Einar Sørensen 4, Hjalti M. Jacobsen 4, Hanus
Johansen 3, Ken Zachariassen 3, Ragnar Stakksund 1,
Brian V. Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 3
Útvísingar: Neistin 5, Kyndil 2
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen.
FAKTA